Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2001síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 2. mai 2001 15 gult15 cyan15 magenta15 svart15 14 Nr. 83 - 2. mai 2001 gult14 cyan14 magenta14 svart14 Bergur Hanusson, djóralækni Heri Joensen, prestur Heri Krage- steen, sálar- frøðingur Ingi Højgaard, løgfrøðingur Jens Andre- assen, lækni Jóhanna á Tjaldrafløtti, føðslu/húsar- haldsfrøðingur Jón Klein Olsen, politistur Jón Krage- steen. Ferðslu- trygd Julianna Næs, pedagogur Sjúrður Johannesen, sosialráðgevi Turid Thom- sen, lestrarveg- leiðari Marius Staksberg, málfrøðingur TIT SPYRJA VIT SVARA LØGREGLAN Hvørji krøv verða sett eldri bilførarum Í grannalagnum hjá okkum hevur ein eldri maður júst fingið koyrikortið longt. Um hann hevur verið til roynd ella ikki, vita vit ikki, men sum skilst var tað út- gingið. Hesin eldri maðurin er merktur av elli, hyggur seg ikki nóg væl um, tá ið hann koyrir, og er eftir okk- ara tykki ikki ein ábyrgd- arfullur bilførari - rætt og slætt tí, hann er vorðin ov gamal. Vit kundu hugsað okkum at fingið at vita, hvørjar treytir verða settar í hesum førum. Skulu fólk, hvørs koyrikort ganga út, til nýggjan koyriroynd? Og hvat verður annars hugt eftir? Í ferðslulógini grein 18b stk. 1 stendur skrivað, at koyrikortið hevur gildi til eigarin hevur fylt 70 ár. Í grein 18b stk. 4 stendur, at tá ið gildistíðin er úti, kann koyrikortið verða endur- nýggjað, um eigarin lýkur treytirnar. Treytirnar eru, at øll sum farin eru upp um 70 ár, skulu til ein lækna og fáa útfylt eina læknaváttan. Har skal læknin staðfesta um viðkom- andi er egnaður á lógligan og forsvarligan hátt, at føra bil. Um læknin metur við- komandi at vera egnaðan, vil Bileftirlitið greiða tað sum ein avgreiðsluspurning at geva persóninum koyrikortið aftur. Tað vil so hava gildi í 5 ár. Tað sum læknin hyggur eftir er, um viðkomandi hevur nóg góð eygu, oyru og er edrúuligur, og annars sálarliga og likamliga førur fyri at føra bil. Um læknin metir, at persónurin ikki er egnaður at føra bil, ella læknin hevur onkra við- merking viðvíkjandi heilsu- støðu hansara, vil læknin skriva til Bileftirlitið, at “personen anbefales prak- tisk prøve”, og verður hetta so upp til Bileftirlitið at avgreiða. Læknin kann eisini meta, at prsónurin hevur ein ávísan grad av trupulleik- um og kann spurningurin so vísast til landslæknan ella “Sundhedsstyrelsen”. LESTRAR- VEGLEIÐARIN Sjálvlestur í sálarfrøði Sálarfrøði hevur altíð havt mín áhuga. Ber til at vera sjálvlesandi innan sálar- frøði, tað vil siga búgva í Føroyum, men verða knýtt at donskum lærustovni. Eru fleiri stig í útbúgvingini, tvs. hjágrein og høvuðs- grein, og hvussu nógv ár taka tær? Hvørjar treytir fylgja? Hvussu eru møgu- leikarnir fyri studningi? Havi eina kandidatútbúgv- ing frammanundan. Sjálvlestur og fjarlestur á universitetsstigi í Danmark eru lestrarhættir, sum koma undir ”Åben uddannelse”. ”Åben uddannelse” eru út- búgvingar, sum eru skipað- ar til fólk við útbúgving og starvi. Tær ávísu útbúgv- ingarnar á teimum ávísu útbúgvingarstøðunum verða so lagdar til rættis við fyrilestrum, skeiðum, fjarlestri og øðrum. Lestur í sálarfrøði, sum kemur undir ”Åben ud- dannelse” er hjágrein í sálarfrøði. Tað vil siga eitt til hálvt annað ára lestur, sum gevur rætt til at undirvísa í sálarfrøði á t.d. miðnámsskúlum, og sum tí krevur eina kandidatút- búgving ella líknandi sum upptøkutreyt. Sálarfrøði