fríggjadagur 9. november 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 218 - 9. november 2007
”
”
”
tinghellan
Hóraldur Joensen
lektari á Fróðskaparsetri Føroya
Hóast greitt samband er ávíst
millum universitetsgransking og
landsbúskaparliga framgongd,
nýta Føroyar sára lítið av peningi
til gransking og enn minni til
matvørugransking. Føroyar eru í
ávísan mun framvegis rávøru
framleiðari, eins og onnur menn
ingarlond. Føroyar gagnnýta ikki
allar tøkar fíggingarmøguleikar.
Føroysk gransking er offur fyri
neurotiskum og skizofrenum
tjóðskapar og ríkisfelags
politikki. Føroyar vilja heldur
ríka einstaklingar enn at tæna
fjøldini. Føroyingar umtalaðir
uttanlands sum óseriøs forkelað
grenj. Føroyingar velja heilt
tilvitað at svíkja seg sjálvar
Øll lond kring okkum hava
langt síðani ásannað týdningin
av at hava vælskipað og virkin
universitet. Framkomnar
búskaparfrøðiligar greiningar
hava týðiliga víst eitt greitt
positivt samband ímillum tjóð
skaparliga universitetsgransking
og fíggjarliga framgongd. Uni
versitetsgransking økir um kapp
ingarførið við miðvísari og áhald
andi kunnleikaframleiðslu, kunn
leikaflutningi frá einum virkisøki
til annað, eins og nýskapan í
ídnaðinum og búskapinum.
Høvuðsíkastið frá granskingini
er øking av framleiðsluorkuni hjá
arbeiðsmegini. Universitetini
geva studentunum lærdóm, vitan
og granskingarførleika. Eftir
lokið universitetsprógv gerast
kandidatarnir høvuðskeldan til
nýhugsan og nýskapan í feløgun
um, teir arbeiða hjá.
Universitetsgransking mennir
eisini nýggjar náttúruvísindaligar
greinar, nýggja tøkni og fremur
processbatar. Hugaúrdráttir, sum
virki kunnu ogna sær við sáttmál
um, ráðgeving og við at gagnnýta
úrslit úr vísindaligum greinum. Við
hesari mentalu barlast kunnu virki
og smiðjur av ymsum slagi so økja
um fæfeingisframleiðsluna (kapital
produktivitetin) og skapa nýggj
produktir, processir og tænastur,
sum aftur geva nýggj arbeiðspláss,
útflutning og ávinning.
Umframt mátiliga gagnið á
búskapin, vísa kanningar, at uni
versitetsgransking fremur sosialar
og fíggjarligar batar hjá øllum land
sins tegnum. Framin sæst aftur á
heilsuøkinum, sosiala økinum,
skúlaskipanini, rættarskipanini og
hópin av øðrum økjum. Stutt sagt,
universitetsgransking hækkar lívs
dygdina hjá fólki.
Fróðskaparsetur Føroya
Í Føroyum vóru vit sera sein at
leggja lunnar undir universitet
landsins, Fróðskaparsetur Føroya
(Universitas Færoensis). Stovn
setingin fór ikki fram fyrr enn í
1965. Og nakað seinni, í 1972,
var Náttúruvísindadeildin (The
Faculty og Science and Techno
logy) sett á stovn. Til sammeting
ar, varð Universitetið í Keyp
mannahavn stovnað longu í 1479.
Mestsum øskukalt
Hóast vit byrjaðu væl seinni enn
grannar okkara, kundu vit havt
spent okkum munandi meiri út
enn gjørt er hesi seinastu árini,
høvdu valdshavandi politikkarar
nir her á landi játtað meiri pening
til gransking og menning.
Veruleikin er, at verandi skipan
við ymsum undirvísingar og
granskingareindum virkar ikki
optimalt vegna manglandi
fígging. Harmiligt og landsskaði
ligt, at so nógv undirvísingar
virksemi (t.d. KT) og gransk
ingarvirksemi liggur í andaleypi
vegna tvørrandi játtanir.
