mikudagur 2. mai 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 2. mai 2001
19
gult19 cyan19 magenta19 svart19
18
Nr. 83 - 2. mai 2001
gult18 cyan18 magenta18 svart18
Uppskriftin
hesa vikuna
Flott seingjateppi
Seymað saman av
fírakantum
Tlf. 312727
um árið til allar eru um-
vældar og hampaðar.
– Hetta eigur ikki at vera
so tíðarkrevjandi ella kost-
naðarmikið. Gøturnar eru
eisini eitt stórt aktiv hjá
øðrum, teimum, sum dámar
væl at ganga og súkkla eitt
nú. Og um ferðavinnan skal
rinda avgjald fyri at fáa
gøturnar gjørdar, hava vit
einki ímóti tí. Bara gongd
kemur á.
Eingin eftirmeting
Síðani fyrst í 90-unum hev-
ur Ferðaráð Føroya fingið
6-7 mió. krónur á hvørjum
ári.
Politikararnir
eru
dugnaligir at útvega Ferða-
ráðnum pengar, men teir
eru ikki eins dugnaligir at
seta krøv til Ferðaráðið,
heldur Leif Berg.
– Eg ivist onga løtu í, at
tað eru dugnalig fólk, sum
arbeiða á Ferðaráðnum,
men eg haldi, at ov lítið
sæst eftir pengunum, tey
hava at ráða yvir. Eg dugi í
øllum førum ikki at síggja,
at ferðavinnan fær nakað
fyri pengarnar, síðani 1993
einari 50-60 mió. krónur.
Ístaðin fyri at lata 7 mió.
krónur til Ferðaráðið, áttu
pengar at verðið brúktir til
at skapar røttu fortreytirnar
og góðar karmar undir
ferðavinnu, og til ymsar
verkætlanir í ferðavinnuni.
At marknaðarføra Føroyar
til útlendska ferðamannin
og lítið og einki geva hon-
um, tá ið hann kemur higar,
ber ikki til. Ferðafólkini
koma bert eina ferð henda-
vegin, meðan vit vita, at til
Íslands fara tey fleiri ferðir.
Tilboðið er so mikið gott, at
hagar vilja tey aftur og
aftur, greiðir Leif Berg frá.
Í íslendskari ferðavinnu
eiga rossið og ríðing týð-
andi leiklut. Nógv útlendsk
ferðafólk fara hagar bert
fyri at ríða. Allar fortreytir
eru eisini skaptar fyri, at
hetta skal verða ein upp-
living hjá ferðamanninum
við góðum gøtum eitt nú.
Eingin vegur verður gjørd-
ur uttan at ein ríðigøta
verður løgd framvið.
– Eg eri sannførdur um,
at tað liggur ein ótroyttur
marknaður innan ferða-
vinnu í gongufólki eitt nú.
Eisini har eru gøturnar ein
fortreyt. Tað eru fólk, sum
hava tað sum ítriv at ganga.
Eitt árið fara tey kanska til
Alpurnar, í Andesfjøllini
eitt annað ár og so fram-
vegis.
Eg
seti
stórt
spurnartekin við hvønn
marknaðarføringin
hjá
Ferðaráðnum miðar eftir.
So og so stórt tal av faldar-
um verða spjaddir út á
stevnum og aðra staðni, og
so vóna tey, at onkur tekur
av og kemur hendan vegin.
Aðra staðni er vanligt, at
tað verður gjørt upp, hvørji
ferðafólk ynskiligt er at fáa
fatur á. Á Bornholm gjørdu
tey fyri uml. 10 árum síðani
greitt, at tey vildu satsa
uppá ferðavinnuna. Tey
kannaðu fyrst, hvat tey
kunnu bjóða, og svarið var
eitt nú, at tey kunnu bjóða
fólki, sum sigla, súkkla,
spæla golf og fiska at ferð-
ast í oynni. Síðani gjørdu
tey góðar havnir, súkklu-
breytir, golfbreytir og eina
verkætlan, ið skaptu góðar
gýtingarmøguleikar
fyri
sjósíl. Áir vórðu reinsaðar,
góð gýtingarpláss og so
framvegis. Góðar karmar
og fyritreytir til hesar fýra
stólparnar, sum ferðavinn-
an skuldi byggja á. Áðrenn
vóru landbúnaðar- og fiski-
vinnan størstu vinnurnar,
men eftir fáum áru gjørdist
ferðafólkavinnan
størsta
inntøkukeldan hjá Born-
holm. Tey gjørdu eina ætlan
og nakrar íløgur, sum hava
givið ógvuliga góð úrslit.
