mánadagur 12. november 2007síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fólkatingsvalið 13. november 2007
Løgtingsvalið 19. januar 2008
Føroyar skal miða eftir at
vera ein sjálvberandi tjóð
bæði búskaparliga,
mentanarliga og stjórnar
skipanarliga. Uppskotið
hjá Javnaðarflokkinum um
eina sjálvstýrislóg er eitt
frálíkt grundarlag. Hetta
uppskot ásetur, at sjálv
stýrislógin skal staðfesta
ein samstarvssáttmála – ein
samveldissáttmála, sum
tvey sjálvstøðug og
javnsett lond í ríkisfelags
skapi hvørt við annað.
Fólkatingssessurin skal
brúkast til at slóða fyri
einum felagsskapi millum
Føroyar og Danmark á
jøvnum føti. Einum fræls
um felagsskapi, sum gevur
Føroyum møguleika fyri at
virka sjálvstøðugt millum
onnur lond. Er grundlógin
ein forðing fyri hesum, ja,
so má hesin spurningur
loysast við støði í tí
arbeiði, sum stjórnar
skipanarnevndin hevur
gjørt. Endamálið er at
Føroyar kunnu samstarva á
jøvnum føti við øll heim
sins lond.
Sannleikin er, at allar
yvirtøkur, ja øll framstig á
sjálvstýrisleið eru tikin av
Javnaðarflokkinum og
saman við Javnaðarflokk
inum. Og listin er langur.
Eingin gloymir undirgrund
ina og yvirtøkulógina.
Tíverri mugu vit siga, at
eisini hetta seinasta val
skeiðið hava okkara fólka
tingsumboð drigið føroysk
ar ósemjur niður á røðara
pallin í Fólkatinginum, og
fløkt føroyskan og danskan
politikk saman, heldur enn
at slóða fyri semjum.
Til tess at røkja føroysk
áhugamál í Fólkatinginum
er tað ein fyrimunur at
vita, hvussu tann politiska
skipanin virkar, bæði í
Føroyum og í Danmark.
Frá nógvum samráðingum
millum landsstýrið og
donsku stjórnina, sum
løgtingskvinna, sum lands
stýriskvinna, sum eyg
leiðari í bankakanningini,
havi eg drúgvar royndir at
byggja á, tá ið Føroyar
skulu setast á dagsskrá í
Danmark og úti í heimi.
Fái er veljarans álit, skal
eg gera mítt besta til tess at
røkja áhugamál føroyinga.
Føroyar og ES
Danir fara um stutta tíð at
samtykkja ein nýggjan ES
sáttmála. Hesin sáttmáli
hevur verið samanborin
við eina nýggja felags
grundlóg fyri limalondini í
ES, har danir eins og onnur
fólk mugu geva sjálvs
avgerðarrætt frá sær. Ein
slíkur sáttmáli kann tí
eisini viðføra, at felagsmál
millum Føroyar og Dan
mark verða flutt til
Bryssel.
Hetta er eitt álvarsmál
fyri Føroyar, og fólka
tingssessurin skal brúkast
til at fyribyrgja, at før
oyskur sjálvsavgerðarættur
verður avreiddur til
Bryssel. Ein føroyskur
fólkatingslimur skal fylgja
væl við, og arbeiða fyri at
varðveita og menna ta
serstøðu, sum vit hava í
ríkinum og í Evropa.
Gongdin má vendast
Hagtølini siga, at nógvar
kvinnur eins og nógv
vælútbúgvin fólk trívast
ikki í Føroyum. Orsøk
irnar eru mangar. Tað snýr
seg bæði um vantandi
vælferðartænastur hjá til
dømis einligum mammum,
og førleikaskerdum. Men
tað snýr seg ikki minst um
vantandi arbeiðs og
menningarmøguleikar hjá
fólki við serligum
førleikum.
Samfelagið hevur stóran
tørv á kvinnunum. Longu
nú eru uml. 2.000 færri
kvinnur enn menn. Hugsið
um avleiðingarnar, um
gongdin heldur fram.
Hagtølini siga nevniliga, at
tað eru kvinnur í aldrinum
millum 20 og 39 ár, sum
velja Føroyar frá.
Vit hava so sanniliga
eisini brúk fyri teimum væl
lærdu. Vinnulívið, heilsu
verkið útbúgvingarskipanin
og ikki minst mentunar
lívið øll rópa eftir væl
útbúnum fólki, kreativum
fólki og fólki við fjøl
broyttum royndum. Fólki,
ið kunnu opna dyr.
