mikudagur 2. mai 2001síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 2. mai 2001
9
gult9 cyan9 magenta9 svart9
8
Nr. 83 - 2. mai 2001
gult8 cyan8 magenta8 svart8
VIÐMERKINGAR
TÍÐINDASKRIV
Góðskustøði skal vera
høgt
Tí roynir leiðslan á Sjúk-
lingahotellinum Tórshavn
áhaldandi at menna virk-
semið á hotellinum, og
nógvar
broytingar
eru
farnar fram, síðani før-
oyska sjúklingahotellið á
Keypmannahavn lat upp
fyri 25 árum síðani. Í fjør
flutti hotellið í nýggj høli,
sjúklingavegleiðing varð
stovnað, og fleiri spennandi
ætlanir eru í eygsjón.
Í dag fara sjúklingar,
avvarðandi og starvsfólk á
Sjúklingahotellinum Tórs-
havn at hátíðarhalda 25 ára
føðingardagin hjá hotell-
inum, sum læt upp í Keyp-
mannahavn 1. mai 1976.
Hotellið sum hesi 25
árini hevur veitt mongum
føroyskum sjúklingum og
teirra avvarðandi innivist,
meðan teir hava verið til
viðgerðar á Ríkissjúkrahús-
inum ella øðrum sjúkra-
húsum í høvuðsstaðarum-
ráðnum, flutti 22. januar á
fjør í nýggj høli í Tásinge-
gade 29 á Østerbro. Tað
hevði við sær stórar broyt-
ingar bæði fyri starvsfólk
og hotellgestir.
Talið av seingjarplássum
hækkaði úr 40 upp í 70, og
ofta er fullsett. Á nýggja
hotellinum er eisini baði-
verilsi á hvørjum kamari.
Brekað, sum búgva á ho-
tellinum hava sítt egna rúm,
og børnini hava tvær barna-
stovur at búleikast í.
– Umstøðunar eru sostatt
nógv broyttar, og fyri at
hava eitt høgt góðskustøði
royna vit áhaldandi at
menna virksemið á hotell-
inum, sigur Ina Charlotta
Frisdahl, leiðari á Sjúk-
lingahotellinum Tórshavn.
Hon vísir eitt nú á sjúk-
lingavegleiðingina, sum er
stovnað, síðani hotellið
flutti í nýggj høli, og
upplýsir at framtíðarætlan-
irnar eru nógvar og spenn-
andi.
Tørvur á
sjúklingavegleiðing
Endamálið við sjúkligaveg-
leiðingini er at geva før-
oyskum sjúklingum eina so
tryggja tilveru, sum til ber,
meðan teir liggja á sjúkra-
húsum í Keypmannahavn
og har um vegir. Elionora
Olsen, sjúkrasystir, sum
hevur starvast á føroyska
sjúklingahotellinum síðani
1. januar 1986 er sjúklinga-
vegleiðari.
– Tørvur hevur verið á
slíkari vegleiðing. Vit fara
nú saman við sjúklingum til
samrøður á sjúkrahúsinum,
og tað ger sjúklingin trygg-
ari. Tað er ikki tí, at sjúk-
lingarnir ikki skilja donsku
læknarnar, men tí tað
mangan kann vera torført at
savna tankarnar, tá ein er í
sjúkustøðu, sigur Elionora
Olsen.
Eitt annað endamál hjá
sjúklingavegleiðingin
er
áhaldandi at menna sam-
starvið millum Føroyar og
Danmark á sjúklingaøkin-
um. Harumframt átekur
vegleiðingin sær eisini at
hjálpa teimum avvarðandi
við flutningi og øðrum, tá
føroyingar
doyggja
á
donsku sjúkrahúsunum.
Sjúklingar kunnu eisini
leita sær ráð á sosialum og
búskaparligum spurningum
hjá sosialráðgevarunum á
Ráðgevingini fyri Føroy-
ingar í Danmark, sum hava
skrivstovutíð á hotellinum.
Ynskja sær sjúklingabuss
Sjúklingahotellið Tórshavn
hevur samstarv við aðrar
partar av føroyska um-
hvørvinum í Keypmanna-
havn, og ætlanin er, at tað
samstarvið skal økjast.
