Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 • 9. november 2007 Vikuskifti 9 Svingen og Jon Ewo, og eg klaktu eina nýggja verkætlan til eina barnabókarøð. – Vit settu okkum fyri at skriva eina bókarøð av spenningsbókum til børn millum 9 og 13 ára aldur. Í bókarøðini skuldu vera bæði søgur um spøkilsi, óhugni, krimi og spenningur og eita “Merg & Bein”. Bøkurnar skuldu kosta so lítið, at børn hava ráð at eiga tær, og vit vildu hava stór uppløg. Vit trý skuldu ”eiga” bókarøðina, soleiðis at skilja, at eingin annar enn vit trý sleppa at skriva hana. Vit trý skriva tvær bøkur í part um árið, so at seks bøkur koma út um árið. Vit hildu fleiri fundir við Damm, har vit skiftu orð um eitt leskiligt skap og snið og búmerki, framdrátt og marknaðarføring. Vit hava ongantíð upplivað, at eitt forlag hevur lagt so nógv fyri og víst okkum so stórt álit viðvíkjandi tí, vit áður hava gjørt. Tað eru vit ógvuliga fegin um. ∆ Ræðuligur spádómur Miriam og Tummas hava gjørt nakað, sum tey als ikki hava fingið loyvi til. Tey hava sníkt seg inn í trølsliga tivoliøkið at leita eftir einari spákonu. Miriam hevur hoyrt, at alt, sum henda spåkonan sigur, gongur út. Og tað ikki so galið, tá ið tú fært lovaðan nýggja súkklu ella ein fittan hundahvølp. Men hvat gert tú, tá ið tú fært spádda eina vanlukku, og at reytt blóð skal hylja tínar hvítu skógvar? Miriam fær alt annað enn enn hugnaligan spádóm frá hesari gomlu spákomuni í tivolinum. Ber tað til at snara lagnuni? Aamodt, Ingunn Ingunn Aamodt er fødd í 1965 í Honningsvåg og er fyrst og fremst kend fyri ævintýrligu metsølubøkurnar um “Pulverkeksa”. Hon er útbúgvin lærari í list og handverki. Umframt barnabøkurnar, sum hon fór undir at skriva í 1998, hevur hon eisini skrivað onkra yrkisbók. Hon eigur drúgvan lut í “Merg & Bein”-verkæltanini og er tikin úr leikum at skapa spenning fyri børn og ung. Deyðans glaseyga Jónas Bentel er einsamallasti tólváringur í heiminum. Hann gongur við einum stórum loyndarmáli í húskinum, sum forðar honum at tosa við onnur fólk. Hann hevur altíð vónað, at onkustaðni gongur hansara besti vinur, sum líkist honum, men hann hevur ilt við at trúgva tí. Alt hetta broytist, tá ið Ann byrjar í flokkinum. Hóast tey bæði tykjast sum beinir mótsetningar, kennir Jónas á sær, at tey eru sum skapt til at gerast allarbestu vinir. Og soleiðis verður tað eisini. Jonah lokkar Ann at koma við sær inn í eini fallkomin gomul hús, sum hava staðið tóm, síðan eigarin Sanderson doyði fyri trimum árum síðan. Tá ið tey í hesum óunniligu húsunum koma fram á glaseyguni hjá tí deyða, følir Jonah, at okkurt ræðuligt er um at henda. Og man hann ikki hava rætt í tí? Bøkurnar hjá Jon Ewo í “Merg & Bein”-røðini taka allar støði í einum av tíggju boðunum. Hesuferð er tað 6. boðið: Tú skalt ikki stjala. Ewo, Jon Jon Ewo er føddur í Oslo í 1957. Hann hevur arbeitt sum ráðgevi, blaðstjóri, rithøvundur, fríyrkismaður og forleggjari. Í virki sínum sum rithøvundur hevur hann fingið sera nógvar virðislønir. Í 1993 kom fyrsta ungdómsbók hansara. Síðan hevur hann m.a. skrivað ein heilan hóp av ungdómsskaldsøgum, sum eru ætlaðar ungfólki, sum tráar eftir at lesa okkurt realistiskt og sambæriligt við sítt egna lív. Allar bøkur hansara hava ein fittan skamt av skemti og speisemi í sær. Hann hevur harumframt skrivað barnabøkur og ektaðar krimisøgur, og fyri ymisk bløð og tíðarrit hevur hann skrivað greinir og bøkur um telduna, CD-ROM og Alnetið. Deyðiligt blits Arne Svingen, sum er royndur søgusmiður og spenningsmakari sigur okkum í “Deyðiligt blits” frá trimum vinmonnum, Balduri, Snorra og Tóra, sum keða seg í summarfrítíðini. Líka til oddafiskurin fær tað hugskot, at teir skulu sníkja seg inn í eini trølslig og óunnilig hús í grannalagnum, sum fólk eru flutt út úr, og hava staðið tóm leingi. Teir brynja seg við talgildum myndatóli, sníkja seg rúm úr rúmi og taka myndir av sær sjálvum í bølamyrkrinum. Tá ið teir seinni hyggja at myndunum, loypur hjartað eitt slag um, tí teir síggja nakað óvæntað: Onkur liggur í seingini. Hin yrkiskøni Svingen dugir so óføra væl at lýsa dreingjafelagskap og somuleiðis skapa spenning. Svingen, Arne Arne Svingen (f. 1967) hevur skrivað ein hóp av bókum fyri børn, ungdóm og vaksin, og hevur fingið nógvar virðislønir. Hann stjórnar tíðarritinum Forfatteren og hevur frammanundan arbeitt sum tíðinda- og filmslistamaður. Hann er trúgvur gestur í norskum skúlum, har hann tosar um lesnað, egnar bøkur og hevur skriviskeið. Forfatteren hevur gjørt nógv burtur úr at reisa kjak um lesivanarnar hjá ungdómi og roynir serliga at fáa ungar dreingir at lesa fleiri fagrar bókmentir. merg og bein