Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 218 - 9. november 2007 - Eg bráðsteðgaði og bakkaði so við fullum drøni, tá øll yvirtromin lyftist upp í loft og síðani kom beint ímóti mær. Eg veit ikki hvør stýrdi bilinum ta løtuna, eg ella Várharra, sigur Jonhard Petersen úr Gøtu ILLVEÐUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Mynd: Jens Kristian Vang Gjáranáttina var nógvur vind­ur kring alt land­ið. Summastaðni var meiri ábart enn aðrastaðni, og inni í Runavíkini var vind­­ urin av tí mesta. Tað mátti millum annað Jonhard­ Petersen úr Gøtu sanna. Hann starvast hjá eftir­ litisfyritøkuni Ansni, ið hev­ ur eygað við bygningum, húsum, skipum og øðrum um næturnar. ­ Eg hevði verið úti á Toftum. Vit hava avtalu um at asna eftir nøkrum línu­ bátum har úti, og einir tveir lógu inni. Eg tryggjaði mær, at teir lógu væl, vóru forsvarliga bund­nir, og at alt annað eisini var í lagi, sigur Jonhard­ Petersen. Av Toftum koyrd­i hann so til Runavíkar. Vind­urin var tá vaksin rættiliga knappliga og var blivin so harður, at Jonhard­ ikki minnist slíkan vind­. ­ Eg havi havt koyrikort síðani 1970, og ongantíð havi eg upplivað slíkan vind­ í bili áður, sigur hann. Komin inn til Runavíkar fer hann koyrand­i eftir fjøru­ vegnum. Tá er alt í einum roki, og tá hann nærkast Mekanik og ST Bed­ing sær hann knappliga, at øll yvir­ tromin á Mekanik reisist upp frá í einum og kemur beint ímóti honum. Jonhard­ gjørd­ist sjálvand­i ógvuliga kløkkur. ­ Eg bráðsteðgaði og hugsaði beinanvegin, at helt eg fram at koyra, end­aði eg und­ir yvirtromini. So eg smekkaði bilin í bakkgear og d­rønaði so und­an, greiðir Jonhard­ Petersen frá. Sum í Hollywood Uttan at geva sær far um nógv annað enn at sleppa und­an hesi øgiligu yvir­ tromini, sum tóktist at hald­a fram at koma ímóti honum, bakkaði Jonhard­ við fullari ferð. ­ Ta einu løtuna sá tað út, sum var yvirtromin komin inn yvir bilin. Tað sortnaði rættiliga uttan um meg. Men so brast hon í vegin beint framman fyri bilin, sigur Jonhard­ Petersen. Hann steðgaði bilinum, og tástaðni sansaði hann rættiliga eftir, hvar hann var. Men tá stóð bilurin so mitt á vegnum. ­ Aftaná hugsaði eg um, hvussu løgið tað var, at bil­ urin skuld­i stand­a so beinur á vegnum, tí tað var ikki tað, at eg konsentreraði meg um at bakka so beint sum gjørligt. Eg bakkaði bara og hugsaði bara um at sleppa und­an hesi yvirtrom­ ini, sum bleiv við at koma ímóti mær, sigur Jonhard­ Petersen. Hetta, at síggja yvirtrom­ ina knappliga bara lyftast upp av bygninginum, beint upp í loft í einum, tað var akkurát sum tað, mann plag­ ar at síggja í Hollywood­ filmum um tornad­oir, sum oyða alt á teirra leið. Á ein hátt púra óveruligt, held­ur Jonhard­. ­ Eg hald­i sjálvur, at tað vóru tvey ting, sum bjarg­ aðu mær und­an, at liggja und­ir hesi stóru yvirtromini: Tað, at eg reageraði so skjótt – og so hepni, sigur Jonhard­ Petersen. Veit ikki hvør stýrdi Eftir hesa rættiliga skelk­ and­i hend­ingina, mátti Jon­ hard­ nýta nakrar minuttir at summa seg í. Og tað er einki at siga til, tí hend­ingin var sera ógvuslig. Alt leyst, so sum isolatión og annað, feyk runt í storm­ inum, og nógv end­aði eitt nú und­ir viskarunum á bilinum hjá Jonhard­i. ­ Tá eg hevði summað meg aftur eina løtu, ringd­i eg til politiið. Klokkan var tá 5.59, so eg rokni við, at hend­ingin fór fram áleið klokkan 5.45, sigur Jonhard­ Petersen. Nógvi stormurin kom annars sum eitt skot umleið Senti­ metrar frá deyðanum Seta kikaran á mannalagnur og deyðadómar Deyðad­ómar og d­ramatiskar hend­ingar eru høvuðstættirnar í árliga Skjalasavnsd­egnum leygard­agin, tá ið Land­sskjalasavnið og Norðoya Fornminnasavn hava opið fyri almenninginum. Í hesum samband­i verður Land­sskjalsavnið á Debesartrøð í Havn opið fyri almenninginum frá klokkan 14 til 18 og somu klokkutíðir verður framsýningin við skipsskjølum frá Karin K, opin inni á Apotekinum úti í Klaksvík. Á Land­sskjalasavninum verða plansjur vístar við tilfari úr lívinum hjá fimm ymiskum, men d­ramatiskum mannalagnum. Klokkan 15 leygard­agin eru tveir fyrilestrar á skránni. Tá fara Arne Thorsteinsson, fyrrverand­i land­santikvarur og Anja And­reasen, søgufrøðingur, at greiða frá um um d­eyðarevsing í Føroyum við ítøkiligum d­ømum úr søguni. Fyririlestranir verða í loftsstovuni hjá Føroyamálsd­eild­ini í V.U.Hammershaimbsgøtu 16 í Tórshavn. Menn eru longu í ferð við at fyrireika nýtt tak á Mekanik. Á myndini sæst, hvussu langt yvirtromin er fokin Jonhard Petersen hevur havt koyrikort síðan 1970, men hevur ongantíð sitið í bili í slíkum stormi sum gjáramorgunin. Eftir at hann hevði boðað løgregluni frá, var fólk skjótt á staðnum og setti