Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Vikuskifti 8 Nr. 218 • 9. november 2007 Lagt til rættis: Rigmor Dam Nýggjar bøkur Forlagið Nýlendi Deyðiligt blits av Arna Svingen Ræðuligur spádómur av Ingunn Aamodt Deyðans glaseyga av Jon Ewo Jákup í Skemmuni týddi Myndir: Olve Askim og Ronja Berge Bøkurnar eru 150 blaðsíður hvør og kosta 100 kr. hvør – Vit vilja hava spenning!!! Soleiðis ljóðar svarið altíð, tá ið rithøvundarnir Ingunn Aaamodt, Arne Svingen og Jon Ewo spyrja børn, hvat tey hava hug at lesa. Tað svitast ikki. Tey vilja kenna tann titrandi spenningin á sær, fáa kylingar niður eftir bakinum, lesa um spøkilsi og blóðsúgvarar og trølslig hús. Útboðið er fátæksligt, og tí settu rithøvundarnir sær fyri at fara til forlagið Damm við uppskotinum um spenningsbókarøðina ”Merg & Bein”. Bøkurnar skuldu vera bíligar - og spennandi. Forlagið tók av í stundini. Og nú eru fyrstu bøkurnar komnar. – Bøkur, sum snúgva seg um yvirnatúrlig fyribrigdi og løgnar verur blandað við realismu eru í vøkstri. Tað liggur í tíðini, sigur Jon Ewo. Hann heldur, at sum miðil er bókin púra vandaleys í hesum sambandi. Tú kanst altíð lata bókina aftur og síðan lata hana upp aftur at kanna eftir, hvat ið hendir. Børn gera sær sjálvum myndirnar, leggur hann dent á. Sjálvur heldur hann, at børn tola tað mesta. Í næstu bók sínari skrivar Aamodt um ein mannaátara, sum tekur børn til fanga. – Tað verður ógvuliga óhugna- ligt, men sum royndir rithøvundar kenna vit javnvágina, sigur hon. Jon Ewo tekur støði í teimum tíggju boðunum, tá ið hann skrivar. Í ”Deyðans glaseyga” snýr tað seg um ikki at stjala. Tvey vinfólk fara inn í húsini hjá einum deyðum granna. Har finna tey tvey glaseygu, men við hesum glaseygunum ber til at síggja tey, sum eru deyð. Tey finna eisini eina bók, sum tey skriva nøvn síni í. Bókin vísir seg bara at innihalda nøvnini á menniskjum, sum eru deyð. Aamodt hevur lagt søgugongd- ina í sínari bók ”Ræðuligur spádómur” í eitt niðurlagt tivoli. Har verður spátt fyri høvuðs- persóninum, at hann skal verða jarðaður livandi. Eini duldarfull tóm hús eru ástøðið í bókini hjá Arna Svingen, ”Deyðiligt blits”. – Tað er ikki eitt endamál í sær sjálvum at skera dráp út í papp, men vit hava einki mark fyri, hvat ið kann henda við fólki. Tey kunnu sum einki doyggja í bókunum. Tað er munur á at senda hugan á flog og at fara út í einstakar lutir, tí tað er ein partur av søgugongdini, sigur Arne Svingen. Hann minnist sjálvur fyrstu ríkandi lesiløtur sínar: bøkurnar hjá Roaldi Dahl. Hann vildi lesa spenningsbøkur. – Tað vóru bøkurnar, sum eg las fyrst, og sum gjørdu, at eg helt fram og las onnur sløg av bókum, sigur hann. – Børn eru undirmettir lesarar. Tey verða ikki so mikið sum rópt lesarar. Tey verða rópt ”málbólkur”, tað er rætt og slætt ljótt og óforskammað. Vit taka lesarar okkara í álvara. Tey eru ikki klientar ella nakar málbólkur, sigur Ewo. Rithøvundarnir vænta at skriva seks bøkur um árið. Bøkurnar