Hetta er ein katastrofal
gongd, sum sigur okkum,
at vit mugu styrkja sam
haldsfestið og fjølbroytnið
og tora at taka lut í
alheimgerðini.
Tað má ikki vera snævur
skygni og ósolidariskar
skipanir, ið gera, at før
oyskar kvinnur og vælút
búgvið fólk velja ikki at
búseta seg í Føroyum. Vit
skulu í góðum samstarvi
við Danmark og onnur
lond menna okkara sam
haldsføstu skipanir, so at
trivnaður og vælferð er á
hægsta stigi í Føroyum. Í
tann mun at eitt fólkatings
umboð kann geva eitt íkast
til at venda gongdini, fari
eg at leggja alla mína orku
í tað.
Politikkur uttan
landamørk
Vit vita øll, at tær stóru
politisku dagsskráirnar
verða ikki loystar í teimum
einstøku parlamentunum.
Eg hugsi t.d. um veður
lagsbroytingar, umhvørvi,
gransking og altjóðagerð.
Spilloljan, CO2 dálk
ingin, umhvørvisdálkingin
og ódnarveðrini spyrja ikki
eftir landamarki, tá ið
rokningarnar verða sendar
út. Og rokningarnar verða
stórar gera vit einki. Eis
ini skulu vit taka lut í teirri
slóðbrótandi granskingini,
sum skal vísa á nýggja og
burðardygga menning hjá
t.d. vinnulívinum. Her
megnar eingin at gera nak
að einsamallur. Og als ikki
Føroyar. Gud náði okkum,
um vit liggja sjóvarfallið
av okkum.
Vit eru kanska smá og
fá, men landafrøðiliga eru
vit fleiri ferðir størri enn
Danmark. Lata vit sum
einki og uppfinna tápu
ligar undanførslur í t.d.
Kyotomálinum, so verða
avleiðingarnar ógvusligar –
eingin ivi um tað. Tað
liggur ein stór ábyrgd á
okkara fólkatingumboðum
at vera við til at finna
burðardyggar loysnir sam
an við Danmark og øðrum
londum.
Okkara fólkatingsumboð
skulu miðvíst saman við
landsstýrinum arbeiða fyri,
at Føroyar fáa umboðan í
so nógvum altjóða felags
skapum sum møguligt.
Men meðan vit arbeiða fyri
hesum, má framburðurin
halda fram. Tað ber ikki til
at steðga t.d. Koytomáli
num, bert tí onkur flokkur
ikki góðtekur, at vit boða
ST frá støðu okkara gjøg
num Danmark. Tað merkir
bert, at vit halda fram at
dálka.
Tað eru úrslitini sum
telja
Minnist til, at tað tekur tíð
og krevur politiskt hegni at
røkka úrslitum. Tí má eitt
føroyskt fólkatingsumboð
verða fólkatingsumboð
burturav. Ikki eitt umboð ið
gravar seg niður í Dan
mark, men eitt vakið og
virkið umboð, ið tænir
Føroya fólki.
Fái er veljarans álit, skal
eg gera mítt besta til tess at
røkja áhugamál føroyinga.
Hvør selur seg
í politikki?
Tað er sjálvsagt funnin
fressur hjá fleiri at leggja
Tjóðveldi undir at vilja
selja seg til hægstbjóðandi
í sambandi við
fólkatingsvalið. Enntá
tosar Løgtingsformaðurin
um “politiska
prostitusjón”.
Nokk so skemtiligt, at
hoyra slíkar ákærur frá
júst teimum flokkum, sum
seinastu 70 árini hava
prógvað, at teir eru longu keyptir inn í danskar flokkar.
Og sum aftur til hetta valið boða frá, at teir uppá forhond
hava selt sínar atkvøður til ávísar flokkar í Danmark.
Men eisini nokk so álvarsligar ákærur, sum krevja eitt
aftursvar.
Sambandsflokkurin, sum annars atkvøddi ímóti Irak
krígnum og hernaðarlógunum í Føroyum, vil altso fegin
leggja atkvøður til ta stjórn, sum framdi hetta.
Fólkaflokkurin sigur seg eisini frammanundan stuðla
eini danskari stjórn, hóast hon gongur beint ímóti
samdum løgtingi.
