Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-02, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2001síða 4

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 2. mai 2001 7 gult7 cyan7 magenta7 svart7 6 Nr. 83 - 2. mai 2001 gult6 cyan6 magenta6 svart6 Sjálvt um vit fáa eina nýggja búskapar- kreppu í Føroyum, hongur sjálvstýris- samtyktin saman, bert útreiðslurnar hjá landskassanum ikki vaksa. Heldur bú- skaparvøksturin fram, kunnu vit eisini økja útreiðslurnar, staðfestir Høgni Hoydal, landsstýris- maður SJÁLVSTÝRIS- SAMTYKTIN John Johannessen Tað liggur eitt langt og drúgt fyrireikingararbeiði afttan fyri samtyktina um sjálvstýri Føroya fólks. Hetta staðfestir Høgni Hoydal, landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, og vísir aftur pástandunum frá Kára Petersen, búskaparfrøðingi, um at hendan koyriætlan fram móti sjálvberandi bú- skapi og føroyskum full- veldi ikki hongur saman. Kári Petersen gjørdi í Sosialinum í gjár greitt, at rakstrarútreiðslur lands- kassans als ikki mugu økj- ast komandi árini, skulu vit hava ein sjálvberandi bú- skap innan 2015. Sam- stundis vísti hann á, at rakstrarútreiðslurnar eru øktar fimm prosent um árið seinastu trý árini undir sit- andi samgongu. Skeivur logikkur Landsstýrismaðuriní sjálv- stýrismálum er tó alt annað enn samdur við búskapar- frøðinginum. – Um ein búskaparfrøð- ingur nú sigur, at vit ongan- tíð skulu kunna klára okk- um uttan danskan studning, kann tað ikki vera eitt bú- skaparligt úttalilsi, men eitt politiskt, sum gongur út frá, at vit fáa studning í allar ævir. Hansara útrokningar byggja jú á, at inntøkurnar steðga upp, meðan útreiðsl- urnar vaksa eins nógv. Og tá kann einki land klára eina tillaging, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal heldur, at útrokningarnar hjá Kára Petersen minna eitt sindur um Erasmus Montanus log- ikk. Tað var hann, ið segði: »Ein steinur kann ikki flúgva. Kona mín kann ikki flúgva. Altso er kona mín ein steinur«. – Í útrokningunum hjá Kára Petersen verður sagt. Vit klára okkum ikki uttan blokkstuðul. Vit minka blokkstuðulin og klára ikki at tillaga okkum. Altso klára vit okkum ikki uttan blokkstuðul, samanber Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin vísir í hesum sambandi á, at tað ber til at gera júst somu út- rokningar, sum Kári Peter- sen hevur gjørt um sjálv- stýrisuppskotið, fyri eitt og hvørt samfelag. Hann hugs- ar eitt dømi, har inntøk- urnar hjá Danmark minka. Men samstundis klára danir ikki at minka meira um út- reiðslurnar. Tískil hongur tað ikki saman, og Dan- mark má taka lán ella fara á heysin. Nógv forarbeiði Kári Petersen, búskapar- frøðingur, segði í Sosialin- um í gjár, at sitandi lands- stýri, sum áður hevur gjørt kunningarherferðir um full- veldisætlanina, higartil ikki hevur viljað, dugað ella tor- að at gjørt eina útrokning av, hvørjar fylgjur nýggja fullveldisætlanin fer at fáa og leggja ætlanina fyri Før- oya fólk. Tí hevur hann av sínum eintingum gjørt sær tann ómak at gera slíka út- rokning. Men heldur ikki hesum er Høgni Hoydal samdur við. – Landsstýrið hevur gjørt alt sítt forarbeiði nú í trý ár við grundarlag í arbeiðin- um hjá einum stórum tali av føroyskum búskapar- frøðingum. Samtyktin á løgtingi byggir á hetta for- arbeiðið, sum er væl og virðiliga upplýst kring alt