Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-02, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 2. mai 2001 13 gult13 cyan13 magenta13 svart13 12 Nr. 83 - 2. mai 2001 gult12 cyan12 magenta12 svart12 Seinasta fríggjadag varð ein kanning, ið stovnurin Gallup hevur gjørt millum íslendskar fiskimenn al- mannakunngjørd og úrslit- ið av hesi hevur skakað íslendingar. Íslendskir fiskimenn hava seinastu árini tveitt fisk útaftur fyri milliardir, serliga tosk, men eisini hýsu. Tað hevur leingi verið illgruni um, at íslendingar tveita nógvan undirmáls- fisk útaftur, men bæði bæði fiskimenn og reiðarar hava avsannað hetta. Heitt var á Gallup í vetur um at gera eina kanning millum fiskimenn. Stovn- urin fór gjølliga til verka, spurdi 2246 fiskimenn. Av hesum svaraðu 77 prosent. Allir teir spurdu svaraðu upp á 57 spurningar um út- blaking av fiski og úrslitið fyriliggur nú í eini kanning sum fevnir um 70 síður. Tað var íslendski fiski- málaráðharrin, Árni Mathiessen, sum kunn- gjørdi úrslitið. Kanningin vísir, at eini 15.000 tons av tosku vóru útblakað í fjør og eini 5000 tons av hýsu. Allir fiskimenninir, sum svaraðu søgdu, at teir kendu til trupulleikan við útblaking. Serliga nógv verður tveitt út av trolarum við botntroli, 43 prosent, síðan koma línubátarnir við 22 prosentum, garnabátarn- ir við 20 prosentum og flótitrolið við 14 prosent- um. Íslendingar nýta ikki fiskidagaskipan, men kvotuskipan og tá snýr tað seg um at fáa sum mest at stórum fiski í lastina, tí hesin gevur besta prísin. j.e. Samlaða kvotan av mat- fiski í Ný Sælandi er 670.000 tons og herav eigur stóra fyritøkan Sealord ein fjórðing. Størsti eigarin í Sealord er japanska fyri- tøkan Nippon Suisan Kais- han. Sealord eigur 25 skip og hesi kunnu fiska 148.000 tons. Tað er serliga hoki, sum skipini veiða, ein væl umtóktur matfiskur við hvítum fiski og sum er er at síggja allastaðni í frysti- diskunum í Japan. Ný Sæland hevur veldiga stórt fiskiøki. Landið er ikki stórt, men langt. Strandarlinjan er eins long og tann hjá USA. Ný Sæland er eitt undangongu- land, tá tað snýr seg um at gagnnýta havið á einum burðardyggum grundarlagi. Bátarnir hjá Sealord veiða á øllum dýpum og teir royna við troli, línu og verksmiðjutrolarum. j.e. SAMKOMA Jan Müller Aftur í ár verður sam- koma og hugnaløta í donsku kirkjuni í Lon- don fyri føroyingar, sum búgva í Bretlandi. Til- takið verður sunnudagin 6. mai. Vanlig gudstæn- asta verður klokkan 11 og har eru føroyingar vælkomnir sum altíð. Aftaná gudstænastuna verður fyrst drekka- munnur og køkur á skránni. Eftir tað verður borðreitt við Buffet Lunch. Danska kirkjan liggur í St. Katharine´s Precinct, Regents Park, London NW1 4HH. Næstu undirgrundstøð- irnar eru Camden Town, Northern Line og Great Portland Street, Circle Line. Stigtakararnir til samkomuna, sum eru fólkini í FISC biðja okk- um siga frá, at tey, sum koma vi ð hýruvogni skulu siga, at tey skulu til St. Katharine´s Precinct, next to Cum- berland Terrace. Tey, sum vilja vera