fríggjadagur 9. november 2007síða 14
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 218 • 9. november 2007
Vikuskifti
14
»Tað er væl møguligt, at vit
standa á gáttini til eitt risastórt
kríggj!«
Hesi eru orðini frá blaðmanni
num við gylta umdøminum,
nakað inni í hansara fyrilestri.
Kríggið hann tosar um, skal í
høvuðsheitum standa millum USA
og Iran – og hann meinar veruliga
í nærmastu framtíð. Hann sigur
seg sova illa um næturnar, men
vónar, at hetta fer at gerast betri í
januar 2009. Tá verður forsetaval
yviri í USA. Og hann vónar, at
heimurin kemur væl ígjøgnum
næsta árið, tí, sum fleiri onnur,
so ræðist hann amerikanska
forsetan George Bush.
Yviri í USA eru fyrireikingarnar
longu byrjaðar til álop og møgulig
hernaðarligt stríð við Iran. Ímeðan
skeptikarar peika á, at USA á
ongan hátt er áhuga í at fara í
eitt umfatandi vápnað stríð ímóti
Iran, orsakað av eftirfylgjandi
ovurhondshøgum oljuprísum, so
hevur deildin hjá CIA, ið arbeiðir
við viðurskiftum kring Iran, fingið
eina starvsfólkaøking á 100 %
seinasta árið. Hetta er sambært
keldum hjá Hersh. Somuleiðis
hevur Hersh í seinastu grein
síni í The New Yorker greitt frá
skiftinum, sum er framkomið ta
seinastu tíðina, í politikkinum hjá
Bush í samband við Irakkríggið.
Nú snýr tað seg meiri um Iran,
og minni um kjarnorkuvápn í Irak
og fólkaræðið í Irak. Keldur, lýstar
av Hersh sum høgt standandi
CIAagentar, ið fyri stuttum er
givnir, siga eisini frá, at tað
minnir um heystið 2002 undan
hertøkuni av Irak, tá ið alt snúði
seg um Irakborðið, ella »Iraqi
Operations Group«. Nú snýr tað
seg um »Iranborðið«.
Tað sigst, at hann loyvir sær at
siga meiri í sínum fyrilestrum, enn
hann loyvir sær at skriva í tí hátt
virda The New Yorker – blaðið,
har tey kunnu brúka dagar uppá
at kjakast um komma og punktum
í einum setningi og har t.d. tú
kann lesa greinar á 25 síður um at
pendla ella um innanríkispolitikkin
í Kongo. Tí er tað at vóna, at
Stjørnureportarin Seymour Hersh:
»Væl møguligt, at vit standa á
»This will not be a happy hour!« vóru innleiðandi orðini hjá Seymour Hersh.
Í 1969 avdúkaði hann My Lai-massakruna
framda av amerikanskum hermonnum í
Vietnam. Og í 2004 avdúkaði hann ræðu-
leikarnar í Abu Ghraib fongslinum í Baghdad,
framdir av amerikanskum hermonnum. The
New Yorker-skribenturin Seymoura Hersh er ein
stjørna í tíðindaheiminum, og hann hevur
móttikið fleiri heiðurslønir, t.d. Pulitzer prísin.
Umleið 300, ein stórur partur fjølmiðlafólk,
lurtaðu eftir hansara fyrilestri í Dublin, 24. okt. ”””
Nú snýr tað seg meiri um Iran, og minni um kjarnorkuvápn í
Irak og fólkaræðið í Irak.
USA fer at gjalda ein høgan prís fyri tey mongu mistøkini í
Miðeystri, í langa tíð frameftir. – Seymour Hersh
Hersh um forsetavalið: »I wouldn´t bet a nickle on the
democrats winning the election!«
USA & Miðeystur
Johan Jacobsen
johan@sosialurin.fo