Føroya land, sigur Høgni Hoydal. Landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum vísir eis- ini á, at tilmælini í Hvítu- bók eru fylgd. Hvítabók sigur, at neyðugt er við eini tillagingartíð, har rikin verður ein varin og ábyrgd- arfullur fíggjar- og búskap- arpolitikkur. Tað krevur, at landskassin ikki brúkar meira pening, enn búskap- arvøksturin annars loyvir. Altso, at almennu útreiðsl- urnar ikki vaksa eins skjótt og búskapurin sum heild veksur. Harvið verður ein partur av búskaparvøkstrin- um brúktur til at viga upp fyri minkandi blokkstuðuli. – Hetta hava vit eisini gjørt hesi seinastu trý árini. Búskaparvøksturin hevur verið sera stórur, men landskassaútreiðslurnar eru ikki vaksnar eins nógv, og er tí eitt stórt yvirskot. Hetta yvirskot er tó enn ikki eins stórt og blokk- stuðulin, vísir Høgni Hoydal á. Løgtingið hevur í sjálv- stýrissamtyktini samtykt, at blokkstuðulin skal burtur, og at tað, sum eftir er, verð- ur sett í Búskapargrunnin, sum síðani rindar lands- kassanum eina rímiliga skiftistíð við minkandi gjøldum. Tvær metingar Og hvussu hetta mál kann røkkast, hevur landsstýrið gjørt sínar metingar av. Tá uppskotið um sjálv- stýri Føroya fólks varð við- gjørt í uttanlandsnevndini, gjørdi landsstýrið tvær metingar av gongdini. Onnur metingin byggir á, at vit komandi árini fáa eina kreppu, har búskap- arvøksturin fellur, og síðani veksur búskapurin minni, enn hann søguliga hevur gjørt frá 1962 til 1998. Hin metingin byggir á, at búskaparvøksturin heldur fram eina tíð afturat. – Eftir fyrru metingini verður kravið, at lands- kassaútreiðslurnar ikki vaksa. So hongur tað heila saman. Meðan tað eftir seinnu metingini eisini verður rúm fyri vøkstri í al- mennu útreiðslunum, ger Høgni Hoydal greitt. Í hesum sambandi spyrja vit Høgna Hoydal, um tað so verður rúm fyri stóru íløgunum, sum til dømis nýggjum suðuroyarskipi, nýggjum landssjúkrahúsi og øðrum, sum samgongan hevur lovað. – Íløguætlanirnar hjá landsstýrinum byggja ikki á ein vaksandi búskap. Bæði suðuroyarskip, Lands- sjúkrahús og annað, sum landsstýrið hevur raðfest, byggir á ein íløgukarm, sum ikki veksur, ger Høgni Hoydal greitt. – Samanumtikið snýr alt seg um, hvørt vit hava álit á, at føroyski búskapurin eisini frameftir fer at vaksa eins nógv og hann hevur gjørt í miðal frá 1962 til 1998. Ella vit halda, at før- oyski búskapurin fer at standa í stað. Halda vit, at føroyski búskapurin fer at standa í stað, so er bert eitt at gera hjá teimum, sum koma við slíkum hugburði. Tað er at fara til Danmarkar at biðja um meira pengar, fyri at halda støðið í Føroy- um, sigur Høgni Hoydal. Høgni Hoydal, landsstýrismaður: Sjálvstýrissamtyktin hongur væl saman SAMFELAG & POLITIKKUR Høgni Hoydal, landsstýrismaður, afturvísir pástandinum hjá Kára Petersen, búskaparfrøðingi, um at sjálvstýrissamtyktin ikki hongur saman. Tað snýr seg bara um, hvørt vit hava álit á, at búskapurin veksur, ella um vit halda, at hann fer at standa í stað, sigur Høgni Hoydal Inntøkumeting fyri 2001, samanborin við landsroknskapin 2000 Fíggjarmálastýrið, MS, 16. Apríl 2001 Virkisøki Høvuðskonto (1.000 kr.) Rokns. 