Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 4

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 218 - 9. november 2007 tíðindi Sunnudagin 11. nov­­em­ ber skipar Íslendinga­ felagið Frón fyri einum ment­anart­ilt­aki í Fút­a­ st­ov­­u í sambandi v­­ið dag íslendska t­ungu­ málsins Íslendingafelagið Frón stendur fyri einum mentan­ artiltaki í Fútastovu, aðal­ konsuláti Íslands, sunnu­ dagin 11. november. Boðið verður til eina hugnaløtu í sambandi við “dag íslendskrar tungu”. Í Íslandi verður “dagur íslenskr­ ar tungu” (dagur íslendska tungumálsins) hildin 16. nov­ ember. Tað er føðingardagur Jónasar Hallgrímssonar, skalds. Hann var føddur at Hrauni í Öxnadal 1807. Í ár eru 200 ár liðin, síðan hann var borin í heim. Jónas er kendur fyri skaldsliga avrik sítt: søgur og yrkingar sum hvørt mansbarn í Íslandi kennir. Skráin sunnudagin byrjar við Tórshavnar manskóri, sum fer at syngja nakrar kendar sangir eftir skaldið. Síðan fara Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs at lesa upp úr nýútkomnu bók síni “Undir egið borð”, sum er týðing av bókini “Sjálfstætt fólk” eftir nobelskaldið Halldór Lax­ ness. Kristina Hansen, sjón­ leikari, fer at lesa upp eftir Jónas, og at enda fer Kári P. at syngja nakrar sangir. Eftir tiltakið ber til at fáa sær ein kaffimunn og vaflur. Tiltakið er ókeypis, men tikið verður í móti sam­ sýning fyri drekkamunn og frá teimum, sum vilja stuðla felagnum. Byrjað verður kl. 16 stundisliga, har øll eru vælkomin. Mentanartiltak í Fútastovu Íslendingafelagið Frón skipar einum mentanartiltaki í Fútastovu sunnudagin 11. november Sansir søkja fyriskipara, sum skal skipa okkara arbeiði innanhýsis, fáa tað at glíða væl, betra um arbeiðsgongdir og tryggja, at arbeiðsorkan verður gagnnýtt so væl sum gjørligt. Fyriskiparin skal eisini røkja samstarvið við okkara veitarar, gera avtalur við veitararnar, fáa tilboð til vega og tryggja, at tænasturnar eru í lagi og verða veittar rættstundis. Tú verður ein lyklapersónur í fyritøkuni. Tú skalt síggja til, at arbeiði verða gjørd skynsamt og úrslitagott. Tú ert væl skipað/ur, hugsar logiskt og hevur gott yvirlit. Tú dugir væl at samskifta við fólk og hevur høgan sosialan intelligens. Tú hevur hægri útbúgving ella royndir á økinum. Sansir eru ein framfýsin samskiftisfyritøka við 38 starvsfólkum í trimum londum. Vit skapa kunningar- og marknaðarføringsloysnir í tøttum samstarvi við okkara kundar. Førleika- og útbúgvingarstøðið hjá fólkunum á Sansum er høgt og spennir víða. Grundarlag okkara fyri støðugari menning og framburði er persónligt rásarúm, virðing fyri fjølbroyttum hugsunarhátti og stuðul til persónliga menning hjá okkara starvsfólkum. Heldur tú, at hetta ljóðar spennandi, so eigur tú at søkja starvið. Vónandi verður tað tú, sum vilt skapa framtíðina hjá Sansum saman við okkum. Fyriskiparastarvið er eitt leiðarastarv, tí fært tú sjálvandi eina góða løn. Umsóknin skal sendast við telduposti til Høgna Rasmussen á hognir@sansir.fo ella Lenu L. Mohr á lena@sansir.fo. Vinarliga viðmerk títt fartelefonnummar. Vit skulu hava umsóknina í seinasta lagi kl. 16.00 mánadagin 12. november. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú ringja til Høgna á tel 220401 ella Lenu á tel 218370. Vinarliga ring millum 15.00 og 18.00. Tú kanst eisini senda fyrispurningar við telduposti til Høgna ella Lenu. Sansir søkja fyriskipara sansir.fo Lesið -so eru tit við!