fríggjadagur 9. november 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 • 9. november 2007
Vikuskifti
4
Tem Willemoes Thordan Hansen
er 23 ára gamal, býr á Islands
Brygge og er fulltíðar yrkisleikari í
SAS-liga felagnum Lyngby. Hvørki
navn, bústaður ella starv ljóðar
serliga føroyskt. Tað er tað fyri
sovítt heldur ikki, men kortini eitt
sindur.
Tem Hansen, sum flestu
føroyingar kenna hann sum, er
eisini føroyskur landsliðsleikari.
Langomman og langabbin eru
føroysk, og pápi Tem Hansen er
eisini føddur í Føroyum.
Tað var ommubeiggi Tem Han-
sen, sum gjørdi hann varugan við,
at hann kundi spæla á føroyska
landsliðnum. Táverandi agentur
hansara gjørdi FSF varugan við
støðu Tem Hansens, og soleiðis
varð hann presenteraður fyri
føroyska fótbóltsheiminum.
Vit hava sett Tem Hansen
stevnu inni í Mentanarhúsinum
á Islands Brygge, og róliga byrjar
hann at greiða frá. Róliga, tí sum
hann sjálvur sigur: – Eg havi einki
at skunda mær til. Tem Hansen
gjørdist jú fulltíðar yrkisleikari
síðst í júnimánað í ár.
Passaði perfekt
– Eg var júst liðugur við útbúgving
mína í film- og mediavísind á
Københavns Universitet, so
tað passaði perfekt til mín, at
eg so kundi kasta meg útyvir
fótbóltin fult og heilt í eina tíð.
Frammanundan hevði eg annars
altíð býtt tíð og orku nøkulunda
javnt millum fótbólt og skúla, og tí
kundi tilboðið valla komið eitt betri
tíðspunkt hjá mær, sigur Tem.
At vera fulltíðar yrkisleikari
merkir, at hann fær pengar fyri
at venja og spæla dystir. Annars
hevur hann frí.
– Sjálvandi venja vit meiri enn
onnur, skulu hugsa meiri um hvíld
og kost, men eg havi altso nógva
frítíð, vísir Tem Hansen á. Hann
leggur síðani aftrat, at hann nýtir
lívið sum yrkisleikari, og at hann
ongar trupulleikar hevur við at fáa
tíðina at ganga.
Langur vegur
Men vegurin til yrkisleiðina sum
fulltíðar yrkisleikari hevur verið
langur. Hóast hann ikki fyllir 24
fyrr enn komandi ár, hevur Tem
Hansen longu umboða fimm
feløg. Hann er uppvaksin í Køge,
so tað var sjálvandi eisini har
hann sleit sínar fyrstu gaggir.
Sum tannáringur fingu fleiri
feløg eyguni upp fyri honum, og
Tem valdi at taka av tilboðnum
frá B93. Eftir eitt skifti í B93
gjørdist Tem eitt sindur ósikkur
upp á akkurát hvat tað var, hann
vildi við fótbóltinum. Men tá
ungdómsdeildin hjá Brøndby so
vendi sær til hansara, valdi hann
at taka av.
– Tað var ein fínur møguleiki,
og tað er eisini har eg havi ment
meg mest sum fótbóltsspælari.
Har lærdi eg tað, eg dugi í dag og
tað var eisini har, eg gjørdist tann
fótbóltsspælarin, eg eri, greiðir
Tem Hansen frá, sum í hesum
tíðarskeiðinum hevði navnframa
Tom Køhlert sum venjara.
Men hetta árið í Brøndby var
tað smátt við spælitíð og honum
longdist tískil aftur á vøllin.
Fremad Amager hóskaði honum
væl, kappingin var ikki heilt so
hørð sum í ungdómsdeildini
hjá Brøndby, og líkindini fyri
spælitíð vóru munandi betri. Eitt
tilvitað val frá Tem Hansen, sum
ynskti at vísa hvør dugur var í
honum, umframt at vinna sær
eitt sindur av peningi við síðuna
av lesnaðinum. Og tað má sigast
at vera ein væleydnað ætlan
hjá Tem, tí síðst í junimánað í ár
hevði hann gjørt so mikið vart við
seg, at SAS-ligu felagið Lyngby
bjóðaði honum sáttmála.
– Eg ivaðist ongantíð, tá Lyngby
bjóðaði mær sáttmálan. Eg tosaði
eisini við Christian (Lamhauge
Holst, blðm.), sum eg jú kendi frá
landsliðnum, og hann helt heilt
víst, at Lyngby var tað rætta fyri
meg, sigur Tem Hansen.
Stórt stig
Hann ásannar, at stigið frá Frem-
ad Amager til Lyngby var stórt,
men hetta var hann fyrireikaður
upp á. Tí tekur hann tað heldur
ikki so tungt, hóast tað ikki er
vorðið til so nógva spælitíð enn.