2000 Meting 2001 Munur í % 20:50:01 Rentur av landsins skuld 213.248 205.309 -3,7 20:50:02 Millumverandi við DNB og Landsbankan 86.782 117.000 34,8 20:52:01 Skattainntøkur 1.310.057 1.470.000 12,2 20:52:02 Avgjøld og tollur 1.185.861 1.259.800 6,2 20:52:03 Ymsar inntøkur 88.515 83.867 -5,3 20.52.3.01. Útluting úr Fíggingargrunninum frá 1992 64.625 80.787 25,0 20.52.3.10. Aðrar inntøkur 23.890 3.080 -87,1 20:52:05 Flyting frá øðrum greinum 69.239 72.000 4,0 20:54:01 Heildarveiting o.t. 972.856 995.956 2,4 20.54.1.01.01 Heildarveiting 958.800 981.900 2,4 20.54.1.01.02 Endurgjald, læraraeftirløn 14.056 14.056 0,0 Inntøkur landskassans í 2000 og 2001 (1.000 kr.) Rokns. 2000 Meting 2001 Munur í % Rentur -126.466 -88.309 -30,2 Skattir og avgjøld 2.426.679 2.657.800 9,5 Ymsar inntøkur 88.515 83.867 -5,3 Heildarveiting o.t. 972.856 995.956 2,4 Inntøkur tilsamans 3.361.584 3.649.314 8,6 Til Framskrivingarark Skattir og avgjøld 2.465 2.675 Rentuútreiðslur -213 -205 Rentuinntøkur og DNB 87 117 Útluting frá Fíggingargrunni 65 81 Heildarveiting 959 982 § 20 í alt 3.362 3.649 SAMFELAG & POLITIKKUR Kravsgreining viðv. tillaging av landskassanum Tillaging er framd, tá ið RL-úrslit áðrenn heildar- ella skiftisveigin er í javnvág í 2016 Landskassin (mió. kr.) 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 Skattir, avgjøld oa. 2.465 2.675 2.835 2.949 3.008 3.068 3.191 3.318 3.451 3.589 3.733 3.882 4.037 4.199 4.367 4.541 4.723 Rentuútreiðslur -213 -205 -252 -238 -224 -212 -202 -196 -189 -183 -177 -172 -167 -162 -160 -159 -157 Rentuinntøkur og DNB 87 117 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 Útluting frá Fíggingargrunni 65 81 66 67 69 70 71 73 74 76 77 79 80 82 84 85 87 Heildarveiting 959 982 Skiftisveiting frá Búskapargrunni 700 650 600 550 500 450 400 350 300 250 200 150 100 50 0 Inntøkur tilsamans (§20) 3.362 3.650 3.434 3.513 3.538 3.561 3.645 3.730 3.821 3.917 4.018 4.124 4.236 4.354 4.475 4.603 4.738 Rakstrarútreiðslur 2.584 2.860 2.917 2.976 3.035 3.096 3.158 3.221 3.311 3.404 3.499 3.597 3.698 3.801 3.908 4.017 4.130 Yvirtøkur 88 88 93 93 168 171 176 181 186 191 197 263 274 284 296 Løguútreiðslur 176 198 202 206 210 214 219 223 229 236 242 249 256 263 271 278 286 Útreiðslur tilsamans (§1-10) 2.760 3.058 3.207 3.270 3.338 3.403 3.544 3.615 3.716 3.820 3.927 4.037 4.150 4.327 4.452 4.579 4.711 Rakstrar og løguúrslit 602 592 227 243 199 158 100 115 104 96 90 86 85 27 23 24 26 RL-úrslit í % av BTÚ 2,4% 2,4% 2,0% 1,5% 0,9% 1,0% 0,9% 0,8% 0,7% 0,7% 0,6% 0,2% 0,2% 0,2% 0,2% RL-úrslit áðrenn skiftisveiting í % av BTÚ -4,9% -4,1% -3,9% -3,8% -3,7% -3,0% -2,5% -2,1% -1,7% -1,2% -0,8% -0,9% -0,5% -0,2% 0,2% Búskapargrunnur Føroya (mió. kr.) 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 Fíggjarogn við ársbyrjan 1.000 950 898 842 784 724 660 593 523 449 371 290 154 62 15 Rentuinntøkur (5% p.a.) 50 48 45 42 39 36 33 30 26 22 19 14 8 3 1 Privatiseringar Kolvetnisinntøkur Heildarveiting 600 550 500 450 400 350 300 250 200 150 100 0 0 0 Skiftisveiting til landskassan -700 -650 -600 -550 -500 -450 -400 -350 -300 -250 -200 -150 -100 -50 0 Fíggjarogn við ársenda 950 898 842 784 724 660 593 523 449 371 290 154 62 15 16 Tjóðarúrtøka og landskassaskuld 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 Tjóðarúrtøka(BTÚ) 9.020 9.561 9.944 10.143 10.345 10.759 11.190 11.637 12.103 12.587 13.090 13.614 14.158 14.725 15.314 15.926 Tjóðarúrtøka, vøkstur nominelt í % 10,0% 6,0% 4,0% 2,0% 2,0% 4,0% 4,0% 4,0% 4,0% 4,0% 4,0% 4,0% 4,0% 4,0% 