við, skulu boða frá til Marjun Joensen á tele- fon 020 8953 9920 ella á e-mail: marjoensen@aol.com Føroyingar hittast í London Gongur ikki væl hjá Royal Greenland Stórur lemmar virkaðu fínt Íslendingar tveita nógv útaftur Jústinus Leivsson Eidesgaard Teir sigla sum aðrir sand- grabbarar á Fuglafjørð við tí einu lastini fyri og aðrari eftir, nótabátarnir Chr. í Grótinum og Krúnborg, Tróndur í Gøtu o.s.v. Christian í Grótinum fóru suður gjøgnum Nólsoyarfjørð um 11 tíðina í gjár á veg á svartkjafta- leiðirnar í ein útsynning úr Munkinum í føroyskum sjógvi. Svartkjafturin stendur enn tættur og tað tekur slett ikki so langa tíð at fáa uppí. Hendan túrin hevði Chr. í Grótinum eis- ini fulla last. Teir løgdu væl yvir 2000 tons upp á Havs- brún. Tróndur í Gøtu landaði mánadagin 2500 tons og Krúnborg liggur nú á Fuglafirði og verður land- aður. Teir hava 2500 tons inni hendan túrin. Nógv skip á feltinum Nógv svartkjaftaskip eru á feltinum. Tað liggja heilir 19 russarar og toga eftir svartkjafti. Átta norðmenn eru eisini, tveir danskir svartkjaftatrolarar og ein franskur. Íslendingarnir eru ikki at síggja í føroyskum sjógvi í løtuni. Teir liggja vegna verkfall. Norðmenninir hava longu veitt 39.000 tons av kvotuni, sum er upp á 47.000 tons. Teir verða helst lidnir við kvotuna í føroyskum sjógvi longu í hesi vikuni. Kvotan hjá russum er drúgvari og hon plagar at strekkja árið út. Donsku bátarnir og franski veiða av ES kvotuni. Jón Sigurdsson er á veg til Íslands at landa. Hann tekur 900 tons og hevur fulla last. Hann skal landa á Fáskrúðsfjørðinum á Eyst- urlandinum. Tað er stytsta leið. 35 svartkjaftaskip í føroyskum sjógvi FISKIVINNUTÍÐINDI Sealord, størsta fiskivinnufyritøka í Ný Sælandi Stóra felagið Royal Greenland er heimsins stórsti virkari av rækjum úr køldum sjógvi og tað gongst væl at fiska rækjur. Men tað gongst ikki væl í sjálvari fyri- tøkuni. Í fjør hevið fyri- tøkan ein umseting upp á 3,5 milliardir krónur, men ársúrslitið var bert 11 milliónir danskar krónur. Nevndin fyri Royal Greenland er ikki nøgd við úrslitið. Orsøkin sigst at vera, at rækju- virkini á landi ganga illa og at kappingin er hørð frá verksmiðjutrolarum, sum pakka lidnar rækjur umborð. Í 1999 og í fjør seldi felagið 95.589 tons av fiski. Umframt rækjur, so er krabbi og svart- kalvi týdningarmiklar vørur. Men enn er felag- ið sterkt, eginkapitalurin er eina góða hálva milli- ard krónur. Stóri írski trolarin »At- lantic Challenge« er júst komin aftur av fyrsta svartkjaftatúrinum við nýggjum íslendskum lemmum FLS 12 Poly- Ice frá Hampiðjunni. Teir høvdu fýra hál og togaðu samanlagt í 10 tímar og veiðan vá 1600 tons. Steven McSharrey, skipari á Atlantic Challenge sigur við íslendsku vevsíðuna Interseafood.com, at lemmarnir royndust væl. – Teir koma munandi betri út enn aðrir lemm- ar av somu stødd og tað svarar aftur bæði í skvering og minni olju- nýtslu, sigur Atli Jósafatsson frá Hampiðjunni. Lemmarnir eru 13 metur langir. Teir eru úr sterkum Weldox stáli, sum er lættari