– Í Føroyum miða vit
kanska eftir ov breiðum
skara, tí fólk sum hava
áhuga í náttúruni til dømis
kunnu spjaða seg út til
ymsar greinir. Tað eru fólk,
sum ferðast allan heimin
runt fyri at hyggja eftir
fuglum, og er tað nakað vit
hava nógv av í Føroyum, so
er tað fuglar. Men tá ið vit
hugsa um, hvussu stórt
fuglameingi vit hava, gera
vit ikki nógv at fáa fugla-
áhugað hendavegin. Vit
hava eitt hav av møguleik-
um, sum eru ótroyttir.
Stór ónøgd
Leif Berg veit at siga frá
fólki í føroysku ferðavinn-
uni, at samskiftið og sam-
starvið
við
Ferðaráðið
kundi verið betri.
– Lítið og einki hoyrist til
Ferðaráðið. Tekur Ferða-
ráðið eina avgerð um eitt-
hvørt, fáa vit einki at vita.
Heldur ikki, tá ið tað rakar
okkum beinleiðis. Í fjør tók
Ferðaráðið eina avgerð um,
at hvørja ferð tey vísa
ferðafólk á okkara tilboð,
taka tey eitt avgjald á 20
krónur. Hetta hendi uttan at
kunna okkum um tað. Vit
frættu tað so hissini frá
øðrum í vinnuni, sum vóru
farin at fregnast um, hví
eingin umbiðing til túrar
kom
frá
Ferðaráðnum.
Hetta avgjaldið gjørdi, at
Berg-Hestar fekk nógv
færri bíleggingar. Høvdu
vit verðið kunnað, høvdu
vit kunnað komið ásamt um
eina mannagongd ella eitt
annað gjald, har vit guldu
ein part. Ferðaráðið eigur at
vera tann samskipandi og
strategiski tilrættaleggjarin
fyri ferðavinnuna og skuldi
tískil verið áhugað í góðari
samvinnu. Lítið og einki
samskifti er og lítil og
eingin áhugi heldur fyri tí,
vit gera. Vantandi samskift-
ið ger jú, at Ferðaráðið av-
byrgir seg frá ferðavinnuni.
Ferðaráðið veit rætt og
slætt ov lítið um, hvat
gongur fyri seg úti um
landið í vinnuni.
– Spurningurin er eisini,
hvussu stýrið í Ferðaráð-
num er sett saman. Har sita
umboð fyri stóru flutnings-
feløgini, sum sjálv hava
ymisk áhugamál. Stýrið átti
at verið umboðað av allari
vinnuni, kanska einum
umboðsráði, sum velur eitt
starvsnevnd, sigur Leif
Berg.
Eina ferð ber til
Hjá øllum, ið byrja í smá-
um í føroysku ferðavinn-
uni, er trupult nógvu fyrstu
árini at fáa alt at mala runt
fíggjarliga.
Berg-Hestar
hava virkað í átta ár við
ferðafólkaríðing, men hetta
kastar dekan ov lítið av sær.
– Eg trúgvi, at eina ferð
fer ferðafólkaríðingin at
geva pengar. Nú hava vit
allar neyðugar hentleikar,
góð ross, góða útgerð, og
eina ríðihøll við fjósi, sum
er í gerð. Hesum karmum
kunnu vit sjálvi ráða yvir,
men tað eru karmarnir, sum
vit ikki ráða yvir, sum gera,
at alt verður so trupult.
Eftir mínum tykki áttu al-
mennu myndugleikarnir at
givið ígongdsetarastuðul til
verkætlanir í ferðavinnuni,
soleiðis at lættari er at
koma í gongd. Innkoyring-
in er mangan trupul og
drúgv, at tað eru tey sum
geva skarvin yvir eftir fáum
árum.
– Samanumtikið er tað
hent nógv spennandi og
positivt í ferðavinnuni.
