Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Fólkatingsvalið 13. november 2007 Løgtingsvalið 19. januar 2008 1 68 Nr. 219 - 12. november 2007 Vil tú hava umboðan á Fólkating , - sum bara hevur eitt aðalmál og tað er at niðurbróta ríkisfelags- kapin og allar teir fyri- munir vit sum fólk og land hava við honum, og sáa illgresið - ja so er eitt at gera – vel Javnaðarflokkin ,Fólkaflokkin,Miðflokkin, Sjálvstýrisflokkin ella Tjóðveldi, tí hesar eru allir á einum málið um at fullveldið og sonenevndi frælsur felagskapur = loysing er loysnin. Valið hjá tær er einfalt - vil tú hava ein ábyrgdar- fullan flokk at umboða tíni og landsins áhugamál á fólktingið ,- ein flokk sum vil áhaldandi mennað hetta samfelag og fólkið her búleikast, so er sambandsflokkurin TÌN flokkur. Sambandsflokkurin er TÌN TRYGD ,TÌN VERJA ,TÌN ábyrgdar- fullað umboðan bæði her heima á løgtingið og í fólkatinginum. Tí er umráðandi at vit fáa júst tína atkvøðu tann 13. Novembur. Menning av landi og fólki okkara í ríkisfelagskapinum eru aðalmál Sambandsfloksins Løgtingsmaður Valevni Sambandsfloksins til fólkatingsvalið Johan Dahl Val Á heimasíðuni hjá Tjóð- veldi staðfestir Sjúrður við feitari skrift lygnir hjá Karsten Hansen. Hann sigur, at tað er lygn, at framsøgumaðurin hjá Tjóðveldinum, Finnur Helmsdal undir viðgerðini av løgtingsmáli nr. 41/2­007 segði at hjúnar- lagið var eitt stórt vandamál. Finnur ikki bara segði tað, men hann grundgav eisini fyri tí. Hann vísti á teir mongu hjúnarskilnað- arnar sum vóru, og hvussu serliga børnini liðu undir hesum. Allar hesar trupul- leikarnar slapp man undan, um hjúnarlagið ikki var. Alt Føroya fólk kundi lurta, tí tað bleiv sagt fyri opnari mikrofon. Sjúrður og øll onnur kunnu fáa tað orðrætt á netinum. Eisini sigur Sjúrður, at tað er lygn, at Høgni Hoydal skal hava sagt, at tað er neyðugt at fáa skrásett parlag upp á pláss, áðrenn vit taka fullveldi og trakka út í heim. Tíverri hevur hann sagt tað, og eg trúgvi, at hann og fleiri við honum meina tað. Eg havi virðing fyri fólki sum ikki hava somu mein- ing sum eg, tað harmar meg, at Sjúrður ikki virðir tey, sum hann er ósamdur við, men tað hevur hann jú loyvi til. Góði Sjúrður eg veit at tú ikki frá foreldrunum hevur lært, helst móti betri vitan, at kalla fólk fyri lygnara. Nú gleið Sjúrður í egnum skarni Løgtingsmaður, Miðflokkurin tlf. 285007 Karsten hansen Val Føroysk fólkatingsumboð eiga at súgva nýggja vitan, hugskot og loysnir til sín úr útheiminum, sum vit kunnu brúka skilagott til at møta avbjóðingum í Føroyum Konstruktiv og mennandi umboð Skipanin, við at nøkur mál eru yvirtikin meðan onnur eru ríkismál, hevur við sær, at tað er ein sjálvsagdur rættur at Føroyar hava umboð í ríkistinginum har felagsmál verða umsitin. Tað er tí ein sjálvfylgja, at føroysku umboðini ikki kunnu vera – og heldur ikki eiga at vera – neutral í øllum málum, men eiga at hava ein konstruktivan og mennandi hugburð til arbeiðið á Fólkatingi, soleiðis at bæði Føroyar og felagsskapurin mennist av arbeiðinum. Júst hugburðurin til arbeiðið á Fólkatingi er av stórum týdningi. Tú mást hava ein uppbyggjandi hugburð tá tú fert inn í samstarv, óansæð um talan er um Útnorðursamstarvið, Norðurlandaráðið, ES ella Ríkisfelagsskapin. Hug- burðurin er avgerandi fyri tey úrslitini ið fáast burt- urúr og vísir eisini trúð- virðið yvir fyri tínum sam- starvsfelagum. Sambands- flokkurin vil sjálvsagt vísa seg sum ein konstruk- tivan og álítandi sam- starvsfelaga, har hann hevur umboð. Flyta loysnir til Føroya Føroyar eru í dag partur av altjóða samfelagnum, og vit hava á leið somu avbjóðingar og trupuleikar sum umheimurin. Hækk- andi oljuprísur, vaksandi eldrabyrða og mangul uppá arbeiðsmegi eru dømir um felags trupul- leikar í nógvum