fríggjadagur 9. november 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 • 9. november 2007
Vikuskifti
6
1. partur
Raffi Khatchadourian,
The New Yorker
Týtt hevur Johan Jacobsen
Ein kaldan eftirmiddag, veturin
2006, løgdu tvey skip stilt í
nógvum ísi tætt við munnan
til Ross Sea. Hetta er út
fyri Antarktis. Sea Sheperd
Conservation Society, ein sera
virkin felagsskapur, ið fyri 30
árum síðan varð stovnaður av
Paul Watson, eigur bæði skipini.
Endamálið hjá felagsskapinum
er at verja lívið í havinum ímóti
teimum oyðileggjandi vanunum
og menniskjans grískliga matar
lysti. Watson við eini manning
á 52 sjálvbodnum hevur ført
bæði skipini – Farley Mowat, úr
Avstralia, og Robert Hunter, úr
Skotlandi – til Ross Sea við tí fyri
eyga at bjarga hvalum í einum av
teirra týðandi heimaumhvørvum.
Fyri eini øld síðan silgdi Ernest
Shackleton og hansara manning
inn í Ross Seaøkið. Har sóu teir
so nógvan hval, at teir kallaðu
staðið Bay of Whales. (»Ein sonn
leikalund fyri hesi monstur«,
skrivaði Shackleton.) Gjøgnum
tað mesta av 20. øld varð nógvur
hvalur veiddur í økinum, og
hvønn vetur siglir ein japanskur
floti inn á øki á veiðu eftir
sildreka og tí hótta finhvalinum.
Watson heldur uppá at verja
við valdi. Í fleiri áratíggjur hevur
hann brúkt sín egna flota til at
sigla á hvalabátar og fiskiskip á
opnum havi. Ásigling er hansara
eyðkendi taktikkur. Og tað var
júst tað, sum hann og manning
hansara ætlaðu at gera móti
japansku skipunum hendan
vetrardagin, tað var altso um teir
kunnu finna tey.
Watson er 56 ára gamal, tættur
og væl bygdur. Hárið er hvítt og
hangur ofta niður fyri eyguni. Á
ferðum til Suðurpólin letur hann
vanliga eitt skegg ella høkuskegg
vaksa. Hendan dagin, 19. januar,
tá ið skipini løgdu stilt í Ross Sea,
var hann í einari svartari troyggju,
ið minti um eina hernaðarbúna,
við Sea Shepard merkjum og
so eitt belti í ælabogalitum við
einum slíðraðum knívi. Watson
var skipari á Farley, ein rustaður
norðurhavstrolari, ið er bygdur í
Noreg í 1958. Skipið er svart við
gulari rípu, á stavninum er ein
skøltur og tvey bein málaði út
yvir, og á dekkinum harframmi
liggur eitt amboð, ið teir kalla
»dósaopnarin«: eitt spískur
stáloddur, ið verður skotin út frá
stýriborðsíðuni á skipinum og
skal gera skaða og hol á skrokkin
hjá fíggindaskipinum. Ætlanin
hjá Watson hendan dagin var at
flyta so nógv av innbúgv, útgerð
og manning sum til bar úr Farley
og yvir á Hunter. Hetta komst
lutvíst av tí, at Farley er eitt
gamalt skip, ið næstan ikki er
sjóført, lutvíst tí at skipið siglir
ólógliga og hald kann verða lagt
á skipið, um tað leggur at í havn.
Og so lutvíst fyri at rigga skipið
til ásiglingarháttin, ið hann kallar
»Operation Asshole«. Navnið
kemur av, at ásiglingin berur fyrst
við bakstevnið á hinum skipinum.
Tá ið Watson ikki hevur fast
undir fótunum og er til sjós,
ber hann seg at sum Nemo
Kapteynur. Tað vil siga, at hann
ger tað, sum hann heldur vera
rætt, sjálvt um hetta fevnir um
at bróta vanligar mannagongdir
og oyðileggja aðrar ognir. Har
eru fleiri lógir, ið grundleggjandi
hoyra til nútíðar siðmenning,
sum øsa hann og sum ikki
sampakka við hansara fatan av
morali. Herímillum er tann eina
ST samtyktin, hon við heitinum
»Convention on the Law of
Sea«. Samtyktin slær fast, at
sjálvstýrandi statir aleina hava
rætt til at tryggja, at lógir har
verða hildnar. Um nú slíkar
lógir órógva ætlanirnar hjá
Watson, so kunnu lógir verða
lógir, sum eru til at bróta. Tá
ið hvalir eru uppi í leikinum, er
hetta serliga so. Watson heldur,
at hvalir eru skynsamari enn
menniskjað, og at hvalaveiða
svarar til morð. (Hann hevur
samanborið týningina av hvalum
við Holocaust). Japanar hava
hinvegin eitt annað sjónarmið.
Síðan 1930ini hava teir veitt hval
við einum nútímans ídnaðarflota,
og tess meiri heimurin uttanfyri
átalar teirra veiðu, tess meira
tvørliga stuðlar japanska stjørnin
veiðuni.Watson stendur fast
við, at um mótstøðumenn
hansara alment verða noyddir
at verja teirra virksemi, koma
mótstøðumenninir sjálvir at
avdúka, hvussu ivasom og
óhjálpin støða teirra er. Ein
hornasteinur í hansara fram
ferðar og hugsunnarhátti er at
trýsta málið ígjøgnum.
Hvalaveiða er ikki banna, men
tó heldur ikki heilt loyvd. Hetta
er ein ógreið støða, ið er úrslit
av politiskum neyðsemjur og
stuttskygni. Í 1946 stovnaðu stóru
Herfloti
Neptuns
– herferð Paul Watsons til
frama fyri heimsins høv
Hendan myndin er tikin í juni í
1986, tá løgreglan handtók tveir
av manningini hjá Paul Watson.
Tað sá rættiliga dramatiskt út,
tá Bergleif Brimvík leyp niður
í gummibátin og steðgaði
motorinum