Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 218 - 9. november 2007 Borgarstjórin í Klaks­ vík er sannførdur um, at Norðoyggjar høvdu verið sterkari sum ein einstøk kommuna. – Hetta hevði verið best fyri hetta økið, sigur Steinbjørn O. Jacobsen Kommunur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Norðoyggjar: Skal ein trúgva teimum útsøgnum sum eru komnar í seinastuni er nógv sum bendir á, at fleiri kommunur í økinum eru sinnaðar fyri størri sam­ starvi. Íbúgvararnir í Svínoy vóru ikki í iva um at fara upp í Klaksvíkar kommunu. Við eina fólkaatkvøðu um spurningin, vóru nærum allir fyri eini samanlegging við Klaksvík. Borgarstjórin á Húsum, Magni Garðalíð, er somu­ leiðis sinnaður fyri hesum. Við sjónvarpið segði hann í farnu viku, at tey ætla at tosa við Klaksvík um hetta. Líkt er til at klaksvíkingum dámar væl hetta útspælið, og er ætlanin at hava tann fyrsta fundin við tey longu í næstu viku. Fyri og ímóti Hóast hetta arbeiðið er farið í gongd, eru fleiri av komm­ ununum, sum ikki enn eru komnar so langt á hesi leið­ ini. Borgarstjórin í Hvanna­ sundi, Júst Poulsen, er sjálv­ ur als ikki heitur fyri eini samanlegging, eru kortini samráðingar millum Hvannasund og Klaksvík um hetta málið beint nú. Ein samráðingarnevnd arbeiðir í hesum døgum við spurninginum, og er ætlanin at finna ein leist, sum helst fer at miða eftir eini saman­ legging í framtíðini. – Eg haldi at samráðing­ arnar við fólkini úr Hvanna­ sundi hava gingið sera væl, staðfestir borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn O. Jacobsen. Byrjaðu í Kalsoy Steinbjørn O. Jacobsen er sjálvur sera heitur fyri økt­ um samstarvi í Norðoyggj­ um. Tað byrjaði í hesum um­ farinum við, at Mikladalur og Trøllanes komu upp í Klaksvíkar kommunu. Men aðrar kommunur standa næstar í røðini. – Onkustaðni skal ein væl byrja, sigur borgarstjórin í Klaksvík. Tað var bygdarráðið í Svínoy sum kom við ynsk­ inum um samstarv og sam­ anlegging við Klaksvík. Svínoy er ein kommuna við lítlum fólkatali, men stórari vídd. Hinvegin ynsk­ ir oyggjarfólkið betri ferða­ samband, tí framtíðin á oynni er treytað at góðum ferðasambandi til meginøk­ ið. Tann dagin, ið ferðasam­ bandið verður í lagi so ella so, verða góðir møguleikar fyri eini framtíð í Svínoy. Har er ein smoltstøð, sum ikki er virkin í løtuni, og kemur annað virksemi í bygdina, kemur lív í hana aftur. Logos Hope lagt frá landi Fyrrapartin í gjár legði stóra missiónsskipið “Logos Hope” frá landi í kroatiska havnabýnum Trogi.Her hevur skipið ligið til bryggju, samstundis sum ein rættiliga stór og umfatandi umbygging er framd umborð.Nú fer skipið til Týsklands, har seinasta hond skal leggjast á arbeiðið, áðrenn gamla Norröna kann brúkast til tað hon var ætlað til, nevniliga eitt flótandi trúboðaraskip. Umborð verða fleiri hølir til ráðstevnur eins og ein bókahandil, sum man teljast millum heimsins størstu. Tað er trúboðarafelagsskapurin Operation Mobilisation sum eigur Logos Hope. Fleiri føroyingar fara helst at verða við hesum skipinum í framtíðini. Til ber at fylgja við siglingini umvegis eitt vevmyndatól á heimasíðuni http://www.omships.org/webcam/ Tónleikakafé í Føroyahúsinum Í kvøld klokkan 20.00 skipar Kristnastova fyri tónleikakafé í Føroyahúsinum. Fleiri av teimum, ið javnan hava teirra gongd