fríggjadagur 9. november 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 218 - 9. november 2007
Konsert á Sandi
Í morgin, leygardagin, klokkan 11, fara Sámal Peter
sen, violin og Ragnar Olsen, gittar, at hava konsert í
Listasavninum á Sandi. Á skránni verða verk eftir J
Dowland, J S Bach og Smith Brindle. Sámal Peter
sen er lærari í musikkskúlanum í Havn og hann er
limur í Aldubáruni og konsertmeistari í Føroya sym
foniorkestur. Sámal hevur spælt konsertir sum
kamartónleikari og solistur í Norðurlondum og
Evropa. Ragnar Olsen er eisini lærari í musikkskúl
anum og hann hevur spælt konsert bæði sum kamar
tónleikari og solistur í Norðurlondum og Evropa.
Tað er landsstýris
maðurin í umhvørv
ismálum, Jacob
Vestergaard, ikki í
iva um. Eg eri leyp
andi kunnaður um
gongdina, og eg haldi,
at skipanin er sera,
sera áhugaverd. Ti
vóni eg eisini, at hon
verður eitt líka so
stórt frambrot, sum eg
haldi, at hon er, segði
hann
Uppfinning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í gjár var áhugaverdur og
forvitnisligur tíðindafundur
á Shell á Viðarnesi, har vág
bingurin Kaj Joensen vísti
sítt uppfinnilsið at skilja
spillolju frá kjalavatni.
Fundurin byrjaði í einum
minni fundarhøli í bygningin
um, har skrivstovur eru, men
tað vísti seg skjótt, at hølini
vóru ov smá. Fólk vístu
uppfinnilsinum stóran áhuga
og vóru møtt til at lýða á og
síggja skipanina í verki.
Kaj var lítið meira enn
byrjaður at tosa, tá onkur
gjørdi hann varugan við, at
fólk, sum stóðu úti í gong
ini, einki hoyrdu, tí tey vóru
ov langt burtur.
Gjørt varð tí av beinan
vegin at fara út í stóra bil
húsið hjá Shell, har skipanin
longu stóð inni á gólvinum
og skilti olju frá vatni.
Á tíðindafundinum vóru
maskinmenn, bæði á sjógvi
og landi, og har vóru eisini
politikarar umframt onnur
áhugaði.
Drúgt sum drippar
Stillisliga stóð reinsiskipan
in har, soleiðis sum Kaj
Joensen hevur havt hana
standandi í egna bilhúsi
sínum í Vági, har hon er
vorðin royndarkoyrd í einar
tveir mánaðir.
At síggja til koyrir skipan
in, sum í fyrsta lagi byggir á
eitt flutningsband, spakuliga.
Men á tíðindafundinum fingu
øll staðfest, at tað er drúgt
sum drippar. Og nýggja skip
anin meira enn drippar. Stillis
liga “roterar” bandið runt,
meðan tað tekur olju upp við
sær úr kjalavatninum. Ovast
uppi er ein “pressari”, sum
ger, at oljan sleppur band
inum og fer í ein slammtanga.
At kalla einki vatn kemur við
upp úr kjølinum og tað syndr
ið, sum kemur upp við, fer
aftur í kjølin. Hesum syrgir
ein magnetventilur fyri.
Úti á gólvinum í bilhúsin
um hjá Shell stóð skipanin
niður yvir ein fiskakassa, ið
skuldi virka sum ein skip
skjølur.
Kaj hevði stoytt fleiri litr
ar av ymiskari olju í vatnið
í kassanum.
Meðan vit vóru hjástødd,
tók Kaj slammdunkin frá
og setti eina klára hálvan
annan litur fløsku á endan í
staðin, so fólk kundu síggja
oljuna, sum skipanin tók
upp úr kjølinum.
Í fyrstani kundi tú halda,
at tað tók heldur langa tíð at
fáa oljuna upp, men sum løt
an gekk, var talan um litrar
av olju, sum komu upp úr
“kjølinum”.
Og tað er júst hetta, sum
er ein fyrimunur við hesi
skipan, ið Kaj hevur upp
funnið. Meðan aðrar, sum
skulu skilja spillolju úr
kjalavatni, bara koyra, tá
lensað verður, koyrir skipan
in hjá Kaj alla tíðina. Vansin
við, at reinsikipanin er part
ur av lensiskipanini, er, at
spillolja fer á sjógv saman
við kjalavatninum.
Við skipanini, sum Kaj
hevur uppfunnið, verður
kjalavatnið reinsað fyri olju
alla tíðina, og tí er kjala
vatnið reint – longu, tá tú
byrjar at lensa.
Á tíðindafundinum segði
Kaj, at fyrimunurin við hesi
skipan júst er, at hon koyrir
uttan um lensiskipanina.
Hann vísti annars á, at
við reinum kjalavatni verð
ur minni ella eingin luktur,
eins og eldsvandin av olju í
kjalavatninum verður mun
andi minni.
Skipanin er klár
Súni á Dalbø, sum eitt nú
hevur hjálpt Kaj at fáa skip
anina
patentgóðkenda,
fegnaðist um, at so nógv fólk
vóru møtt til tíðindafundin.
Eg haldi eisini, at upp
finnilsið hevur uppiborið, at
nógv fólk eru her, segði
hann.
Hann vísir á tann fíggj
arliga stuðul, sum verkætl
anin higartil hevur fingið
úr Innlendismálaráðnum.