undir ”Åben Uddannelse” er at finna á universitetun- um í Roskilde, København og Aalborg, har tey serliga í Aalborg lýsa við fjarlestri. Statens voksenuddann- elsesstøtte (SVU) er lest- rarstuðul til fólk, sum eftir- ella víðariútbúgva seg í Danmark. Hesin stuðul fæst tó bert til fulltíðarlestur, og útbúgvingarnar undir ”Åb- en uddannelse” eru oftast skipaðar sum parttíðar- lestur. Á heimasíðuni www.ivuc.dk finnast slóðir til tey áður- nevndu universitetini og teirra útbúgvingar í sálar- frøði. LØGFRØÐINGURIN Hvat fær kona mín Fyri trimum árum síðani flutti kona mín heimanifrá. Síðan tá hevur hon einki goldið til húsini. Hon hevur fast arbeiði. Eg gjaldi 5500,- krónur um mánaðin fyri húsalán. Við møgu- ligan hjúnaskilna hevur hon rætt til helvtina av yvirskot- inum við sølu av húsinum. Eg – maður hennara – standi fyri skeytinum og lániskjølum. Um talan er um felagsogn verður við skifti eftir møgu- ligum hjúnarskilnað gjørt upp soleiðis, at búpartarnir hjá konu og manni verða gjørdir upp hvør sær. Síðani verður helvtin av møguligum yvirskoti, tað vil siga ogn frádrigin skuld, at rinda hinum partinum. Er einki yvirskot í einum búparti verður einki at gjalda til hin partin. Í serligum føri kann hædd tó takast fyri, at annar parturin einsamallur hevur goldið niður uppá húsalánið, um so er, at upphæddin, ið goldin er, er væl meir enn ein vildi gold- ið í húsaleigu fyri ognina. Hvar er lágmarkið? Vit eru nøkur, sum hava sitið og kjakast um, hvar seksuella lágmarkið er. Onkur meinar, at tað er 15 ár fyri bæði kynini, men onkur annar meinar, at tað er 15 ár fyri gentur og 17 ár fyri dreingir. Vit spyrja tí tykkum, hvat rætta svarið er? Lágmarkið er 15 ár fyri bæði kynini. Spyrjið serfrøðingarnar Hava tit spurningar til serfrøðingarnar, kunnu tit senda teir til: Sosialin postsmogu 76 110 Tórshavn ella á fax: 314720 og teldupostadressuna: spyr@sosialurin.fo Haldarar ’ F¿royum: 360,-/‡rsfj. Haldarar ’ Europa: 510,-/‡rsfj. 5 bl¿Ý einaferÝ um vikuna ’ Europa: 425,-/‡rsfj. Onnur lond: Ymiskir pr’sir Internet: 240,-/‡rsfj. úr w w n w .s r my i l-li e .f o w w n w .s r my i l-li e .f o 650,- Mini Cruise Mini Cruise SMYRIL LINE Tel 34 59 00 til Bergens 650,- e-mail: booking@smyril-line.fo Á ferðini verður m.a. skipað fyri Bingo – Góðu fólk, sum eru kom- in saman her til tað árliga flaggdagshaldið. Havnar Hornorkestur hevur nú í mong ár átikið sær at fáa hetta flaggdagshald í lag, og tøkk skulu teir hava fyri tað. Í ár hevur Havnar Horn- orkestur heitt á meg at bera fram nøkur orð henda 25. apríl. Apríl Í einum av søgum sínum letur skaldið Heðin Brú seyðamannin Høgna hin gamla siga: »Prílurin er so svikaligur«. Hann hugsaði helst mest um stórkava, seyð og lembing. Høgni hin gamli hevði rætt, apríl mánaður hevur ikki bert verið svikaligur og við stórkava, tað er eis- ini í hesum mánaði, at størstu skaðar eru hendir her á landi á sjónum. Tað sigst, at 30. apríl gingu 50 bátar burtur, og vit vita, at 30. apríl 1870 gingu 5 bátar burtur í Føroyum. Nú eg hugsi um henda apríl mánað, rennur so mangt fram fyri ein um hendingar í honum. Danir hava fyri trimum vikum síðani minnishildið 200-ára dagin tann 2. apríl sum tað, teir nevna »Slaget på Red- en«. Tað var 2. apríl 1801 at enski herflotin við Nelson admirali stevndi oman Oyrasund og beint fyri dyrnum hjá Keypmanna- havnarum so gott sum sorl- aði tann danska flotan, áðr- enn danir bóðu um