Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fólkatingsvalið 13. november 2007 Løgtingsvalið 19. januar 2008 Fast fýra ára valsekið Fyri at skapa størri stabilitet í samfelagnum eigur Føroya Løgting at broyta vallógina soleiðis at hvørt valskeiði verður 4 ár. Tvs. tað verður ikki møguligt at skriva út val í ótíð. Ì Noreg er valskeiði fastlagt til 4 ár og val er fjórða hvørt ár í september mánaða. Føroysku kommunurnar hava fast 4 ára valskeið og virkar hetta sera væl. Í Føroyum hava skiftandi samgongur verið settar undir trýst av einum ella fleiri politikarum við hóttanum um, at fær hann ella tey ikki hetta ella hatta í gjøgnum, ja so skal viðkomandi slíta samgonguna osfr. Hetta skapar ikki bara politiskan óstabilitet, men eisini ein óstabilitet sum breiðir seg langt inn í landsumsitingina. Landsumsitingin verður av hesum nógv dýrari at reka og munandi minni kemur burturúr fyri hvørja brúkta skattakrónu. Verður valskeiði lagt fast til 4 ár fær ein og hvør samgonga betri arbeiðsfrið og landsumsitingin fær gagnnýtt sítt tilfengið munandi betri. Fólkatingsvalið 2007 Góðu Veljarar! Eg fari at loyva mær, at heita á veljaran kring land­ ið um at takað javnstøðu millum kvinnu ­ og mann í fullum álvara til hetta val­ ið, og vísa at vit í Føroyum tora og vilja javnstøðu. At arbeiða í einum bygda­ ráð næstan einsamøll kvinna, er sera trupult. Rokni við at so er eisini á tingi. Vit kvinnur og menn hugsa so ymiskt um politiskt um ymisku málini. So tá tú situr einsamøll ella báðar tvær í kommunu ella tingi, ja so verða øll mál viðgjørd á ein ódemokratiskan hátt, sjálvt um vit siga, at vit liva í einum demokratiskum landi. Hvussu longi skal hetta halda fram? Ella, skulu vit til hetta valið tora og vilja javnstøðu? Eg kundi ynskt, og fari tí eisini at heita á allar veljarar um at takað støðu til spurningin, um vit veruliga ynskja eitt sunt og demokratiskt land, har øll sjónarmið vera hoyrd og viðgjørtd, demokratiskt av báðum kynum og ikki mestsum bert av tí eina kyninum. Maktina til at broyta okkara land 13.Nov til eitt sunt demokratist land hava tit góðu veljarar. Maktin liggur í tykkara hondum henda dag, brúki hana kvinnur og menn. Gott javnaðarval! Skulu vit ikki blanda okkum í danskan politikk – heldur ikki tá tað gagnar okkara landi og okkara borgarum? Heldur ikki, um tað at blanda seg, gevur møguleikan at víðka okkara uttanríkispolitiska rásarúm? Valda ella valdast At løgtingsformaðurin nýtir so niðrandi orð sum blackmail og prostitutión um tað, at onnur vilja gera sum mest til nyttu á fólkatingi, er hugstoytt at lesa. Heldur hann tað vera øðiliga cool at fáa fulla fólkatingsløn við lunnindum, uttan at gera tað arbeiðið, sum gevur føroyingum mest fyri henda sess? Er tað ikki at taka beinleiðis lut í donskum politikki at vera virkin partur av vinstra­, konservativa­ ella sosialdemokratiska blokkinum? Tað er jú at taka støðu uppá forhond, hvørjum føroyska umboðið skal halda við á fólkatingi, uttan mun til um tað gevur úrslit og framstig fyri okkum. Vit sita á tveimum av 179 sessum í fólktatinginum, sum gevur okkum 1/90 part av valdinum – ella tað sama sum einki vald. Kortini kunnu hesir sessir í ávísum førum gerast sera valdsmiklir – nevniliga um vit gerast tungan á vágskálini. At føra fram, at vit ikki tá skulu nýta høvið at fremja okkara søk, tað gevur ikki meining. Blandi meg, tá tað gevur ávirkan Prinsippið um, at tað eru danir, sum ráða í Danmark og føroyingar í Føroyum er sjálvandi rætt. Men so leingi vit hava fólkatingssessir, er tað væntandi virðing fyri føroyska veljarum at frásiga okkum møguleikan at ávirka, tá og har vit kunnu. Vit skulu seta fyrispurningar, við at luttaka virkin og sjónliga í politiskum kjaki og áhaldandi seta fokus á Føroyar. Og vit skulu ávirka við at atkvøða fyri øllum teimum málum, sum á ein ella annan hátt ávirka okkara viðurskifti ella okkara borgarar. Vera sjónlig Danir umsita okkara uttanríkispolitikk – har er eitt stórt arbeiði, ið skal gerast at víðka okkara ræsir. Vit senda næstan allar okkara sjúklingar til viðgerð á donskum sjúkrahúsum, og hetta gjalda vit á leið100 mió kr fyri um árið – har eru nógvir spurningar, vit eiga at seta. Tá danir viðgjørdu, hvørt motorvegur skuldi leggjast til Hirtshals ella Hanstholm, hevði