4,0% 4,0% Inflatión 4,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% Tjóðarúrtøka, vøkstur realt í % 6,0% 4,0% 2,0% 0,0% 0,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% Útreiðsluvøkstur í % 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,8% 2,8% 2,8% 2,8% 2,8% 2,8% 2,8% 2,8% 2,8% Bruttoskuld við árslok 4.200 3.973 3.730 3.530 3.372 3.272 3.157 3.053 2.956 2.866 2.780 2.694 2.668 2.645 2.621 2.595 Bruttoskuld í % av BTÚ (EU-reglur) 33,3% 29,0% 25,4% 23,0% 21,0% 19,3% 17,5% 15,9% 14,5% 13,2% 12,1% 11,0% 10,4% 9,8% 9,3% 8,8% Fyritreytir: Stóri BTÚ-vøksturin seinnu árini verða í framskrivingini minkaður í einki eftir 2 árum. Hendan kreppan (lágkonjunkturur) Innt. grunn: Heildarveiting uppá 600m í 2002, síðan minkandi við 50m árliga fram til 2012 stendur við í 2 ár. Hereftir verður roknað við vøkstri, ið liggur um 1% lægri enn miðalvøkstur fyri árini 1962-2000. Løgu- og rakstrarútreiðslur: 0 % realvøkstur fyrstu 6 árini, síðan útvið 1% realvøkstur. Skatta- og avgjaldsinntøkur 2001-2016: Sami vøkstur sum BTÚ Meting frá fíggjarmálast‡ri vi›v. §20 pr. 11. apr.01. Í postinum "Skattir og avgj." er írokna› endurgj. vi›v. lærarapensiónum Mett út frá tølum á fíggjarlóg, gongd fyrstu 3 m› í 2001 umframt útlitum vi›v. lønarsamrá›ingum v.m. Upphæddir vi›v. málsøkjum uttanfyri heildarveiting eru frá yvirliti í fíggjarlóg fyri 2002. Skiftisveitingar til landskassan kosta grunninum íalt 5,25 mia kr. Í framskriving ver›ur rokna› vi› 6% pa av rentuberandi skuld. Skuld ver›ur framskriva› vi› stø›i í skuldini ult 2001 + /- úrslit á rakstri einstøku árini. Roknskapartøl Mett tøl fyri 2001 pr 16 apr 01 DNB, tvs. partur av yvirskoti frá nationalbankanum er 25m árliga. Rentuinntøkur eru 4% av verandi gjaldføri upp á 1200m. Gjaldførisbroytingar frá rakstri vi› tilhoyrandi rentum eru rokna›ar í árligari broyting av bruttoskuld. 500m rentufrítt lán ikki írokna› Almen bruttoskuld ver›ur í EU rokna› sum bruttoskuld - gjaldføri í sentralbankum Flutt yvirskotsgjaldføri í landsbankanum ult. 2001. Í landsbankanum standa hereftireftir gó›ar 1200m, sum tøkt konjunkturgjaldføri Framskriving av landskassa og búskapargrunni Scenario við framhaldandi stórum búskaparvøkstri í 4 á; hereftir vøkstur = søguligur vøkstur - _% Jonhard Eliasen 17. apr. 2001 Landskassin (mió. kr.) 2000 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 Skattir, avgjøld oa. 2.465 2.675 2.916 3.178 3.432 3.707 3.866 4.033 4.206 4.387 4.575 4.772 4.977 5.191 5.415 5.648 5.890 Rentuútreiðslur -213 -205 -252 -238 -218 -194 -163 -138 -115 -93 -73 -56 -40 -26 -17 -11 -7 Rentuinntøkur og DNB 87 117 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 85 Útluting frá Fíggingargrunni 65 81 66 67 69 70 71 73 74 76 77 79 80 82 84 85 87 Heildarveiting 959 982 Skiftisveiting frá Búskapargrunni 700 650 600 550 500 450 400 350 300 250 200 150 100 50 0 Inntøkur tilsamans (§20) 3.362 3.650 3.515 3.743 3.968 4.218 4.359 4.502 4.650 4.804 4.964 5.130 5.303 5.482 5.666 5.857 6.055 Rakstrarútreiðslur 2.584 2.860 2.983 3.111 3.245 3.385 3.530 3.682 3.840 4.005 4.178 4.357 4.545 4.740 4.944 5.156 5.378 Yvirtøkur 88 88 93 93 168 175 183 191 199 207 216 263 274 284 296 Løguútreiðslur 176 198 207 215 225 234 244 255 266 277 289 302 315 328 342 357 372 Útreiðslur tilsamans (§1-10) 2.760 3.058 3.277 3.415 3.563 3.712 3.942 4.112 4.289 4.473 4.666 4.866 5.075 5.331 5.560 5.797 6.046 Rakstrar og løguúrslit 602 592 237 328 405 506 417 390 361 331 299 264 228 151 106 60 9 RL-úrslit í % av BTÚ 2,4% 3,1% 3,5% 4,0% 3,2% 2,9% 2,5% 2,2% 1,9% 1,6% 1,4% 0,9% 0,6% 0,3% 0,0% RL-úrslit áðrenn skiftisveiting í % av BTÚ -4,7% -3,0% -1,7% -0,4% -0,6% -0,4% -0,3% -0,1% 0,0% 0,1% 0,2% 0,0% 0,0% 0,1% 0,0% Búskapargrunnur Føroya (mió. kr.) 