mikudagur 2. mai 2001síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 2. mai 2001
3
gult3 cyan3 magenta3 svart3
2
Nr. 83 - 2. mai 2001
gult2 cyan2 magenta2 svart2
Minningarorð um
Símin Sofus Joensen
vanliga nevndur Símin á Syðradali
f. 8.2.1914
d. 8.3.2001
Leygarmorgun 8. mars andaðist Símin. Eg visti at
Símin var sjúkur, men eg væntaði at tað fór at ganga
og at hann kom fyri seg aftur. Eg hevði verið á
sjúkrahúsinum og vitjað hann, og tá helt hann fyri,
at nú styttist til hann kom at skoða Frelsaran, ið hann
nú hevði sett sítt álit á, men eg segði við hann, »tú
sært so fittur út, eg vænti at Harrin letur teg koma
heim eina ferð enn«. Tað var so hugnaligt at hava
Símin ímillum okkum.
Hann hevði verið í føðingardegi hjá Olgu leygar-
dagin og var í so góðum lag, tá ið hann fór avstað
aftur. Og tá helt hann fyri, »her standi eg saman við
einum fínum manni«, tað vóru myndir, ið Olga
hevði av Kjølbro og Olgu mostur og Gerdu og
Símin, ið stóðu saman men eg segði við hann,
»Kjølbro hevði ikki verið til, um Símin og fleiri við
honum ikki eisini høvdu verið til«. Tá helt hann, »jú,
so er«.
Góði Símin, vit sakna teg, tú vart so góður við
dóttur okkara, altíð klárur at hjálpa. Tað var so
hugnaligt at hoyra, tá ið tú fortaldi tað, ið tú hevði
upplivað. Ógloymandi eru allar søgurnar, ja, tær eru
mangar í tali, ið tú hevur fortalt. Serliga dámdi okk-
um ógvuliga væl at lurta eftir, tá ið tú fortaldi okk-
um frá tínum ungdómsárum á sjónum. Tað kom so
nógv spennandi fram, tá ið tú segði søgurnar, hvussu
Harrin hevði hildið hondina yvir tykkum og leitt teg
heimaftur. Og nú fyri stuttum fortaldi tú, at nú hevði
tú funnið frið og hevði takkað Harranum fyri tað,
Hann hevði gjørt fyri teg.
Nú verður tómligt hjá tykkum, Paul Jakku og
Jóhannes, nú eingin Símin er longur, men gott er at
vita, at Símin gleðist í Harranum, sum hann hevði
sett álit sítt á.
Hann plagdi at siga, nú hann hevði mist Gerdu,
»at nú mátti Harrin taka hann heim í dýrdina skjótt,
tí nú var hann troyttur«, og nú er hann eisini slopp-
in heim til tey, ið eru farin undan honum.
Má Harrin eins og hann bar Símin seinastu dag-
arnar á bønarinnar veingjum, styrkja og troysta
tykkum børnini við familju.
Friður veri við minninum um ein dygdarmann.
Tá so stríðið her er runnið
málið nátt og stríðið vunnið
Harrans rødd við okkum kallar
heim í gleði alla.
Jórun
Føroyar hava fingið sín
fyrsta akademiøkonom við
sergrein í detailhandli. Tað
er 26 ára gamli havnar-
maðurin Dánial Jespersen,
sum júst hevur fingið prógv
frá Niels Broch í Keyp-
mannhavn. Dánial hevur
tikið útbúgvingina sum
heimalestur umframt at
hann hevur havt fulldags
arbeiði í Miklagarði í SMS
í Havn. Hetta hevur verið
strævin
tíð,
skilst,
tí
útbúgvingin er rættiliga
krevjandi og pensum er
sera stórt.
Dánial ætlar sær at halda
fram í spennandi og av-
bjóðandi
arbeiðinum
í
Miklagarði, har hann er 1.
maður tvs. høgra hond hjá
dagliga leiðaranum. Ar-
beiðið er rættiliga fjølbroytt
við at bíleggja vørur, syrgja
fyri, at røttu vørurnar eru á
hyllunum osfr. Tað skilst, at
honum dámar sera væl
hetta arbeiðið og at hann
annars er sera dugnaligur
og arbeiðssamur.
