mánadagur 12. november 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Fólkatingsvalið 13. november 2007
Løgtingsvalið 19. januar 2008
1
68
Nr. 219 - 12. november 2007
Vel eina nýggja byrjan.
Vel veruligu
javnaðarvirðini. Vel John
á Fólkating
Vilt tú venda konfrontatión
til dialog? Vilt tú venda
gerðarloysi til virkisfýsni?
Vil tú víðka okkara rása
rúm úti í heimi og taka
altjóða ábyrgd? Vilt tú hava
eina nýggja byrjan? So er
eitt at gera. At velja Javn
aðarflokkin á fólkating
týsdagin.
Fyri tína atkvøðu lovi eg
tær eina nýggja byrjan. Tað
er avgerandi neyðugt fyri
vælferðina, at vit fáa ræði
á okkara egna uttanríkis
politikki. Tí vil eg sum
fólkatingslimur virka fyri
einum heilt nýggjum
samstarvi við danir á
jøvnum føti. Einum jøvn
um samstarvi, har føroy
skar avgerðir verða tiknar í
Føroyum á føroyskum
grundarlag.
Søguliga hevur Javnaðar
flokkurin altíð staðið fyri
teimum framstigum, sum
eru tikin á sjálvstýrisleið.
Avgerðirnar eru altíð
tiknar, tá tær hava verið
neyðugar fyri menningina
av samfelagnum. Vit
slóðaðu fyri slóðbrótandi
Heimastýrislógini í 1948.
Vit yvirtóku ráevnini í
undirgrundini í 1992. Vit
áttu yvirtøkulógina í 2005.
Nú er aftur ein nýggj
byrjan neyðug.
Vel eina nýggja byrjan.
Vel veruligu javnaðarvirð
ini. Vel John á Fólkating.
Nýggj byrjan og verulig úrslit
www.john.fo
John
Johannessen
Val
Tú sum ert ungur, og hevur
tørv á opnum, góðum
møguleikum. Tú sum ert
tilkomin við ábyrgd fyri
familju og heimi og hevur
tørv á vælvirkandi skipan
um á øllum samfelags
økjum. Og tú sum ert eldri
og hevur tørv á tryggum
umstøðum og góðari um
sorgan, tá tínar egnu kreftir
ganga undan.
Tað er ein serlig grund
til at seta krossin við Javn
aðarflokkin á fólkatings
valinum.
Tað snýr seg um okkara
vælferð, aðalmerkið hjá
Javnaðarflokkinum tað
vit raðfesta fram um alt
annað. Serliga hugsi eg her
um heilsuøkið, almanna
økið og skúlaøkið.
Við støði í egnum kreft
um hava vit megnað at
bygt eitt sterkt og gott væl
ferðarsamfelag í Føroyum,
sum á flestu økjum stendur
mát við hini norðurlendsku
vælferðarferðarsamfeløg
ini, tey bestu í heiminum.
Men tað svitast ikki, at
við so lítlum fólkagrunda
rlagi sum okkara, klára vit
okkum aldrin uttan eitt tætt
og vælvirkandi samstarv
úteftir, eitt ítøkiligt, dagligt
samstarv um okkara væl
ferð. Her kunnu vit fegnast
um teir óavmarkaðu
møguleikarnar fyri sam
starvi úteftir sum vit hava í
ríkisfelagsskapinum. Hetta
er eitt samstarv, sum eg
dag og dagliga í mínum
starvi sum landsstýris
maður síggi tann ovurstóra
týdningin og fyrimunin í.
Tí heldur Javnaðarflokk
urin ósvikaliga fast við
samstarvið í Ríkisfelags
skapinum.
Hugsa bara um samstarv
ið við Ríkissjúkrahúsið,
hetta er rætt og slætt ein
lívsæðr úteftir fyri føroy
ska sjúkrahúsverkið. Tað er
júst út frá hesum tørvinum,
at vit nú eru farin undir
arbeiðið við at útvega
okkum eitt nýtt og betri
sjúklingahotell í
Keypmannahavn.
Alt hetta merkir ikki, at
vit í Javnaðarflokkinum
bara venda eyguni móti
Keypmannahavn. Nei
eisini tá tað snýr seg um at
slóða fyri samstarvi aðrar
vegir, gongur Javnaðar
flokkurin undan. Tak t.d.
okkara nýggja samstarv
við Ísland á heilsuøkinum,
sum verður skipað nú í
heyst. Og nú eru vit eisini
farin ígongd við at fáa eitt
nýtt og spennandi samstarv
í lag á heilsuøkinum við
okkara stóra granna fyri
sunnan, Skotland.
Í internationalum poli
tikki stendur
norðurlendska
vælferðarsamfelagið sum
eitt vinnarasamfelag, ikki
bara í vælferð, men eisini
fyri vinnuliga nýskapan og
búskaparligan vøkstur. Tá
er vert at hugsa um, at
hetta norðurlendska
vælferðarsamfelagið jú er
sprottið úr og bygt upp
eftir tí javnaðarpolitisku
samhaldsføstu hugsjónini.
