Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Las týsdagin 6. nov. ein stubba hjá Róaldi Jákups­ syni, fólkatingsvalevni fyri Tjóðveldisflokkin, har hann finst at kjakinum um ,,hvussu nógv kristindómur og onnur religión skal fylla í almenna rúminum.” Tað fyrsta hann nevnir er ónøgd hansara viðv. barna­ og ungdómsarbeiði vesturi á Zarepta. Lat tað verða sagt, at eg væl skilji tað, hann tosar um, tá hann nevnir hetta dømi úr kjak.fo ,,Um tú ikki vendir um og tekur ímóti Jesusi beinanvegin, so fert tú at brenna upp í Helv­ iti í allar ævir.” Eg eri so púra samd; hatta er langt úti, fyri at siga tað beint, sum tað er. Sum við øllum øðrum nýggjum arbeiði, eru sjálv­ sagt ongar royndir at dúva uppá, tá farið verður undir nakað nýtt. Zarepta fyllir fjøruti í ár, og hava tey nú drúgvar royndir innan barna­ arbeiði. Óivað var tað soleið­ is fyri fjøruti árum síðani, at hjartað brann meiri enn heil­ in hugsaði um avleiðingar. Læran um Helviti er einki broytt hesi fjøruti árini, men framferðarhátturin er munan­ di broyttur. Havast má í huga, at omanfyri nevnda ræðusøga ongantíð hevur verið ‘stand­ ard søgan’, fortald verður børnunum, tá tey hoyra um Jesus. Bert at fortelja um Helviti er at siga bert eitt brot av støðu menniskjanna. Eg vil leggja dent á, at í dag verður leiðarin á fyrsta leiðarafundi (hvønn dag er leiðarafundur eftir døgurða) mintur á júst hetta; um ikki at ræða børnini til Himmals, men at vísa teimum kærleika og vera góð við tey. Tað er sjálvandi ein ræðu­ leiki, at tað eru fleiri, sum eru komin út fyri omanfyri umtalaða. Tíverri hendi tað soleiðis, at tað gekk út yvir virðismikil, smá børn, sum í dag ivaleyst munnu vera vaksin, og hevur hetta allar­ helst havt tað við sær, at tey einki longur vilja hava við hvørki Zarepta ella Jesus at gera. Tíbetur er framferðar­ hátturin broyttur, eftir at man hevur sæð, at tað skað­ ar og skelkar børn, fer man ikki varliga fram. Børn eru viðbrekin og sera móttakilig, og tí má farast fram við allarstørsta varsemi. ,,Hava tey nakrantíð haft eitt frítt val?” Eg havi altíð havt frítt val. Og ofta havi eg verið á Zar­ epta. Eg eri ein teirra, sum Róaldur Jákupsson vildi kall­ að indoktrinerað. Men tað, sum Róaldur Jákupsson ikki veit, er at foreldur míni ong­ antíð hava noytt meg til nak­ að. Tvørturímóti. ,,Hvør verj­ ir tey?” spyr Róaldur Jákups­ son um okkum indoktriner­ aðu. Svar mítt er, at foreldur míni vardu meg. Sjálv trúgvi eg so sjálvsagt eisini, at Gud vardi meg á ein hátt, mær nú gagnast og kemur til góða. Aftur til fría viljan. Bíbli­ an lærir okkum ymiskt um Gud, m.a. at Hann er almát­ tugur. Kundi Hann tá ikki noytt okkum øll at komið til Hansara? Jamen, hví ger Hann so ikki tað? Jú, tað er tí, at Hann ynskir, at vit menniskju skulu koma til Hansara av egna fría vilja okkara. –Hvørja gleði hevði tað havt við sær at noytt eitt barn at elska foreldur síni? Róaldur Jákupsson tekur synd í mær, av tí at eg í mínum uppvøkstri varð lærd, at Bíblian er sannleiki. ,,Men hvat við teimum børnum, sum eru fødd og uppvaksin í hesum umhvørv­ inum, har tey verða indok­ trineraði við bíbliuni sum hægstu lóg?” Góðasti Róald­ ur Jákupsson, eg gleðist og eri takksom fyri tað. Mær varð givið nakað at halda í, inntil eg var nóg vaksin at taka aðra avgerð sjálv, um eg heldur ynskti tað. Er tað kanska ein van­ lukka at verða lærdur, at man skal elska næsta sín, at man eigur at akta foreldrini, at tað er ein Himmal til teirra, sum velja at geva seg til Jesus og taka ímóti tí góða, Hann hevur til okkara, at Helviti í grundini ongan­ tíð varð ætlað menniskjum, men Djevlinum og einglum hansara? At Gud er kærleiki og ynskir at leiða okkum yvirum frá deyða til lívs? So er spurningurin, hvat síðani skal koma ístaðin fyri hesa propaganduna, sum tú, modernaði individualistur, so inniliga ynskir, eg var fyri uttan. Tað sigur søgan