Ótroytt evnafrøðilig
granskingarøki
Dømi um møgulig gransk
ingarøki, sum beinleiðis hava
tilknýti við høvuðsvinnuna her á
landi, eru lipidir í fiskagøgnum,
flaki og skræðu, fiskaenzymir,
fiskaprotein, proteinhydrolysat,
mikro og nanohylkt bioaktiv
fiskapeptid, fiskacollagen,
fiskagelatin (skræðu og
beingelatin), lívvirkisfrøðilig
evni í fiskarognum og fiskasili ,
hávaúrdráttir, rækjuúrdráttir
(chitin, chitosan), krabbaúrdrát
tir, heilsugagnligir taraúrdráttir,
funkuføði (functional food),
nutraceuticals, heiliráðskostur
(medical food) og føðslurelat
eraðar medicinskar verkætlanir.
Hóast høvuðsframleiðslan her á
landi er matframleiðsla, er
mestsum øskukalt á hesum
granskingarøkjum, vegna tvørr
andi fígging. Vit føroyingar, og
bert vit føroyingar, hava
ábyrgdina av hesi skilaleysu og
vánaligu støðu.
Evnafrøðilig
gransking offrað
Evnafrøðilig og lívtøknilig
gransking eins og onnur gransk
ing, er national og international
og eigur ikki at líða undir líka
sælum, seintvirkandi og óvirkn
um stjórnarráði. Hon eigur at
vera ótengd av neurotiskum og
skizofrenum tjóðskapar og
ríkisfelagspolitikki. Granskingin
her á landi eigur ikki at verða
offur fyri dølskni og manglandi
áræði at seta pening av á fíggj
arlógini til rannsóknir, ella líða
av tvískinnisatferðini: sam
stundis biðja og frábiðja sær
fígging. Fyri granskingina ger
tað ongan mun, um fíggingin
kemur úr Keypmannahavn ella
Bruxelles. Granskingin eigur ikki
at vera offrað í hundraðára gamla
tvídráttinum um fullveldisstat
ella ríkisfelagsskap. Sum er, nýta
vit nógva tíð og orku úrslitaleyst,
til at fáa fatur á granskingar
pengum úr ES, men senda hvørt
ár 350 milliónir krónur aftur í
danska statskassan. Var henda
upphædd nýtt til gransking,
menning og undirvísing, hevði
hon, um rætt varð atborið, ikki
ført til Hollendska sjúku ella
yvirupphitaðan búskap. Vit
høvdu fyri langari tíð síðani havt
eitt fult útbúgvið og útgjørt
universitet og undirvísingarverk.
Harafturat kundi samferðslu
kervið verið fult útbygt, og bú
skapurin sjálvberandi. Við rættari
framferð høvdu vit harafturat
havt so mikið stórt fíggjarligt
avlop, at Føroyar kundu veitt
fíggjarligan stuðul til ringast
staddu kommunurnar í Danmark
og Grønlandi eins og øðrum
norðurlondum. Men kallarnir á
ovastu valdsrók velja heilt
tilvitað ikki at gagnnýta allar
fíggjarmøguleikar, sum okkum
føroyingum standa í boði. Harvið
svíkja teir sína skyldu at tæna
landi og fólki í best møguligan
mun. Fáar aðrar tjóðir á klótuni
hava slíkar fyrimunaligar
umstøður at virka undir. Tað er
ikki løgið, at útlendingar, ið
kenna til føroysk viðurskifti,
kalla okkum óseriøs forkelað
grenj.
Milliardir av krónum til
undirskotsvirksemi
Í staðin fyri at veita hóskandi
fígging til fólksins upplýsingar
og granskingarstovn,
Fróðskaparsetur Føroya, hava
stjórnandi kallarnir her á landi
valt at ovurstuðla lítið lønandi
yrkjum og beinleiðis undir
skotsvirksemum við níggju
siffraðum upphæddum.
