Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 218 - 9. november 2007 FBI hevur illgruna um, at al-Qaeda fyrireikar atsóknir at stórhandlum í Chicago og Los Angeles beint fyri jól Hóttan Árni Joensen arni@sosialurin.fo Ein nýggj frágreiðing, sum amerikanska samveldisløg­ reglan FBI hevur skrivað, og sum ABC News hevur fingið fatur á, ávarar ameri­ kanarar um, at yvirgangs­ felagsskapurin al­Qaeda hevur møguliga lagt ætlanir um at søkja at stórhandlum í San Fransisco og Chicago beint upp undir jól, tá nógv fólk er handlunum. FBI minnir amerikanar­ arnar á, at al­Qaeda hevur sett sær sum mál at oyði­ leggja amerikanska bú­skapin, men talsmaðurin hjá FBI, Richard Kollo, roynir samstundis at siss aamerikanararnar við at siga, at FBI hevur ongar ábendingar um, at hóttanin er verulig. Richard Kollo sigur, at longu í september fekk sam­ veldisløgreglan frænir av, at eitt ella annað kanska var á vás. Ætlanin var kortini ikki at kunna almenningin um tað, og tí var frágreið­ ingin, sum ABS News hev­ ur fingið fatur á, ætlað til innanhýsis brú­k í FBI, sigur talsmaðurin. Hann heldur tó ikki, at tað gera nakað, um almenningurin verður ávaraður. – Aftan á 11. september er okkara fremsta mál at siga øðrum frá tí, sum vit vita, sigur Richard Kollo. FBI ávarar um yvirgang ímóti stórhandlum Føroyski yvirstýri- maðurin, sum hevði vakt, tá danska skipið ”SC Baltic” fór á land í Noregi í fjør, er dømdur fyri at hava siglt ávirkaður av rúsdrekka. Í síðstu viku fór sama skip aftur á land í Noregi, og føroyski skiparin er skuldsettur fyri at hava siglt ávirkaður Sigling Árni Joensen arni@sosialurin.fo Tann 55 ára gamli yvirstýri­ maðurin var ikki hjástaddur, tá rætturin í Haugesund við­ gjørdi mál hansara seinasta fríggjadag. Ígjøgnum verjan hevði hann voðað frá, at hann helt seg vera ósekan, men í gjár boðaði rætturin frá, at maðurin skal sita 25 dagar í fongsli og rinda 2.000 norskar krónur í sakarmálskostnaði. Yvirstýrimaðurin hevði vakt, tá danska farmaskipið SC Baltic sigldi innanskerðs nærhendis Haugesund í Noregi grækarismessudag í fjør. Alt gekk eftir vild, men við Skåretreboen tók skipið botn. Stoyturin var so mikið harður, at skipið fekk skaða bógvin, botnin og róðrið, og sambært norskum fjøl­ miðlum kostaði umvælingin góðar fimm mió. krónur. Myndugleikarnir komu upp í málið, og blóðroynd varð tikin av yvirstýrimann­ inum, sum hevði vakt, tá óhappið hendi. Kanningin vísti, at hann hevði í minsta lagi 1,56 promillu av alko­ holi í blóðinum. Yvirstýrimaðurin helt uppá, at hann var ikki ávirk­ aður av rú­sdrekka. Um ú­rslitið av blóðroyndini segði hann, at tað mundi koma av dampi frá kemisk­ um evnum og heilivági og hostasevju, sum hann hevði brú­kt. Men teir tríggir dómarar­ nir trú­ðu ikki hesari frá­ greiðingini hjá tí 55 ára gamla føroyska yvirstýri­ manninum, men dømdu hann 25 dagar í fongsul fyri at hava ført skip ávirkaður av rú­sdrekka. Sama søgan Tíðliga seinasta leygarmorg­ un bleiv staðfest, at søgan endurtekur seg. Tá sigldi ”SC Baltic” enn eina ferð á land í Noregi, og enn eina ferð var tað ein føroyskur navigatørur, sum hevði vakt á brú­nni. Tað eydnaðist danska skipinum at sleppa avaftur við egnari megi einar tveir tímar seinni. Men myndug­ leikarnir komu á staðið, og ein roynd við einum alko­ meturi vísti, at skiparin var ávirkaður av rú­sdrekka. Tí varð avgjørt at taka blóð­ roynd av manninum, men hóast ú­rslitið av henni ikki er komið enn, er tann 37 ára gamli skiparin skuld­ settur fyri at hava ført skip ávirkaður av rú­sdrekka. Tað váttar løgreglan í Haugaland og Sunnhordland fyri norsk­ um fjølmiðlum, men tað er ikki greitt, nær málið møgu­ liga kemur í rættin. Tað vísti seg, at ”SC Baltic” hevði ikki fingið nakran stórvegis skaða av tilburðinum, og skipið fekk loyvi at halda leiðina fram til Danmarkar, tá reiðaríið hevði funnið ein annan skip­ ara. Føroyskir yvirmenn á promillu­ skipinum Brúgv hoyknaði Sjey arbeiðsmenn doyðu, og 15 aðrir fingu skaða, tá ein brú­gv, sum stóð í gerð, hoyknaði í arabiska landinum Dubai gjár. Ein talsmaður hjá myndug­ leikunum segði, at tað var eitt brek við brú­nni, sum gjørdi, at hon hoyknaði. Umleið 40 arbeiðsmenn vóru á brú­nni, tá vanlukkan hendi. Brú­gvin er í íbú­ðar­ og handilsbýnum Dubai Marina, sum er vorðin sera væl umtóktur, og sum tí veksur skjótt, skrivar AP. SAS nýggjar rutur Skandinaviska flogfelagið SAS fer næsta ár undir tvær nýggjar rutur. Onnur verður millum Keypmannahavn og Dehli í India, og hin verður millum Keypmannahavn og San Fransisco. Ætlanin er at flú­gva tríggjar ferðir til Dehli og fýra ferðir til San Fransisco um vikuna. Lars Sandahl hjá SAS sigur við danskar fjølmiðlar, at áhugin fyri India sum ferðamáli er vaksin nógv tey seinastu árini, samstundis sum landið er í stórum bú­skaparligum vøkstri. Tær báðar nýggju ruturnar koma á ferðaætlanina hjá SAS næsta heyst, og felagið fer at brú­ka eitt flogfar av slagnum Airbus 340 til báðar ruturnar. Eftir teir báðar tilburðirnar verður danska farmaskipið ”SC Baltic” umrøtt sum promilluskipið Amerikonsku stórhandlarnir kunnu vera álopsmál hjá al- Qaeda upp undir jól, sigur FBI