Føroyski
presturin
í
Samuelskirkjuni, Bergur
Jacobsen, og leiðarin í
Kristnastovu, Øssur Berg-
hamar, skiftast at hava eina
andakt á sjúklingahotellin-
um annaðhvørt týskvøld.
Einaferð um mánan verður
spælt bingo. Og frá 1. juli
fáa gestirnir høvi at hoyra
Útvarp Føroya og Rás 2
umvegis internetið allan
dagin.
Ætlanir eru at skipa fyri
fleiri tiltøkum bæði á ho-
tellinum og uttan fyri ho-
tellið. Talan er um at skipa
fyri útferðum í Keyp-
mannahavn og øðrum til-
tøkum í samstarv við
Reyða Kors, og harafturat
ætlar leiðslan saman við
øðrum at bera so í bandi, at
tað verður lættari hjá sjúk-
lingunum at fara til tiltøk í
Føroyahúsinum
og
hjá
nógvu føroysku feløgunum
á Keypmannahavnarleiðini
eins og til møtir í Kristna-
stovu og til gudstænastur í
Samuelskirkjuni.
– Til at røkka hesum
málinum tørvar okkum ein
sjúklingabuss, og hann
hava vit ikki ráð til beint
nú. Men hvør veit, kanska
onkur fittur jólamaður fer
at hjálpa okkum við bussin-
um, heldur Ina Charlotta
Frisdahl skemtandi fyri.
Hon leggur stóran dent á,
at sjúklingar fáa høvi at
gloyma sjúkuna. Summir
teirra búgva á hotellinum
tveir dagar, aðrir búgva har
í nakrar vikur, meðan upp-
aftur aðrir noyðast at búgva
á hotellinum í tvey ár.
Bóklingur um hotellið
Leiðslan á Sjúklingahotell-
inum Tórshavn er farin í
holt við at gera ein bókling,
sum lýsir gongdina á
hotellinum, frá tí tað lat
upp 1. mai 1976 og fram til
dagin í dag í nýggjum
hølum í Tåsingegade.
Karolina Petersen av
Toftum tók stig til at stovna
Hotel Tórshavn, sum tað
nevndist, til tað broytti
navn til Sjúklingahotellið
Tórshavn, tá hotellið flutti í
nýggj høli í fjør. Fyrsta
fyristøðukvinnan á hotell-
inum var Hjørdis Høgne-
sen, og hon lat hotellið upp
í hølunum í Gothersgade 1.
mai 1976. Hjørdis Høgne-
sen hevði leiðsluna um
hendi, til Jonny Joensen tók
við sum fyristøðukvinna
eitt hálvt ár seinni. Jonny
og maðurin, Andrias Joen-
sen, róku síðani hotellið til
tað flutti til Østerbro.
Tey bæði búðu á hotellin-
um og vóru sostatt til taks
alt samdøgrið. Men tá
hotellið flutti í nýggj høli
hækkaði talið av sjúkra-
systrum úr trimun upp í
sjey, og nú er ein sjúkra-
systir á vakt alt samdøgrið.
Føroyska
sjúklingaho-
tellið í Keypmannahavn var
upprunaliga ein sjálvogn-
arstovnur, men í 1986 fór
tað undir sjúkrahúsverkið,
og í dag er tað ein serstakur
stovnur undir Almanna- og
Heilsumálastýrinum.
Sjúklingahotellið Tórshavn 25 ár
Dánial Jákup
Jakobsen
Skálavík
Hvat sær ein føroyingur tá
ið hann sær seg sjálvan í
speglið, sær hann ein før-
oying í sær sjálvum, ella er
tað ein innbilningur um at
kanska eri eg ein føroy-
ingur sum hann kanska,
ella fult út slær seg til táls
við. Men eitt er ein inn-
bilningur eitt annað er
veruleikin sum bert er eins
og ein hvørvisjón man trýr
man sær, ella billar sær
sjálvum tað inn og trýr
uppá tað við góðari hjálp
frá tí umhvørvi man livur í.
