Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-02, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 2. mai 2001 11 gult11 cyan11 magenta11 svart11 10 Nr. 83 - 2. mai 2001 gult10 cyan10 magenta10 svart10 – Týsnáttina slitnaðu samráðingarnar ímillum Føroya Ar- beiðarafelag og Føroya Arbeiðsgev- arafelag. Semings- menninir fáa eina trupla uppgávu, sigur Ingeborg Vinther í Føroya Arbeiðara- felag SÁTTMÁLATRÆTA Áki Bertholdsen – Tað er heilt langt ímillum partarnar, so spurningurin er, hvussu tað fer at ganga. Tað mundi vera við bland- aðum kenslum, at Ingeborg Vinther, helt 1. meidags- hald á altjóða arbeiðarafel- agnum í gjár. Tá hevði hon sitið í fleiri tímar og togast við Føroya Arbeiðsgevarafelag um ein nýggjan sáttmála. Men tað eydnaðist ong- antíð at fáa glið á samráð- ingarnar og um tvey tíðina týsnáttina máttu partarnir viðurkenna, at har var onki at gera. – Tað skerst ikki burtur, at sáttmálsamráðingarnar eru slitnaðar, sigur for- kvinnan í Føroya Arbeið- arafelag. Tað endaði við, at arbeiðs- gevararnir gjørdu at at senda boð eftir semings- monnunum. Teir báðir sem- ingsmenninir, John Rajani og Súni Schwartz Jacobsen, hava sostatt yvirtikið samr- áðingarnar. Á miðdegi í gjár høvdu teir ikki kallað partarnir saman aftur til fundar, men Ingeborg vinther væntaði at hoyra frá teimum hvørja løtu. Trupul uppgáva Men sjálv hon ivast ikki í, at semingsmenninir fáa eina trupla uppgávu. – Vit standa so mikið langt frá hvørjum øðrum, at tað verður uttan iva trupult hjá semingsmonnunum at fáa eina semju snikkaða til, sum báðir partar kunnu góðtaka, sigur Ingeborg Vinther. Hon sigur, at Føroya Ar- beiðarafelag hevur kravt eina lønarhækking upp á 20%. Tað heldur hon er ikki órímiligt, tá ið hugsað verður um, at kanningar vísa, at keypiorkan er fallin 10% hesi bæði seinastu árini, so nógv er alt dýrkað. – Samstundis hava vit gjørt púra greitt frá fyrsta degi, at fáa vit ikki eina fittliga lønarhækking hesu- ferð, verður ikki talan um at gera meiri enn ein eittárs- sáttmála. Annars hevur talan verið um tvey ára sáttmálar nú heilt leingi. Samstundis hevur Føroya Arbeiðarafelag eisini kravt, at verkafólk hereftir skulu lønast eftir starvsaldri. – Tað er heilt órímiligt, at eitt fólk, sum hevur drúgvar royndir, t.d. á einum flaka- virki, ikki skal fáa meiri í løn enn eitt fólk, sum kem- ur beint inn av gøtuni og ikki er inni í arbeiðnum. Ingeborg Vinther sigur, at harafturat hevur felagið kravt at hon verður settur á ymisk mál í sáttmálanum, sum hava ligið á láni í mong ár. – Arbeiðsgevarin hevur púra afturvíst okkara krøv- um og tað eru fleiri av okk- ara krvøum, sum vit ikki so frægt sum hava viðgjørt nakað serligt. Tí vænti eg, at uppgávan hjá semings- monnunum verður ómetal- iga trupul hesuferð. Men í øllum førum kann sigast, at Føroya Arbeiðara- felag hevur sett sær fyri at fáa munandi batar í sátt- málanum. – Vit eru nú í 2001 og tað kann ikki blíva við, at tey lægstløntu, sum arbeiða í framleiðsluni, ferð eftir ferð skulu vera við sviðu- soð afturímóti teimum al- ment løntu, sigur Ingeborg Vinther. SÁTTMÁLATRÆTA Áki Bertholdsen Semingsmenninir, John Rajani og Súni Schwarts Jacobsen fara nú at seta seg inn í, hva Føroya Arbeið- arafelag og Føroya Ar- beiðsgevarafelag, eru ósamd