Starvsfólkini á ferðaskriv-
stovuni hjá Ferðaráðnum
eru góð og sýna stóran
áhuga. Men tá ið tað kemur
til hugburðin hjá teimum,
sum skipa fyri Ferðaráð-
num, er tað ov nógv skrivi-
borðsturisma, sigur Leif
Berg at enda.
uni, má tað ruddast av veg-
num, og tað kann Ferða-
ráðið gera við eitt sindur av
lobby-arbeiði. Og eg skal
viðganga, at síðani eg kom
í stjórasessin, havi eg ikki
arbeitt við hesum málinum
yvirhøvur. Men at fáa
bygdagøturnar umvældar
er eitt natúrligt framhald av
tí arbeiði, vit síðsta árið
hava gjørt við skelting av
bygdagøtunum.
Fyri trimum árum síðani
gjørdi Durita Brattaberg,
landbúnaðarkandidatur
í
umhvørvisumsiting, eina
skipan yvir bygda- og
ferðagøturnar í Føroyum
eftir áheitan frá Ferðaráð
Føroya. Uppgávan var at
gera nakað burtur úr bygda-
gøtunum í mun til ferða-
vinnuna.
–
Durita
Brattaberg
gjørdi eitt valaverk, sum
var eitt uppskot at royndar-
skelta nakrar av bygda-
gøtunum. Landsverkfrøð-
ingurin hevur síðani sett
skelti við nakrar bygda-
gøtur, men kundi vegna
vantandi pengar ikki halda
fram. Vit hava varugan av,
at tey eru nógv sum brúka
hesar gøturnar og tí eru vit
saman við Landsverkfrøð-
inginum farin undir at fáa
gongd á málið aftur. Í
næstum leggja vit uppskot
fyri landsstýrismannin um
hetta.
Ongan myndugleika
Staðfesta vit, at kommun-
urnar eiga uppgávuna at
hampa um og væla um
bygdagøturnar, kunnu vit
spyrja,
hvussu
ovalaga
henda skyldan verður rað-
fest í kommunuhøpi í mun
til allar hinar fíggjarligu
skyldurnar kommunurnar
hava í dag.
– Tað kunnu vera nógv
viðurskifti, kommunur ikki
halda eru neyðug at rað-
festa. Ferðaráðið hevur
ongan myndugleika, vit
kunnu bara heita á komm-
unurnar um at síggja til, at
hesi viðurskifti eru í lagi og
gera teimum greitt, at hesi
viðurskifti hava týdning
fyri ferðavinnuna, sum tey
jú eisini so ella so hava
gagn av. Tí okkurt dettur
burtur av til teirra, um
gøturnar ganga inn í teirra
øki. Sýta kommunurnar
fyri hesum er tað ófatuliga
trupult at gera nakað, sigur
Heri Niclasen.
– Tað er rætt, at verða
íløgur gjørdar í ferðavinn-
una, geva tær seg fleiri
ferðir aftur, og í dag kunnu
vit nevna nøkur ferðatil-
boð, sum bera seg væl og
onnur sum eru við at koma
fyri seg. Nevniliga ríðingin
hjá Leif Berg er eitt tilboð,
sum væl ber til at gera
meiri burturúr, har eru
nógvir møguleikar og eg
skal gera mítt til, at tað fer
at eydnast. Ikki minst tí hon
fer fram alt árið og ikki er
treytað av veðrinum.
Ógrundaður
pástandur
Ferðaráðið hevur síðani
fyrst í 90-unum fingið
umleið 7 mió. krónur á
hvørjum ári í játtan. Leif
Berg heldur, at politikarar
eru dugnaligir at útvega
Ferðaráðnum pengar, men
ikki til at seta krøv til
Ferðaráðið. Hetta fær tí
okkum at spyrja, um peng-
arnir verða nóg væl brúktir,
ella um teir kundu verðið
brúktir øðrvísi.
– Játtanin hevur skjót
bein at ganga á. Slakur
helmingurin verður brúktur
til lønir, og til dømis ein
góð mió. til innlendis
menning, har økisfeløgini
fáa ein part. Nógvir faldar-
ar eru í gerð og teir kosta
nógv at gera. Tað er altíð
skilagott at eftirmeta, tað
noyðast vit altíð og mis-
eydnast eitt átak, sum vit
seta í verk, hyggja vit at,
hvat kundi verið gjørt
øðrvísi.
