Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 219 - 12. november 2007 Í gjár kom Norröna í rættiligt ódnarveður millum Noregi og Hetland. Skipið fekk black-out, og tað førdi við sær, at Norröna rullaði so illa, at trail- arar og bilar koppaðu á dekkinum ILLVEÐUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tað er ein baldrutur túrur, Norröna hevur til Føroya á hesum sinni. Hóast veðurkortið boðaði frá 17 m/s, kom vinurin heilt upp í 37 m/s. Jákup Sverri Kass frá Smyril Line sigur, at høgu aldurnar førdu við sær, at skipið fekk sonevnt black-out, tað er, tá alt umborð steðgar og slókn- ar. - Orsøkin til, at slíkt kann henda, er, at ferjur eru ikki eins tungt lastaðar og farma- skip. Tá aldurnar so gerast so mikið høgar, kann henda, at skrúvan kemur upp úr sjónum og harvið fer í sjálvsving. Tá tað hendir, lukkar maskinan automat- iskt niður og skipið fær black-out, sigur Jákup Sverri Kass. Men Norröna hevur eins og onnur líknandi skip eina back-up skipan, og hon fór í gongd stutt eftir, at skipið fekk black-out. Men meðan alt var svart, rullaði Norröna ógvuliga illa, og tað førdi við sær, at hon legði seg so mikið á liðina, at trailarar og bilar á fraktdekkinum koppaðu. - Norröna hevur júst verið í dokk, og tí hevði ein rúgva av trailarum hópað seg upp í Hanstholm. So við á hes- um túrinum eru heilir 80 trailarar umframt 70 bilar, harav nakrir teirra eru spild- urnýggir, sigur Jákup Sverri Kass, sum kortini ikki dugir nærri at siga, júst hvussu støðan er á bildekkinum og hvussu nógvar trailarar og bilar tað snýr seg um. Men tað sigur seg sjálvt, at hesin túrurin er ógvuliga buldrasligur, tá skipið rekur fyri vág og vind uttan at kunna manøvrera. Kortini sigur Jákup Sverri Kass, at bæði ferðafólk og manning alla tíðina vóru rólig, og at eingi tekin nakrantíð merkt- ust til nakran panikk. Drúgvur túrur Tá vit tosaðu við Smyril Line stutt fyri miðdag í dag, var Norröna aftur farin at sigla, og hevði sett kósina móti Lerwick í Hetlandi. - Tað er púra vanligt, tá slíkt hendir, at skipið stevnir móti nærmastu havn, og tað er í hesum førinum Lerwick í Hetlandi. Og sum út sær í løtuni, verður Norröna inni um seks-tíðina í kvøld, og verður so í Føroyum eina- ferð í morgin, sigur Jákup Sverri Kass. Í sambandi við ringa veðr- ið og black-out’ið fekk Norr- öna eisini skaða á stabilisat- orarnar. Hvussu stórur hesin skaðin er, veit Jákup Sverri Kass ikki at siga. Men hann kann tó vátta, at bæði tey 244 ferðafólkini og manningin, sum telur 81, øll hava tað gott. Veðrið er eisini í batning, men túr- urin verður undir øllum umstøðum munandi drúgv- ari, enn upprunaliga ætlað. Norröna í ódnarveðri Norröna hevur ein óvanliga baldrutan túr úr Danmark heima til Føroya Rás 2 sendir valkafé Nýggja Rás 2 fer at gera nógv burtur úr fólkatingsvalinum í Nýggja Rás 2 fer at gera nógv burtur úr fólkatingsvalinum í morgin. Longu í morgunsendingini, ið byrjar klokkan níggju, fara James Olsen og Eyðfinn Drewsen at hava valið sum tema. Tíðindasendingarnar fara eisini at vera merktar av vali, og klokkan 15 er valkafé í Miðlahúsinum í Vágsbotni, har sent verður beinleiðis til valúrslitið fyriliggur væntandi seint á kvøldi. Rás 2 fer at hava fólk á nøkrum valstøðum, siga frá úrslitum og hava valserfrøðingin, Jógvan Mørkøre, við í sendingini frá klokkan 15. Og sjálvandi vera eisini nógvir politikkarar at hoyra. Eisini verður valkaféin krydrað við sangi og tónleiki, sum Terji Rasmussen og Malan Eyðunsdóttir standa fyri. Elin Winther Poulsen, Rigmor Dam og Jón Brian Hvidtfeldt eru vertir fyri valkaféina á Rás 2. Í dag letur upp nýggj fríðkannarstova upp í miðbýnum á Tvøroyri FRíÐkan Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Í hesum døgum rokast tær dúgliga í einum hølum í miðbýnum á Tvøroyri, og mánadagin er ætlandi klárt at lata upp. Tað er Katrina Borgardal, ið eigur nýggju fríðkannar- stovuna á Tvøroyri, ið fær navnið Hármix. Katrina er hárfríðkannarkvinna og tað er Sonja Jensen eisini, og hon fer eisini at arbeiða í Hármix. Umframt tær báðar, fer Svanna Petersen, ið er make-up artist, eisini at arbeiða í Hármix, og hon fer at taka sær av húð- og kropsrøkt. Í Hármix fara tær at nýta og selja náttúruvinarligar vørur. Tær fara at nýta merkið Organic, ið er 97% náttúruvøra. Tær fara at selja merkið RUSK – Street Atitude, ið eisini er sera náttúruvinarlig vøra, og har fæst Shampoo, gele og mangt annað. Umboðið fyri Organic, Malan, kemur at arbeiða í Hármix fyrstu dagarnar, og fer annars at vitja javnan. Tær báðar Katrina og Sonja er royndar innan hár- fríðkan og hava mong ár á baki í fakinum. Opið verður gerandisdag- ar frá klokkan 9 til 17:30 og leygardagar eftir avtalu. Hármix mitt á Tvøroyri Tær báðar Katrina, standandi, og Sonja er royndar innan hárfríðkan og hava mong ár á baki í fakinum Mynd: Dagfinn Olsen Fríggjadagin gingu tveir hundar frá sær sjálvum í haganum í Sørvági, har teir bitu fimm seyðir. Tvær ær vórðu bitnar so illa, at tær doyðu, men tríggjar aðrar vórðu eisini illa hagreiddar. Tað endaði við, at seyðamaðurin skeyt báðar hundarnar. Við heimasíðuna hjá Sørvágs Kommunu sigur seyða- maðurin, Magnus Magnus- sen, at teir hava havt trupul- leikar av hesum somu hund- um í langa tíð og nú var onki at gera uttan at skjóta teir. Løgreglan sigur, at hundarnir høvdu hvør sín eigara og teir dáa nú bót fyri at hava brotið hunda- lógina, men teir, sum áttu seyðin, reisa helst eisini endurgjaldskrav, so hetta kann verða dýrt hjá hunda- eigarunum Á myndini sæst tann eina ærin, sum er bitin til deyða. Myndin er av heimasíðuni hjá Sørvágs Kommunu. Dýrir hundar