um. Týsnáttina vóru teir kall- aðir upp í samráðingarnar ímillum teir báðar partarn- ar, tí sjálvir mettu teir seg ikki, at teir komu longur. John Rajani sigur, at tað fyrsta, teir hava gjørt, er at útseta eitt møguligt verkfall í eina viku. – Síðani fara vit at halda fund við partarnar hvør sær. Tá ið vit soleiðis hava sett okkum inn í, hvat ósemjan snýr seg um, fara vit at fyrireika semingina. Tá verða partarnir kallaðir saman til fundar at vita, um ikki eitt úrslit kann spyrjast burturúr. Enn gongur ongan veg við samráðingun- um um lønina hjá yvirmonnunum hjá teimum, sum skulu sigla við nýggju sandoyarferjuni SÁTTMÁLATRÆTA Áki Bertholdsen Enn er púra óvist, nær sandoyingar fáa gleði av teirri nýggju sandoyarferj- uni. Samráðingar hava nú í eina tíð verið ímillum Fíggjarmálastýrið og Skip- ara- og Navigatørfelagið og ímillum Fíggjarmálastýrið og Maskinmeistarafelagið um viðurskiftini hjá yvir- monnunum, sum skulu sigla við nýggja skipinum. Men tær samráðingarnar ganga ikki væl. Tvørtur- ímóti er enn onki komið burturúr samráðingunum við navigatørarnar, sigur Ellintur Abrahamsen, for- maður í Skipara- og Navig- atørfelagnum. Tískil er enn púra óvist, nær Sandoyar- ferjan verður sett í sigling. Formaðurin í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at tá ið saman um kemur, eru tað spurningurin um krónur og oyru, sum skilja partarnar. –Tað er bara tíðin, sum fer at vísa, nær málið verð- ur loyst. Ellintur Abrahamsen sig- ur, at samráðingar vóru mánadagin, men at tað kom púra onki burturúr. – Vit hava samráðst fyrr, men vrakaðu uppskotið, sum varð lagt fram. Á fundinum mánadagin varð uppskotið eitt sindur broytt á onkrum økjum, men á øðrum økjum varð tað blivið verri. – Men høvuðsorsøkin til, at vit vrakaðu tað fyrra uppskotið, var ikki broytt í uppskotinum, sum varð lagt fram mánadagin og tí var ongin ivingur um at vit skuldu vraka uppskotið, sigur Ellintur Abrahamsen. Annars hevur ljóðað, at semja hevur verið um, at Teistin skal setast í sama bólk sum Dúgvan. Men tað skilst á Ellinti Abrahamsen, at hetta er ikki heilt rætt. – Við Dúgvuni er bara ein stýrimaður, men eftir manningarskjalinum fyri Teistan, skulu tveir stýri- menn vera við honum. Tí verður neyðugt at finna ein ella annan millumbólk til Teistan og at semjast um, hvussu sáttmálin skal snikkast til, so at pláss verður fyri tveimum stýri- monnum. – Hetta er ein av høvuðs- ósemjunum ímillum Fíggj- armálastýrið og Skipara- og Navigatørfelagið. Í løtuni er skiparin á Dúgvuni løntur í bólki átta og stýrimaðurin í bólki seks. – Men nú tveir stýrimenn skulu vera við Teistanum, hava vit kravt, at skiparin verður løntur í bólki níggju, yvirstýrimaðurin í bólki átta og hion stýrimaðurin í bólki seks, sigur Ellintur Abrahamsen. Hava kravt 20% í lønarhækking Týsnáttina slitnaðu samráðingarnar ímillum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafel- ag. Ingeborg Vinther væntar, at tað verður sera trupult hjá semingsmonnunum at finna semju Fara at tosa við partarnar Hon varð ikki liðug fyrsta mei, sum lógin segði, men fundur verður aftur fríggjadagin SÁTTMÁLATRÆTA Áki Bertholdsen Nevndin, sum varð sett at áseta lønina hjá skip- aranum og stýrimonnun- um á nýggja vaktarskip- inum, Brimli, er ikki lið- ug enn. Annars skuldi