Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-05-02, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. mai 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 83 - 2. mai 2001 17 gult17 cyan17 magenta17 svart17 16 Nr. 83 - 2. mai 2001 gult16 cyan16 magenta16 svart16 – Tað almenna vísir vantandi vilja at skapa fortreytir fyri gevandi ferðavinnu í Føroyum. Ov lítið samskifti er millum ferðavinnuna og Ferðaráðið, og áhugin kundi verið størri. Ferðaráðið veit ov lítið um, hvat gongur fyri seg úti um landið í ferðavinnuni. Og spurningurin er um vantandi samskifti ger, at Ferðaráðið avbyrgir seg frá ferðavinnuni, sigur Leif Berg, sum eigur og rekur Berg-Hestar í Havn FERÐAVINNA Turið Kjølbro Ferðavinnan verður aldri eitt bein føroyski búskap- urin kemur at standa á, um ikki lagt verður á annan bógv. Tey, ið starvast í ferðavinnuni mugu við bit og slit stríðast fyri at skapa karmar sjálvi uttan vælvild frá almennum myndugleik- um. Fortreytirnar fyri góð- ari og gevandi ferðavinnu eru ikki til staðar í nógvum førum, heldur ørgrynna av forðingum, og eingin setir spurnartekin við, hvat tær sjey milliónir krónurnar, sum Ferðaráðið fær á hvørjum ári, verða brúktar til. Um nakað fæst burtur úr ella um tær kunnu brúkast øðrvísi. Hesi orð eigur Leif Berg, ið eigur og rekur Berg-Hestar í Havn, sum saman við Norðlýsinum eru einastu virknu ferðatilboðini í høvuðsstaðnum. – Vit kunnu í øllum før- um staðfesta, at talið á ferðafólki, ið vitjar í Før- oyum á hvørjum ári, er ikki vaksið stórvegis, síðani Ferðaráðið fyrst í 90-unum fekk væl størri játtan. Lítli vøksturin stavar líka so nógv frá føroyingum, ið ferðast meiri og frá cruise- skipunum. Tað vil siga frá ferðafólki, sum koma her kortini og ikki takkað verið Ferðaráðnum. Samstundis sum Ferðaráðið brúkar pengar uppá marknaðar- føring, brúka øll tey stóru flutningsfeløgini pengar uppá marknaðarføring, og hvørja ferð Ferðaráðið ger ein faldari, eitt átak ella upplýsandi tilfar, rinda ymsu liðirnir í vinnuni eis- ini kostnaðin fyri lýsingar. Ferðaráðið marknaðarførir Føroyar úti í heimi, eitt produkt til ferðamannin, men sýnir ikki serligan áhuga at skapa fortreytir í Føroyum fyri at produktið verður so gott sum møgu- ligt soleiðis at ferðamaður- in fær nakað aftur fyri at koma hendavegin. Hvør eigur gøturnar Orsøkin til, at Leif Berg so bersøgin tosar um hesi viðurskifti er, at hann í nógv ár, í grundini líka síðani hann fór undir virk- semi sítt við ferðafólka- ríðing, hevur stríðst við myndugleikarnar um haga- gøtur og gomlu bygdagøt- urnar, har riðið verður. Gøturnar eru einfalt fortreytirnar fyri ríðingini hjá Berg-Hestum, men tær flestu gøturnar eru í so ringum standi, at bæði fólk og ross eru í stórum vanda fyri at bróta seg sundur. Á Ferðaráðnum hevur hann óteljandi ferðir kært sína neyð, somuleiðis fyri fleiri lands-stýrismonnum í ferðavinnumálum, men uttan at koma eitt vet longur. Tí hóast hetta stríðið hevur vart í fleiri ár veit eingin enn, hvør eigur uppgávuna at hampa og væla um gøturnar. – Aðra staðni syrgir tað almenna fyri, at fortreyt- irnar fyri ferðavinnu eru í lagi, tí tey vita, at íløgurnar geva seg fleiri ferðir aftur. Soleiðis er hugsunarhátt- urin eftir øllum at døma ikki her. Gøturnar eru eitt ongamannaland, eingin hevur ella átekur sær upp- gávuna at halda tær við líka. Fyri trimum árum síð- ani fekk eitt dugnaligt fólk til uppgávu at gera eina skipan yvir bygda- og ferðagøturnar í Føroyum. Tað sum kom burtur úr varð lagt í onkra skuffu og so hendi einki meiri. Tá ið eg spyrji, hvør eigur á- byrgdina at væla um gøtur- nar, sigur