Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-09, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 9. november 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 69 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 218 • 9. november 2007 Vikuskifti 16 Á ferð i Dan­ mark í seinasta mánað vóru vit inni á gólvinum hjá 99 ára gomlu Katrinu Møller Jensen, sum býr í Ørbæk skamt frá Nyborg á Fyn. Í Føroyum er hon kend sum Trina við Keldu úr Lorvík Tað var veruliga stuttligt at vitja hesa gomlu konuna, sum var so væl fyri í allar mátar. Tó er hon nakað blind. Annars er hon einsamøll í húsi og hevur bert hjálp til at keypa inn og eitt sindur til reingerð. Hon dugir eisini so væl at greiða frá, og minninum bilar avgjørt einki. Pápi Trinu var Jógvan Vitalis Samuelsen undir Húsinum í Lorvík, og mamman var Olevina Maria Petersen, ættað úr Tungu í Mikladali. Systkini hjá Trinu vóru Sámal Martin, Maria, sum giftist við Jakku Tróndheim, Petra sum fyrst var gift við Hans Clementsen og síðan við Jógvan Hansen, Theodor við Keldu giftur við Giggu og Anna gift við Otto Brimheim. Ein fostursystir var Lisa Jacobsen. Hjá henni og manninum Eliseus vuksu upp Maud (Heinesen), dóttir Onnu, og Jógvan (Tróndheim), sonur Mariu. Lisa varð umrødd í frásøgnini hjá Tórhall Andreassen, sum tann, ið undir 1. veraldarbradaga kom við hugskotinum um at reinsa motorar við landi. Teir dálkaðust so illa, tí teir máttu brúka lýsi sum brennievni. Hetta eitt hugskot sum Andrias, pápi Tórhall, setti í verk, og sum riggaði væl. Lívið hjá eini bygdagentu Húsini haðani Trina er ættað blivu kallað við Keldu. Tey vóru kallað soleiðis, tí ein kelda var í bønum har tey bygdu. Hon var altíð ísakøld, hvussu heitt tað enn var. Ofta var vatntrot í Lorvík, men drekkivatnið fingu lorvíkingar sær úr hesi keldu. Jógvan var fyrstu tíðina til sjós, men annars smíðaði hann og hevði eisini eina tíð forrætning fyri Dahlarnar í Vági. Trina er fødd í 1908. Tá var útróður longu ein stór vinna í Lorvík. Trina er farin í skúla í 1915. Lærarin var tann tá nýggi lærarin Andrias, sum var ættaður frá Gjógv, og hann búði fyrstu tíðina hjá teimum. Hann gjørdist seinni kendur sum “gamli lærari” í Lorvík. Millum skúlafelagararnar vóru Georg hjá Lorvíks Jóannes og Olaf Krossteig, sum er deyður fyri bert fáum árum síðani. Gingið var annan hvønn dag í skúla. Men fyri tað var nóg mikið at gera. Í einum slíkum húsi var nóg mikið fyri hvørja hond. Eitt var at skera torv. Tað var skorið úti á Vatnhamri, haðani torvið varð borið heim, og so var skorið niðri á Heygnum, haðani tað tað viðhvørt varð flutt við báti. Eisini skuldi gangast til neytar. Neytakonurnar skiftust at fara í hagan, og hvør teirra kundi tí bera upp til fimm dyllur hvørja ferð. Sjálvt tá ið gingið var skuldi okkurt gerast til nyttu. So tá varð bundið. Tey við Keldu høvdu annars eina hálva kúgv, sum tað kall­ aðist. Hetta merkti, at tey høvdu kúnna í felag við eitt annað hús. Tey deildust tískil bæði um stríðið av kúnni og um mjólkina. Tað skuldi saksast og setast epli niður. Kom tari í fjøruna skuldu hann berast niðan í bøin at brúka sum tøð. Undir fyrra heimsbardaga fekst einki korn uttani frá, og tí mátti korn veltast. Tey høvdu eisini sornhús, har kornið varð turkað, áðrenn tað var malið. Við hitanum í sornhúsinum var eisini møguligt at steikja epli, og tey smakkaðu so sera væl. Katrina heldur, at eingin doyr av arbeiði, so nógv stríddust tey. Tað var ikki minst strævið, tá ið pápin var burtur. Tá skuldi tey heima eisini gera alt mann­ fólkaarbeiði. Pápin skotin niður á bankanum Pápin var annars við einum av skipunum, sum varð skotin niður á Føroya Banka í 1917. Tað vórðu níggju skip søkt av týskum kavbátum. Men so væl vildi til, at allir menn á øllum skipunum 99 ára gamla Trina Katrina er 99 ára gomul, men sinnið er nógv yngri Málningur av húsinum Við Keldu. Málað hevur Dóra, fostirdóttir Katrinu Frásøgn Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo