mánadagur 12. november 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 219 - 12. november 2007
Selir grót til USA
Tað er sagt, at bóndin heystar tað, sum jøðrin
gevur, og nú er ein íslendskur bóndi farin at
selja grót av landinum. Ómar Antonsson er
bóndi við Hornafjørðin, og hesi bæði seinastu
árini hevur hann sent fleiri tons av fjørugróti
til USA. Í fjør sendi hann 12.000 tons avstað,
og higartil í ár hevur hann avskipað 7.000
tons. Amerikanararnir brúka íslendska
fjørugrótið til at steinseta svimjihyljar við, og
tað er tann døkki liturin, sum er væl umtóktur
har yviri.
Trolari sigldi á land
Seinnapartin í gjár togaði norska sjóverjuskipið KV Senja
russiska trolaran Amerloq av einum sandrivi vestan fyri
Bjarnoynna. Sjóverjan sigur, at trolarin fekk eftir øllum at
døma ongan skaða av stoytinum, men kavarar skuldi kortini
fara niður at vissa seg um, at alt er í lagi. Sambært sjóverjuni
var væl av vindi og harður streymur, tá trolarin fór á land, og
KV Senja royndi tvær ferðir, áðrenn trolarin flotnaði. 24 mans
eru við russiska trolaranum.
Virðini í Føroyum
eru so einastandandi
sjáldsom í eygunum
hjá øðrum, at hópur
av fólki fegin vilja
gjalda nógv fyri at
koma higar, meta
serfrøðingar
VistferðaVinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Leygardagin
skipaði
SamVit fyri vistferðaráð
stevnu í Norðurlandahúsi
num, og í blaðnum í dag
fara vit at siga eitt sindur
um, hvat tey fyrstu, sum
vóru á pallinum leygarmorg
unin, søgdu. Í blaðnum í
morgin er ætlanin at hava
meira um ráðstevnuna.
Nú Føroyar eru kosnar at
vera
mest
vitjanarverda
oyggjaland í heiminum, er
hugsandi, at hetta fer at
gera, at nógv ferðandi fara
at leggja leiðina hendan
vegin.
John Hull við
Tann eini av serfrøðing
unum, sum í kanningini hjá
National Geographic var
við til at velja Føroyar út
sum
mest
vitjunarverda
oyggjaland, Dr. John Hull,
lektari á AUT University,
helt eisini gestafyrilestur á
ráðstevnuni.
Dr. John Hull greiddi frá,
hvussu vit best kunnu ansa
eftir hesum virðum, so vit
framyvir kunnu varðveita okk
ara støðu á fyrstaplássinum –
og fáa eina burðardygga
vinnu burtur úr hesum.
Endamálið við ráðstevn
uni um vistferðarvinnu er
at seta fokus á, hvussu vit
menna og marknaðarføra
Føroyar sum vistferðavinnu
land.
Ráðstevnan snúði seg í
høvuðsheitum um, hvussu
vit í Føroyum kunnu gerast
meira varug við virðini í
okkara náttúrliga og ment
Vistferðavinna
skjótast veksandi
- Føroyar at satsa
upp á vistferðavinnu.
Men neyðugt er, at
vit skipa okkum,
og her mugu vinna
og myndugleikar
samstarva og gera
neyðugar fyrireik-
ingar, segði Jacob
Vestergaard, lands-
stýrismaður á vist-
ferðavinnuráðstevn-
uni
VistferðaVinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Fyrstur á pallin á vistferða
vinnustevnuni í Norður
landahúsinum var lands
stýrismaðurin í innlendis
málum, Jacob Vestergaard.
Eg googlaði mær hug
takið ”ecotourism” ella
vistferðavinna fram á
alnótini og fann fram til, at
hetta
hugtak
einastaðni
varð
definerað
sum:
”Ábyrgdarfull
ferðing
í
náttúruni, sum varðveitir
umhvørvið og mennir møgu
leikarnar hjá íbúgvunum á
staðnum”. Eisini stóð at
lesa, at vistferðafólk vanliga
eru væl útbúgvin fólk, sum
ynskja
upplivingar
í
náttúruni, og sum brúka
meira pening enn vanlig
ferðafólk gera.