Og javnaðarflokkurin hevur frammanundan selt sín
loyalitet til donsku socialdemokratarnar.
Tað, sum vit hava sagt í Tjóðveldinum, er, at vit ikki
selja okkum til nakran flokk.
Men vit siga, at gerst okkara atkvøða avgerandi og ger
munin (uttan mun til um vit siga ja, nei ella hvørki), so
hava vit nøkur heilt greið krøv, sum hava við rættindini
hjá føroyska fólkinum at gera:
At okkara rættindi sum tjóð verða fráboðað
Sameindu Tjóðum, so viðurskiftini millum Danmark og
Føroyar verða skipað eftir altjóða reglum og sáttmálum.
At rættindi okkara at samtykkja egna grundlóg, verða
vird.
At vit hava rætt til javnar samráðingar eftir altjóða
reglum um okkara framtíðarstøðu.
Hetta eru krøv, sum allir flokkar og øll í Føroyum áttu
at kunna tikið undir við.
Hetta hevði lagt fólkaræðisligu mannagongdirnar
greiðar Og við hesum verða avgerðirnar ikki tiknar í
Keypmannhavn eftir donksum krøvum, men í Føroyum
eftir altjóða demokratiskum reglum.
Vit eiga sjálvsagt at brúka ein slíkan møguleiki, har vit
júst ikki selja okkum, men hinvegin hava greið krøv.
Samstundis hava vit gjørt greitt, at vit hava sjálvsagt
eisini politisk og hugsjónarlig mørk fyri at nýta okkara
atkvøðu. Og markið gongur sjálvsagt júst har, ið vit gera
okkum inn á grundleggjandi rættindi hjá øðrum fólkum –
um tað er í altjóða høpi ella í Danmark.
Sambandsfloksins aðal
mál: At menna land
og fólk okkara í ríkis
felagsskapinum
Valið hjá tær er einfalt vil
tú hava ein ábyrgdarfullan
flokk at umboða tíni og
landsins áhugamál á
fólktingið ein flokk sum
áhaldandi vil mennað hetta
samfelag og fólkið her
búleikast, so er
sambandsflokkurin TÍN
flokkur.
Sambandsflokkurin er
TÌN TRYGD ,TÌN VERJA
,TÌN ábyrgdarfullað
umboðan bæði her heima á løgtingið og í fólkatinginum.
Tí er umráðandi at vit fáa júst tína atkvøðu tann 13.
Novembur.
Fólkatingsvalið týsdagin er
eitt gott høvi hjá øllum
kvinnum at vísa, at nú vilja
vit luttaka meira virknar í
fólkaræðinum enn higartil,
nú skal tað vera.
Fyrsta stigið er tikið. Vit
hava hoyrt á nógv ár, at
kvinnur vilja ikki stilla
upp. Til hetta
fólkatingsvalið hava vit
sæð, at hetta er ikki so,
ongantíð áður hava so
nógvar kvinnur úr øllum
flokkum latið seg stilla
upp.Tað er enntá so, at tað
eru lutfalsliga fleiri
kvinnur uppstillaðar til
hetta valið í Føroyum, enn
í Danmark.
Tað er nú upp til tykkum
at vísa teimum álit við at
seta kross við eina kvinnu.
Lat okkum vísa at
kvinnur stuðla kvinnum og
harvið vísa okkara
politikarum og øllum
Føroya fólkið, at nú má
gongdin vendast.
Vit meina í fullum álvara
at vit vilja eisini síggja
kvinnur í øllum størvum í
samfelagnum, eisini í
politikki, á jøvnum føti við
menn. Kvinnurnar skulu
vera ein natúrligur
viðspælari, allastaðni har
avgerðir vera tiknar, so vit
fáa betri grundaðar
avgerðir og eitt betur
samfelag fyri okkum øll.
Góði veljari stuðla tit
kvinnum til fólkatingsvalið
týsdagin, so kunnu vit
róliga siga, latið bara
løgtingsvalið koma !
Nr. 219 - 12. november 2007
Hesum fari eg at virka fyri á Fólkatingi
Javnaðarflokkurin
Eyðgunn
SamuElSEn
Val
Sambandsflokkurin
Johan Dahl
Løgtingsmaður
Val
Tjóðveldi
høgni
hoyDal
Val
Javnaðarflokkurin
hElEna Dam á
nEyStabø
Val
Týsdagin flyta vit mørk
19
1
68