fríggjadagur 9. november 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
hansara spádómur um eitt
risastórt kríggj er eitt yvirdrívilsi.
Og hann sissar seg sjálvan við
at siga, at strategiin hjá USA er
at trýsta Iran til at gera mistøk
og síðan leggja enn meiri trýst
á landið. Stóri spurningurin fyri
Bush er jú, hvussu langt frá Iran
er at hava kjarnorku, ið eisini kann
nýtast til vápn.
Hann tosar kvikliga í eini mono
tonari rødd í eini 90 minuttir. Men
tað verður lurtað eftir hansara
orðum, og tað hann skrivar verður
í heilum tikið upp aftur og brúkt
aðra staðni kring heimin. Tað,
hann sigur um amerikanskan
uttanríkispolitik hevur tyngd.
Ein kann ikki taka feil av, at
hann er sera atfinningarsamur
ímóti Bushstjórnini og teimum
neokonservativu – hansara
skriving er eisini støðugt skeptisk,
í støðum beinleiðis atfinnandi,
mótvegis Irakkrígnum.
Leiðin til Baghdad –
teir neokonservativu
Teir neokonservativu eru eisini
ein orsøk ella veruliga orsøkin
til, at Seymour svevur illa
um næturnar. Tí tað eru hesir
fáu, sambært Hersh, ið hava
ført landið hagar tað er í tað.
»Hvussu ber tað til, at eini seks
sjey mans – teir eru ikki meiri enn
tað – kunna villleiða institutión
eftir institutión og alt fólkið?«
Her tosar hann um leiðina frá 11.
septembur til Baghdad. »Her eru
enn fleiri ósvaraðir spurningar og
fjølmiðlarnar hava forsømt sína
uppgávu – hetta er tann heilt
stóra søgan í hesi øldini.« Teir
neokonservativu lýsir Hersh sum
ein lítlan trúarbólk. Eyðkennini
eru tey somu – um tú ikki trýrt, so
er tú úti! Hetta hendi fyri tí eina
generalinum, sum fyri fjølmiðlum
gav tey »røttu tølini« upp. Hetta
var í samband við eina meting av,
hvussu nógvir hermenn skuldi til
eina hertøku av Irak. Sum Hersh
sigur tað, so »trúði« generalurin
ikki tølunum og metingini hjá
táverandi verjumálaráðharra
Donald Rumsfeld. Generalurin
bleiv síðan skiftur út.
Gjøgnum fyrilesturin vísir
hann ofta til sínar nógvu, oftast,
ónevndar keldur »Tað er vigtugt
at hava sínar góðar keldur!«.
Og so leggur hann afturat, at
hann hevur til vana at tryggja
sær, at tær upplýsingar, ið hann
fær, eru rættar. Hann nevnir
starvsfólk í oljufelagnum Total,
ið hevur úr at gera í Irak, sum ein
góðan keldubanka. Men eisini
hevur hann keldur í amerikanska
herinum og fregnartænastuni.
Hetta eru fólk, ið ikki sita ovast
og við evstu ábyrgd, men tó
við týðandi vitan. Eisini er tað
fyrrverandi tænastufólk úr t.d.
CIA og fólk úr amerikanska
herinum kring heimin, sum hann
ger brúk av. Tað eru hesar keldur,
sum er bulurin undir tí nógva av
hansara virksemi.
My Lai til Abu Ghraib
Seymour Hersh hevur sæð og
upplivað eitt sindur av nógvum
í sínum lívi. Hann er maðurin, ið
var við til at venda amerikansku
almennu meiningini mótvegis
Vietnamkrígnum fyrst í 70unum.
Tá avdúkaði hann blóðbaðið í My
Lai, har amerikanskir hermenn
drupu 300 til 500 óvápnaðar
vietnamesiskar borgarar. Og
eftirfylgjandi avdúkaði hann
royndirnar hjá myndugleikunum
at fjala út yvir hendingarnar. Uml.
30 ár seinni, í 2004, var hann
við til at avdúka enn eina gølu,
har amerikanskir hermenn vóru
uppí. Hesaferð var tað í Baghdad
í Abu Ghraib fongslinum, har
irakskir fangar vóru píndir. Hetta
var í The New Yorker, í eini
greinarøð, við ógvuliga ræðandi
myndum frá sjálvum píningunum.
Hesar myndir fóru sum eldur
kring knøttin, og hava uttan
iva gjørt amerikanska herinum
nógvan skaða. Í fyrilestrinum
samanbar hann My Lai í 1968
við Abu Ghraib 20034. Hann
kom mest inn á lagnurnar hjá
gerningsmonnunum, ið vórðu
sálarliga meiðslaðir fyri lívið
– hetta er jú eisini ein partur
av søguni. Ein ungur maður, ið
var við í My Lai í 1968, og ein
ung genta, ið átti myndirnar úr
Abu Ghraib. Viðvíkjandi tí størra
perspektivinum, var hansara
endaliga niðurstøða hetta
kvøldið, at USA fer at gjalda
ein høgan prís fyri tey mongu
mistøkini í Miðeystri, í langa tíð
frameftir.
15
Nr. 218 • 9. november 2007
Vikuskifti
gáttini til eitt risastórt kríggj!«
Seymour Hersh um George Bush forseta:
»Hetta er tann mest radikali forsetin vit nakrantíð hava havt!«
»Hann er ein óstýrilig missil«
»Hann trýr tí, sum hann sigur... og hann lurtar ikki eftir øðrum.«
»Hann fór í kríggj, og við sær hevði hann sína sannføring, eina trúgv um at hetta
nokk kundi fara at lata seg gera...«
»Maðurin er tó ikki býttur, als ikki.«
»Hann hevur ofta tikið til, at um 20 ár, so fara fólk at virða seg og hansara virki.«
»Tað eru uml. 440 dagar eftir inntil januar 2009, tá er val í USA.«
»Defining the ´War on Terror´
can be torture«
AMNESTY INTERNATIONAL var saman við Trinity universitetinum
í Dublin fyriskipari av tiltakinum. Fyrilesturin er sostatt partur av
eini herferð, ið setur fokus á mannarættindabrot, sum verða framd
í sambandi við »Kríggið ímóti yvirgangi«. Eins og aðrar herferðir
hjá Amnesty, so er hendan fyriskipa altjóða og liggja infofaldarar
frammi í stórbýum og skrivstovum felagsins, serliga í norðvestara
parti av heiminum.