Landsstýrismaðurin
segði, at honum kom beinan
vegin til hugs, at hetta má
vera ein vinna fyri Føroyar
og serstakliga fyri út
oyggjar og útjaðaran.
Viðbrekið og tó
Okkara land er lítið, og
náttúran er viðbrekin, og
sjálvandi eiga vit ikki at
leggja okkum eftir at fáa so
nógv ferðafólk higar sum
gjørligt. Heldur eiga vit at
dyrgja eftir teimum, ið
kunnu hugsast at hava
áhuga í okkara náttúru og
mentan og sum vilja
gjalda fyri at uppliva hesar
partar av okkara samfelag.
Hann helt, at tá ið vist
ferðafólk er ein væl útbúgv
in og medvitaður ferða
mannabólkur, er eisini hugs
andi, at hesi fólk eru tey,
sum gera vart við seg, um
okkurt er at seta fingurin á.
Fyri at vera trygg í síni
avgerð, ímyndar landsstýris
maðurin sær, at vistferðafólk
leita sær holla vitan um
staðið, tey vitjað – longu
áðrenn tey fara út at ferð
ast.
Áðrenn vit fara undir
eina miðvísa ”branding” av
Føroyum, sum eitt slag av
grønum paradísi mótvegis
einum medvitaðum ferða
mannahópi úr útheiminum,
mugu vit fyrst hyggja inn
eftir og seta okkum nakrar
spurningar.
Jacob helt, at millum
spurningarnar, vit eiga at
seta okkum, eru hesir: Hava
vit nøktandi lóggávu og
stovnar at verja okkara
náttúru, avspeglar menning
in av okkara samfelag skila
góða planlegging og hvat
ítøkiligt hava vit veruliga
gjørt til tess at verja náttúr
una?
Avoldað lóggáva
Landsstýrismaðurin ásann
aði, at í lóggávuni hava vit
onga yvirskipaða landsplan
legging.
Kommunurnar plan
leggja sum frægast, og okk
ara náttúrufriðingarlóg er
avoldað. Eisini loyvir okk
ara veiðilóg veiði eftir
somu fuglasløgum, sum
okkara fakkunnleiki metir
eru hótt.
Men, legði landsstýris
maðurin aftrat:
Eg sigi ikki við hesum,
at vit skulu steðga allari
menning og venda aftur til
miðøldina fyri at gerast eitt
áhugavert stað fyri vist
ferðafólk.
Jacob segði seg bert vilja
vísa á, at vit mugu finna
røttu javnvágina millum
framgongd og vernd av
náttúruni.
Hann nevndi eisini Um
hvørvisstovuna, sum er ein
savnan av seks ymiskum
stovnum og fyrisitingarøkj
um innan náttúru, um
hvørvi og lendisfyrisiting.
Eg meti, at stovnsetanin
av Umhvørvisstovuni er eitt
satt frambrot á økinum,
men ein stovnur virkar ikki
uttan nøktandi og nútímans
amboð. Tí verður arbeitt
við at smíða lógarverk, ið
skal til fyri at Umhvørvis
stovan kann røkja sínar
uppgávur til lítar, segði
hann.
Landsstýrismaðurin segði
í síni niðurstøðu, at Føroyar
eiga at satsa upp á vistferða
vinnu.
Men neyðugt er, at vit
skipa okkum, og her mugu
vinna og myndugleikar sam
starva og gera neyðugar
fyrireikingar, soleiðis at
karmarnir eru upp á pláss
frammanundan, segði Jacob
Vestergaard.
Eiga at satsa upp á vistferðavinnu
Birita Nolsø, SamVit og Dr. John Hull, sum er ein av
serfrøðingunum í kanningini hjá National Geographic
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hvat gera vit framyvir fyri at menna og varðveita júst tær dygdir, sum onnur virðismeta so høgt
við Føroyum?
Mynd: Vilmund Jacobsen