einki um. Sum Tróndur Olsen sigur í sangi sínum meg lysti at frætt, meg lysti at frætt. Skul­ du vit kanska bara havt nakað at gingið eftir, sum ikki hvíldi í einum hægri mátti, men bert var evnað til av menniskjum? Eitt banalt dømi vildi verið hetta: flestu okkara vildu sagt, at tað er ljótt at gera øð­ rum fortreð, men um onkur segði tað øvugta, hvat varð tá galdandi? Báðar útsagnir eru jú sagdar av menniskjum; hvør útsøgn man so vera røtt? Hvat skulu vit byggja á? Søg­ an sigur okkum jú, at vit menniskju broytast og hug­ burðir broytast. Er tá einki at halda í, sum ongantíð broytist? Darwin í skúlanum, Bíblian á Tingi Róaldur Jákupsson vil vera við, at Darwin er eitt av ljótastu banniorðum í Før­ oyum. Hov, hov! Eg minnist væl í fólkaskúlanum, at menningarlæran var tað, lívfrøðibókin lærdi okkum. Samstundis minnist eg eins væl, at skapanin varð lærd í kristnitímunum. Tá eg seinni fór á studentaskúla, valdi eg mær heimspeki sum eina av vallærugreinunum. Tá var ein øðilig mótstøða ímóti skapan, men stór undirtøka fyri júst menningarlæruni. Hvat navn er verri hjá vaksnum at taka á tungu, Jesus ella Darwin? Irriterandi, at fólk brúka Bíbliuna sum grundarlag fyri teirra sannføring. – Serliga, tá tað kemur til politik; soleiðis ganga summi og mutla. Óivað sip­ ar Róaldur Jákupsson til Miðflokkaumboðini, og møguliga onkran annan í øðrum flokki, sum trýr á Gud. Men hvat tá? Vit vita jú øll, hvat hesi standa fyri. Ein partur av Føroya fólki hevur valt tey inn á ting at umboða seg. Man tað ikki júst vera tí at veljarin veit, hvat hesi byggja á, nevniliga tað, sum er fast og ikki broy­ tist eins og tíðin og rákið? Er tað ikki tað einasta demo­ kratiska, at hesir veljarar eisini verða umboðaðir á tann hátt, teir ynskja tað? Skal tað nú ikki vera pláss fyri øllum í Føroyum allíkavæl? Viðmerking til ‘Kjak um Gud’ Hanna ÓlavsdÓttir stórligir heilsufyrimunir av krímvaksinatión verða staðfestir av spildur­ nýggjum kanningum Gleðilig úrslit av krímvaksi­ natión verða nú staðfest av spildurnýggjum kanningum av 145.000 eldri fólkum. Hetta eru júst nú kunngjørt í vísindatíðarritinum ”New England Journal of Medicine”. Á heimferð av Norður­ landaráðsfundi í Oslo sá eg, at við stórum stavum áttu hesi gleðiligu tíðindini alla forsíðuna í tveimum stórum norðurlendskum dagbløðum (kundi ynskt mær at onkun­ tíð funnu slík góð tíðindi rúm á føroysku forsíðunum). Tey góðu tíðindini eru, at eldri fólk, sum lata seg vaksinera móti krími, fáa ikki einans tann fyrimunin, at tey oftari sleppa undan vanligari krímsjúku, men tey fáa haraftrat eyka heilsugóðar fyrimunir. Og tað er ikki so lítið: tí staðfest verður, at tað er munandi minni vandi fyri at tey, sum lata seg vaksinera, fáa blóðpropp í hjarta ella heilabløðingar ­ sum ofta er deyðsorsøk hjá eldri fólki.. Haraftrat verður staðfest, at um tey kortini fáa krím – ongin vaksina er jú 100% ­ so verða tey nógv skjótari frísk aftur, og sjúkuárinini eru nógv mildari enn hjá teimum, sum ikki lata seg vaksinera. Minkar vandan fyri blóðproppi niður í helvt Í norska Dagbladet frá tórs­ degnum 1. nov.bórust hesi góðu tíðindi frá læknafak­ liga heilsukunnleikanum í norska Folkehelseinstitutt­ et.. Har var eisini viðmerk­ ing frá hjartaprofessara við St. Olavs Hospital í Trond­ heim. Hann var so fegin um úrslitini, at hann inniliga mælti øllum eldri fólkum til at lata seg vaksinera. Somu tíðindi vóru borin fram í danska dagblaðnum BT frá fríggjadegnum 2. nov., har granskingarleiðarin fyri ”Danske Lægers Vaccina­ tions Center” samanfatar tey góðu tíðindini soleiðis: ”Ert tú eldri enn 65 ár og letur teg vaksinera móti krími, hevur tú í eitt longri tíðarskeið næstan hálverað vandan fyri at doyggja av einum blóðproppi”. Noy­ aktigu tølini siga, at eftir at tú sum pensjonistur ert vaksineraður móti krími, so fellur vandin fyri at doyggja av blóðproppi