grið. Hóast tap og niðurlag varð kvæði ella sangur yrktur um hesa hending og sungin av dønum upp til okkara tíð, og er fyrsta regla henda: »Så kæmped de helte af 2. april«. So nakað av knotum man hava verið í dønum henda dag. Eg fari her at skoyta uppí, at 7 ár seinni, í 1808, fekk tann dansiki herflotin mønustingin við Sjællands Odde, tá sjóhetjan Peter Willemoes fall við øllum monnum sínum. Hetta er sama árið, sum okkara maður Nólsoyar Páll eisini fall – so ella so við sínum monnum. Hesir apríl-dagar og hesi tap hava uttan iva verið við til, at friðarsáttmálin í Kiel í 1814 kom í og kom at hava eina ómetaliga ávirk- an fyri øll Norðurlond og framtíð teirra, men vit kunnu ikki í dag siga nakað um, hvussu støðan millum Norðurlond og hjá øllum Norðurlondum hevði verið, um hesin sáttmáli í Kiel ikki varð gjørdur. Men lat okkum venda okkum til ein apríl mánaða, sum liggur nærri okkara tíð. Sum vit vita, varð Dan- mark hersett av týskinum eina morgunstund 9. apríl 1940. Sama morgun byrj- aði hersetingin av Noreg, og 13. apríl setti eingils- maðurin sín fót á land her hjá okkum. Sjálvur var eg komin til Havnar í 1938 og var í 1940 sekstan ára gam- al. Øll spurdu: Hvat verður nú, hvussu verður vorðið, hvør ræður her á landi, men svar fanst einki tá. Løgting okkara var komið saman stutt fyri 9. apríl, og tí vendu eyguni sær móti tí, men haðani fekst lítið og einki at vita, tí løgtings- menn sótu aftanfyri stongd- ar fyr. Orsøkin til hetta var sjálvandi, tí vit vóru í ein- um slagi av krígsstøðu, í øllum førum kunnu vit nýta eitt annað orð: »Føroyar í undantaksstøðu«. Her í Føroyum Einki hoyrdist, hvussu stýr- islag okkara kom at vera, men brádliga stakk seg upp spurningur, sum skjótt mátti loysast, tí skip okkara høvdu nú einki góðkent flagg at sigla undir, og tá tað hoyrdist, at løgtings- menn innanhýsis vóru ósamdir, og tá amtmaðurin, ið nú var einasta umboðið hjá donsku stjórnini her á landi, helst kendi seg í vill- areiði, hvat gerast skuldi, varð boðað til fundar á Tinghúsvøllinum, har so mangur fundurin hevur verið hildin, og eins og romararnir høvdu sítt For- um Romanum, hevði Havnar býur og fyri so vítt allar Føroyar sítt forum, og sum kann kallast Havnar forum – Tinghúsvøllurin. Har var í trý kvøld – tann 23., 24. og 25. apríl hildnir fundir. Teir báðar fyrru vil eg kalla kravfundir og tann síðsti fagnaðarfundur. Fundarfólki gekk til teir ymisku myndugleikar, sum høvdu við hetta málið at gera, kravdu at tað flaggið, sum so nógvir føroyingar tá høvdu nýtt á heimligari grund í eini 20 ár, skuldi góðkennast at nýta á høv- unum. Boðini komu úr London um kvøldið 24. apríl, og tey vóru, at frá 25. apríl 1940 var tað føroyska flaggið einasta lógliga flagg at føra á føroyskum skipum. Onkur vil kanska siga, at her hava vit orðatakaið »Neyð lærir nakna konu at spinna«, men tað er ikki heilt rætt, tí sum sagt í 20 ár, síðani 1919, høvdu før- oyingar tikið Merkið at sær sum teirr aflagg, og var tað tá nýtt um allar Føroyar. Ein kann siga, at tann 25. apríl var ikki neyðugt at spinna, tí flaggið – klæði – lá klárt at fara í. Lit ella út- sjónd var eingin orsøk at trætast um. Tí kundi Lond- on so skjótt og avgjørt boða frá, at flagg okkara var altj- óða viðurkent. Lat meg leggja aftrat, at gott er, at flaggspurningur- in tá varð loystur og ikki er við í tí politisku rembing, sum uppi er nú. Kanska vit mega ásanna, at tað tíverri skuldi ein