Tilsamans ovurhonds stórar
upphæddir til nøkur fáa virki og
persónar her á landi. Til teir sum
halda landinum uppi, varð sagt.
Vanlukkuligu fíggjarligu
fylgirnar av landskassaveðhildnu
lánum í áttati og nítiárunum
merkjast framvegis millum
manna. Til dømis rindaði ráfiska
grunnurin frá 1975 til 1995
umleið 200 milliónir krónur í
meðal um árið til veiða av
ótýðandi og lítið týðandi
fiskasløgum. Samlaða útgoldna
upphæddin hetta 20ára tíðar
skeiðið var umleið 4 milliardir
almennar krónur. Ein týðandi
partur av hesum almenna stuðuli
kom frá sokallaða blokkinum, ið
upprunaliga varð ætlaður til
millum annað heilsuverkið, undir
vísing og gransking. Men til
gransking skuldi blokkurin ikki
nýtast, tí syrgdu okkara
fólkavaldu oddafiskar fyri.
Harafturat vórðu fleiri
milliardir almennar krónur
óbeinleiðis veittar til ein svart
kjaftatrolara fyri og annan eftir,
hóast tann fyrsti ongantíð bar seg
fíggjarliga, til partar av kemi
kaliutangaskipaflotanum, ið all
ur fór á heysin, og til skilaleysar
ovuríløgur í flakavirki kring
landið. Fleiri óvarandi fólk komu
tíanverri í størsta fíggjarliga óføri
av íløgumynstrinum, ið íleggjar
arnir nýttu. Eitt íløgumynstur,
sum var heimilað av landsins
leiðslu.
Grov stuðulsmisnýtla
Henda stuðulsskipanin varð til
tíðir grovliga misnýtt. Eitt hitt
fúlasta dømið um markleysa
gagnnýtlsu av hesi høpisleysu
skipan, var stóra kongafiska
veiðan hjá djúpvatnstrolara, sum
eftir at vera landað og fíggj
arstuðlað við lítlari millión
krónum úr landskassanum, vísti
seg at verða so vánalig, at hon
ikki var mannaføði og mátti
burturbeinast. Hon varð vippað
út av einum eiði saman við
øðrum burturkasti. Annað grovt
dømi var stóra upsaveiðan hjá
rokskipara, sum umframt at hava
fylt last og dekk, kom søkklaðin
til lands, sleipandi trolið hálvfult
av ókruvdum deyðum, rotnandi
fiski. Øll tann spilta og hálvspilta
veiðan varð landað og gylt av
peningi rann enn einaferð úr
landskassanum. Slíkir fiski
kongar eru framvegis mettir sum
rættir menn, ið byggja land. Stórt
sæð allur trolveiddi upsin verður
framvegis virðisminkaður av ov
Eru føroyingar fremsta forðing
fyri framburði í Føroyum?
Varð ríkisveitingin ikki skerd, men peningurin
ístaðin brúktur til gransking og menning, høvdu vit
havt kunnað ment samfelagið so nógv, at vit fyri
langari tíð síðani høvdu havt ein sjálvberandi
búskap
Sum er, nýta vit nógva tíð og orku úrslitaleyst,
til at fáa fatur á granskingarpengum úr ES,
men senda hvørt ár 350 milliónir krónur aftur í
danska statskassan
Varð ríkisveitingin ikki skerd, men peningurin
ístaðin brúktur til gransking og menning, høvdu
vit havt kunnað ment samfelagið so nógv, at vit
fyri langari tíð síðani høvdu havt ein
sjálvberandi búskap
- Tað er ikki løgið, at útlendingar kalla føroyingar fyri óseriøs og forkelað grenj, sigur Hóraldur Joensen, lektari á
Náttúruvísindaligu deildini og leiðari fyri granskingarkjarnanum í evnafrøði og livtøkni