landið at tað eru kommunurnar og kommun- an, at tað er landið, og tá ið tað kemur til skarpsker- ingar, verður sagt, at málið má kannast og so hendir einki meiri. Tað er løgið, at tað skal vera so ringt at finna út av, um tað er land- ið, kommunan ella ferða- vinnan, sum eigur uppgáv- una at síggja til, at gøturnar eru í lagi. Leif Berg skjýtir upp, at nakrar gøtur verða gjørdar Eingin vilji at skapa fortreytir fyri ferðavinnu – Eg trúgvi, at eina ferð fer ferðafólkaríðingin at geva pengar. Nú hava vit allar neyðugar hentleikar, góð ross, góða útgerð, og eina ríðihøll við fjósi, sum er í gerð. Hesum karmum kunnu vit sjálvi ráða yvir, men tað eru karmarnir, sum vit ikki ráða yvir, sum gera, at alt verður so trupult, sigur Leif Berg Mynd: Jens Kristian Vang Framhald á síðu 18 – Ferðaráðið hevur als ongan áhuga í at avbyrgja seg frá ferðavinnuni. Tvørturímóti. Vit hava dagligt samskifti við fólk í vinnuni. Skuldsetingarnar frá Leifi Berg koma sum eitt snarljós, og eg kenni meg ikki aftur í teimum. Men eru tað viðurskifti, sum ikki eru í lagi, skal okkara partur ikki liggja eftir, sigur Heri Niclasen, stjóri á Ferðaráðnum í viðmerking til samrøðu við Leif Berg í blaðnum í dag FERÐAVINNA Turið Kjølbro Tað er ikki uppfatanin hjá stjóranum á Ferðaráðnum, Hera Niclasen, at fólk í ferðavinnuni í Føroyum kenna seg við sviðusoð av Ferðaráðnum sum Leif Berg vil vera við í samrøðu í blaðnum í dag. Uppgávan hjá Ferðaráðnum er at vera tann samskipandi parturin í ferðavinnuni, og stjórin metir, at stovnurin hevur gott samskifti við økis- feløgini og eisini sýnir stóra áhuga fyri tí, ið fer fram í vinnuni. – Eg eri eitt sindur bilsin av, at skuldsetingarnar koma soleiðis raplandi frá Leif Berg, tá ið vit mær vitandi ikki hava havt nakað fakligt samband, ei heldur nakra ósemju. Skuldsetingarnar koma sum eitt snarljós, og eg dugi ikki at kenna meg aftur í teimum, sigur Heri Niclasen. Heri Niclasen varð settur sum stjóri fyri góðum ári síðani og undirstrikaði tá sum nú, at dyrnar á Ferðaráðnum altíð standa opnar fyri øllum, ið varða av ferðavinnuni, um onkur hevur eitthvørt uppá hjarta ella okkurt er, sum ikki er nøktandi. – Uppgávan hjá Ferða- ráðnum er at kunna um Føroyar bæði innanlanda og uttanlands. Onkur kundi kanska ákært meg fyri, at eg tað fyrsta árið í starv- inum havi raðfest samstarv- ið og samskipað marknað- arføringina við flutnings- feløgini á útlendska markn- aðinum hægri enn inn- lendis menningina. Tað snýr seg um at brúka møgu- leikarnar, tá ið teir vísa seg. Og megna vit saman við flutningsfeløgunum at ar- beiða meiri saman, tá ið tað snýr seg um marknaðar- føring uttanlands er nógv vunnið. Vit kunnu ikki sleppa marknaðaføringini fyri bara at arbeiða við innanlendis viðurskiftum. Bæði mugu koyra í senn. Ein av uppgávunum hjá Ferðaráðnum er at virka sum kunningarstova, har ferðafólk beinleiðis um skivuna verða kunnað um ymsu tilboðini runt landið. Í fjør gjørdi Ferðaráðið av, at hvørja ferð starvsfólk á stovninum bíleggja eina útferð, skal ferðafólkið rinda eitt avgjald. Tað vil siga, at ferðafólk fingu valið ímillum antin sjálvi at bíleggja sær eina útferð við mynttelefonini á Ferðaráð- num ella, um tey ynsktu at starvsfólk á Ferðaráðnum gjørdu bíleggingina fyri tey, at lata eitt avgjald fyri hesa tænastuna. Hendan avgerðin varð tikin uttan at kunna ferðavinnuna, og Berg-Hestar kunnu vísa á, at avgjaldið gjørdi, at nógv færri bíleggingar komu. – Eg visti ikki betur enn, at ferðavinnan fekk boð. At boðini ikki komu út harm- ist eg um, men eg havi ilt við at trúgva, at avgjaldið førdi við sær færri