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 Fíggjarogn við ársbyrjan 1.000 950 898 842 784 724 660 593 523 449 371 290 154 62 15 Rentuinntøkur (5% p.a.) 50 48 45 42 39 36 33 30 26 22 19 14 8 3 1 Privatiseringar Kolvetnisinntøkur Heildarveiting 600 550 500 450 400 350 300 250 200 150 100 0 0 0 Skiftisveiting til landskassan -700 -650 -600 -550 -500 -450 -400 -350 -300 -250 -200 -150 -100 -50 0 Fíggjarogn við ársenda 950 898 842 784 724 660 593 523 449 371 290 154 62 15 16 Tjóðarúrtøka og landskassaskuld 2001 2002 2003 2004 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 2013 2014 2015 2016 Tjóðarúrtøka(BTÚ) 9.020 9.832 10.717 11.574 12.500 13.037 13.598 14.183 14.793 15.429 16.092 16.784 17.506 18.259 19.044 19.863 Tjóðarúrtøka, vøkstur nominelt í % 10,0% 9,0% 9,0% 8,0% 8,0% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% Inflatión 4,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% 2,0% Tjóðarúrtøka, vøkstur realt í % 6,0% 7,0% 7,0% 6,0% 6,0% 2,3% 2,3% 2,3% 2,3% 2,3% 2,3% 2,3% 2,3% 2,3% 2,3% 2,3% Útreiðsluvøkstur í % 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% 4,3% Bruttoskuld við árslok 4.200 3.963 3.635 3.230 2.724 2.307 1.917 1.556 1.225 926 662 434 283 177 117 108 Bruttoskuld í % av BTÚ (EU-reglur) 33,3% 28,1% 22,7% 17,5% 12,2% 8,5% 5,3% 2,5% 0,2% -1,8% -3,3% -4,6% -5,2% -5,6% -5,7% -5,5% Fyritreytir: Stóri BTÚ-vøksturin seinnu árini heldur á fram til 2005; síðan vøkstur svarandi til _% minni enn søguligur miðalvøkstur Innt. grunn: Heildarveiting uppá 600m í 2002, síðan minkandi við 50m árliga fram til 2012 Skatta- og avgjaldsinntøkur 2001-2016: Sami vøkstur sum BTÚ Rakstrarútreiðslur 2001-2016: 2,3 % realvøkstur árliga, 4,3 % um inflatiónin er íroknað. Løguútreiðslur 2001-2016: 2,3% realvøkstur árliga, 4,3% um inflatiónin er íroknað. Høgni Hoydal vísir á, at tað ikki er rætt, tá Kári Petersen sigur, at ongar útrokningar eru gjørdar í sambandi við nýggju sjálvstýr- issamtyktina. Hetta eru útrokningarnar, lætnar vórðu uttanlandsnevndini, tá hon viðgjørdi uppskotið um sjálvstýri Føroya fólks Lítið veiggj var í, tá aðalorðaskifti var um útoyggjapolitikk í løgtininunum mánadagin ÚTOYGGJAÁLITIÐ John Johannessen Tað var fyri einum nærum tómum tingsali, at løgmað- ur mánadagin tók saman um aðalorðaskiftið um út- oyggjaálitið. Men tað var ikki bert meðan løgmaður røddi, at tingsalurin var nærum tóm- ur. Undir øllum aðalorða- skiftinum um, hvussu út- oyggjar skulu bjargast, vóru tað bert framsøgufólk- ini sjálv og onkur einstakur tingmaður afturat, ið var til staðar. Heldur ikki á ting- húsloftinum sóust fleiri tingfólk enn eini trý fýra onkra løtuna. Sosialurin prátaði við nøkur av tingfólkunum á tinghúsloftinum, ið hóast lítlan áhuga ikki hættaðu sær at fara til hús undir orðaskiftinum. Millum øll teirra var breið semja um, at orsøkin til vantandi áhugan var, at økismenn- ingarálitið, sum snýr