Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Nr. 218 - 9. november 2007 sansir.fo sansir.fo Vilt tú standa á odda fyri einari fyritøku, sum er fremst á føroyska marknaðinum, og sum vil gera vart við seg altjóða? Føroya Tele samtakið leitar eftir stjóra til dótturfelagið, FT Samskifti, sum í høvuðsheitum mennir, marknaðarførir og selur tænasturnar hjá Føroya Tele. Stjórin í FT Samskifti er partur av samtaksleiðsluni, og hann skal hava hegni og áhuga at menna søluna, tænastuútboðið og organisatiónina. Føroya Tele vil áhaldandi vera fremst í framburðinum í Føroyum við bestu tænastunum og nýggjastu tøknini. Vit leita eftir einum stjóra, ið kann menna nýggjar tænastur á føroyska marknaðinum, og sum saman við hinum í samtaksleiðsluni kann føra føroyskar loysnir út í heim. Umsøkjarin Tú hevur viðkomandi, hægri útbúgving og leiðsluroyndir innan sølu og marknaðarføring ella samsvarandi royndir. Tú sært møguleikarnar heldur enn forðingarnar og ert til reiðar at taka við avbjóðingum. Tú ert álitisvekjandi og hevur góð evni at samstarva og samskifta. Tú dugir væl við fólki og fært tað besta burtur úr teimum, tú arbeiðir saman við. Starvsviðurskifti Tú byrjar í starvinum 1. januar 2008 ella skjótast gjørligt. Føroya Tele bjóðar góðar og mennandi arbeiðsumstøður, og løn og starvsviðurskifti annars verða ásett sambært avtalu. Umsóknin Tú fært meira at vita um starvið hjá Kristiani R. Davidsen, nevndarformanni í FT Samskifti og samtaksstjóra, á telefon 24 30 01. Eisini ber til at senda teldubræv til krd@ft.fo. Allir fyrispurningar verða viðgjørdir í trúnaði. Umsóknarfreistin er 16. november 2007, og umsókn við CV, prógvum o.ø. skal sendast til: Føroya Tele Att.: Kristian R. Davidsen Postsmogu 27 FO-100 Tórshavn Viðmerk á brævbjálvan: Umsókn, stjóri. Føroya Tele er ein fyritøka í stórum vøkstri, sum eftir fáum árum hevur ment seg til eina eff ektiva og nútímans fyritøku, ið er kappingarfør á øllum økjum. Vit hava sett okkum fyri at menna nýggjar tænastur og bjóða føroyska marknaðinum bestu tænastuna og nýggjastu tøknina. FT Samskifti er dótturfelag í samtakinum Føroya Tele. Í FT Samskifti starvast 100 fólk, og fyritøkan tekur sær av marknaðarføring, sølu, tænastu, kundarøkt og samskifti við privat- og vinnukundar hjá Føroya Tele. STJÓRI TIL FT SAMSKIFTI lýsingar