hon verið liðug týsdagin eftir lógini, sum Løgtingið samtykti, men tað eydnaðist so ikki. Tað var eftir at royndir í seks mánaðir at finna eina samráðingloysn vóru miseydnaðar, at Løgtingið samtykti at ein nevnd skuldi setast at áseta lønina hjá skip- aranum og stýrimonnun- um. Í nevndini vóru fýra umboð, tvey fyri Fíggj- armálastýrið og tvey umboð fyri Skipara- og Navigatørfelagið. Nevndin skuldi vera liðug 1. mai. Varð hon ikki tað, skuldi uppmað- ur veljast at skera ígjøgnum. Í nevndini sita Trygvi Jacobsen, sjómansskúla- lærari og lógfrøðingur og Páll Nielsen, lógfrøð- ingur, fyri fyri Skipara- og Navigatørfelagið og Tummas Magnussen, leiðari á lønardeildini í Fíggjarmálastýrinum, og Jógvan Ellefsen, lóg- frøðingur, fyri Fíggjar- málastýrið . Ellintur Abrahamsen sigur, at hóast nevndin ikki er liðug, veit hann onki um, at ætlanin er at velja uppmann. Hann sigur, at nevndin skal hava fund aftur fríggjadagin og kanska verður uppmaðurin valdur tá. Nevndin heldur fram Enn er óvist nær sandoyingar fáa Teistan Fransmenn eru fegnir um at hava eina lítla kvotu av svartkjafti í føroyskum sjógvi, og tí royna franskir trolarar her um leiðir nú í bestu svart- kjaftatíð. Sosialurin var ein túr umborð á einum av hesum fronsku trolarunum FRANSKUR TROLARI Stefan í Skorini Teir hava verið í føroyskum sjógvi í nærum tríggjar vikur. Roynt verður eftir svartkjafti, sum síðani verður virkaður til surimi. Tað er sama framleiðsla, sum stóri trolarin hjá JFK Trol, Næraberg, fæst við. Franski trolarin, Joseph Roty II, lá við bryggju í Havn í nakrar dagar, tá skipið skuldi bunkra brennievni og hava nakað av provianti umborð sam- stundis. Eisini hava teir havt trupulleikar við út- gerðini, og hetta skal fáast í rættlag. Meðan teir eru inni, skal ein av manningini á sjúkrahúsi við onkrum smávegis snuddi. Tá vit koma umborða, verður okkum fortalt, at skiparin fær sær ein blund, og vit vita, at ein sovandi sjómann skal mann ongan- tíð órógva. Tað var tann 16. januar, at franski verksmiðjutrol- arin legði frá landi í franska býnum Saint Malo í Bretagne í Norðurfranka- ríki. Trolarin hoyrir heima í hugnaliga havnabýnum, har ein verksmiðja hjá reiða- rínum eisini liggur. Har leggja teir surimi upp, sum verður virkað til ymiska framleiðslu. Vanliga leggja teir leiðina til Føroyar tann 1. mai á hvørjum ári, men í ár hava teir verið eitt sindur fyrr á sjóvarfallinum. Hetta var fyri at fáa sum mest burturúr svartkjaftafiski- skapinum. Tað eru nú fýra ár síðani, at teir síðstu ferð vóru í havn í Føroyum. Gamalt skip Tað skilst á øllum brøgd- um, at hesin trolarin ikki júst er flaggskipið hjá franska reiðarínum Coma- pêche. Vit fáa ein faldara frá einum av teimum mongu yvirmonnunum, vit tosaðu við, sum lýsir virk- semið hjá reiðarínum. Av teimum trimum trolarunum er eitt nýtt og stásiligt skip, meðan Josph Roty II er 28 ára gamal og illa tærdur. Reiðaríið hevur tríggjar trolarar, og eini 26 smærri bátar, ið royna eftir stórum rækjum útfyri eysturstrond- ini í Suðuramerika. Tað sæst týðiliga, at hesin trolarin ikki er serliga nútímansgjørdur. Tólini á brúnni eru gamaldags og slitin. Onkur telda er tó at síggja millum tey gomlu tólini. Meðan vit tosa við yvir- menninar nevna teir javnan Næraberg og samanbera við hann. Næraberg