enn vanligt stál. Teir hála fimm tons hvør við 3,5 míla tóvferð. Chr. í Grótinum fer her við fullari ferð suður gjøgnum Nólsoyarfjør fyrrapartin í gjár. Mynd. Jens Kr. Vang Mynd: Interseafood.com 57 bátar seldu knappliga 18 tons um gólvsøluna hjá Fiskamarknaðinum mánadagin Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo FD 101 Strandingur lína 695 FD 102 Bylgjan snella 181 FD 131 Høghamar snella 201 FD 25 Mascot lína 446 FD 306 Vesturland m/s gørn 806 FD 316 Annfríð snella 206 FD 348 Skoratindur snella 128 FD 363 Líðarbrúgv snella 546 FD 367 Báran snella 86 FD 386 Slættiklettur snella 983 FD 421 Hjallur snella 415 FD 437 Munkurin 3 snella 187 FD 460 Safir snella 348 FD 464 Sæborg botntrol 112 FD 492 Klettur snella 220 FD 954 Vørðan snella 327 FD 984 Tvey systkin snella 119 FD 992 Kúrberg snella 30 FD1140 Eyðin snella 523 KG 92 Øldan snella 458 TG 159 Vesturbúgvin snella 58 TG 347 Knúkin snella 87 TG 397 Kvikk snella 220 TG 495 Egil m snella 229 TG 508 Magnhild snella 45 TG 523 Sóley snella 119 TG 60 Sjófarið snella 471 TG 620 Bergur II snella 251 TG 731 Annie m/b snella 375 TG 802 Brattanes snella 80 TG 95 Fløtunes snella 88 TN 149 Ørvur snella 371 TN 23 Espingur snella 2.478 TN 417 Gunbjartur snella 170 TN 844 Brandur snella 382 TN 892 Nøvan snella 168 TN 897 Maj-N snella 159 VA Kelvin snella 177 VA Lómur snella 177 VA 105 Barið snella 46 VA 135 Havfrúgvin snella 266 VA 141 Álkuklettur m/b snella 783 VA 190 Sjóberið snella 382 VA 213 Leitistangi snella 465 VA 245 Sunnvá snella 69 Sýslu- nummar Skipanavn Reiðskapur kilo VA 294 Nestangi snella 445 VA 310 Streymnes snella 400 VA 324 Skarvur snella 205 VA 327 Fortuna m/b snella 189 VA 34 Dunga hans m/b snella 163 VA 352 Petsy snella 167 VA 66 Gunnvá snella 141 VA 81 Gutta Jógvan snella 220 VA 82 Raðnes snella 164 VN 156 Hanus á Bø snella 265 VN 496 Reyni snella 116 VN 513 Klettur snella 150 Vørunavn kilo Annað 12 Blálonga 0 61 Blálonga 2&3 22 Brosma 0 56 Hýsa 1 24 Hýsa 2 18 Hýsa 3 39 Hýsa 4 451 Havtaska 0 51 Hvítingur 0 101 Kalvi 2 412 Kalvi 3 310 Kalvi 4 21 Kongafiskur 0 84 Longa 0 46 Reyðsprøka 0 10 Skøta 111 Skrubba 2 Steinbítur 156 Toskarogn 8 Toskur 1 85 Toskur 2 458 Toskur 3 4.754 Toskur 4 6.552 Toskur 5 3.110 Upsi 0 276 Upsi 2 60 Upsi 3 156 Upsi 4 135 Gólvsølan seg m. a. um, at "tað gongur ikki dagur frá Guði, uttan at Jóannes Eidesgaard fær onkra skarnbyttu oman yvir seg". Hevði ynskt, at bæði dagarnir og skarnbytt- urnar vóru munandi fleiri í tali. Yvirhøvur undrar tað meg stórliga, at føroyskir fjølmiðlar ikki hava sett Jóannesi Eidesgaard knívin á barkan í hesum sambandi, og at meira rumbul ikki hevur verið í. Hvar aðra- staðni í verðini hevði ein floksformaður sloppið væl frá so groteskum úttalilsi, uttan møguliga á Cuba og í Norðurkorea? Hugsið tykk- um til, um hetta hevði hent t. d. í Danmark! Hvat er tað fyri pressa, ið tit hava harheima? Tískil er ikki at vænta, at Eidesgaard missir tingsess- in (sum Albert Isfeldt so skilagott mælir til í Sosial- inum 19. Apríl). Í