mánadagur 12. november 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fólkatingsvalið 13. november 2007
Løgtingsvalið 19. januar 2008
1
68
Nr. 219 - 12. november 2007
Tað hevur ligið í føroying
inum og í okkara mentan –
hóast vit ikki hava verið
samd um alt – at hava
virðing fyri skaparanum og
hansara orði. Tí er tað so
hugstoytt í dag at hoyra
røddir, sum seta spurnar
tekin við henda mentan
ararv okkara!
Sum landsstýrismaður í
mentamálum havi eg m.a.
verið við til at hátíðarhildið
100 ára dagin hjá Heima
missiónini norðuri í Nes
vík, 80 ára dagin hjá Frels
unnarherinum í Havn og
nú 40 ára dagin hjá
Zarepta vesturi í
Vatnsoyrum, umframt at
verið við til vígsluna av
Oasuni í Hoyvík, Kelduni í
Skálafirði og nú seinast tí
nýggju kirkjuni í Hoyvík.
Vit eiga at seta ómeta
liga stóran prís upp á alt
hetta kristiliga virksemi, tí
eingin av okkum veit og
dugir at ímynda sær,
hvussu stóran týdning tað
hevur fyri okkara samfelag
og fyri Føroyar sum tjóð.
Eg hugsi ikki minst um
sunnudagsskúlaarbeiðið
kring landið og barna og
ungdómslegurnar bæði í
Nesvík og Zarepta!
Góð, kristin uppaling
hevur bara varðveitandi og
uppbyggjandi ávirkan á
samfelagið og er eitt gott
mótspæl til so nógv
negativt, sum floymir inn
yvir okkum! Tí hava vit
jú eisini í fólkaskúlalógini
ásett, at skúlin í sátt og
samvinnu við foreldrini
skal hjálpa til at geva
næmingunum eina kristna
og siðalagsliga uppaling.
Fólkaflokkurin er ein
borgarligur, konservativur
flokkur, og tað liggur í
okkara hugsjónum at
verja hesi virðini – tað
fara vit at gera, bæði á
løgtingi og á fólkatingi!
landsstýrismaður og valevni
Fólkafloksins
Jógvan á
LakJuni
Val
Vit vilja verja tey veruligu virðini!
Sum valevni fyri Javnaðar
flokkin vil eg vísa á, at
fyri at fáa besta dialog,
virkisføri og ikki minst
avrik í ríkisfelagsskapin,
so er neyðugt at velja
Javnaðarflokkin á
fólkating.
Javnaðarflokkurin vil,
heldur enn at dyrka ósemj
ur, nýta ríkisfelagsskapin
til at fáa ítøkilig úrslit.
Flokkurin, sum ikki er
bangin fyri at ganga
nýggjar leiðir og sum vil
nýta ríkisfelagsskapin til at
fáa ávirkan og
avgerðarrætt í
viðurskiftum, sum hava
við Føroyar at gera, har
afturat byggja brýr út í
heim, skapa sambond og
limaskapir, ið eru til gagns
fyri Føroya fólk.
Í øllum kjaki og orða
drátti um ríkisfelagsskap,
altjóðagerð, veðurlags
broytingum o.s.fr. er
alneyðugt ikki at missa
uppruna aðalmál floksins
úr eygsjón, at halda fast
við grundsjónarmið flok
sins, sum er at arbeiða fyri
vælferð og trivnaði hjá
fólkinum.
Javnaðarpolitikkur er
eyðkendur við, at breiðastu
og sterkastu herðarnar bera
tyngstu byrarnar. Eitt
samhaldsfesti, sum eisini
røkkur út um landoddarnar.
Javnaðarflokkurin vil
eisini taka ábyrgd í altjóða
høpi.Tað er eisini okkara
ábyrgd at bøta um ávirkan
ina av dálkingini, at vit
eisini gera okkara part av
neyðugu broytingunum. At
stinga høvdið í sandin –
eins og strussurin, og halda
at hetta ikki ávirkar okk
um her úti í Atlantshavi
num, er ábyrgdarleysur
politikkur.
Vilt tú eitt samhaldsfast
samfelag, har rúm er fyri
okkum øllum, har trivn
aður skal vera fyri øll, og
har ábyrgd verður tikin av
umhvørvinum, so er Javn
aðarflokkurin besta trygd
fyri hesum.Vel tí Javn
aðarflokkin á fólkating.
Rúm fyri okkum øllum
Javnaðarflokkurin
kirstin strøm
Bech
Val
Í morgin verður
fólkatingsvalið
Seinast vit heittu á tykk
um at fara á fólkatingval,
gjørdist javnaðarflokkurin
ov stuttur.
Okkum vantaðu bert
nakrar fáar hundrað at
kvøður, so var ein føroysk
javanaðarrødd at hoyra á
fólkatingi. Ein rødd, sum
kundi gjørt vart við seg, tá
ið Danmark dróg Føroyar
við sær í kríggj í Irak, ein
rødd, sum kundi arbeitt
saman við landsstýrinum
og rokkið uppaftur longri á
leið í spurningum um
størri heimildir á sjálv
stýrissleið, ein rødd, sum
eisini kundi gjørt vart við
seg í Føroyum í t.d. Koyto,
málinum og útlendinga
málinum. Ein samhands
føst rødd og eitt fólk, ið vil
lurta eftir okkara lands
monnum og kvinnum bæði
í Føroyum og í Danmark.
Eg fari við hesum at
takka tykkum mongu, sum
atkvøddu fyri Javnaðar
flokkinum til seinasta
fólkatingsval og øllum
teimum mongu, sum
stuðlaðu mær persónliga.