bílegg- ingar. Í Føroyum skal alt verða ókeypis, men veru- leikin er jú, at alt kostar. Aðra staðni er vanligt, at kunningarstovur krevja eitt avgjald fyri slíkar tænastur. Skilji atfinningarnar Leif Berg, ið eigur og rekur Berg-Hestar í Havn, hevur í fleiri ár stríðst við myndug- leikarnar í Føroyum um at fáa gøturnar, tær gomlu bygda- og ferðagøturnar, umvældar. Hesar gøturnar eru fyritreytirnir fyri at reka hestaríðing í Føroyum. Men hóast stríðið hevur vart í áravís og Ferðaráðið, kommunur, stovnar og fleiri landsstýrismenn eru vitandi um støðuna, er trupulleikin ikki loystur. – Eg skilji væl, at Leif Berg er ørkymlaður av hesum viðurskiftum. Eg eri als ikki samdur í øllum ákærunum, hann kemur við, men eg eri glaður fyri, at atfinningarnar koma fram, ikki minst um fleiri hugsa sum Leif Berg. Tað kemur óvart á meg, at hann hevur so nógvar trupul- leikar at dragast við og tí fari eg fyrsta dagin at seta meg í samband við hann, soleiðis at vit í felag kunnu fáa gongd á málið. Hin- vegin er alt relativt, Svarti- per verður altíð parkeraður onkustaðni, og ofta á Ferða- ráðnum, tá ið okkurt ikki er í lagi í vinnuni. Sum skilst er gøtuóskilið ikki eitt ókent fyribrigdi á Ferðaráðnum. Rúgvismikið tilfar í savninum á stovnin- um, sum gongur heilt aftur til miðskeiðis í 90-unum, vitnar um drúgvt bræva- skifti, samskifti aftur og fram, fundir og aftur fundir, millum umboð fyri komm- unur, bóndir, Jarðarráð, býararkitektar, býargartnar- ar, og onnur. – Royndirnar hjá Ferða- ráðnum hava ikki ligið eftir. Vit hava roynt at loyst trupulleikarnar. Eg kann geva Leif Berg rætt í, at vit áttu onkusvegna at funnið fígging til at hampa gøt- urnar, sigur Heri Niclasen. Ótíðarhóskandi lóg Kjarnuspurningurin í øllum stríðum við gøtunum er og hevur verið hesin: hvør eigur ábyrgdina og harvið uppgávuna at hampa og væla um gøturnar. Her er ein lóg frá 1930 galdandi, sum áleggur kommununum at halda bygdagøturnar við líka innan bygdamark. – Lógardeildin á Løg- mansskrivstovuni heldur, at henda skyldan er burtur- dottin, tí koyrandi er millum nærum allar bygdir. Ferðaráðið heldur ikki, at hetta er endaliga svarið uppá henda spurningin, tí lógin er ikki sett úr gildi og onkur bygd er uttan vega- samband, og gøturnar verða framvegis nýttar. Hinvegin er nýtslan av gøtunum broytt og rættast hevði ver- ið at endurskoða viðlíka- haldið av gøtunum út frá nýtsluni sum er. Hvør eigur viðlíkahald av gøtunum uttan fyri bygdamark er eitt sindur ógreitt, sigur Heri Niclasen. Hesin spurningur hevur eisini verið umrøddur, nú Ferðaráðið arbeiðir við at skelta allar bygdagøturnar í landinum. – Ymiskt er, hvussu kommunurnar eru fíggjar- liga fyri og hvussu langur teinur av bygdagøtum ligg- ur í ymsu kommununum. Møguliga er hetta nakað kommunur kunnu sam- starva um tvørtur um kommunumark. Tær kundu sæð viðlíkahald av gøtun- um sum eitt tiltak til frama fyri frítíðarlívið hjá sínum borgarum. Aðrar loysnir eru eisini og vit vilja fegin kjakast við land og komm- unur um hetta. Tá ið Ferðaráðið er tann samskipandi stovnurin í ferðavinnuni, er tað so ikki uppgávan hjá ráðnum at leggja trýst á røttu viðkom- andi fyri at fáa gøturnar gjørdar? – Avgjørt. Tað er ein av høvuðsuppgávunum hjá Ferðaráðnum. Er tað eitt- hvørt sum forðar úti í vinn- Dyrnar á Ferðaráðnum standa altíð opnar – Dragast fólk í ferðavinnuni við forðingar, mugu tær beinast av vegnum, og har kann Ferðaráðið hjálpa. Men eg skal viðganga, at síðani eg kom á Ferðaráðið, havi eg ikki arbeitt við ríðingini hjá Leif Berg yvirhøvur, sigur Heri Niclasen Mynd: Jens Kristian Vang Framhald á síðu 18