Líkasum tað, ella um at vit
í Føroyum eru ein tjóð og
eitt fólk, við fullum sjálvs-
avgerðarrætti bæði so og so
í Føroyum. Hetta er tann
taktikkur sum sambands-
lokkarnir í Føroyum brúka
»Vit eru ein tjóð, vit eru eitt
fólk við einum avgerðar-
rætti«, men hvar, bert í
Føroyum? og hvat við ogn-
arrættinum yvir landinum,
so sum jørð, undirgrund og
luftrúm, nei tonk ikki for
nógv, tí so kundi hent at
sannleikin kom fram. Og
sannleikin hjá dønum er
hvat danska Grundlógin
sigur, hon sigur at Føroyar
eru »Danskt land, donsk
ogn«. Tað bleiv avprøva tá
ið Landsstýrið vildi fara til
NATO og ST, Danmark
segði nei, tað bleiv sam-
anborið við eins og Born-
holm ella ein onnur Amt í
Danmark fór til NATO ella
ST. Danmark vildi heldur
ikki góðtaka føroyingar
sum eitt fólk undir sam-
ráðingunum um fullveldi,
grundgevingin, Grundlógin
segði nei. Er ikki í hesum
sambandi
Heimastýrið
blivin ein innbilningur um
at vit í Føroyum eru eitt
sjálvráðandi fólk við full-
um rætti til landið, sum er
blivin ein Sambands-Javn-
aðars alkoholrúsur sum
nógv í Føroyum óbevíst
drekka av, óbevíst p.g.a.
rúsblokkinum frá dønum,
óbevíst óttan fyri at blíva
rúsblokkin fyri uttan.
Danmarks rige er et rige,
§ 1 í donsku Grundlógini,
og heimastýrislógin liggur
sjálvsagt undir Grundlóg-
ini, alt annað vildi verið
brot á donsku Grundlóg-
ina?
Hvat er so ein føroyingur,
»Ein føroyingur er ein
danskur ríkisborgari, sum
hoyrir heima í Føroyum.
Men í somu løtu vit flyta úr
Føroyum gerast vit vanligir
danskir ríkisborgarir, uttan
serrættindi sum fólk«.
Respekt puh
Í 1946 vaknaðu føroyingar
upp eftir at hava verið burt-
ur frá Darnmark í krígs-
árunum. »Tóku støðu«
meldaðu seg út úr ríkinum,
danir søgdu »Bø«, politikk-
arnir rýmdu til hús, men
ikki Jákup í Jákupsstovu.
Høvdu vit í Føroyum bert
ein veruligan politikkara á
lívi tá, sum vildi frælsið?
Nú í 2001 skuldu vit í
Føroyum aftur til at taka
støðu, og stemma um eina
vegleiðandi
skipan
um
yvirtøku av málsøkjum
sum skuldi enda við full-
veldi í ár 2012, ella einum
samríki á líka føti fyri
báðar partar, Føroyar og
Danmark, um føroyingar
heldur vildu tað, men ikki
sum nú, kanska vit eru,
kanska vit ikki eru ein tjóð.
Men so skuldi ikki ganga
við fólkaatkvøðunum í ár
og í 2012, danir søgdu
»Bø«,
Fólkaflokkurin
skramblaði saman, men
neyvan veljarin hjá hesum
flokki sum man hoyrir um í
krókinum. Men Tjóðveldis-
flokkurin og Sjálvstýris-
flokkurin hildu høvdið kalt,
»Bø« er fyri politiskar
flipparar.
Nú manglar meirilutin
fyri fólkaatkvøðunum í ár
og í 2012, so aðrir vegir
mugu roynast so sum at
yvirtaka alt frá dønum og
betala sjálvir, so onki verð-
ur eftir av rúsblokkinum hjá
sambandsflokkunum. Men
eitt má sigast, nú eru ikki
bert ein politikkari fyri
frælsi sum tað var í 1946,
eftir at danir høvdu sagt
»Bø«, nú eru umleið 10, so
framgongd er tann rætta
vegin.