Eg vóni, at tað hesuferð fer
at eydnast Javnaðarflokk
inum at fáa umboð á
Fólkating. Tað kann hava
avgerðandi týdning fyri
framtíðina bæði í Føroyum
og í Danmark.
Minnist til, tað gevur
onga meining at velja ein
flokk í Fólkatingið ella eitt
fólk, sum ikki ætlar at
brúka alla sína tíð at tæna
Føroya fólki í júst hesum
sessi.
Sama hvussu leikur fer –
so fari eg at ynskja øllum
føroyingum eitt gott
fólkatingsval.
Góðu føroyingar
Javnaðarflokkurin
heLena Dam á
neystaBø
Val
Eg játtaði at stilla upp til
fólkatingsvalið, tí eg haldi,
at vit sum samfelga hava
brúk fyri einum javnaðar
aumboði á fólkatingi.
Somuleiðis játti eg at stilla
upp til hetta valið,tí eg
haldi, at tað hevur týdning,
at eins nógvar kvinnur og
menn eru at hoyra og sígg
ja, tá tað snýr seg um at
velja eitt umboð, ið skal
kjakast og arbeiða fyri
framhaldandi menning av
samfelagsligu viðurskift
um okkara.
Eitt samfelag verður
eftir mínum tykki best
umsitið, har eins nógvir
menn og kvinnur eru við
til at taka avgerðir. Vit
vita, at har sum bæði
kvinnur og menn í felag
eru við til at skapa karmar
um samfelag okkara, har
koma øll tey góðu menn
iskjaligu virðini til sín rætt.
Á henda hátt hava vit
gjøgnum øldir útviklað
okkum. Tað tykist tí skeivt
og ónatúrligt, at tað næstan
bara er tað eina kynið, ið
myndar politiska pall
okkara.
Okkara flokkur hevur
havt einasta kvinnuliga
løgmannin í Føroyum.Tað
eri eg stólt av, og júst í
hesum døgum er komin ein
sera áhugaverd bók út um
javnaðarkvinnubrotið
Maritu Petersen, sálu.
Henda bókin kann geva
okkum øllum, serliga
okkum kvinnum, íblástur
og dirvi til at røkka heilt til
politisku hæddirnar, har
politikur verður okkara
dagliga arbeiði.
Eg fari tí at heita á allar
kvinnur í landinum!
Hugsið tykkum væl um,
áðrenn X verður sett.
Gott javnaðarval øll
somul.
Vit kvinnur !
Javnaðarflokkurin
nita
næs
Val
“Onki land kann standa
einsamalt”, hesi vóru orð
ini hjá fyrrverandi forseta
sambandsríkjana. So satt,
so satt! Sagt av manni við
altjóða royndum, sum ikki
er bangin fyri at siga frá
sannroyndum sínum.
Tí eru bert tveir møgu
leikar á valinum til fólka
tingið: Sambandsflokkurin
ella ein av hinum 5 flokk
unum. Vit í Sambands
flokkinum síggja stórar og
víðskygdar møguleikar í
samstarvinum. Teir 5, sum
vilja loysa, eru ójavnir á
máli á hvønn hátt summir
fyrr og summir seinni.
Tað sigur seg tí sjálvt at
Sambandsflokkurin er
einasta rætta umboðið.
Flokkurin gongur inn fyri
skipanini og vil brúka og
menna hana alsamt til
Føroya fólks besta á øllum
økjum.
Eitt er givið: Saman
standa vit sterkari! Møgu
leikarnir fyri menning
gerast størri og vælferðin
gerst størri. Somuleiðis
gerst frælsið hjá okkum
øllum størri, tí sum tikið
verður til, onki frælsi uttan
fíggjarligt frælsi.
Sambandsflokkurin er
álítandi og fer av øllum
alvi at umboða føroyska
fólki á ein virðiligan og
mennandi hátt. Endamáli
er at arbeiða fyri Føroya
sak í øllum málum, bæði
fyri føroyingum í Føroyum
og teimum sum av ymsum
áðum eru stødd í Danmark.
Ríkisfelagsskapurin skal,
sum alt annað, røkjast við
skili og umsorgan. Tá
gerast umstøðurnar hjá
Føroya fólki so góðar sum
gjørligt á øllum økjum.
Minnist tí til, at á val
degnum eru bert tveir
møguleikar Sambands
flokkurin ella ein av teim
um 5 loysingarflokkunum.
Bill Clinton á føroyavitjan síni segði!
Sambandsflokkurin
eDmunD
Joensen
Val
Ein tann fremsta avbjóð
ingin ið vit standa yvirfyri
í dag, er at steðga veður
lagsbroytingunum. Hetta er
ein uppgáva, ið bert kann
loysast um vit taka ábyrgd,
bæði her heima og á
altjóða stigi. Javnaðarflokk
urin vil taka hesa ábyrgd.
Vit halda fast við, at
Føroyar skal halda
ásetingarnar í Kyoto
avtaluni um at minka útláti
við 8 prosentum.
Vit vilja føra ein virknan
umhvørvispolitik og taka
ábyrgd saman við
heimssamfelagnum. Vit
vilja taka ábyrgd fyri at
lata okkara eftirkomarar
arva ein heim, har tað ber
til at liva, uttan stórar og
álvarsamar umhvørvis
hóttanir. Hetta vilja vit
virka fyri eisini á
Fólkatingi.
Vit skapa úrslit – set
tín kross við Lista C
Altjóða ábyrgd – altjóða
samhaldsfesti
valevni hjá Javnaðarflokkinum
eyðgunn
samueLsen
Val