mánadagur 12. november 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 219 - 12. november 2007
lýsingar
ÍLØGUSPÆLIÐ
Hilmar Simonsen
Tað er ikki langt síðani, at
vanligi føroyingurin fekk áhuga
fyri partabrøvum. Ein av stóru
varðunum á partabrævaleiðini var,
tá Virðisbrævamarknaður Føroya
varð stovnaður 7 november 2000.
Eftir hetta gingu fýra og eitt hálvt
ár, til fyrsta føroyska fyritøkan varð
listað. Hetta var í juni 2005, tá
Atlantic Petroleum kom á børsin
í Íslandi.
Nú tvey og eitt hálvt ár seinni hava
føroyingar í størri og minni mun
vant seg við at hoyra og lesa um
partabrøv. Nokk er hetta ítrivið
ikki
gerandiskostur
allastaðni,
men áhugin er vaksin nógv, og
tað er fleirfaldaða yvirtekningin
av Føroya Banka fyrr í ár eitt
gott tekin um. Íløguspælið við
sínum umleið 4000 tilmeldingum
er eisini eitt greitt tekin um, at
áhugin fyri partabrøvum hevur
fingið fótin fyri seg her á landi.
Men tó er partabrævahandil eitt
nýtt og lutfalsliga ókent fyribrigdi
í Føroyum, og mangir munnu
spurningarnir vera um partabrøv.
Tí verða nakrir spurningar settir
og
svaraðir
í
hesi
greinini.
Ætlanin er at seta og svara fleiri
líknandi spurningum í komandi
íløgugreinum.
Hví
ávirka
rentubroytingar
partabrøv?
Tann fyrsti spurningurin, ið vit
seta Jákupi Petur Bærentsen,
íløgurøktara hjá Kaupthing, er,
hví rentubroytingar hava so stóra
ávirkan á partabrøv.
- Tað eru tað í høvuðsheitum
tvær orsøkir til. Tann fyrra er,
at tá leiðandi rentan hækkar,
so merkir tað alt annað líka
at útreiðslurnar hjá virkjunum
økjast. Harvið forvinna virkini
minni pening tilsvarandi. Hin
høvuðsorsøkin er, at um fólk
fáa eina meiri lokkandi rentu við
at hava pening í bankanum, so
spara fólk meiri upp heldur enn at
keypa vørur og tænastur. Harvið
forvinna fyritøkurnar minni, við
tað at privata nýtslan minkar,
sigur Jákup Petur Bærentsen og
leggur afturat, at hækkandi renta
eisini hevur eina triðju ávirkan:
- Tað er sjónarmiðið hjá íleggj-
arum. Um íleggjarar fáa ein
nøktandi vinning við at hava
pening standandi á bók, so er
hetta eitt veruligt alternativ til
partabrøv, sigur hann.
Einki er at ivast í, at lága
rentustøðið, sum hevur verið
seinastu árini, hevur verið ein
av orsøkunum til, at føroyingar
hava fingið eyguni upp fyri
partabrøvum. Tað var snøgt sagt
ikki nøktandi at fáa 0,1 prosent í
rentu pro anno fyri uppspardan
pening á vanligari bankabók.
Jákup Petur Bærentsen metir
tó ikki, at fólk fara at halda seg
burtur frá partabrøvum, sjálvt um
rentan skuldi hækkað meiri enn
núverandi støði, men greitt er, at
tað leggur ein doyvara á áhugan
fyri partabrøvum.
- Um so er at rentan hækkar
nógv, so er skilagott at hava
eina uppbýting av uppsparda
peninginum, so ein ger sær greitt,
hvussu nógv ein hevur hvar, vísir
íløgurøktarin á.
Hvør er munurin á A og B
partabrøvum?
Næsti
spurningurin
í
hesum
umfarinum er, hvør munurin er
á A og B partabrøvum. Á parta-
brævamarknaðunum
sæst,
at
summar serliga eldri fyritøkur hava
hesa uppbýting av partabrøvum.