Við onkrum møguligum
tillagingum er skipanin fyri
so vítt klár at seta í fram
leiðslu, legði Súni á Dalbø
aftrat.
Landsstýrismaðurin í Inn
lendismálum, Jacob Vester
gaard, segði, at hann og Kaj
kennast, og at hann hevur
sæð skipanina í verki áður.
Jacob duldi ikki fyri, at
hann er hugtikin av uppfinn
ilsinum, sum hann heldur
avgjørt fer at gera havið – og
ikki minst havnirnar, sum er
tað, vit síggja – reinari.
Kaj hevur siglt sum
maskinstjóri í nógv ár og
kennir tí trupulleikan við
olju í kjalavatni.
Landsstýrismaðurin reisti
spurningin, hvussu ofta vit
ikki síggja, at ein “filmur”
av olju liggur í havnum og
bátahyljum.
Hetta eru alt trupulleikar,
sum henda skipan kann byrgja
upp fyri, legði hann aftrat.
Eitt frambrot
Hann segði, at tey í Inn
lendismálaráðnum
hildu
hugskotið vera so gott, at
tað hevði upplagt uppborið
at fáa stuðul av játtanini til
umhvørvistiltøk.
Eg eri leypandi kunnað
ur um gongdina, og eg
haldi, at hetta er sera, sera
áhugavert. Tí vóni eg eisini,
at uppfinnilsið verður eitt
líka so stórt frambrot á sín
um øki, sum eg haldi, at tað
er, segði Jacob Vestergaard.
Súni á Dalbø segði, at tað
er í rættindunum, at pening
urin liggur.
Hann helt, at kann skipan
in patentverjast, sum hann
tók til, segði hann seg
vænta, at stórir møguleikar
liggja í henni.
Sjálvur hevur hann verið
í samband við fólk, ið
kenna til patentverju, og
hann helt, at møguleikarnir
hjá Kaj at fáa patentrætt
indi eru góðir.
Men slíkt tekur nøkur
ár, legði hann aftrat.
Súni greiddi eisini í stutt
um frá, hvussu tað gongur
fyri seg, tá tú søkir um pant
ent upp á eitt uppfinnilsi
sum hetta.
Hann vísti á, at bøturnar
fyri at sleppa olju á sjógv
veksa kring um heimin, og
krøvini verða alsamt herd.
Nú er tað so, at tú eisini
kanst fáa bøtur, um tú onga
skipan hevur sum sigur, at
tú ikki dálkar, segði Súni á
Dalbø, sum eisini vísti á, at
stórur áhugi longu er úti í
heimi millum fólk, sum teir
hava verið í samband við.
Dokumentatión
Súni segði, at millum feløg
ini, sum hava víst uppfinnil
sinum áhuga, er eitt felag,
sum er skásett á partabræva
marknaðinum í London.
Nú er eftir at fáa skipan
ina “dokumenteraða” um
borð á nøkrum skipum, so
vit í verki kunnu skjalprógva,
at hon virkar og tænir sínum
endamáli. Teir, ið hava áhuga
fyri
at
royna
skipanina
umborð, eru tí vælkomnir at
venda sær til Kaj.
Hann segði, at hetta er
neyðugt, um íleggjarar og
keyparar endaliga skulu
kunna taka skipanina sum
“góða” vøru, sum vit longu
nú vita, at hon er.
Kaj Joensen segði, at allir
komponentarnir í skipanini
longu eru kendir, men tað
er hugskotið, sum virkar og
er effektivt.
Bandið, sum tekur oljuna
upp, er absorberandi, sum
tað eitur. Men oljan hongur
bara á bandinum. Tað sýgur
ikki oljuna í seg, og tí kemur
oljan lætt av aftur bandinum
og í slammtangan.
Uppfinnarin segði læandi,
at um hann var maskinstjóri
umborð á einum skipi í dag,
hevði hann valt hesa skipan
fram um aðrar.
Nú havi eg sett skipanina
saman, og prinsippið virkar
væl, men longur komi eg
ikki einsamallur, segði upp
finnarin, sum var tryggur í
sínari talu og læt fólk –
eisini fakfólk – vita, at hann
veit, hvat hann tosar um.
Skipanin hjá Kaj er kollveltandi
Stórur áhugi var at síggja,
hvussu uppfinnilsið hjá
Kaj Joensen virkar í verki.
- Nú havi eg sett skipanina
saman, og prinsippið virkar
væl, men longur komi eg ikki
einsamallur, segði uppfinnarin
Mynd: Jens Kr. Vang
Vistferðavinna til umrøðu
Nú National Geographic hevur kosið Føroyar sum mest vitjanarverda
land av 111 oyggjalondum í verðini, fara fleiri fólk uttan iva at leggja
leiðina henda vegin. Og í morgin skipar Samvit ráðstevnu um vistferða
vinnu, har fokus verður á, hvussu vit menna og marknaðarføra Føroyar
sum vistferðavinnuland . Ráðstevnan snýr seg um at gera okkum her í
Føroyum meira varug við virðini í okkara náttúrliga og mentanarliga
tilfeingi og varpa ljós á, hvussu vit varðveita og menna tey eyðkenni,
sum gjørdu Føroyar til nummar eitt í kanningini hjá National
Geographic. Ein av serfrøðingum, sum tók lut í National Geographic
kanningini, er ein av gestafyrilestrahaldarunum leygardagin.