í røðini kunnu 7 ára gomul lesa eins væl og 16 ára gomul, siga tey við foreldur, sum halda, at alt verður so óhugnaligt. – Tá er trúgvin á orðsins makt farin út um alt mark. Børn eru tikin úr leikum, tá ið tað kemur til at duga á at skyna, nær tey skulu tendra og sløkkja. – Hetta er ein lesiuppliving, sum tey fara at minnast, tá ið tey verða tilkomin, og sum fær tey at brellast eftir meiri lesnaði seinni, staðfestir Jon Ewo. Kappast um rættindini Tær fyrstu tríggjar bøkurnar í ”Merg & Bein”-bókarøðini eru seldar til fleiri lond, men føroyskt er fyrsta fremmandamálið, sum bøkurnar koma út á. Ikki færri enn trý donsk forløg kappaðust um at fáa rættindini til at geva bøkurnar út á donskum. – Vit merkja, at spennings- bókmentir fyri børn eru eitt rák í tíðini, sum er nógv eftirspurt, sigur John Erik Riley, forlagsstjóri fyri barna- og ungómsbøkur á Damm, sum eisini hevur staðið fyri norsku útgávunum av Harry Potter. – Børnum og ungum dámar at royna, hvar ið markið gongur. Tað er okkum ein fragd at sleppa at geva hesar bøkurnar út. Hetta er marrukendur lesnaður fyri tey djørvu, og vit vóna, at føroysku lesararnir verða ræddir. Vit hava longu merkt stóran áhuga fyri bókunum, bæði frá norsku bókahandlunum, fleiri útlendskum forløgum og filmsfyritøkum. Og tað er stuttligt, at bøkurnar longu í ár koma út í Føroyum eisini, sigur John Erik Riley. Um Merg & Bein Á bloggu sínari greiðir Ingunn Aamodt frá, hvussu bókarøðin kom í lag: Fyri tveimum árum síðan fekk eitt hugskot so smátt skap. Starvsfelagar mínir, Arne Sagt um Merg & Bein- bøkurnar: ”Hvør á sín hátt eru hesar bøkurnar akkurát passaliga óunniligar til at lokka tey, sum ikki tíma at lesa, til at taka eina fríløtu frá telduspælium.” Guri Fjeldberg, Bergens Tidende ”Hetta eru spennandi krimibøkur, sum ein við allar møguligari góðari samvitsku kann geva ungdómi, allar tríggjar.” Kirsten Viker Lunde, Oppland Arbeiderblad ”Mítt besta viðmæli til hesa bókarøðina” Maya Troberg Djuve, Dagbladet ”Við bókarøðini «Merg & Bein» gevur Damm okkum eitt óhugnaliga gott alternativ til ungar lesarar. Samanumtikið ein óhugnalig og um somu tíð fitt frásøgn, sum er inn at beini dygdargóð.” Alexander M. Schindler, Vårt Land Nýggj stórfingin spenningsbókarøð úr Noregi er nú tøk á føroyskum eisini. Í bókarøðini, sum eitur Merg & Bein, verða í fyrsta umfari tríggjar óhugnaligar bøkur til djarvar føroyskar gentur og dreingir í aldrinum 9 til 13 ár. Í bókunum eru uppskakandi søgur um spøkilsi, flennandi beinagrindir, deyða, blóð og mannaátarar. Norska forlagið hevur longu undirskrivað sáttmála um at filma sera vælumtóktu bøkurnar Ferðin er nógv í øllum trimum bókunum. Hendingar og eyðkenni hjá leikarunum eru sum í krimibókum, og lesarin verður ikki við sviðusoð. Hvør bókin endar við fyrsta kapitli úr næstu bók. Henda bókarøðin er serliga ætlað 9-13 ára gomlum, men fyri tað kunnu bæði 7 og 16 ára gomul hava líka stóra gleði av bókunum, halda høvundarnir Fer gjøgnum