Nevnast kunnu AP Møller-Maersk,
Carlsberg, Bang & Olufsen og
Coloplast.
- Hendan uppbýtingin var serliga
gjørd fyrr í familjufyritøkum, har
stovnarar av eini fyritøku vildu
tryggja seg ímóti at missa ávirkan,
tá fyritøkan var børsskrásett.
Munurin er, at A partabrøvini
hava
størri
atkvøðurætt
enn
B partabrøvini til aðalfundin.
Tak vit A.P. Møller-Maersk, so
eigur gamli Maersk tey flestu A
partabrøvini. A partabrøv verða
generelt minni handlað enn B
partabrøv á børsinum, og ofta
noyðist tú at yvirtala onkran, um
tú vilt keypa A partabrøv, sigur
Jákup Petur Bærentsen.
Hann leggur dent á, at hendan
uppbýtingin kann metast sum
heldur
”gamaldags”,
og
at
stovnarar av fyritøkum nú á
døgum í størri mun góðtaka at
missa ávirkan, tá fyritøkan verður
skrásett. Tað kann eisini vera
eitt krav frá størri íleggjara, at
øll partabrøvini í fyritøkuni eru
javnsett.
Tað er ymiskt frá felag til felag,
hvussu
stórur
munur
er
á
atkvøðurættinum millum A og B
partabrøv, og tí má hetta kannast
í hvørjum einstøkum føri.
Í summum førum ber bara til at
handla B partabrøv, og tá kann
orsøkin vera, at ein grunnur eigur
øll A partabrøvini.
Kvøld
fyri
tvey
á
Gourmet til vikuvinnaran í
Íløguspælinum
Sum kunngjørt fáa spælararnir,
sum
standa
seg
best
í
Íløguspælinum hvørja viku,
vinningar frá Kaupthing Bank.
Besti spælarin er tann, ið
hevur havt størsta vinning
í prosentum farnu vikuna.
Vinningurin hesaferð er eitt
gávukort fyri tvey til eitt kvøld
við serligari vín- og matskrá frá
Gourmet.
Besti spælarin í viku 45:
Esmaromma
Avkastið
hjá
vinnaranum
hesa vikuna: kr. 452.313,93
(+52,53%)
Vinnarin fær beinleiðis boð.
Hjartaliga tillukku
Kaupthing Bank
2,400
2,200
2,000
1,800
1,600
1,400
1,200
6/11
7/11
10/11
11/11
12/11
8/11
9/11
Gongdin hjá topp 3 (vika 45)
navijoe
bjarnass
nr28
www.kaupthing.fo
Íløguspælið á ilogur.com - 7. vika
Nógv er at spyrja um
sansir.fo
Topp 10 (12. nov. 2007 kl. 11.35)
Leikari
Reiður peningur Partabrævaogn
Ogn
Avkast
navijoe
1.113.476,03 kr.
1.210.000,00 kr.
2.323.476,03 kr. +132,35 %
bjarnass
1.789.288,92 kr.
300,00 kr.
1.789.588,92 kr.
+78,96 %
RHOLSEN
72,00 kr.
1.723.384,00 kr.
1.723.456,00 kr.
+72,35 %
nr28
1.817,00 kr.
1.679.480,00 kr.
1.681.297,00 kr.
+68,13 %
investor
650,00 kr.
1.667.380,00 kr.
1.668.030,00 kr.
+66,80 %
tora
306,00 kr.
1.645.915,00 kr.
1.646.221,00 kr.
+64,62 %
autumn
21,03 kr.
1.634.573,53 kr.
1.634.594,57 kr.
+63,46 %
Hypotalamos
34,00 kr.
1.634.475,00 kr.
1.634.509,00 kr.
+63,45 %
Eggaba
646,53 kr.
1.633.500,00 kr.
1.634.146,53 kr.
+63,41 %
gudrun
724,00 kr.
1.633.280,00 kr.
1.634.004,00 kr.
+63,40 %
Hvør er munurin á A og B partabrøvum? Hví hava rentubroytingar
stóra ávirkan á partabrøv? Les og fá svar.