fríggjadagur 9. november 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 • 9. november 2007
Vikuskifti
10
Harutíðin byrjaði seinasta
leygardag, og hendan
dagin fóru sjey av trettan
monnum, sum hava keypt
sær hagapart við Skála
toftir á Borðoynni, niðan í
brøttu líðirnar fyri í felag
at bjóða náttúruni av og
skjóta harutíðina í gongd.
At skjóta harur snýr seg
ikki bara um at skjóta
nakrar fýrafimm kilo
tungar harur. Tá menn
skjóta harur, sleppa teir at
gloyma alt um arbeiði og
famiju og brúka ein heilan
dag einsamallir saman
við byrsum, vinum og
endaleysum bergtakandi
fjallalendi.
Túrurin við Skálatoftir
byrjaði klokkan hálvgun
sjey við einum eintíma
langum gongutúri niðan til
hagapartin. Komnir niðan
stilla teir seg í eina linju
og fara til gongu, og tá ein
kløkk hara støkkur undan
onkrum kletti, er tað
maðurin, sum er tættast
við, sum skjýtur. Rakar
hann ikki, flýggjar haran
niðan eftir, og so er túrurin
komin til næsta mann í
røðini.
Veiðan er so væl skipað,
at bara skjótastu og
snildastu harurnar klára at
flýggja.
Eftir seks tímar í
haganum verður gingið
omanaftur, og hóast
einans fimtan harur eru
fingnar til høldar hendan
dagin, er lagið gott. Prátið
gongur aftur til hin túrin,
tá teir fangaðu 103 harur.
Haruskjóting
Orð & Myndir:
Benjamin Rasmussen
Gloyma gerandisdagin í
①
②
③
④