Tí leggja vit eisini stóran
dent á sosialdemokratiska
samstarvið, í ríkisfelags
skapinum og í norðurlend
ska samstarvinum. Onga
staðni sum har setir man
politisku dagsskránna fyri
støðugari endurnýgging av
norðurlendsku vælferðar
skipanini fyri at møta
dagsins og framtíðarinnar
avbjóðingum fyri okkara
vælferð.
Í valstríðnum sum nú
leikar á, í Føroyum og í
Danmark, seta Javnaðar
flokkarnir tína og fólksins
vælferð ovast á politisku
dagsskránna. Hetta er
tann grundin eg vil vísa
tær á, til at seta krossin
við Javnaðarflokkin á
fólkatingsvalinum.
Ein trygd og treyt fyri vælferð
Javnaðarflokkurin
hans Pauli
strøm
Val
Eg havi mangan hildið at
vit suðringar hava latið
ov nógv um okkum farið
uttan at bitið nóg nógv
frá okkum , hóast okkara
temperament, men má
ásannað at arðir tolnir
útoyggjabúgvar eisini eru
í hesum landið.
Nú hevur Másin verið á
sleipistøð í Vági í nakrar
vikur og má eg viðganga,
at hetta skipið kunnu vit
als ikki bjóða teimum sum
ferðast til Svínoyar og
Fugloyar , tíðin er snøgt
sagt farin frá hesum
skipið sum ivaleyst hevur
verið gott og tænt fyri sítt
breyð.
Nú vit hava sett út í
kortið at gera eina
Nólsoyarferju, vil eg
mælað til, at vit kannað hjá
meklarum sum selja ferjur
og finnað eina hóskandi,
góða ferju til Svínoyar og
Fulgoyarleiðina.
Tað finnast uttan ivað
góð skip við fáum árum á
baki sum høvdu verið væl
egnað til hesa farleið.
Lat okkum fáa avseta
neyðugu upphæddirnar av
til hesi skip komandi og
næstkomandi ár.
Svínoy og Fugloy mugu fáa nýtt
skip til farleiðina skjótast
løgtingsmaður
Sambandsflokkurin
Johan
Dahl
Val
Í míni lestrartíð í Keyp
mannahavn merkti eg
støðugt, hvussu Føroyar
gleið longur og longur
burt úr huganum. Eftir
hvørt ár sum fór, hevði eg
verri og verri við at minn
ast Føroya kláru heystluft,
merkja angan av fullum
hoggjhúsum, merkja
smakkin av rundstykkjum
frá Frans o.ø.
Vit vóru fleiri á
Oyrasundskolleginum við
somu støðu, og royndu vit,
hvør sínum lagið, at halda
sambandið við tað, ið
føroyskt var.
Vit gjørdu eitt miðvíst
arbeiðið í ÍF Føroyum.
Har megnaðu vit at lyfta
felagið uppá eitt slíkt
støðið, at fleiri okkara
fóru beint heim í bestu
føroysku deildina. Eitt nú,
Mikkjal Thomasen,
Herbert í Lon, Eyðun
Højgaard, Jan Dam, John
Heri Dam, Niklas
Niklasen og aðrir. Tá vóru
vit stoltir. Vit høvdu knýtt
eitt band heim aftur á
klettarnar.
Eisini í Føroyahúsinum
virkaðu vit. Dansifelagið
Fótatraðk, sum kendi seg
so eina og rótleyst fekk
nýggjan stuðul. Vit
megnaðu at bera so í
bandi, at Fótatraðk kom
inn undir veingjabreiðið
hjá Sláið Ring. Tá vóru vit
ovurfegin. Hetta var gott
fyri Fótatraðk og ikki
minst fyri føroyskan dans
sum heild, tí tilgongdin av
ungum fólki hevur verið
støðugt veksandi síðani.
Mínir dagar sum
lesandi í Keypmannahavn
eru taldir, men rita í minni
er ein rík tíð. Umframt
hesi góðu minnir, stendir
eisini kenslan av, at tað var
tung at fáa nakra hjálp
heimani frá. Vit vildu
virka fyri sterkari bondum
millum okkum lesandi
niðrið og heimlandið, men
langt frá allar hurðar fóru
á glopp, minni enn so.
Eitt javnaðarumboð á
Fólkatingi, fer av øllum
huga, at virka fyri, at
okkara ungdómur, sum í
stóran mun heldur til í
Danmark, fer at kenna seg
tættari Føroyum.
Javnaðarumboðið vil
virka fyri, at knýta bond
millum okkara ungdóm á
flatlondum og menturnar
økini í Føroyum. Slík
bond mangla í dag.
Slík bond tæna Føroyum
í allar mátar. Slík bond
kunnu gera munin tá
Føroyar skal veljast fram
um onnur lond.
Styrkið land okkara.
Setið x við Javnarflokkin
Valevni hjá Javnaðarflokkinum
Jónleif
Johannesen
Val
Lat tey hóma dalar og fjøll