londum. Okkara umboð á fólka- tingi kunnu vera við til at síggja avbjóðingarnar fyri framman, hyggja at hvussu onnur lond hava valt at loysa trupulleik- arnar, sortera millum tær loysnirnar londini hava valt, og vísa á hvørjar loysnir kunnu menna Føroyar. Rák á Fólkatingi, Dan- mark, ES og aðrastaðni kunnu soleiðis á ein kon- struktivan hátt nýtast til at menna politiska arbeiðið og lyfta støðið – eisini heima í Føroyum – og ser- liga um umboðini á fólka- tingi eru at sær komin og hava røttu førleikarnar. Tey fólkini hava vit í Sambandsflokkinum. Finna skilagóðar loysnir á Fólkatingi Landsstýrismaður í fíggjarmálum Magni laKsáfoss Val Sambandsflokkurin sendir i hesum døgum bókling, við heitinum “Tín trygd”, í hvørt hús í landinum. Eftir sera ósambandsku og løgnu signalini teir hava sent út seinastu mánaðirnar, er hetta ein roynd at sissa fólk aftur. Tjóðveldi hevur lagt eina ætlan, ið snýr seg um at draga sambandsflokkin upp á tráð. Væl er eydnast. Teir lokkaðu formannin í sambandsflokkinum at lova eina fólkaatkvøðu um loysing í 2­012­. Hann lov- aði eisini, at hann vildi respektera avgerðina. Ein rættur sambandsmaður hevði stríðst til síðsta blóðsdropa ímóti slíkum ørskapi. Tað er rættuliga ótrúligt, at sambandsflokkurin nú gongur á odda í ørskapi- num, at øll politisk orka nú, enn einaferð, aftur skal brúkast til øsing um loys- ing, í staðin fyri at verða brúkt til búðnan realpolitikk. Tann næsti sum fór í netið hjá hjá Høgna Hoy- dal, var nýggi landsstýris- maðurin í fíggjarmálum. Hann fær næstan ikki blund í eyguni, orsakað av skaðiligu ávirkanini, sum hann heldur, at blokkurin hevur á búskapin. Nú sambandsflokkurin ber brenni á øsingarbálið hjá tjóðveldinum, og teir báðir ætla at trúlovast á fólkatingi, og síðan at gift- ast aftaná næsta løgtings- val, er betri lag aftur á tjóð- veldinum, nú ongin, burtur- sæð frá miðflokkinumur, hevur tíma at spælt við teir í nøkur ár. Øll vit, sum hava fólk- sins vælferð sum fremsta mál í øllum politiskum viðurskiftum, mugu nú standa saman, eisini á fólkatingi. Ábyrgd- arfullur politikkur snýr seg um at at varðveita og menna møguleikarnar hjá okkara ungdómi, at tryggja og menna vælvirkandi vælferðarskipanir hjá familjum og at tryggja og betra umstøðurnar hjá okkara eldri. Tín vælferð og trivnaður, er grundarlagið undir politikkinum hjá okkum í javnaðarflokkinum, eisini tá talan er um ríkisrættar- ligu viðurskiftini, har vit altíð hava gingið á odda og hava víst á nýggjar og gongdar leiðir. Tín ótrygga trygd løgtingslimur og valevni Kristian Magnussen Val Nógvar ákoyringar hava verið á Tjóðveldið, tí vit ikki framman undan vilja binda okkum til ávísan blokk í donskum politikki. Men sjálvandi binda vit okkum ikki í óðum verki til nakran sum helst. Í Danmark er eingin flokkur, ið hevur føroyskt fullveldi sum endamál, meðan hetta er høvuðsendamálið hjá Tjóðveldinum. Tí er eingin ávísur danskur flokkur upplagdur samstarvsfelagi. Tað kann eisini tykast í og so nasadjarvt av okkum føroyingum at fara á Fólkating at gera av fyri danir, hvørt teir skulu hava eitt høgra- ella vinstrastýri, ið vit ikki sjálvi skulu liva og virka í. Og samstundis havt í huga, at allir flokkar í Danmark eru um at rena saman á miðuni, kann tað vera líka mikið, um Danmark verður stýrt 5 stig til høgru ella 5 stig til vinstru. Hetta førir til einastu skilagóðu niðurstøðu, ið mann kann koma til. Nevnliga, at okkara Fólkatingsumboðan skal brúkast til at røkja føroysk áhugamál aleina. Vit skulu ikki brúkara okkara Fólkatingsumboðan til at bjarga verðini undan kapitalistiskum heykum ella sosialistiskum rósum. Men bara fyri Føroyum. Sæð við Tjóðveldisbrillum sjálvandi. Føroyar fyrst og fremst Danskur partapolitikkur í aðru røð Tjóðveldi Petur í gong Val