í Kristnastovu fara hetta kvøldið at geva eina avslappaða konsert við sangum, tey sjálvi hava gjørt og coverløgum. Ein nýggjur bólkur fer at framføra 5 sangir. Petur Háberg fer at framføra sangir hjá sær sjálvum. Jenny Old og Ólavur J. Hansen fara at framføra sangir, ið teimum dámar. Øll eru hjartaliga vælkomin at hugna sær í Føroyahúsinum hetta kvøldið. Meir er at frætta á www.kristnastova.dk Alt økið eigur at verða EIN kommuna Fundur um lækna­ skipanina Hóast Norðoyggjar ikki enn eru skipaðar sum ein einstøk kommuna, eru kommunurnar kortini felags um ávísar uppgáv­ ur. Millum hesar er tann týðandi kommunulækna­ skipanin. Trupulleikin hevur bert verið hann, at klaksvíkingar hava gold­ ið allar útreiðslurnar til rakstur, hóast skipanin er galdandi fyri alt økið. Týsdagin kallaði Stein­ bjørn O. Jacobsen umboð fyri allar kommunurnar inn til fund at tosa um hetta evnið. – Tað búgva eini 1000 fólk uttanfyri Klaksvík, og tí er tað eitt sindur órættvíst at hinar kommunurnar í økinum ikki gjalda til skipanina, sigur borgarstjórin. Ar­ beitt verður nú við eini loysn – einum sonevnd­ um býtislykli – har hvør einstøk kommuna fer at gjalda til skipanina eftir fólkatalinum har. Stað­ fest varð á fundinum, at tað stendur ikki ov væl til við kommunulæknum í Norðoyggjum. Í løtuni er bara ein fastur lækni, meðan ein er noyddur at dúva uppá avloysarar, sum bæði hava íbúð, bil og skrivara. – Hetta er ein støða, sum kostar okkum nógv, staðfestir Steinbjørn O. Jacobsen. sb. Í blaðnum í gjár bar mikladalsmaðurin, Christian Andreasen, fram hugsanir sínar um, hvat rættast er at gera við samferðsluna til heimaoyggj sína Tunlar Snorri Brend Klaksvík: Christian segði, at ístaðin fyri nýtt skip til Kalsoyarleiðina, átti ein at brúkt kostnaðin fyri hetta sum stovnsfæ til eitt felag, sum skuldi gera ein undir­ sjóvartunnil millum Borð­ oynna og Kalsoynna. Eitt líknandi uppskot var uppá tal, tá Norðoyatunnilin var í umbúna. Men henda ætlanin gjørdist ikki veru­ leiki. ­ Tað var harmiligt, at ein ikki fekk gjørt henda tunn­ ilin til Kalsoynna beinan­ vegin, sigur Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sum eisini umfatar Mikladal á Kalsoynni. Hann tekur fult undir við hugsanini hjá Christiani. Tí, sum hann sigur: ­ Hetta hevði verið nógv lagaligari, og soleiðis kundu kalsoyingar havt fast sam­ band hvønn einasta dag. ­ Eg veit væl, at ein slíkur tunnil er ein stór íløga. Men í seinna enda krevur hann ikki eins nógv viðlíkahald sum ein ferja og ein ferju­ lega, staðfestir borgarstjór­ in. Christian Andreasen legði fram hugsan sína í teirri staðbundnu Mikladals­ nevndini undir Klaksvíkar kommunu. Ein áheitan varð send kommununi í septemb­ er mánaði. Enn er hetta ikki vorðið eitt mál í býráðnum, men tað verður tað einaferð seinni. ­ Tað er neyvan lætt at tosa um undirsjóvartunlar í dag. Hinvegin vil eg bara siga, at eg eri púra samdur við tí, sum Christian hevur borið fram, slær borgar­ stjórin í Klaksvík fast. – Púra rætt, Christian Fleiri bygdir í Norðoyggjum eru longu lagdar saman við Klaksvík, og aðrar standa á gáttini til tað sama. Myndin vísir 1) tey økini sum longu er løgd saman, 2) tey sum fara at leggja saman, 3) tey økini sum umhugsa at leggja saman og 4) tey økini sum ikki enn hava tikið støðu í hesum máli Myndgerð: sosialurin