eg fegin atkvøtt fyri Hanstholm, tí har leggur Norrøna at, og tað hevði tí gagnað okkara ferðamannaskipi best. Harumframt búgva fleiri enn 20 000 føroyingar í Danmark. Vit eiga eisini at arbeiða fyri og ávirka mál, sum hava týdning fyri tey. Eg vil blanda meg uppí danskan politikk hvørja ferð tað á nakran hátt kann vera okkara fólki og landi at gagni. Tí eg taki ikki undir við, at meðan danir sleppa at seta síni fingramerki, ja enntá sínar undirskriftir á okkara sáttmálar við onnur lond, skulu vit sita kvirr og siga sum minst. Eg taki ikki undir við, at føroyska umboðið fellir inn í kongaliga tapetið á fólkatingi. Nr. 219 - 12. november 2007 18 Vilja vit fella inn í kongaliga tapetið? Fólkaflokkurin Bjarti Mohr Val Javnaðarflokkurin EilEy WEihE Val Tjóðveldi Bjørt SaMuElSEn Val Tjóðveldi sigur, at flokk­ urin vil stuðla tí stjórnar­ leiðara í Danmark, sum vil lata mest afturfyri. Flokk­ urin setur fram trý krøv. Eitt av hesum krøvum er, at ein komandi donsk stjórn skal fráboða ST, at Føroyar eiga ein ómissandi sjálvsavgerðarrætt. Eg havi ikki havt møgu­ leikan at rættað tykkum í Tjóðveldinum, tí henda seina rættleiðingin. Kravið um, at ein komandi for­ sætismálaráðharrin skal fráboða sjálvsavgerðar­ rættin til ST, kunnu tit gott gloyma, tí Løgmansskriv­ stovan hevur longu syrgt fyri, at fráboðanin er komin til ST í New York. Tá vit sendu okkara part av fimtu frágreiðingini um borgarlig og politisk rætt­ indi umvegis danska uttan­ ríkisráðið til ST, skrivaðu vit í endanum av fyrsta parti: “In summation, the People of the Faroes have and retain their inalienable and sovereign right to self­ determination under international law.” Umsett til føroyskt ljóðar hetta: “Samanumtikið hevur og framhaldandi hevur føroyska fólkið ein ómissandi sjálvsavgerðarrætt sambært fólkarættinum.” Hetta er boðskapurin, sum Løgmansskrivstovan hevur syrgt fyri nú liggur á høvuðsborgini hjá ST í New York. Og hann liggur har. So eini góð ráð til Tjóðveldi, eisini tí, at bæði Anders Fogh Rasmussen og Helle Thorning­Smith eru vitandi um, at vit hava fráboðað okkara sjálvs­ avgerðarrætt, at tit finna tykkum okkurt annað gott krav at seta fram í staðin, um tit koma til eina politiska uppboðssølu. Hetta er bert enn eitt dømi um, at politikkur í veruleikanum ikki snýr seg um orð, men ítøkilig úrslit. Tað er okkara vørumerki í Javnaðarflokkinum. So lat okkum gera valið týsdagin til eitt rætt javn­ aðarval. Gott val. Hvar er sjálvsavgerðarrætturin? Javnaðarflokkurin jóannES EidESgaard Val Hvat í allari víðu verð skulu føroyingar gera á einum fólkavaldum tingi hjá eini aðrari tjóð? Heldur løgin spurningur at seta sær hjá einum fólki, ið hevur sítt egna ting. Og man hetta ikki vera eindømi, at tingfólk kann sita í tveimum fólkavaldum tingum. Men í veruleikanum er hetta als ikki løgið. Tí støða okkara í dag er tann, at lógarsmíð og støðutakan hjá okkum føroyingum liggur á tveimum støðum, bæði í Føroyum og í Danmark. Altjóða samfelagið Stór mál verða viðgjørd og avgerðir tiknar á Fólkatingi, ið viðkoma okkum føroyingum. Vit skulu sum tjóð taka lut í altjóða samfelagnum! Um vit halda tað er trygt gott at liggja afturundir einum øðrum fólki og durva, so hevur søgan prógvað, at hetta er ikki so! Og halda vit, at umheimurin kemur ikki til okkara, og vit kunnu liggja her í dvala uttan at noyðast at taka støðu til nakað í altjóða heiminum, so fara vit so dyggiliga skeiv. Tí eru vit ikki við í altjóða samfelagnum, so fara onnur at siga okkum, hvussu okkara veruleiki skal síggja út. Hugsa tær, hvussu heimurin hevði sæð út, um ikki fólk hvønn dag høvdu tikið sær av uttanríkis politiskum málum? Tjóðveldi røddin út í heim Okkara fyrsta hurð út í heim er Fólkatingið. Her eigur rødd okkara at vera, og síðan eigur hon at hoyrast nógv longur út í heim. Tjóðveldi er røddin, sum brennur fyri føroyskum áhugamálum og skapar álit og virðing á Fólkatingi. Vit fara at varpa ljós á støðu Føroya, tá Danmark væntandi gerst partur av ES­grundlógini og at virka fyri sjálvstøðugari umboðan í altjóða felagsskapum. Føroyingar skulu sjálvir taka støðu til at seta egna grundlóg í gildi, og umvegis fólatingssessin skulu vit skapa virðing fyri hesum arbeiði. Føroyingar á Fólkatingi Tjóðveldi óluva KlEttSKarð Val 1 68