mikudagur 2. mai 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult21 cyan21 magenta21 svart21
20
Nr. 83 - 2. mai 2001
gult20 cyan20 magenta20 svart20
– Eg eri ikki keddur
um at fara úr nevnd-
ini. Eg vóni bara, at
skilafólk verður valt í
nevndina, sigur Óli
Hammer, sum væntar
at halda fram sum
stjóri
SMYRIL LINE
Eyðun Klakstein
Fyrst í juni mánaði verður
væntandi eykaaðalfundur í
Smyril Line, har nevndar-
val verður á skránni.
Tað verður roknað við, at
nevndin
verður
nógv
broytt.
Ein av teimum, sum hev-
ur sitið í nevndini øll árini
og sum var við at stovna
felagið, er Óli Hammer.
Hann roknar við, at hann
fer úr nevndini, tá eyka-
aðalfundur verður í felagn-
um.
– Tað koma nýggir pengar
inn í felagið, og eg haldi tað
er púra natúrligt, at hesi
feløg vilja hava síni egnu
umboð í nevndina, sigur
Óli Hammer.
Tú vart við til at stovna
Smyril Line og hevur meiri
enn nakar annar myndað
felagið. Ert tú ikki keddur
av at skula úr nevndini nú?
– Nei, tað eri eg als ikki.
Eg eri heldur fegin um tað,
tí eg havi nóg mikið at gera
sum stjóri. Vit koma at hava
ein lítla milliard í umsetn-
ingi, og tí er ivaleyst at
verða stjóri fyri, sigur Óli
Hammer, sum roknar við
nógvum uppgávum sum
stjóri framyvir.
Helst minni nevnd
Smyril Line hevur seinasta
hálva árið verið í fíggjarlig-
um vandasjógvi, men støð-
an í felagnum tykist verða
komin í rættlag aftur.
Nýggj feløg og grunnar
hava gjørt íløgur í Smyril
Line, og hetta skal tryggja,
at byggingin av nýggja
ferðamannaskipinum kann
halda fram sum ætlað.
Men nýggju innskjótar-
arnir vilja eisini hava ávirk-
an á felagið, sum teir hava
sett nógvar pengar í.
Roknað verður við, at
nýggj nevnd verður vald í
Smyril Line, og tað er eisini
sannlíkt, at nevndin verður
minni. Í løtuni telur hon
sjey fólk.
– Eg kenni einki til, hvat
ætlanin er við nevndini,
men tað er rættiliga sann-
líkt, at nýggj nevnd verður
vald, og eg vóni bara, at tað
verða skilafólk, sum koma í
nevndina, sigur Óli Hamm-
er.
– Tað koma nýggir peng-
ar í felagið, og tað eru teir,
sum nú skulu taka avgerð-
irnar.
15. mai er settur sum
evstamark fyri at fáa øll
viðurskifti í felagnum uppá
pláss. Síðani verður kallað
inn til eykaaðalfund, og
hesin fundur verður helst
fyrst í juni mánaði.
Øll trý fólkini, sum
skulu mynda stýrið í
sjálvsognarstovnin-
um Atlantis, er nú
vald
MENTAN
Eyðun Klakstein
Klaksvík: Nú er greitt,
hvørji tey trý fólkini, sum
skulu sita í stýrinum fyri
mentanarhúsið
Atlantis,
skulu verða.
Borgarstjórin í Klaksvík,
Klaksvíkar Sjónleikarfelag
og
Norðoya
Sparikassi
skulu velja hvør sín lim í
stýrinum, og tað hava tey
nú gjørt.
Borgarstjórin valdi Nik-
olinu Olsen, sum eisini
verður forkvinna í stýrin-
um. Klaksvíkar Sjónleikar-
felag hevur biðið Jógvan
Ravnsfjall, savnsvørð, um-
boða seg í nevndini, og
Norðoya Sparikassi hevur
valt
Súsannu
Olsen
í
nevndini.
Tað verða sostatt tvey
konufólk og ein maður,
sum fara at hava ábyrgdina
av virkseminum í Atlantis.
Møguligur leiðari
Tað verður nú upp til stýrið
at gera av, hvussu virksem-
ið í Atlantis skal skipast og
um nakar leiðari skal setast
fyri húsið.
Ætlanin hevur ongantíð
verið, at stýrið skuldi hava
dagligu umsitingina av hús-
inum, og tí er sannlíkt, at
stýrið fer at seta ein persón
at hava dagligu leiðsluna av
húsinum.
Tað er lagt upp til, at
biografur skal verða í Atl-
antis. Klaksvíkar Sjónleik-
arfelag hevur innivist har,
og harafturat var uppruna-
liga hugsanin við Atlantis,
at húsið skuldi hýsa alskyns
mentanartiltøkum.
Atlantis varð umbygt fyri
næstan tríggjar milliónir
krónur í 1997, men neyðugt
er við onkrum smávegis
ábøtum í húsinum.
Dúgvan verður ikki
klár at fara í sigling
fyrr enn hendan
vikan er av
SAMFERÐSLA
Eyðun Klakstein
Strandfaraskipið Dúgvan
fór ikki aftur í sigling í gjár,
soleiðis sum ætlanin annars
hevði verið. Arbeiðið tekur
nakrar dagar afturat, og tí
verður Dúgvan ikki klár
fyrr enn hendan vikan er av.