– Her verður spælt spælt við
einum nógv hægri ferð, men eg
meti sjálvur tað gongur betur
og betur undir venjing, og at eg
nærkist hópinum, sum verður
úttikin til dystirnar, heldur Tem
Hansen, sum higartil hevur spælt
tveir dystir í SAS-liguni. Tann
seinasta farna vikuskiftið, tá hann
spældi stóran part av seinna
hálvleiki mitt á miðvøllinum móti
Brøndby. Hetta er eisini júst tað,
Tem Hansen strembar eftir í løtuni.
– Eg vóni at fáa nakrar dystir á
besta liðnum áðrenn jól. Annars
má eg bara vísa mítt virði í
vetrarsteðginum, har vit spæla
fleiri venjingardystir. Og inntil ta
tíð fái eg í hvussu so er regluliga
dystarvenjing á eykaliðnum, sigur
Tem Hansen.
Ivaðist við
landsliðnum
Eins og Tem Hansen hevur spælt
tveir dystir í SAS-liguni fyri Brønd-
by, hevur hann spælt tveir altjóða
skrásettar landsdystir fyri Føroyar.
Báðar ferðir er hann komin á
vøllin sum innskiftari, og báðar
ferðir hevur mótstøðuliðið verið
Ukraina. Tem Hansen fegnast um
møguleikan at sleppa at umboða
Føroyar, men hann hugsaði seg
tó væl um, áðrenn hann tók av
tilboðnum.
– Um tað mundi eg fekk
landsliðsboð úr Føroyum, var eg
eisini aktuellur fyri danska U21-
landsliðið. So eg hugsaði meg
um, men tá samanumkom var tað
ikki nøkur trupul avgerð, sigur
Tem, sum hevur spælt tveir dystir
á danska U19-landsliðnum.
– Dystirnir, vit spæla við
Føroyum, eru móti nøkrum av
heimsins bestu liðum, og tað
er spennandi í sjálvum sær.
Harumframt er tað stuttligt at
vera við, fólkini í hópinum eru fitt,
og so fái eg eisini høvi at vitja
mína føroysku familju, heldur Tem
Hansen fyri við einum smíli.
Hóast hann hevur verið í
Føroyum áðrenn hann varð úttikin
til landsliðið, og kendi til bæði
føroyskan mat og sangir frá
føðingardøgum, so dugir hann ikki
føroyskt.
– Men eftir venjingarleguna
í Spania í januar og fyrra dystin
móti Ukraina, so bleiv tað lættari
og lættari at skilja. So var eg
ikki við í tveir dystir, so nú var
tað aftur eitt lítið sindur trupult
at skilja. Men málið er eingin
trupulleiki. Fótbóltur er eitt
alheimsmál í sær sjálvum, sigur
Tem Hansen.
Hann vil tó kortini heldur enn
fegin læra føroyskt.
– Tað vil eg heilt sikkurt. Eg
og Christian (Lamhague Holst,
blðm.) plaga at trætast um hvør
dugir best av okkum, men hóast
tað er ilt at meta um og skilja,
so pástendur Christian, at hann
dugir betri enn eg, flennir Tem
Hansen.
Føroyskur danskari og
Hann gjørdist fulltíðar
yrkisleikari í juni í ár. Nakrar
vikur frammanundan hevði
hann fingið prógv í film- og
mediavísind frá Københavns
Universitet. – Tað kundi valla
passa betur, sigur Tem Hansen,
sum hevur umboðað Danmark
á ungdómslandsliðum, men
vónar at fáa fleiri fyri Føroyar
… føroyskan mat
– Føroyskur matur er millum annað fisk og lamb, og
tað dámar mær sera væl. Men skerpikjøt og annað
av tí slagnum, er ikki júst mín sterka síða. Nú tú
spyrt um hetta, vil eg gjarna rósa kokkinum á Hotel
Føroyum. Hann ger framúr góðan føroyskan mat, og
langomma ger eisini frálíkar fiskafrikadellur.
Tem um politikk
– Eg gangi upp í politikk og fylgi væl við. Serliga
nú val er útskrivað, royni eg at fylgja við í ymisku
kjakunum sum eru. Seinast atkvøddi eg fyri
Socialdemokratunum, og tað verða helst eisini teir,
sum fáa mína atkvøðu hesaferð.
Navn: Tem Willemoes
Thordan Hansen
Føddur: 19. januar 1984
Útbúgving: Film- og media-
vísind frá Københavns
Universitet
Feløg: Køge Boldklub, B93,
Brøndby, Fremad Amager og
Lyngby
Fakta
Ítróttarprofilurin
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo