Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 219 - 12. november 2007 tíðindi Tí broyta bygdirnar navn Nevndin hevur hesar orsøkir til at tær ávísu bygdirnar eiga at skifta navn: Agrar Skriftformurin Akrar, sum higartil hevur verið vanligur, setur navnið í samband við kornvelting. Tey sakligu viðurskiftini á staðnum tala ímóti hesari tolking. Navnið gongur óivað aftur til eitt gamalt norrønt hvørkikynsorð øgr ’lítil vík’, í hvørjumfalli fleirtali øgrum, í hvørsfalli agra. Av hesum formum er formurin Agrar runnin sum sekunderur hvørfalsformur (og hevur skift til kvennkyn). Við Áir Sum meginregla mælir nevndin frá at hava fyriseting við á skeltum. Í summum førum tykist fyrisetingin kortini vera ein so neyðugur og samanrunnin partur av navninum, at tað slepst illa undan henni. Soleiðis er í hesum føri. Ánirnar Upprunaliga hevur staðið óivað itið Í Áunum, sum síðan er samandrigið til Ánum ella Ánunum. Harav er tann sekunderi hvørfalsformurin Ánirnar sprottin, og hann hevur verið tann vanligi talumálsformurin. Fámjin Á vegskeltinum stendur Famjin (við a). Hóast upp­ runin til navnið er óvissur, er semja um at Fámjin er tann eldri formurin av navninum, meðan Famjin er ein yngri úttala eftir tí danska skriftforminum Famien. Navnið eigur tí at verða skrivað Fámjin. Haldórsvík Tað er semja um at forliðurin í navninum er mansnavnið Haldór (eldri Halldór). Í dagligari talu hevur bygdin itið Vík, men ein úttaluformur sum Haldarsvík man hava verið kendur eisini, og tí varð tann formurin alment góðkendur í staðanavnalistanum hjá Stednavneudvalget í 1960. Tað tykist vera eitt alment ynski hjá fólki á staðnum at fáa Haldórs­navnið inn aftur í bygdarnavnið, og hesum viðmælir nevndin. Hellurnar Sum bygdarnavn er hetta ungt (frá uml. 1850). Staðið hevur helst einaferð í tíðini itið At Hellum, sum hevur merkt ’við hellur fram við strondini’, seinri Á Hellum. Ein bundin formur av navninum (Hellurnar) hevur tikið seg upp einaferð í tíðini, kanska í sambandi við búsetingina, og bundin og óbundin formur síggja út til at hava kappast (enn hoyrast oyndfirðingar siga ”yvir á Hellur”). Í nútíðarmáli tykist tann bundni formurin at hava verið við yvirlutan, og einmælt ynski er komið frá bygdarfólkinum um at fáa tann formin viðurkendan. Kolbeinagjógv Tað er ógreitt hvør upprunin til navnið er, men form­ urin Kolbeinagjógv hevur verið í brúki leingi og hevur vunnið sær vissa hevd, m.a. vísir tann dialektala úttalan av navninum seg at byggja á sniðið Kolbeina­. Akrar, Lambi, Skáli, Øravík og Hellur fara helst í søguna sum bygdanøvn. Tað stendur í øllum førum í einum tilmæli, sum ein serstøk nevnd hevur gjørt um navnaformarnir á vegaskeltunum kring landið. Verður tilmælið fylgt, mugu 13 bygdir í Føroyum skifta navn! Bygdanøvn Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Sumba: “Akrar verður broytt til Agrar”, skjýtur nevndin upp. Men hetta eru fólk har suðuri hvørki samd í ella fegin um. ­ Er nøkur orsøk at broyta hetta navnið? Tað er púra meiningsleyst, at Akrar nú knappliga skal skrivast við G! So avgjørdur er borgar­ stjórin í Sumbiar kommunu, Niclas Hentze, til tilmælið frá serstøku nevndini. Nevndin hevur í arbeið­ inum kannað tað málsliga grundarlagið undir verandi skipan. Millum tey 13 bygdanøvnini, sum eru við­ gjørd, er Akrar eitt teirra. Fyri hann kemur tað púr­ asta óvart á, at henda bygd­ in í framtíðini skal skrivast Agrar og ikki Akrar, sum vanligt hevur verið. ­ Eg eri sannførdur um, at spurdi nevndin fólkið her um navnið, so var eingin ivi um, at fólkið vildi halda fast við navnið sum er í dag. ­ Øll siga Akrar við K, og eg haldi eisini, at vit