er tann stóra fyrimyndin, sum teir meta høgt, skilst á málin- um. – Vit vóna allir, at um eini trý-fýra ár hava vit eitt nýtt skip, sum skal avloysa hetta gamla og útslitna skipið, sigur Yves Duteil, ið er 1. stýrimaður, men hann leggur afturat, at tað kanska ikki verður so skjótt kort- ini. Yvirmenninir eru ikki heilt væl nøgdir við fiski- skapin undir Føroyum higartil. Slagið hevur verið ov smátt, sigur ein teirra. Teir hava eini 600 tons umborð í løtuni, og trolarin tekur 800 tons. Kvotan hjá fronskum skipum í føroyskum sjógvi er 3000 tons tilsamans um árið, og har er umleið helmingurin eftir. Teir vóna sjálvsagt, at teir eru einsamallir í føroyskum sjógvi, men teir vita ikki rættiliga, um nakar annar franksur trolari er her um leiðir. Eins og føroyskir fiski- menn gremur Yves seg um, at russarar eru heldur naskir, tá teir royna eftir svartkjafti undir Føroyum. Joseph Roty II kann í mesta lagi framleiða 20 tons av surimi um dagin, men framleiðslan liggur sum oftast um tey fimtan tonsini. Næraberg kann í mesta lagi framleiða 50 tons av surimi um dagin. Umborð á franska trolaran- um skulu teir hava 250 tons av vatni um dagin fyri at halda tørn í framleiðsluni. Tá teir eru lidnir við sína kvotu undir Føroyum verður leiðin løgd til Mauritius. Hetta verður væntandi um 12. mai, sigur Yves. Góður hýrur Sum vit ferðast runt í skipinum koma vit niður til kahýttirnar hjá manningini. Har er meira lív í monnum. Fleiri standa og práta uttan- fyri og láturin rungar eftir í, tá ein hevur sagt hinum eina stuttliga søgu. Vit skilja ikki rættiliga, hvat teir siga, men fransmenn- inir skjóta eftir portugisar- um, sum svara aftur, og teir flenna saman. Eisini er harður tónleikur at hoyra. Tónleikurin hjá Guns N´Roses ljómar í roykinum at skitnum klæðum og fiski. Dagin eftir sum vit hava verið umborð, skal skipið aftur til fiskiskap. Hetta stendur skrivað við stórum stavum kring alt skipið. Á dúrkinum í fleiri støðum er skrivað við kriti, nær skipið fer avstað aftur. Soleiðis kunnu allir menn vita, nær teir skulu fara av Café Natúr og umborð aftur. At skriva á dúrkið er ein vanligur háttur at geva boð til allar mans umborð. 59 mans eru við skipin- um. Á Nærabergi eru eisini fleiri konufólk, men so er ikki her umborð. Umleið helmingurin eru frans- menn, meðan hin helming- urin er portugisar. Allir yvirmenninir eru úr Frankaríki, meðan portu- gisarnir eru lægri á stigan- um. Ein russari rekst eisini umborð. Hann tekur sær av teimum sjey Baader maskinunum, sum eru í tí trongu verksmiðjuni. Manningin býr ikki ser- liga væl. Tá er stórur munur á umstøðunum á Nære- bergi. Kahúttirnar eru lítlar og trongar. Messan er heldur ikki innbjóðandi, tá vit verða vístir runt á skipinum. Á Joseph Roty II er ein fín messa fyri yvir- menninar og ein minni fín til manningina. Tá føroyska tollvaldið kemur umborð verða vit noyddir at sleppa okkum avstað aftur, tí yvirmenn- inir hava úr at gera við at gera tollarunum til vildar. Franskur trolari við bryggju: Gamal men knáur Yves Duteil vónar, at reiðaríið fer at lata nýtt skip byggja fyri tann gamla trolaran innanfyri tey næstu trý árini Mynd: Jens Kr. Vang Bæði portgisar og fransmenn eru við umborð, og hýrurin tóktist at vera góður millum manningina Mynd: Jens Kr. Vang