Mítt fólk er eitt ravna-
slag, segði yrkjarin. Líka-
sum á døgum Nólsoyar
Pálls og Jóanes Patursson
rænir og sundurskræðir
hesin afturhalds ravnur
(sambandsflokkarnir) ein
og hvønn tanka um ný-
skipan (um frælsið til Før-
oyar og tess fólk), ja enn
tann dag í dag. Tá hann
situr í búri (andstøðu) sær
hann so fittur út, gorrar so
mjúkt. Men tá hann verður
leyslatin (í landsstýrið), tá
veiðir hann har sum hann
kann fáa mest burturúr,
helst hjá øðrum (dønum),
etur alt hann fær inná bein
(blokkin), einki hann sparir
til ringar tíðir, tá veiðir
hann bert meir hjá øðrum
(dønum).
Hvat er ein føroyingur?
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri:
Jan Müller jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo
Tíðindaleiðari:
Jústinus Eidesgaard justinus@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Marjun Dalsgaard marjun@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
John Johannessen john@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Turið Kjølbro turid@sosialurin.fo
Stefan í Skorini stefan@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Myndamenn:
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1
700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Útgevari/uppseting:
Sp/f Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 311820, Fax 314720
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Varaløgmaður vísir áhaldandi á búskaparpartin av
Hvítubók, tá hann verður spurdur um búskaparligu
avleiðingarnar av ætlan Landstýrisins.
Fyrst er at siga, at búskaparfrøðingarnir, ið skrivaðu
Hvítubók neyvan hava verið samdir um allar
avleiðingarnar. Helst er hetta tí, at ein samlað niður-
støða brillierar við sínari fráveru í Búskapar-
partinum av Hvítubók. Eisini er pástandurin um at
sleppa frá einum beinleiðis niðurskurði í tí almenna
heilt burturvið. Við teimum íløgum, ið liggja fyri
framman í tunnlum, skipum, skúlaverki, heilsuverki,
útoyggjagrunni o.s.fr. er talan um tað øvugta av
einum niðurskurði. Kanska ætlar Landsstýrið at
fortelja suðringum, at teir einki skip fáa, norðingum
at eingin undirsjóvartunnil verður og Føroya
Lærarafelag, at føroysku skúlarnir ikki koma at
uppfylla krøvini í nýggju fólkaskúlalógini í tey
næstu 20 árini.
Vit hava í blaðnum í gjár sæð eina búskaparliga
útrokning av avleiðingunum av ætlan landsstýrisins.
Henda útrokning varð gjørd av einum av fremstu
búskaparfrøðingunum í Føroyum. Hvar eru tølini
hjá Landsstýrinum? Ongantíð hevur man tikið eina
so stóra búskaparliga avgerð á so spinklum grundar-
lag. Landsstýrið skyldar føroyska borgaranum eina
frágreiðing - og einki hjálpir at peika á Hvítubók, tí
rættiliga optimistiska fortreytin um "ikki ein
beinleiðis niðurskuð" er ikki í samsvar við veru-
leikan í dag, har stórar íløgur standa fyri durum.
Tað tykist sum um at fullveldisfortalararnir í sam-
gonguni ganga og rópa alt ov nógv upp um søguligar
avgerðir, søguligir dagar, søguligar tíðir o.s.fr. Eisini
hava fullveldisfortalararnir tann keðiliga óvana at
fortelja nútíðini hvussu mótstøðumenn fara at vera
sæddir í søguligum ljósi, og onkur fer enntá so langt
sum at vurdera, um politiskir mótstøðumenn duga
til sítt borgarliga starv. Um allar hesar kreftir, ið nú
verða brúktar til at royna at skriva seg og sínar
mótstøðumenn inn í søgubøkurnar við øvugtum
fortekni høvdu verið brúktar til at útrættað veruligt
arbeiði, so kundi ein búskaparlig útrokning verið
gjørd uppá eitt tvey trý. Hon hevði ikki verið pen,
men borgarin kann ikki taka støðu uttan.