einum landi, har neyðtøkumenn kunnu gerast politiskir martyrar, skal helst meira til at koyra løgtingsmenn úr sessinum enn grov út- talilsir. Hinvegin ivist eg ikki í, at mong hampafólk eru í Javnaðarflokkinum. Væl eru tey von við buldrutar floksformenn. Men er nøkur sum helst skomm skapt í teimum, og eru tey ikki kemiskt reinsaði fyri sjálvkritikk og árræði, skifta tey Eidesgaard út í stundini og velja sær eitt meira siðiligt og mentað umboð. Lítið gott er í at velja, men við hetta lag er væl ein og hvør broyting ein broyting til tað betra. Við hasum formanninum er flokkurin ikki førur fyri at fara í Landsstýrið og so slettis ikki at umboða Føroyar úteftir. Apotekini í Føroyum kundu eisini prentað úttal- ilsið hjá Jóannesi Eides- gaard á smáar lepar og selt teir sum spýggimiðil. Munur á lorti og pannikakum Hetta gevur mær eisini ábendingar um, hví Jó- annes Eidesgaard, Atli Dam og adrir javnaðarmenn eru so sansaleyst í øðini inn á Høgna Hoydal. Nú gongur sjón fyri søgn: teir røkka jú ikki Høgna til øklarnar, hvørki sum politikarar, retorikarar ella mentamenn. Her er snøgt sagt munur á lorti og pannikakum, og tí tí ljósinum vísa teir seg sum teir verbalu og politisku gatudreingir, sum teir í veruleikanum eru. Er tað tann ómegdin, ið nívir? Tí uttan mun um vit eru politiskt ósamd við sitandi landsstýri, og uttan mun til hvat andstøðan pástendur, so hevur hetta landsstýrið bøtt munandi um umdømið hjá føroyingum burturi og heima, givið okkum sjálvs- virðingina aftur og fingið okkum at bera høvdið høgt. Mangan kunnu danskir fjølmiðlar vera á gosi, men nú viðgera teir so av illum tað ið landsstýrið sigur, og ikki sum fyrr, rukku- túrarnar. Hetta er hóast alt eitt stórt framstig. Skuldi eitt sum Eides- gaard nakrantíð gjørst løg- maður, hevði tað skatt okkara umdømi í ólukku- máta. So verður aftur pín- ligt at vera føroyingur. Tá ið politikarar fara uttan- lands í dag, er ikki nóg mikið at teir duga at eta við knívi og gafli. Teir eisini duga at málbera seg sum fólk. Millum annað! Sum svenskarar taka til: "Det är skillnad på talare och neandertalare". Framhald av síðu 8 TÍÐINDASKRIV v/ Føroya Lærarafelag Elsa Birgitta P. Petersen, formaður Føroya Lærarafelag fegnast um, at Løgtingið í dag hev- ur samtykt at hækka játt- anina til at seta fólka- skúlalógina í verk. Føroya Lærarafelag ber kortini ótta fyri, at játtanin ikki fer at røkka, og heldur tí í grundregluni framvegis fast við, at talan kann verða um sáttmálabrot og fer at fylgja væl við, hvussu tímajáttanin til ymisku skúlarnar fer at síggja út skúlaárið 2001/2002. Røkkur upphæddin ikki, verða tað næmingarnir og lærararnir, sum fara at svíða fyri, at myndug- leikarnir ikki játtaðu tað, sum teir vistu, at sáttmálin frá 30. apríl 2000 fór at kosta. Føroya Lærarafelag hevur í dag gjørt av, at biðja Fíggjarmálastýrið um sem- ing sbrt. grein 11 í Høv- uðsavtaluni. Meiri pengar til skúlan Savnsmynd Sosia urin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Ti tøk Sos alur n Lýsingar Bilar