Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-02, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2001síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 2. mai 2001 5 gult5 cyan5 magenta5 svart5 4 Nr. 83 - 2. mai 2001 gult4 cyan4 magenta4 svart4 Tróndur hevur nú lagt frá sær. 42 ára gamal var hann, nú skeiðið var runnið, og hann ikki slapp at halda fram í lívsyrki sínum, sum var at flyta ferðafólk um firðir og sund SAMFERÐSLA Orð: Edvard Joensen Myndir: Jens K. Vang Tróndur var ættaður úr Noreg, og hevði har navnið Smøla. Hann flutti á ungum árum til Føroya, her hann fekk starv hjá Meiarínum og fekk gamla, føroyska hetjunavnið Tróndur. Í 1959 varð Tróndur flot- aður í Aukra í Noreg. Bygdur úr stáli og við eitt sindur øðrvísi útsjónd, enn hann hevur í dag, nú ein ikki serliga prýðandi yvir- bygningur stendur aftantil á gomlu snekkjuni, sum ber mannfólkanavn. Tað var gamla felagið T M & M, sum keypti hann úr Noreg í 1967 til at røkja ferjusambandið inn á Skálafjørðin. Síðan tók Strandferðslan yvir, og Tróndur helt fram at sigla á somu rutu eina tíð. Seinnu árini hevur hann verið í fastari sigling mill- um Skopun og Havnina og síðan Gomlurætt. Tróndur var troyttur, nú hann legði frá sær. Hann hevur slitið og strítt fyri seg, og er honum væl unt at kunna leggja seg til hvíldar í Vestmanna, til hann helst verður borin út nakað skjótt. Ikki gekk sum ætlað, at hann varð avloystur av einum nýføðingi, uttan ein annar gamal knassi tekur við. Góði, gamli Sam, sum hevur tuskað og tøffað mangt ferðafólkið millum oyggjarnar í 26 ár, fekk æruna av at verða tann, sum kom í Tróndar stað fyrstu tíðina. Hóast eingin sorg er sum so, nú Tróndur er farin, verður tað kortini við sorgblídni, at mangur fer at minnast aftur á hendan gamla, trúgva tænaran, sum nú hevur lagt frá sær. Tróndur farin Tróndur fer út um grótkastið á Gomlurætt á síni seinastu ferð um fjørðin So er leyst Seinastu ferð eftir rampuni Fleiri virkisbygningar umframt almennar bygningar eru í gerð í Fuglafirði. Fólkatalið veksur, og útstykking- ar eru á veg KOMMUNAL- POLITIKKUR Orð og myndir: Edvard Joensen Fuglafirði: Stórarbeiði eru í gongd í Fuglafirði. Men borgarstjórin óttast ikki fyri, at kommunan kemur í neyð av tí, tí Fuglafjørður er fíggjarliga væl fyri, og einki er sett í gongd, uttan at peningur er til. Fýra virkisbygningar verða í løtuni bygdir í Fuglafjarðar Kommunu. Tveir frystitunnlar eru í gerð, umframt at mentanar- húsið er um at vera liðugt. Eldrasambýlið Vesturstova fær fleiri búpláss, og Fuglafjarðar Skúli stendur fyri eini størri útbygging. Eisini verður arbeitt við at gera eina kommunala buss- rutu millum Fuglafjørð og Kambsdal. Hendan ætlanin er komin heilt væl áleiðis. Sigurd Simonsen, borga- rstjóri í Fuglafirði, sigur, at hann óttast ikki fyri, at alt hetta virksemið, sum er í gongd í Fuglafirði í løtuni, fer at tyngja kommununa fíggjarliga. – Tað er rætt, sigur hann, at tað minnir eitt sindur um tað, sum hendi í áttatíárun- um. Men nú er bara tann munur, at vit eiga fyri tað, vit gera. Og býarverkfrøðingurin í fuglafirði leggur aftrat, at nú verða útbyggingarnar gjørdar eftir, hvussu fíggj- arorkan er, og hvussu rokn- að verður við, at hetta fer at forrenta seg. Fyrr var tað so, sigur býarverkfrøðing- urin í Fuglafirði, at bygt varð út eftir, hvussu nógvan almennan studing til bar at fáa. Almenn arbeiði Fleiri almenn arbeiði standa fyri í Fuglafirði. Mentanarhúsið er um at vera liðugt. Skúlin verður bygdur út, eins og eldra- sambýlið verður víðkað. Mentanarhúsið í Fugla- firði er ikki kommunalt sum so, sigur borgarstjórin. Men kommunan hevur spýtt eitt sindur í kassan. Einar 500.000,- krónur árliga í trý ár. Og tað heldur hann vera eina góða íløgu, tí hetta