mánadagur 12. november 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 12. november 2007
21
tíðindi
… Tí broyta bygdirnar navn
Lamba
Á skeltum og kortum stendur Lambi, men henda form
hevur bygdarnavnið ongantíð havt. Upprunin til navnið
er Lambhagi. Nevndin metir at endingin –a er ein
viknað leivd av seinra liðinum –hagi, sbr. at –bø(ur) í
Sunnbøur er viknað til –ba (Sumba) og –høvn í
Vestmannahøvn er viknað til –a (Vestmanna).
Formurin Lambi er at meta sum ein konstrueraður
hvørfalsformur (í sambandi við útgávuna av
Taxatiónsprotokollini í 1873), ið aldrin hevur verið
sagdur. Lamba hevur verið sagt eisini í hvørfalli.
Norðskála
Bygdin hevur einaferð í tíðini itið Norður við Skála,
sum seinri er blivið til Við Norðskála (við umflyting av
navnapørtunum). Ofta verður navnið tó brúkt uttan
fyriseting, t.e. bara: Norðskála, og hesin formurin
hevur fest seg sum navn á bygdini og er tí eisini at fata
sum hvørfalsformur.
Skála
Bygdin hevur upprunaliga itið At Skála, sum merkir
’bygdin við skálan’, og sum síðan er blivið til Á Skála.
Skáli er at meta sum ein konstrueraður hvørfalsformur,
sum ongantíð hevur fest seg í livandi máli sum navn á
bygdini. Tað rætta bygdarnavnið er tí Á Skála. Tað
verður tó ofta brúkt uttan fyriseting, t.e. bara: Skála.
Hesin formur hevur fest seg sum navn á bygdini, t.d.
ber til at siga: ”Skála er vøkur bygd”, og tá verður
Skála brúkt í hvørfalli.
Í Skálafirði
Bygdin hevur verið nevnd Skálabotnur á kortum. Í tí
góðkenda staðanavnalistanum frá 1960 (hjá
Stednavneudvalget) varð hetta broytt til Skálafjørður.
Vansin við hesum navni er at tað eisini er navn á
fjørðinum, og at tað við fjørðin eru fleiri aðrar bygdir.
Fólk á staðnum vilja hava at munur er á navninum á
fjørðinum og á búsetingini inni á botni við fjørðin.
Vanliga siga tey Inni í Firði. Nevndin heldur tað vera
eina góða loysn at brúka fyriseting í hesum føri og
nevna bygdina Í Skálafirði.
Ørðavík
Upprunin til navnið er óivað Hørðavík (eftir fólki av
Hørðalandi í Noregi), men h fremst í navninum er
fallið burtur tíðliga. Í Hundabrævinum frá 1350-1400
eitur bygdin Ørðavík, og soleiðis hevur hon eisini
verið skrivað, líka til ð varð strikað á kortinum í 1943.
At tað varð gjørt, komst av at Dr. Jakobsen nakað
frammanundan hevði sett fram ta tolking, at bygdin
hevði navn eftir eini á sum skuldi hava itið Ør (tí
hon rann so ørliga). Henda tolking er síðan afturvíst,
og tí verður mælt til at venda aftur til tann eldra og
rætta formin Ørðavík.
Ørðavíkarlíð, sí Ørðavík.
ÁLIT viðvíkjandi navnaformum á
vegskeltum hjá Landsverki
Í februar 2007 setti stjórin á Landsverki í samráð við
rektaran á Fróðskaparsetrinum eina 5-mannanevnd at
endurskoða bygdarnøvnini og møguliga onkur onnur
nøvn, ið standa á kunningarskeltum hjá Landsverki á
landsvegunum kring landið. Í nevndina vórðu vald
Finnleif Durhuus sum umboð fyri Landsverk, Jógvan í
Lon Jacobsen, Kristin Magnussen og Eivind Weyhe
sum umboð fyri málfrøðina á Fróðskaparsetrinum og
Ólavur Clementsen sum umboð fyri almenningin.
Eivind Weyhe varð tilnevndur formaður. Arbeiðs-
setningurin skuldi vera at kanna málsliga grundarlagið
undir verandi skipan, um hon er nóg góð ella skal
broytast. Nevndin hevur havt einar seks fundir, har
nøvnini hava verið gjøgnumgingin og viðgjørd. Av
tilfari, sum nevndin fekk útflýggjað á fyrsta fundinum,
kann nevnast føroyakort í kortmátinum 1:100 000,
myndir av vegskeltum úr øllum landinum og skriv frá
persónum og lokalum myndugleikum við ynskjum um
broytingar.
eknast av nýggjum
Nýggj føroysk bygdanøvn
Nevndin kemur við fylgjandi tilmælum:
Akrar verður broytt til Agrar
Áir - Við Áir
Ánir - Ánirnar
Famjin - Fámjin
Haldarsvík - Haldórsvík
Hellur - Hellurnar
Kolbanargjógv - Kolbeinagjógv
Lambi - Lamba
Norðskáli - Norðskála
Skálabotnur/Skálafjørður - Í Skálafirði
Skáli - Skála
Øravík - Ørðavík
Øravíkarlíð ” Ørðavíkarlíð
Vegskeltið til Fámjin stendur skrivað við a, altso Famjin. Upprunin til navnið er óvissur, men semja er um at Fámjin er tann eldri
formurin, meðan Famjien er ein yngri úttala eftir tí danska skriftforminum Famien. - Navnið eigur tí at verða skrivað Fámjin,
slær nevndin fast