seg um næstan júst tað sama, hevur verið til aðalorða- skiftis fyri fáum døgum síðani. Harafturat hildu tingfólk, at tað líkist ongum at halda aðalorðaskifti um stórmál beint eftir, at álit eru hand- að og beint áðrenn, at tingið skal til hús fyri summarið og nógv mál skulu avgreið- ast í ymisku nevndunum og síðani í tinginum. Løgmaður vil samráðast nú Anfinn Kallsberg hevur sent Poul Nyrup Rasmussen bræv, har hann skjýtur upp, at teir hittast til samráð- ingar um sjálvstýr- issamtyktina í hesum mánaðinum SJÁLVSTÝRIS- SAMTYKTIN John Johannessen Farast skal nú undir nýggjar samráðingar millum donsku lands- stýrið og donsku stjórn- ina. Hetta ynskir Anfinn Kallsberg, løgmaður, sum hevur sent danska forsætisráðharranum bræv við ynski um, at farið verður til samráð- ingarborið einaferð í endanum av hesum mánaðinum. Avtala blokkin í trý ár Løgmaður ynskir, at samráðst verður um støddina av blokkstuðil- inum næstu trý árini, og at framferðarhátturin fyri yvirtøkum verður avtalaður. Hetta merkir, at løg- maður vil hava ásett støddina av blokkstuðul- inum ikki bert fyri sína egnu samgonu, men eis- ini fyri eina komandi. Eitt ár er eftir av hesum samgonguskeiðnum, men løgmaður skjýtur kortini upp fyri forsætis- ráðharranum, at gjørd verður ein avtala, ið fevnir um trý ár. Hesum er føroyska andstøðan hart ímóti. Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin hava fleiri ferðir gjørt greitt, at eftir teirra tykki, eigur landsstýrið ikki at gera avtalu um blokkstuðul- in, sum røkkur longri enn samgonguskeiðið út. Landsstýrisfólk samráðst um restina Løgmaður vísir í bræv- inum til danska forsætis- ráðharran á, at Løg- mansskrivstovan og danska Forsætismála- ráðið vara av heimastýr- islógini. Og tí heldur hann tað vera náttúrligt, at umsitingarnar hjá hes- um báðum stýrum hava ábyrgdina av og sam- skipa gongdina í yvir- tøkunum. Men løgmaður heldur kortini, at tað eiga at vera føroysku landsstýr- ismenninir og donsku ráðharrarnir við ábyrgd- ini fyri einstaku máls- økini, ið samráðast um yvirtøkurnar av einstaku málsøkjunum. Fýra bólkar Anfinn Kallsberg sigur, at ymisku málsøkini eftir hansara uppfatan kunnu býtast upp í fýra bólkar. Tey í fyrsta bólkinum eru tey, sum standa í lista A í heimastýris- lógini, og sum landsstýr- ið tískil kann yvirtaka uttan samráðingar. Næsti bólkurin fevnir um tey málsøkini, sum standa á lista B í heima- stýrislógini. Hetta eru tey málsøkini, sum krevja samráðingar mill- um føroyskar og danskar myndugleikar, áðrenn tey verða yvirtikin. Triði bólkurin fevnir um málsøkini, ið hvørki standa á lista A ella B, men sum kortini kunnu roknast at hava samband við størri málsøki, ið eru nevnd í einum av listin- um. At enda fevnir fjóðri bólkurin um málsøki, ið hvørki standa á lista A ella B, men sum heldur ikki hava samband við onnur størri málsøki. Tí verða tað málini í triðja og fjóðra bólkin- um, ið Anfinn Kallsberg og Poul Nyrup Rasm- ussen saman við embæt- isfólkum sínum, skulu finna eina skipan fyri. Um samráðingar verða í endanum av mai, sum løgmaður skjýtur upp, er enn ikki greitt. Danski forsætisráðharr- in hevur enn ikki svarað brævinum frá løgmanni, sum varð sent avstað seinasta fríggjdag. Orðaskifti uttan veiggj Tingsalurin var nærum tómur mánadagin, tá aðalorðaskifti var um útoyggjaálitið Mynd: John Johannessen