Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 • 9. november 2007 Vikuskifti 7 hvalaveiðutjóðirnar International Whaling Commisson, ein stovnur við endamáli at stýra hvalaveiðu. Stovnurin kom sera illa frá arbeiðinum. Tá ið 1970ini vóru farin at halla, vóru fleiri djórasløg hótt og fyrst í 1980unum avgjørdi stovnurin I.W.C., at vinnulig veiða skuldi minkast. Hetta verður ofta umtalað sum eitt »bann« á vinnuligari hvalaveiðu, men meiri neyvt er talan heldur um eina »fyribils minking« Tó, so hava fleiri førandi hvalaveiðulond nokta at fylgja avgerðini. Hvalaveiða til frama fyri vísind hevur altíð verið loyvd og uttan avmarkingar. Japanar siga seg veiða hval, út fyri Suðurpólin, fyri at áseta nær stovnurin har verður nóg stórur til at vinnulig veiða loysir seg. Á vetri í 2005 drupu teir yvir túsund, hetta er nærum tvífalt so nógv sum norska vinnuliga veiðan gav upp – Noreg avvísti annars áðurnevndu avgerð hjá I.W.C.. Japanski flotin verður rikin av tí alment stuðlaða granskingarstovninum Institute for Cetacean Research í Tokoyo, men stovnurin hevur í roynd og veru ikki framleitt nakra gransking. Og allir hvalir, sum verða granskaðir verða slaktaðir við sølu fyri eyga á japanska marknaðinum. Watson plagar at síggja lutir í teirra essensi, heldur enn í einum samanhangi. Ein diplomatur vildi sagt, at japanski hvalaveiðuflotin tekniskt fylgir lógini hjá I.W.C. og fyri at stegða hvalaveiðuni, má lógarverkið, ið loyvir flotanum at veiða hval, fyrst broytast. Watson leggur einki í smálutir í altjóða lógum, og hann tvíheldur um at japanski flotin brýtur lógina, og av tí, at I.W.C. ikki ger nakað við málið, so mugu hann og hansara manning gera okkurt. Hann kallar sín flota »Neptune´s Navy« eller »Herfloti Neptuns«, fyri honum er flotin lógarhevjandi eind. Heimskendir »celebrity- stuðlar« hjá Watson eru millum aðrar Mick Jagger, Pierce Brosnan, Sean Penn, Aidan Quinn, William Shatner, Edward Norton, Orlando Bloom og Uma Thurman. Í 1995 fór Martin Sheen við Watson og øðrum aktivistum til Magdalen Islands í Quebec, á eina mótmælisferð ímóti drápi av kópahvølpum. Eitt harkalið av kópaveiðumonnum hótti mótmælisfólkini, Watson kom í bardaga og var illa sligin. »Hann er ein av teimum djarvastu fýrunum á jørðini« segði Sheen við meg. »Og eg eri honum so takksamur fyri hansara áræði, dirvi, vágafýsni og hansara menniskjansleika.« Steve Wynn, kasino-ríkmaðurin úr Las Vegas, hjálpti einaferð Watson við at keypa ein kavbát (men farið manglaði týðandi maskindeilir og kundi sostatt ikki brúkast). John Paul DeJoria, stjóri á John Paul Mitchell Systems, stór hárviðgerðarfyritøka, hevur givið í tíggjunda tali av túsund-dollarum til virksemið og sjóferðirnar hjá Watson. Í ráðgevandi nevndini hjá Sea Sheperd situr t.d. Elizabeth May, leiðari av The Green Party í Kanada, og Roger Payne, ein av heimsins leiðandi hvalaserfrøðingum. Watson er hetjan í skaldskapinum hjá Edward Abbey, ið hevur skrivað »The Monkey Wrench Grang« (frá 1975), ein kveikjandi bók fyri umhvørvis-sabatørar. Dalai Lama skrivaði honum eitt stuðulsbræv og gav honum eina standmynd av Hayagriva – ein vreiðisgudur, ið sambært gomlum buddistiskum tekstum, kúgar allar demonir og alt ónt. Millum tey, ið tala fyri serligum djórarættindum, er Watson ein hálvgudur. »Eg síggi hann sum ein hejtu,« soleiðis sigur Peter Singer, granskari innan etikk av Princeton universitetinum og høvundur við bókini »Animal Liberation«, við meg. »Fyri at stegða djórapínslu er hann sinnaður at seta seg sjálvan í vanda á støðum, har eingin annar vil fara.« (Sí eisini grein í blaðnum í dag) Havpolitisturin úr Kanada, Paul Watson Hendan myndin er frá 2000, tá Paul Watson aftur vitjaði í Føroyum. Tó hevur hann ongantíð sett fótin á føroyska jørð