Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 219 - 12. november 2007 11 tíðindi Ov smáur svartkalvi Fiski- og veiðinevndin hjá grønlendska Landstinginum hevur gjørt av at kanna, um tað er neyðugt at broyta verandi ireglur fyri at forða fyri, at skip fáa ov nógv av smáum svartkalva. Tølini vísa, at altsamt meiri verður fiskað av smáum svartkalva, og politikararnir bera ótta fyri, at tað kann skaða stovnin. Tí hava teir nú samtykt at kanna, hví skipini fáa meiri av smáum svartkalva. Ov smáir meskar hevur verið nevnt sum ein orsøk. Tey ungu velja skifti Høvdu teir ungu veljararnir í Grønlandi sloppið at gjørt av, hvør skal umboða Grønland í Fólkatinginum tað næsta valskeiðið, høvdu verandi umboð neyvan verið afturvald. Ein skúlakanning í Qaqortoq í síðstu viku vísti, at av teimum 108 næmingunum ætlaðu 50 sær at atklvøða fyri Demokratunum, meðan Siumut og IA, sum eiga verandi umboð á Christiansborg, fingu ávikavist 14 og 7 atkvøður. Tey ungu siga grundgevingina vera, at tey vilja hava broyting. - Neyðugt er, at vit skipa okkum, og vinna og myndugleikar mugu samstarva um karmarnar, segði Jacob Vestergaard Mynd: Vilmund Jacobsen anarliga tilfeingi – og hvussu vit menna tey eyð- kenni, sum gjørdu Føroyar til nummar eitt í kappingini hjá National Geographic. Virðini í Føroyum eru so einastandandi sjáldsom í eygunum hjá øðrum, at hóp- ur av fólki fegin vilja gjalda nógv fyri at koma higar og vilja uppliva Føroyar. Hvat gera vit framyvir fyri at menna og varðveita júst tær dygdir, sum onnur virðismeta so høgt? Veksur skjótast Vistferðavinna er eitt slag av ferðavinnu, ið talar til vistfrøðiliga og sosiala til- vitan. Yvirhøvur snýr hetta seg um mentan, náttúruupp- livingar, persónliga menn- ing og um at nema sær vitan um nýggjar livihættir hjá øðrum londum. Dýralív, plantulív og mentunarligi arvurin er tá fremsti atdráttur við einum ferðamáli. Kanningar vísa nevniliga, at vistferðavinna er skjótast vaksandi slag av ferðavinnu, og at vistferðafólk leggja mest pengar eftir sær í teimum londum, tey ferðast í. - Vit eru rættiliga býttislig, um vit ikki nýta hetta ótrúliga góða høvi, sum nú er okkum givið at menna Føroyar sum vistferðamál. Kunnu vit veruliga liva upp til ímyndina av Føroyum, og vilja vit vit liva upp til hana, spurdi Elin Heinesen, stjóri í SamVit á vistferðavinnu- ráðstevnuni VistferðaVinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Stjórin í SamVit, Elin Heinesen, var millum røðar- arnar á ferðavinnuráðstevuni leygardagin. Hon byrjaði við at vísa á úrslitið av kanningini hjá 522 serfrøðingum í burðar- dyggari ferðavinnu. - Sum flestu vita, hevur umrødda panel valt Føroyar sum mest vitjanarverda land av 111 oyggjalondum í heiminum. Hetta stóð eisini at lesa í National Geograph- ic Traveller fyri nøkrum døgum síðani. Nú skriva fjølmiðlar um allan heim um hetta fantastiska vakra oyggjalandið, vit búgva í. Wake upp call Elin vísti á, at hetta er eitt “wake upp call” og eitt momentum, vit mugu brúka, tí hetta fer uttan iva at merkja, at væl fleiri ferðafólk fara at leita sær til okkara leiðir. - Men spurningurin er, um vit eru fyrireikað til hetta? Og hvat er tað, sum hesi ferðafólk fara at vænta sær av vitjanini hjá okk- um? Hon helt, at áhugavert er kanska at hyggja nærri at, hvat tað vóru fyri dygdir, teir 522 serfrøðingarnir hjá National Geographic løgdu dent á, tá teir valdu okkum. Tað gevur helst eina hóming av, hvat onnur ferðafólk eisini síggja og vænta sær. - Fyrst og fremst vóru tað umhvørvisligar og vistfrøði- ligar dygdir. Teir hugdu at, hvussu rein náttúra okkara er, hvussu væl vit fara við henni, hvussu væl duga vit at skapa og varðveita hugna- lig og burðardygg býar- og bygdaumhvørvi. Síðan hava serfrøðingarnir hugt at sosialum og mentanarligum integritetur, hvussu sterk, ektað og upprunalig lokala mentanin í fólkinum er. Teir hugdu eisini at standinum og dygdini av søguligum bygningum og fornminnum og vakurleikanum í lands- lagnum, hvussu væl vit fara um hetta tilfeingi. Elin segði, at serfrøðing- arnir eisini hava hugt upp á okkara ferðavinnuumsiting, og hvussu tilvitað vit eru um okkara virðir sum ferða- land. Um vit duga at varð- veita hesi virði – og at enda hugdu teir at framtíðarút- litunum, ið teir meta vera sera góð fyri Føroyar sum ferðamannaland. Stjórin í SamVit helt, at henda kanning sigur okkum nakað um, hví tað er skila- gott av okkum at menna vistferðavinnu í Føroyum. - Vit skuldu verið rættiliga býttislig, um vit ikki nýta hetta ótrúliga góða høvi, sum nú er okkum givið. Nógvir spurningar Hon reisti eisini spurningin, um vit veruliga kunnu liva upp til hesa ímyndina av Føroyum – og vilja vit liva upp til hana framyvir, spurdi hon. - Í eygunum á øðrum eru virðini í Føroyum einastand- andi og sjáldsom, og tað er heilt vist, at hópur av fólki fegin vilja gjalda nógv fyri at koma higar og uppliva hesi virði nú, tá tey hava fingið eyga á tey. Elin spurdi, um vit bara skulu lata dyrnar standa víð- opnar? Hvussu við umhvørv- inum? Hvat kunnu vit gera framyvir fyri at verja, varð- veita og menna júst tær dygdir, sum onnur virðis- meta so høgt? Hesar dygdir, sum vit eisini áttu at virðis- mett – helst væl hægri, enn vit gera í dag, legði hon aftrat. Stjórin í Samvit greiddi í síni røðu eisini frá, hvat vistferðavinna og burðar- dygg ferðavinna í roynd og veru er. - Vistferðavinna – eisini kallað vistfrøðilig ferða- vinna – er eitt slag av ferða- vinnu, sum talar til vist- frøðiliga og sosiala tilvitan. Yvirhøvur snýr vistferða- vinna seg um mentan, náttúruupplivingar, sjálv- bodna arbeiðsmegi, persón- liga menning og um at nema sær vitan um ymiskar livihættir á klótuni. Náttúr- an, dýra- og plantulív og mentanarligi arvurin eru fremstu atdráttir hjá einum ferðamáli fyri vistferða- fólkið, segði Elin Heinesen, sum vit fara at venda aftur til í blaðnum í morgin. Fantastiska landið Elin Heinesen, stjóri í SamVit, heldur røðu á vistferðavinnustevnuni í Norðurlandahúsinum Mynd: Vilmund Jacobsen Um middagsleitið var ábit, og her er tað leiðarin á Kunningarstovuni í Fuglafirði, sum fer at fáa sær ein bita Mynd: Vilmund Jacobsen