veraldarbardagi til fyri at Merkið fekk altj- óða góðkenning. Í dag liva allir føroyingar undir Merkinum, sum er ein part- ur av felags samleika før- oyinganna. Eg kann her skoyta uppí eina lítla hending, mær var fyri ein av hesum apríldøg- um. Eg kom omaneftir Áarvegnum og komin om- an um Vertshúsið, tá stend- ur Jóannes Patursson uttan- fyri á trappusteininum. Hann rópar á meg við síni snjøllu rødd: »Ungi sand- ingur, munur er á«. Eg svaraði: »Ja, okkara millum er stórur munur«. Hann smíltist við, og tað gjørdi eg eisini, men so segði hann: »Munur er á. Meðan frændir okkara í Noreg berjast fyri at verja teirra land, berjast vit fyri at fáa okkum eitt flagg«. So legði hann afturat: »Norðmenn fara at tapa, og vit at vinna«. Og so bleiv. Sigast má tó, at munur var á bard- aga. Merkið Mangan havi eg hugsað um, hví upprunamenninir til flaggið góvu tí navnið »Merkið«, men fara vit aft- ur í tíðina, vita vit, at uppi var at gera fuglin Tjaldrið til okkara tjóðarmerki. Eis- ini var frammi, at gamla innsigli »veðrurin« skuldi vera tað. Ja, eisini var upp- skot um at seta veðrin inn í Dannebrog sum ein part av tí, men hetta bleiv skjótt slept. Hugsanin hevur helst verið, at vit føroyingar skuldu hava eitt frámerki í tí danska flagginum, eins og londini undir tí bretsku trónini høvdu teirra frá- merki. Men flaggið kom ikki at bera heitið »Frámerki«, men fekk beinanvegin heit- ið »Merkið«, og so væl var undirtøkan fyri hesum, at Hans Andreas Djurhuus beinanvegin í 1920 yrkti sangin: »Sjá tú blánar«. Sama ár varð ungmannafel- ag stovnað her í Havn og góvu teir felagnum navnið »Merkið«. Hetta felag hevði heilt fram móti fimmtiárunum ein ómetal- igan týdning, mentanarliga og á annan hátt bæði fyri ung og gomul. Vit siga oftari og oftari tað føroyska flaggið, men latum okkum heldur varð- veita upprunaheitið »Merk- ið«. Hví skal okkara flagg ikki eisini hava eitt navn eins og onnur lond so sum »Union Jack«, »Stars and Stripes«, »Tricolorin« og »Dannebrog«. Vit menniskju hava hvør í sínum lagi nakrar ideolog- iir ella visiónir ella mál, vit vilja náa. Og gott við tí, men skulu vit náa hesum málinum má skil vera í fyri at koma fram at málinum. Um ikki hugsan, ætlan og tey verunligu viðurskiftini eru í samdrátti, kemst ikki fram at endamálinum. Málstríðið er av, flagg- stríðið er av. Eftir stendur at fáa okkum eina stýrisskip- an, sum alt Føroya fólk skal liva undir í sátt og semju. Jóannes bóndi segði í apríl 1940: »Vit fara at vinna«. Hesi orð vil eg umseta til, at vit umsíðir mega finna eina stýrisskipan, sum verður »Føroya stýrisskip- an« og sum verður tann endaliga loysnin. Vit siga, at tolin trívst, men vit mega ikki bert vera tolin, tí so hendir einki. Tað má arb- eiðast og virkast framhald- andi. So ivist eg ikki í, at stýrislag Føroya kemur at standa á tryggum støði. Eitt støði, sum verður til gleði og sóma fyri Føroya fólk og til nakað av stoltleika móti útheiminum. Tann kendi fólkalívsfrøð- ingurin Svend Grundtvig, sonur stóra sálmaskaldið gamla Grundtvig, arbeiddi nógv ár saman við okkara V. U. Hammershaimb við kvæðum okkara og fólka- lívsfrøði. Hann hevði eis- ini, um ein so kann siga, sína ideologi. Ideologiina kroysti hann saman í tvær reglur og áheitan hansara kunnu vit øll taka undir við, og er áheitan hansara soljóðandi: »Ren og klar skal Nutid føre fortids Røst til Fremtids Øre« Takk fyri at tit lýddu á. Flaggrøða hildin 25. apríl 2001