Søguskriving um dagin í dag orna okkara eftir-
komarar, so tann óbeskedna sið at seta søgulig pluss
og minus á fólk eiga fullveldismenn at niðurleggja
og heldur hugsa um fíggjarlógina tey næstu 20 árini.
Vit sóu eitt gott boð uppá hana í gjár.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Landstýrið skyldar
borgarunum eina
frágreiðing
VIÐMERKINGAR
Lágt ríðir hann, Eidesgaard
Heri Eysturlíð
Stockholm, Flaggdagin
2001
Eitt er at argumentini
eru uppi, eitt annað er at
rópa til himmals av
armóð
Í farnu viku fekk Johan
"Hot" Mortensen av at vita
frá einum av teim sosial-
demokratisku stivlaknekt-
unum, tí at hann hevði
loyvt sær at víst á nakrar av
teim gomlu mentannar-
monnunum í Føroya Javn-
aðarflokki, borið teir saman
við teir núverandi javnað-
arpolitikararnar og skírt
onkran teirra hálvbarbar.
Grovur
og
groteskur
pástandur? Jú, sanniliga.
Men tað mest tragiska av
øllum hesum er ikki pá-
standurin í sær sjálvum -
sum í grundini ikki er ein
pástandur, men ein stað-
festing. Tíverri hevði Johan
Mortensen 100 % rætt. Tað
prógvaði sjálvur javnaðar-
høvdingin so væl og virði-
liga, tá ið hann í eini kjak-
sending í Sjónvarpi Føroya
herfyri samanbar semjuna í
samgonguni tann 9. Mars
við ta tiltiknu Krystall-
náttina.
Henda sjúkliga saman-
bering sigur ikki serliga
nógv um samgonguna, men
hon sigur tess meir um
Jóannes Eidesgaard. Hetta
er eitt studii í sálarfrøði.
Úttalilsið er fullkomiliga
burtur úr vón og viti og
sigur ikki bara nakað um
muruna í manninum, men
eisini um hansara politisku,
søguligu og almennu vitan,
um
hansara
dømikraft,
uppdragilsi og um hvørjum
moralskum, etiskum og
mentunnarligum støði hann
er á.
Hetta vitleysa úttalilsið
sigur ikki lítið um Eides-
gaardsa politiska format,
um
andstendigheit
og
fólkaskikk. Hetta er eitt
skelkandi dømi um polit-
iskt dugnaloysi og armóð,
og við hesum fer Jóannes
Eidesgaard helst í søguna
sum tann føroyski politik-
ari, ið gav retoriskari
ómegd eitt andlit.
Og hetta samstundis sum
javnaðarfólk øsa seg almik-
ið um hatur hjá øðrum!
Skulu vit flenna ella gráta?
Søguloysi ella býttiskapur
Væl kann tað politiska
kjakið í Føroyum mangan
liggja á heilt ófatiliga
lágum støði, og við hetta
lag munnu flestu føroying-
ar hava fingið harða húð í
so máta. Men skræðugákar
og tómar tunnur valdast, og
hesaferð mátti eg kortini
ringja heim at fáa hesi
ódámligu tíðindir váttaði
ella avsannaði. Tí mangar
eru slatrisøgurnar, og eg
hugsaði at so groteskt
primitivur og óciviliseraður
kann væl eingin politikari
vera! Ikki ein fólkatings-
maður, eitt løgmansevni?
Ein feril av andstendigheit
er væl onkunstaðni?
Men tíverri. Syrgiliga
bóru tey boðini fram…
Nú ber Jóannes Eides-
gaard ikki júst orð fyri at
vera nakað politiskt reyst-
menni, og eingi uttan tey
heilt ortodoxu javnaðar-
fólkini munnu vænta sær
retoriskar perlur av hansara
munni. Men álvaratos!
Hvat ríðir manninum, og
hvat hugsar hann fyri sær?
Er eingin sum helst skomm
skapt í honum? Eitt er at
vera politiskt ósamdur, eitt
annað er at bera seg at sum
ein politiskur barbarur.
Tað man vera øðrum enn
mær ein gáta, hvat ið fær
ein floksformann og fólka-
tingsmann anno 2001 at
siga nakað so vamlisligt
sum hatta fyri opnari
mikrofon. Undirlutakensl-
urnar mugu vera øgiligar.
