mánadagur 12. november 2007síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fólkatingsvalið 13. november 2007
Løgtingsvalið 19. januar 2008
1
Hví valdi eg at játta áheit
anini frá Javnaðarflokki
num um at vera við á lista
num til Fólkatingsvalið?
Mínar politisku royndir
higartil eru í kommunal
politikki, har mál um viður
skiftini rundanum bygdar
fólkið vóru á skránni:
bygging av barnaskúla;
rakstur og fyrireikan av
nýggjum barnagarði,
innsavnan av ruski, skipan
av spillvatnsleiðingum
o.s.fr.. Alt spennandi og
týðandi mál fyri vælferð
og trivnað í bygdini. Tá eg
líti aftureftir, so var tað
besta kenslan av, at tað av
og á eyðnaðist at gera mun.
Henda kensla av, at tú
kanst gera mun, eggjar teg
til at luttaka í lands og
fólkatingspolitikki.
Politikkur er at vilja; viljin
at røkka settum málum;
finna loysnir um floks
mørk; loysnir, sum ikki
bert er lægsti felagsnevn
ari, men størri og betri enn
tað, hvør einstakur einsa
mallur megnar at finna.
Avbjóðingin verður, ikki at
fella í ta grøv, har sjálvs
nøgd og niðurgerð av
øðrum hugsanum setir
skránna. Tað skal vera
lokkandi at vera í politikki;
eitt arbeiðspláss, sum
dregur til sín dugnalig,
innovativ og hjartagóð
fólk.
Hví ikki fara á val og
royna nakað nýtt?
Hóast eg brenni fyri lokal
politikki og havi nokk at
takast við í teimum álitis
størvum, eg havi í Sørvágs
bygdarráð, so var eg als
ikki í iva, tá eg fekk áheit
an um at koma uppá listan
hjá Javnaðarflokkinum til
fólkatingsvalið. Sjálvsagt
veit eg, at eg ongan møgu
leika havi at gera meg
galdandi. Tó haldi eg, at
vit hava nógv góð
kvinnulig valevni á
javnaðarlistanum
hesaferð, og at
møguleikin at fáa eina
kvinnu á fólkating kanska
ongantíð hevur verið
betur.
Gott javnaðarval
Frá 1998 til 2004 sat Fólka
flokkurin við flogvallar
málinum í landstýrinum.
Av teimu átta árunum, sat
Bjarni Djurholm fýra ár.
Tað einasta, sum hendi
var ein stór konfrontatión
við danir øll hesi árini. Eitt
tað fyrsta, ið Jóanes Ejdes
gaard gjørdi sum løgmaður
var, at hann tók flogvallar
málið úr hondunum Bjarna
Djurholm. Og gjørdi hann
ikki tað, so hevði Fólka
flokkurin framvegism hildi
sítt kvørkratak um flog
vallarmálið nú skjótt tíggju
ár eru liðin. Og mín sann
nú tað er gingið hálvt
annað ár síðan avtalan um
at útbyggja Vága floghavn
var klár, og 365 mill kr
seinasta árið hava verið
tøkar so er als einki hent.
Nú mundi eg sagt ósatt, tí
hesa tíðina hava Bjarni
Djuurholm og Poul Michel
sen lagt alla orku í at fáa
ein altjóða flogvøll
gjørdan á Glyvursnesi.
Ein og aleina
fólkaflokkinum fyri at
takka. Vága floghavn er
niðurpínd viðvíkjandi
innflúgvingartólum eins
og terminalurin als ikki
kann nøkta tann
ógvusliga vøkstur við
ferðafólki. Tí er tað nógv
fyri at hoyra ábreiðslur
um óregularitet, tá ið
orsøkin er at Vága
Floghavn hevur verið
gíðsil í einum politiskum
spæli seinastu tíggju
árini.
Javnaðarflokkurin
EilEy
WEihE
Val
Javnaðarhugsjónin
fremsta mál
Javnaðarflokkurin
EilEy
WEihE
Val
Hví drálar Bjarni Djurholm?
Hví luttaka
matvørufrøðingur, Velbastað
Óluva
NiclasEN
Val
Annika W. Joensen hevur
spurt allar floksformenn
um javnstøðumál.
Spurningurin verður hervið
svaraður:
Tjóðveldi hevur í hesum
valstríði og fer í valstríð
num til løgtingsvalið at
hava javna umboðan av
monnum og kvinnum.
Vit boðaðu fyri fleiri
mánaðum síðani frá, at
aðalstjórnin í Tjóðveldi
num hevði tikið undir við:
At í valstríði fáa
kvinnur og menn javna
rúmd.
At í landsstýri og
øðrum álitissessum fer
Tjóðveldi at hava javna
umboðan av monnum og
kvinnum.
