Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 36

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 218 - 9. november 2007 Upptøka av lesandi til SJÚKRARØKTARFRØÐING Nýggjur flokkur byrjar 4. februar 2008. Um­ sóknarfreistin er longd til 15. november 2007 Útbúgving og møguleikar Útbúgvingin til sjúkrarøktarfrøðing er spennandi og avbjóðandi og tekur 4 ár. Hon gevur heitið bachelor í sjúkrarøktarfrøði ­ Bachelor of Science (BSc) in Nursing. Útbúgvingin gevur tær fjølbroyttar starvs­ og menningarmøguleikar innan heilsuverkið bæði her á landi og uttan­ lands. Sum útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur hevur tú nomið tær holla vitan og førleika at útinna sjúkrarøkt, soleiðis at tú upplivir, at tú veruliga kanst gera mun. Hølis- og lestrarumstøður Hølisumstøður og umstøður skúlans yvirhøvur eru avbera góðar. Sjúkrarøktarfrøðiskúlin og seinni søgu­ og samfelagsdeildin á Fróðskapar­ setrinum fluttu fyrr í hesum árinum í nýggj nútímansgjørd høli miðskeiðis í býnum. Alt tilfar og øll útgerð lúka tíðarinnar krøv. Saman við 120 øðrum lesandi, væl útbúnum lærarum og starvsfólki verður tú partur av einum virknum og vinarligum lestrarumhvørvi, har trivnaðurin er í hásæti. Lestrarvegleiðing Lestrarvegleiðari skúlans veitir vegleiðing og góð ráð. Teldupostbústaðurin er: anne.lise. winther@skulin.fo, tlf. 325 265. Umsókn Teldutøkt umsóknarskjal kann takast niður av heimasíðu skúlans, www.srfs.fo, ella tú ringir 352 250 og biður um at fáa tað sent í postinum. Á heimasíðuni kanst tú eisini lesa um upptøkutreytir o.a. Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 15. november 2007 og verða sendar til Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya Jónas Broncks gøta 25 FO­100 Tórshavn merk brævbjálvan: Umsókn lesandi SJÚKRARØKTARFRØÐISKÚLI FØROYA Jónas Broncksgøta 25 · FO-100 Tórshavn · tel: 352 250 fax: 352 251 · heimasíða: srfs.fo · t-postur: srfs@srfs.fo Lærarastarv í vestmanna skúla Søkt verður eftir lærara í tíðaravmarkað starv, 3. januar – 30. juni 2008, fyri lærara í barnsburðar­ farloyvi. Tímatalið um vikuna er 23 • Heimkunnleika í 6. og 7. fl. • Føroyskt, heimstaðarlæru og rokning í 2. fl. • Føroyskt og søgu í 7. fl. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri upplýsningar fáast við at venda sær til skúlaleiðaran, tlf. 470100 ella 230100, ella frá varaleiðaranum Erling Munck Pedersen, tlf 470102 ella 230101 Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 30. nov. 2007. Vestmanna Skúli Toftavegur 12 · FO - 350 Vestmanna · Føroyar Tlf. 470100 · Fax: 470101 · vestmanna@skulin.fo Í Vestmanna skúla eru 204 næmingar og 21 lærarar. Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.skulin.fo/ves/ Vestmanna Skúli er kendur fyri at vera næmingavinarligur og grønur skúli. Skúlin arbeiðir annars í løtuni við hesum evnum: at menna trivnaðin, byrjanarundirvísingina, samstarvið við vinnulívið og at geva næmingunum fjølbroyttar avbjóðingar. Goymslu- og handilslærlingur Søkt verður eftir goymslu- og handilslærlingi til P/F Vónina í Fuglafirði at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðið umfatar m.a.: • beinleiðis sølu frá goymsluni • dagliga avgreiðslu av telefonbíleggingum • goymslustýring (Navision Attain) Vit ynskja at tú hevur HH ella FHS og vænta at tú: • ert framfýsin og ágrýtin • hevur lætt við at samskifta • ert áhugað/ur í fiskivinnuni • hevur teldukunnleika Lønin er sambært galdandi sáttmála. Umsókn, saman við møguligum prógvum, skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 16. november. P/F VÓNIN Bakkavegur 22 · PostBoks 19 Fo-530 FuglaFjørður · tlF. 474200 lýsingar www.sosialurin.fo