Er hetta tekin um býttiskap,
fullkomiligt søguloysi, an-
alfabetismu, ella er okkurt
annað galið?
Ja, tíverri má eg vera so
frekur at spyrja, um mað-
urin er idiot! At kalla hann
óuppdrignan hevði verið at
skammróst honum.
Væl er tað gomul sosial-
demokratisk siðvenja, og
ikki bara í Føroyum, at
skíra øðrvísi hugsandi fyri
fascistar og mangt slíkt.
Men av øllum primitivum,
svínskum orðaskvaldri bera
hasi seinastu úttalilsini hjá
Eidesgaard prísin. Javnað-
arhøvdingin
fær
sjálvt
Dagblaðið at minna um
Mína Jólabók, og hann setir
kjaftaslitið av teim sosial-
demokratisku undirhundu-
num í eitt heilt nýtt ljós.
Við slíkari fyrimynd er lítið
annað at vænta.
Sópa fyri egnum durum
So kunnu vit altíð illgita,
hvørt Jóannes Eidesgaard
sigur hatta burtur úr egnum
brósti, ella um hann hevur
sufflør. Hasin ófantaligi
málburðurin er okkum ikki
heilt ókendur. Men polit-
iskur sprellimaður ella ikki,
so er ilt at skilja hvussu eitt
slíkt vittíggi kann umboða
so stóran part av Føroya
fólki og haraftrat sita í
Fólkatinginum. At eitt slíkt
skal bjóða seg fram til
løgmann, er heldur ikki
serliga hugaligt.
Ikki er minni óhugnaligt,
at sovorðin søguloysingur
eisini er professionellur
barnauppalari. Hvussu í
víðu verð kann slíkur mað-
ur læra tað uppvaksandi
ættarliðið munin ímillum
rætt og skeivt, moral og
etikk, mentan og hvørt av
sínum? Hetta mátti fingið
mong foreldur á Tvøroyri at
ligið í andvekri.
Summir javnaðarpolitik-
arar eru so óførir at vísa
øðrum á orðabøkur. Alt
gott um tað, men hví ikki
sópa fyri egnum durum og
læra sín egna floksformann
tað mest elementera úr
heimssøguni? Ella givið
honum grundskeið í vanlig-
um fólkaskikki?
Í tí sambandi kundi for-
maðurin eisini tikið í oyr-
uni á teim gomlu moskva-
kommunistunum í flokkin-
um og tráspurt teir, hvørja
støðu teir nú hava til
demokrati og parlamentar-
ismu. Okkurt bendir á, at
formaðurin sjálvur blandar
nøkur ting saman, og
kanska hevur onkur av teim
kommunistisku undirhund-
unum lýtt honum orðini um
Krystallnáttina í oyrað,
hvør veit? Hatta ljóðar jú
sum klassiskur kommun-
istaretorikkur og kann geva
føroyingum eina hóming av
hvat teir hava at vænta sær,
skuldi Edesgaard og hans-
ara skutilsveinar komið til
ræðið.
Etikkurin í SvF?
Kenni Øssur Winthereig
eitt sindur frá okkara
arbeiði við Føringinum á
sinni, og hann virkaði fyri
mær sum ein seriøsur
journalistur, ið gekk høgt
upp í fjølmiðlaetikk. Eitt nú
dámdi honum als ikki ta
serføroysku siðvenjuna at
misbrúka
bløðini
til
"ruskspann", runublak og
persónsútspillingar. Men
hvørja støðu hevur hann til
etikkin í Sjónvarpi Føroya?
Tiltikið er at stagnera
fakliga tá ið tú flytir aftur
til Føroyar, og antin er
Øssur Winthereig stein-
sovnaður,
hevur
givið
skarvin fullkomiliga yvir,
ella eisini hevur Jóannes
Eidesgaard fingið okkurt
slag av framíhjárætti og
undantaksloyvi í SvF.
Í einum Sosiali í fjør
gramdi javnaðarformaðurin
Framhald á síðu 13