ella lungnabruna við 48% og tað eru 27% minni vandi fyri at koma á sjúkrahús.” Og kemur tú á sjúkrahús, er munandi skjótari at gerast frískur aftur og sleppa heim. Ósakliga bakbitið frá Annitu á Fríðriksmørk Tá eg las hesi góðu tíðindi í norðurlendsku dagbløðun­ um, kom eg at hugsa um ósakliga bakbitið hjá Annitu á Fríðriksmørk eftir mær fyri 2­3 vikum síðani, tá løgtingið hevði tikið undir við uppskoti mínum, um at nú skal standa øllum pensjonistum í boði at fáa ókeypis vaksinatión móti krími. Nú kunnu vit lesa lesa í Dagbladet, at Marianne Bergsaker frá norska Folke­ helseinstituttet sigur, at: ”Det beste tidspunktet for at vaksinere seg er nå, fram til begynnelsen av vinteren. Men det går også ann å vaksinere seg etter at influensaen er registrert. For alle i risikogruppa er vaksinasjon i alle tilfelle å anbefale. Vinterinfluensa kommer vanligvis runt årsskiftet. I fjor var den på topp i slutten av februar.” Tilboðið um ókeypis vaksinatión eigur at víðkast Sum nú er, er tilboðið um ókeypis krímvaksinatión avmarkað til fólkapensjon­ istar. Eftir nýggju kanning­ arúrslitunum at døma eiga vit at fyrireika, at tilboðið verður víðkað til aðrar vandabólkar, uttan mun til aldur. Her verður serliga hugsað um fyritíðar­ pensjonistar og fólk við kroniskum lungna­ og hjartasjúkum, diabetessjúklingar o.o. sum eftir læknaligum metingum eru í vandabólki. Krímvadksinatión bjargar mannalívum landsstýrismaður Hans Pauli strøm viðmerkingar Nr. 219 - 12. november 2007 Eitt viðkomandi evni, sum javnan er frammi, er um átrúnaður og politikkur skulu ganga hond í hond ella um átrúnaður ikki hoyrir heima í politikki. Hetta hevur stóran týdning fyri Miðflokkin, tí kristindómur er virðis­ grundarlagið undir polit­ ikkinum hjá flokkinum. Tað má vera eitt ja­ligt tilknýti millum politikk og átrúnað og somuleiðis millum demokrati og átrúnað. Hervið er ikki sagt, at vit ynskja at blanda okkara gudstrúgv, og tað at liva í hesum heimi. Í tí politiska arbeiðinum, er átrúnaður til staðar, men tað er ikki her gudstrúgvin verður skapt, tað verður hon í kirkjusamfeløgum og samkomum kring landið og hjá tí einstaka menni­ skjanum. Tí hevur tað týdning at vit ikki gera átrúna til politikk og politikk til átrúna. Politikkur snýr seg um at skipa eitt samfelag á ein skynsaman hátt, meðan átrúnaður er sambandið millum Gud og eitt menniskjuna. Tá ið talan er um demokrati, so merkir hetta fólkastýri ella fólkaræði. Her hava vit øll frælsi at velja hana ella hann, sum vit meina vil arbeiða fyri teimum virðum ið viðkom­ andi kann standa inn fyri. Tín atkvøða vil hjálpa, soleiðis at hesi virðir verða varðveitt í landi okkara. Hetta er ikki ein sjálvfylg­ ja, men nakað sum vit miðvíst mugu arbeiða fyri. Øll valumboð hjá Mið­ flokkinum taka undir við hesum. Tí er tín atkvøða fyri Miðflokkinum trygd fyri, at hesi virði verða varðveitt til gagns fyri fólk og land okkara Føroyar. Set X við Miðflokkin Átrúnaður/Demokrati/Politikkur Miðflokkurin JasPur langgaard Val Loysing skal ikki av dagskrá fyrr enn loyst er. Alt annað er háðan ímóti fólkaviljanum frá 14. septembri í 1946. Til vit hava loyst, eru við bert ein parantes í "Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne". Alheimsgerð er bert ein táta í núverðandi ríkisrættarligu støðu. "Heimurin fyri tær opin..." ­ syngur Martin Joensen so skaldsliga og bjartskygt í sanginum Morgun. Men heimurin er ikki Føroyum opin. Glæman frá alheimsins møguleikum og skyldum hómast illa ígjøgnum lyklarholið í stonga kustaskápinum, sum hin fyrr so erpna tjóðin búleikast í. Heimastýris lógin er ikki rúmari enn eitt kustaskáp í alheiminum. Og har vera vit til vit tora at koma út. Tíðin er komin til at koma úr kustaskápinum. Livst, so spyrst. tel. (+298) 55 66 63 runi@blika.fo Loysingin skal ongantíð leggjast til viks!!! formaður Unga Tjóðveldisins rúni nielsen Val