– Tað er ein ógrundaður
pástandur, tá ið sagt verður,
at talið á ferðafólki, sum
vitjar í Føroyum, ikki veks-
ur. Stóru flutningsfeløgini
kunnu greiða frá stórum
vøkstri, og hetta eru út-
lendingar vit tosa um.
Nýggj tøl vísa, at uml.
39.000 fólk vitja Føroyar á
hvørjum ári, íroknað før-
oyingar og handilsferðandi.
Tølini yvir gistingar tala
sítt týðiliga mál. Har síggja
vit, at ferðafólkatíðin er
víðkað, tí ofta er ringt at fáa
gisting rundan um summar-
mánaðirnar. Í apríl og mai
eru nógvar ráðstevnur í
Føroyum og nærum ó-
møguligt at fáa innivist á
hotelli í Havn og í septemb-
er er eisini trupult at fáa
gisting. Herferðirnar í fjør
hjá flutningsfeløgunum við
lægri prísum hava eisini
givið góð úrslit, og í mun til
fyri tveimum árum síðani,
ber nú til at sigla millum
Føroyar og útlond um vet-
urin, og tað er eisini ein
stórur bati. Í framtíðini ber
betur til at síggja, hvørji
fólkini eru, sum vitja hend-
anvegin, tí flutningsfeløgini
skráseta hereftir, hvaðani
fólkini eru og hvar ferða-
seðilin verður keyptur. Um-
framt arbeiða vit við at út-
vega øll møgulig hagtøl,
sum eru viðkomandi.
Heri Niclasen heldur
ikki, at Ferðaráðið miðjar
ov breitt í marknaðarfør-
ingini.
– Vit lýsa við øllum til-
boðunum, sum eru í Før-
oyum. Vit greiða fólki frá,
hvar Føroyar liggja og hvat
ber til at uppliva her.
Hinvegin verður eisini lýst
við serligum tilboðum so
sum ríðitúrum. Fyrireikin-
gar verða nú gjørdar til ein
súkklufaldara, har tann
ferðandi fær allar viðkom-
andi upplýsingar. Somu-
leiðis er ein havfiskifaldari
í umbúna.
Grunnur Ferðavinnunnar
verður nú tikin av. Ferða-
smiðir og fólk, ið arbeiða í
ferðavinnuni, hava kunnað
søkt grunnin um stuðul til
verkætlanir. Í staðin fyri
hendan
grunnin
setur
landsstýrið á stovn Vinnu-
framagrunnin. Ferðaráðið
hevur biðið landsstýris-
mannin í vinnumálum um,
at ferðavinnan fær innivist í
lógini.
– Í nýggja grunninum
verða atlit tikin til ferða-
vinnuna og tí ber tað í sama
mun sum fyrr til hjá fólki at
søkja um stuðul.
Dagligt samskifti
Síðani Heri Niclasen tók
við sum stjóri fyri einum
ári síðani, hevur hann verið
runt landið og vitjað økis-
ferðavinnufeløgini.
Um-
framt hava tey verið inni á
gólvinum á Ferðaráðnum
og fingið kunning um
innlendisvirksemið og hvat
Ferðaráðið hevur í hyggju
at gera úti um landið. Hann
heldur ikki, at Ferðaráðið
og hann sum stjóri eru ov
lítið sjónlig í fjølmiðlunum.
– Ferðaráðið hevur als
ongan áhuga í at avbyrgja
seg frá ferðavinnuni. Tvørt-
urímóti. Vit hava dagligt
samskifti við fólk í vinnuni.
Ferðavinnan hevur verið í
stórum trupulleikum í fleiri
ár, øll hava hartað niður á
hana, kanningar eru gjørd-
ar, har tølini ikki hava
hildið og tað hevur skapt
rumbul, ósemjur og ónøgd.
Tí havi eg valt í fyrsta
umfari at fara stillisliga
fram heldur enn at fara út í
fjølmiðljarnar, sigur Heri
Niclasen at enda.
Framhald av síðu 17
Framhald av síðu 16