skulu halda fast við tað!, slær Niclas fast. Skemt Nevndin, sum hevur gjørt tilmælið hevur arbeitt síðani í februar mánaði í ár. Tey hava millum annað viðgjørt skriv frá persónum og lokal­ um myndugleikum. Sum ein part av arbeiðin­ um sendu tey skriv út til nøkur øki at spyrja um ávís bygdanøvn. Millum hesar myndugleikarnar var Sum­ biar kommuna, har Akrar eisini eru partur av. Sjálvur minnist Niclas væl, at tey í bygdaráðnum fingu eitt skriv frá nevndini, har bygdarnavnið Akrar varð umrøtt. Tey í komm­ ununi hildu kortini lítið um skrivið og ætlanina at broyta navnið til Agrar, og tey svaraðu í roynd og veru heldur ikki aftur uppá tað. ­ Faktiskt hildu vit, at hetta mátti vera skemt, sigur Niclas. Altíð sagt Lamba Hinvegin er starvsfelagi hansara í Runavík, Hans Jacob Lamhauge sera fegin um tilmælið frá nevndini. Í Runavíkar kommunu verða eftir ætlan broytingar gjørdar í navninum á trim­ um bygdum – Lambi, Skáli og Skálabotnur ella Skála­ fjørður. Sambært uppskotinum koma hesar tríggjar bygdir­ nar í framtíðini at eita Lamba, Skála og í Skála­ firði. Hetta fegnast borgarstjór­ in í Runavík um. Serliga við navninum Lamba, har hann sjálvur býr: ­ Hatta við i’inum í Lamba, tað hevur ongatíð rættiliga fangað her inni. Fólk hava ongatíð sagt Lambi, men altíð Lamba. ­ Og tí er tað sera gott, at ein nú fer at halda fast við tað navnið, sigur Hans J. Lamhauge. Forsvara navnið Hóast tað er ein nevnd við fimm fólkum, sum hevur gjørt hetta tilmæli, so hevur borgarstjórin í Runavík tó hug at vísa til ein mann, sum veruliga hevur stríðst fyri hesum sama – Símun Nónklett í Saltangará. Hesin hevur í samfull trý ár stríðst fyri hesum sama – millum annað at Lambi skuldi eita Lamba, og at Hellur skuldi eita Hellur­ nar. Hann var eisini at síggja í einum innslagi í Degi & Viku í februar mánaði, har hann greiddi frá arbeiði sín­ um at fáa tey røttu bygda­ nøvnini aftur til hansara øki. Hans Jacob er vitandi um, at Símun hevur tosað við allar hugsandi myndug­ leikar, og nú er so líkt til at arbeiði hansara hevur borið ávøkstur. ­ Eg taki fult undir við tí arbeiðinum, sum Símun hevur gjørt: Eg haldi ikki, at ein knappliga skal broyta eitt bygdarnavn, sum hevur verið til allar tíðir og har eingin minnist annað navn enn Lamba. ­ Kann ein bygdarnavn forsvarast í teirri málsligu bendingini, so eigur ein at brúka tað navnið, sum fólk­ ið brúkar, sigur Hans J. Lamhauge. Føroyakortið má te Málfrøði og verkfrøði tosa saman Í februar setti Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverki eina 5­mannanevnd í samráð við rektaran á Fróðskaparsetrinum. Endamálið við arbeiðinum var at endurskoða bygdanøvnini og møguliga onkur onnur nøvn, ið standa á kunningarskeltum hjá Landsverki á landsvegunum kring landið. Arbeiðssetningurin skuldi vera at kanna málsliga grundarlagið undir skipanini við bygdanøvnunum. Greiða skuldi fáast á, um skipanin var nóg góð ella um hon skuldi skal broytast.Í nevndina vórðu vald Finnleif Durhuus sum umboð fyri Landsverk, Jógvan í Lon Jacobsen, Kristin Magnussen og Eivind Weyhe sum umboð fyri málfrøðina á Fróðskaparsetrinum og Ólavur Clementsen sum umboð fyri almenningin. Eivind Weyhe varð tilnevndur formaður. Nevndin hevur havt seks fundir, har øll bygdanøvnini er gjøgnumgingin og viðgjørd. Lambi æt tað áður, men nú eitur tað Lamba. – Tað er uppá tíðina, at rætta navnið kemur aftur, sigur Hans J. Lamhauge, borgarstjóri í Runavík og lambamaður (innsettur í myndina) Akrar hvørvur sum bygd, og ein nýggj kemur í staðin við navninum Agrar. Men hetta vil fólkið ikki vita av. – Hetta er langt úti, sigur Niclas Hentze, borgarstjóri í Sumbiar kommunu