húsið er tiltrongt. Men eitt slíkt hús krevur rímiligt eisini parkerings- pláss. Og tann trupulleikan loysir kommunan í løtuni saman við einum øðrum trupulleika, sum var ein ferðsluforðing á havnarlag- num. Oman fyri nótavirkið uttan fyri Havsbrún hevur staðið ein nøs oman úr berginum, sum ongantíð varð sprongd burtur, tá annars varð sprongt út eftir, greiðir Sigurd Simonsen frá. Tað hevur ikki bilað sum so higartil, tí ferðslan hevur gingið niðan fyri nótavirkið. Men nú byggir Havsbrún enn eina stóra goymslu niðan fyri nótavirkið, og so gerst ov trongt. Tí verður hetta petti av berginum sprongt burtur, so koyrandi verður út eftir havnarlagnum oman fyri bygningarnar. Grótið verð- ur so flutt heim um ment- anarhúsið og lagt út á sjógv har, soleiðis at eini 60-70 parkeringspláss fáast burtur úr tí. Og tey koma væl við inni í miðbýnum, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri í Fuglafirði. Tí har liggja bæði kirkjan og Siloa, sum ofta hava stór tiltøk. Og tá er vanliga brúk fyri par- keringsplássum. Soleiðis fáast her tvær flugur fyri sama slag. Báðir endarnir Til teir yngru fuglfirðing- arnar verður skúlin bygdur út, og til teir eldru verða seks kømur innrættað aftrat í kjallaranum á Vesturstovu. Fuglafjarðar Skúli stend- ur fyri eini umfatandi út- bygging. Hetta er stórar- beiði, sum fer at taka fleiri ár, sigur Sigurd Simonsen, borgarstjóri. Fyrsta byggistig, sum umfatar bygging av ser- stovum, er farið í gongd. Byrjað er at grava út fyri nýggjum bygningi niðan fyri sjálvan skúlan. Talan er um at taka súkkluskúrin, sum stendur í niðara kanti av skúlagarðinum, niður. Bygdur verður ein langur bygningur aftur á sama staði. Hesin bygningurin, sum verður 800 fermetrar til víddar, fer ætlandi at kosta einar níggju milliónir, tá hann stendur liðugur, væntandi til skúlaársbyrjan 2003. Farið er undir betongar- beiðið, sum Jan Mohr í Fuglafirði hevur tikið á seg at gera fyri smáar 800.000,- krónur. Stutt frá skúlanum heldur eldra ættarliðið av fuglfirð- ingum til í eldrasambýl- inum Vesturstovu. Vesturstova hevur níggju búpláss, meðan eitt pláss er til umlætting. Í heyst verða seks búpláss aftrat innrætt- að í kjallaranum, soleiðis sum húsið varð gjørt út til frá byrjan. Saman við teimum pláss- unum, sum Fuglafjarðar Kommuna hevur á Eyst- uroyar Ellis- og Røktar- heimi í Runavík, er tørvur- in nú nøktaður, sigur borg- arstjórin. Til barnaansingina er eingin bílilisti í Fuglafirði. 40 heiltíðar barnagarðs- pláss eru í dagstovninum, meðan vøggustovuplássini eru 20. Umframt eru eisini 40 heiltíðar dagrøktarpláss. Umroknað eru alt í alt eini 140 børn i kommunalari barnaansing í Fuglafjarðar Kommunu. Men Sigurd Simonsen, borgarstjóri, ásannar tó, at tilboðini til tey brekaðu mangla. Hann vísir á, at tað er avmarkað, hvat ein einsamøll kommuna klárar. Men samstarv er ikki ókent á slíkum økjum, og tað vónar hann at kunna fáa í lag við aðrar kommunur, soleiðis at eisini hesin tørvur verður nøktaður. Fólkatalið í Fuglafirði vaks í fjør við umleið 50 fólkum. Eftirspurningur er eftir grundstykkjum, og tí er farið undir útstykking- arætlan Vesturi í Bø, sum umfatar eini 15 grund- stykkir. Útstykkingin verð- ur væntandi byggiklár seint í heyst, sigur Sigurd Sim- onsen, borgarstjóri í Fugla- firði. Eisini eru ætlanir um at keypa lendi aðrastaðni í Fuglafirði til útstykking, sigur hann. Framdrift í Fuglafirði Í niðara bori á skúlagarðinum verður súkkluskúrurin tikin burtur, og ein nýggjur bygningur til serstovur bygdur Nú verður hetta pettið av berginum sprongt burtur, so koyrandi verður út eftir havnarlagnum oman fyri bygningarnar, og grótið verður so flutt heim um mentanarhúsið og lagt út á sjógv har, soleiðis at eini 60-70 parkeringspláss fáast burtur úr tí