Dánial hevur so eisini
eina rættiliga drúgva fortíð
hjá nettupp Miklagarði.
Hann hevur verið har í 8 ár.
Eftir eitt ára FAS útbúgving
á Handilsskúlanum fór
hann í læru í Miklagarði.
Tað tók tvey ár og síðani
hevur hann arbeitt hjá
fyritøkuni samtíðis sum
hann hevur lisið til aka-
demiøkonom við detail-
handli sum sergrein. Út-
búgvingin á Niels Broch er
tvey ára útbúgving.
Ein fegin Dánial Jespersen, 1. maður í Miklagarði, sum nú er vorðin Føroya fyrsti
akademiøkonomur við sergrein í detailhandli
Mynd Jens K. Vang
Akademiøkonomur í detailhandli
NØVN Í VIKUNI
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin
5.
mai
kl.13.00-16.00 verður skeið
í modernaðum dansi í
høllini á Stórheyggi. Tað er
Sóleyð Ísaksdóttir Jacob-
sen, ið hevur skeiðið.
Várið 2000 var Sóleyð á
dansilinjuni á Ítróttarhá-
skúlanum á Oure, og hon
fór síðani víðari til Århus at
ganga á dansiskúla.Hon er
júst liðug á MBT-danse-
teater og vil nú geva dansi-
og
fimleika
áhugaðum
møguleikan at royna seg
innan modernaðan dans.
Áhugavert skeið í modernaðum dansi
TÍÐINDASKRIV
Leygardagin tann 5. mai
skipar motorsúkklufelagið
Føroya-MC fyri motor-
súkklutreffið
"MC-Boo-
gie". Hetta er eitt treff, har
øll
motorsúkkluáhugaði,
sum eiga eina motorsúkklu,
eru vælkomin við at koyra
ein túr. Um kvøldið verður
so veitsla í Kagganum fyri
tey, ið hava hug til tað.
Hetta er fyrstu ferð, at
Føroya-MC, ið varð stovn-
að 3. september 2000,
skipar fyri hesum tiltaki.
MC-Boogie er tó ikki ókent
fyri motorsúkkluáhugaði, tí
Føroya Ellisakfør hava
skipað fyri hesum tiltaki
fleiri ferðir áður. Í ár hava
Føroya-MC
og
Føroya
Ellisakfør so avgjørt at
skipa fyri einum MC-Boo-
gie í part - sostatt tað fyrra
leygardagin tann 5. mai, og
tað seinna væntandi í sep-
tember.
Tey, ið hava hug til at
koma við til MC-Boogie,
kunnu
koma
niðan
á
Shellstøðina við Ringvegin
leygardagin kl. 11.00. Tað
er nevniliga soleiðis, at
Føroya-MC hava verið so
heppin at fáa eina spon-
soravtalu við Føroya Shell
fyri eitt ár, og tí verða til-
tøkini, sum felagið skipar
fyri, sett í gongd frá onkrari
Shellstøð. Har verður so
møguleiki at fáa ein kaffi-
munn og eitt prát við onnur
motorsúkkluáhugaði,
og
eisini verður tilmelding til
veitsluna um kvøldið.
Kl. 12.00 verður so
felagstúrur, fyrst ein túr
gjøgnum býin, og síðani
verður koyrt norður til
Streymin, runt Eiðisskar, til
Elduvíkar og síðani til
Shellstøðina í Gøtudali.
Har verður kaffi og køkur,
og eisini verður skipað fyri
onkrari kapping.
Eftir steðgin verður so
koyrt til Havnar aftur, har
enda verður við Super
Dekk, ið eisini stuðlar til-
takinum.
Føroya-MC vónar, at
nógv motorsúkkluáhugaði
koma við til hetta tiltakið,
og at øll fáa ein hugnaligan
dag.
Motorsúkklutreff í Havn
savnsmynd