At Tjóðveldi er í ferð
við at orða ein javnstøðu
politikk fyri alt
samfelagiðí breiðari
merking. (Fyrsta stigið er
uppskotið hjá okkum á
tingi um miðvísa
gransking av javnstøðu
málum í samfelagnum,
sum tú finnur á heimasíðu
løgtingsins og á www.
tjodveldi.fo undir
“tingarbeiði”.
Við bestu kvøðum
Svar til Anniku
W. Joensen um
kvinnur í politikki
tjóðveldi
høgNi
hoydal
Val
Eftir hólmgongusending
ina, ið var send í útvarp
inum fríggjakvøldið, har
Karsten Hansen fyri
Miðflokkin og Sjúrður
Skaale fyri Tjóðveldi tóku
lut, fari eg, Miðfloksins
vegna, at takka tær
Karsten, at tú ikki fór
niður í runudíkið til Sjúrð.
At Sjúrður slapp at vísa
okkum innastu hugsanir
sínar, og sítt hatur móti
teimum, ið loyva sær at
hugsa ørðvísi enn hann,
var skakandi, men
neyðugt. Gott at tú, tóat
freistingin at fara niður á
sama støði at svara aftur
man hava verið stór, ikki
gav eftir.
Takk fyri at tú dugdi tað,
hann ikki dugdi at stýra
sær.
Sjálvur havi eg áður
kontakta Sjúrð, gjørt hann
varugan við feilcitatir, og
við skeivleikan í at
endurgeva smábrot, sum
hann tekur úr størri
samanhangum. Havi eisini
roynt at greitt honum frá tí
ódámliga í at gera
niðurstøður út frá citatum
frá øðrum og so látast,
sum hesar niðurstøður eru
frambornar av persóninum
sjálvum. Og hann hevur
givið mær rætt, biðið um
umbering men heldur
síðani á í sama spori.
Slíkt kanst tú neyvan
verja teg ímóti, men bert
vóna, at hann vaknar og
sær vandan, áðrenn hann
renur seg í óføri.
Enn einaferð takk fyri
Karsten!
Miðfloksins vegna
Ein tøkk til Karsten Hansen!
floksformaður
Miðflokkurin
JENis av
RaNa
Val
Í samfull 100 ár hevur
Sambandsflokkurin verið
sannur afturhaldsflokkur,
tá tað hevur snúð seg um
ríkisfelagsskapin. Hesin
skuldi konserverast og ikki
rørast. Heldur ikki, tá
Javnaðarflokkurin í 1948
gekk á odda at fyri fáa
Heimastýrislógina.
Í samfull 60 ár hevur
Tjóðveldið verið
loysingarflokkur, sum í
orðum hevur vilja loyst
heldur í dag enn í morgin.
Forrestin hildu rættir
tjóðveldismenn fyrr, at
flokkurin ikki hoyrdi
heima á Fólkatingi, men
nú er alt øðrvísi. So
øðrvísi, at nú mugu
tjóðveldismenn ikki siga
loysing, um nakar annar
hoyrir.
Men hesir báðir flokkar
liva framvegis av at taka
patent upp á ríkisrættarligu
støðuna. Teir royna at billa
okkum inn, at tað eru bert
hesir báðir flokkar, sum
hava eina støðu til
ríkisfelagsskapin. Tað liva
teir av. Men hetta er so
ósatt, sum nakað kann
vera.
Øll eiga at vita, at hóast
Sambandið í 100 ár og
Tjóðveldið í 60 ár hava
stríðst fyri hvør sínum
máli, so hevur tíbetur
hvørgin fingið rætt.
Felagsskapurin hevur
broytt seg ótrúliga nógv,
hóast Sambandið hevur
ynskt tað beint tað øvugta,
og loysingin er ikki komin,
hóast Tjóðveldið hevur
ynskt hana.
Og orsøkin er tann
einfalda, at
Javnaðarflokkurin javnt og
samt hevur broytt
felagsskapin.
Javnaðarflokkurin hevur
broytt ríkisfelagsskapin
soleiðis, at vit alla tíðina
hava havt røttu karmarnar
til at menna vælferðina í
Føroyum, sum jú er
okkara fremsta politiska
høvuðsmál.
Og tað er júst hetta vit
bjóða okkum til til
fólkatingsvalið týsdagin.
Vilt tú onga broyting, so
vel bara Sambandið.
Vil tú loysing, so vel
bara Tjóðveldið.
Vilt tú hava ein liviligan
og rúmligan
ríkisfelagsskap, sum alla
tíðina mennir seg og
skapar møguleikar, so
velur tú sjálvandi
Javnaðarflokkin.
Tí Javnaðarflokkin
Tí Javnaðarflokkin !
Javnaðarflokkurin
JÓaNNEs
EidEsgaaRd
Val
68
Nr. 219 - 12. november 2007