Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 • 9. november 2007 Vikuskifti 11 bergtakandi fjallalendi Mynd 1: Jákup Pauli Johannesen hyggur yvir øki, meðan hann og hinir seks veiðumenninir leggja ætlanir fyri dagin Mynd 2: Andras Samson framman fyri hegnið, sum er markið fyri haruøkið hjá teim sjey klaksvíkingunum Mynd 3: Andras Samson (til vinstru) tosar við Heina Hansen um, hvussu teir skulu ganga. Nógvir av monnunum síggjast næstan bara, tá teir eru til haruskjóting, so fyrsti veiðidagurin snýr seg líka nógv um at vera saman sum at veiða Mynd 4: Heini Hansen leitar eftir einari haru. Harur leita sær ofta undir grót fyri at sleppa undan vindi og regni, og tí eru grótut øki góð veiðuøki Mynd 5: Ein deyð hara liggur við síðuna av byrsunum, meðan menn fáa sær at eta. Tað er ymiskt, hvussu nógvar harur verða skotnar. Ein góðan dag fyri trimum árum síðani skutu teir 102 harur, meðan teir bara fingu fimtan seinasta leygardag Mynd 6: Eftir at hava gingið í fjøllunum í tíggju tímar seta Jákup Pauli Johannesen and John Erik Hansen seg á hoyballur, inntil bilur kemur og koyrir teir heim Mynd 7: Heini Hansen blakar eina haru oman til John Erik Hansen. Hvør hara viðar á leið 4,5 kilo, og fyri at tryggja at eingin ber ov nógv, býta teir harurnar millum sín Mynd: 8: Nú er dagurin farin at halla, og Jákup Pauli Johannesen ringir eftir soninum Mynd 9: Andras Samson stegðar eina løtu. Um miðuna hevur hann tvey beltir við patrónum, sum gera tað møguligt at løða skjótt aftur ⑤ ⑥ ⑦ ⑧ ⑨