fríggjadagur 9. november 2007síða 33
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 - 9. november 2007
33
Vit sóknast eftir dugnaligum og framfýsnum
starvsfólki til sølu og ráðgeving.
Starvið
Vit bjóða eitt spennandi starv í nýggjari fyritøku við stórum
ætlanum. Betri pensjón vil veita sínum kundum bestu pensjónina
í landinum. Tú sleppur at arbeiða breitt, fært ávirkan og nógvar
spennandi avbjóðingar. Arbeiðsuppgávan er at ráðgeva kundum
okkara bæði persónliga og um telefonina. Tú skalt eisini hava
framløgur fyri fyritøkum, fakfeløgum og kundum sum heild.
Hevur tú viðkomandi útbúgving ella royndir? Hevur tú til dømis
starvast sum sølufólk ella hevur viðkomandi handilsútbúgving?
So er tað tær, vit hava brúk fyri. Tað er umráðandi, at tú ert
tænastusinnað/ur, hevur góð samráðingarevni og hevur
handilsligan hugburð. Tú skalt vera fyrikomandi, duga væl at
samstarva, at arbeiða sjálvstøðugt og í toymum.
Løn- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett skjótast tilber, og lønin verður avtalað í mun
til royndir og førleika. Tú fært sjálvandi eisini eina sera góða
pensjónsskipan.
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú venda tær til Mortan
Poulsen, stjóra, á tel 345502 ella teldupost mp@betri.fo.
Umsókn og freist
Umsóknir við lívsgongdarlýsing (CV) skulu vera okkum í hendi
innan 20. november. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Send umsóknina til:
Betri pensjón, Starvsfólkadeildin
Kongabrúgvin, Postboks 329, FO-110 Tórshavn
Sølufólk til
Betri pensjón
sansir.fo
www.betri.fo
Flatnavegur 8 · 460 Norðskáli · Tel +298 422316 · betong@betong.fo
Handverkarar og arbeiðsmenn
Løvu Betong er í fer við at byggja nýtt
elementvirki á Norðskála, ið skal
framleiða 1. floks betongelementir til
tann nógv vaksandi byggimarknaðin í
Føroyum.
Tørvur er á bæði handverkarum og
arbeiðsmonnum. Um gjørligt, verður
tann fyrsta tíðin í Reykjavík, har neyv
upplæring verður.
Starvsøkið
Alt innan betongelementir:
• Stoypa
• Isolera
• Binda jarn
• Ísetan av vindeygum
P/F Løvu Betong
Førleikar
Dugir tú títt handverk og
ert ágrýtin, ert tú tann
rætti til arbeiðið.
Arbeiðstíðin er full tíð og
lønin verður sambært
avtalu.
Meira fæst at vita um
starvið, við at venda sær til
stjóran, Regin Johannessen
á tlf. 58 68 01
NÝGGJ BÓK
Hendur, ið fjálga
f ø r o y s k u h e i m a - o g h e i l s u h j á l p a r a r n i r
h e i l s u h j á l p a r a f e l a g f ø r o ya
Í samband við, at bókin „hendur, ið
fjálga“ um heima- og heilsuhjálparar
í føroyum kemur út, verður hugna-
løta í miðlahúsinum hósdagin
tann 15. november kl. 19.00.
hans pauli strøm, landsstýrismaður
og anna háberg luttaka.
møguleiki verður at keypa bókina
henda dagin fyri kr. 250,-
øll eru hjartaliga vælkomin
foroyaprent.fo
Tel. 317725, heimahj@post.olivant.fo
hugnaløta
lýsingar
Lesið
-so eru tit við!