Estlendska avloysaraferj-
an, Scania, heldur tí fram
við siglingin millum Klaks-
vík og Fuglafjørð, sum ferj-
an hevur røkt síðani pásk-
irnar.
Hóast summarferðaætl-
anin kom í gildi í gjár,
ávirkar hetta ikki siglingina
hjá Scaniu, sum siglir eftir
serligari ferðaætlan.
Strandferðslan
hevur
leigað Scaniu fram til 11.
mai, tá skipið aftur skal til
Estlands.
Óli Hammer, stjóri á Smyril Line:
Roknar við at fara úr nevndini
Atlantis-stýrið er mannað
Scania hesa vikuna afturat
Strandfaraskip
Landsins vilja hava
Skipaeftirlitið at
kanna trygdina
umborð á øllum
strandfaraskipum
TRYGD
Eyðun Klakstein
Strandfaraskip Landsins
taka atfinningar ímóti
trygdini
umborð
á
strandfaraskipum í stór-
um álvara, og tí fer
stovnurin nú at biðja
Skipaeftirlitið
kanna
trygdina umborð á øll-
um strandfaraskipum.
Hetta sigur Strand-
ferðslan seg gera, eftir at
løgtingskvinnan, Rúna
Sivertsen, hevur reist
ivaspurningar um viður-
skiftini umborð á Dúgv-
uni.
Strandferðslan sigur
seg verða undir strong-
um eftirliti av Skipaeft-
irlitinum og lýkur øll al-
tjóða krøv um tryggan
rakstur av ferðamanna-
skipum, men hóast hetta
verða framhaldandi iva-
spurningar reistir um
trygdina.
Alt skal kannast
–
Hvørki
ferðafólk,
Strandferðslan
ella
Skipaeftirlitið
kunnu
liva við, at ivaspurningar
verða reistir um trygdina
umborð á skipunum,
sigur Strandferðslan á
heimasíðu sínari.
Strandfaraskip Lands-
ins ætla at fáa Skipaeft-
irlitið at kanna allar
trygdarmannagongdir
umborð á strandfara-
skipunum. Um tað er
neyðugt, skulu manna-
gongdir broytast.
Skipaeftirlitið
skal
eisini vísa á møguleikar
fyri um- ella útbygging
á landi ella umborð, og
kemur eftirlitið fram á
annað av týdningi, skal
tað eisini takast við.
SL vil hava trygd fyri
trygdini
Trygdin og mannagongdir umborð á øllum strandfara-
skipum skal kannast
– Tað koma nýggir pengar
inn í felagið, og eg haldi tað
er púra natúrligt, at hesi
feløg vilja hava síni egnu
umboð í nevndina, sigur Óli
Hammer, stjóri og
nevndarlimur í Smyril Line
Stýrið fyri mentanarhúsið Atlantis er nú valt og klárt er at seta
gongd á virksemið í húsinum aftur
Nr. 83 • mikudagur • 2. mai 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Umframt í KÍ, eru
klaksvíkingar at
síggja í sjey øðrum
feløgum. Bæði her
heima og uttanlands
HAGTØL
Ivan Eginsson
KÍ hevur altíð verið eitt tað
størsta og fremsta felagið í
Føroyum.
Nógvir
fínir
spælarar eru uppvaksnir í
Klaksvík, men tey seinastu
árini hevur gongdin verið
tann, at fleiri av bóltsnill-
ingum úr Norðoyggjum
fara úr barndómsfelagnum
og royna eydnuna aðra-
staðni. Í dag eru átta
upprunaligir klaksvíkingar
at síggja í ikki færri enn
sjey (!) øðrum feløgum í
fremstu
deildunum
í
Føroyum,
Danmark
og
Noregi. (í Føroyum)
Føroyum
HB
Allan Mørkøre,
Rógvi Jacobsen
B36
Heðin á Lakjuni
B68
Arnold Joensen
EB/Streymur
Gunnar á Steig
Danmark
FCK
Todi Jónsson
Herfølge Jákup Mikkelsen
Noreg
Sogndal Kurt Mørkøre
Saman við fyrrverandi KÍ-
leikarunum, póllendingun-
um Andrzej Pacek (B36) og
Marek Vierzbicki (VB)
kundu klaksvíkingarnir í
útlegd næstan mannað eitt
heilt fótbóltslið, ið ivaleyst
hevði verið eitt upplagt
evni til meistaraheitið í
1.deild. Eingin av hesum
nevndu monnunum gleðir
tó býarmenn sínar á einum
fótbóltsvølli í 2001.
Hinvegin hevur felagið
ongan føroyskan spælara í
hópinum, ið er uppvaksin
aðrastaðni enn í Klaksvík.
Allir teir tólv føroying-
arinir, ið vóru við í
dystinum ímóti GÍ sunnu-
dagin, hava sínar røtur í KÍ.
Hinir
tveir eru jugoslavarnir,
leikandi venjarin Tomislav
Sivic og tann nýkomni
Aleksander
Djordjevic,
sum spældi við fyri fyrstu
ferð. Eitt annað felag í
1.deild, sum ongan før-
oyskan leikara hevur aðra-
staðni frá, er FS Vágar.
Vágamenn brúka tó tríggjar
útlendingar á vøllinum, og
ein afturat stendur fyri
venjingini.
Støðan, danska superligan
vunnin tapt
mál-
dystir
v - j - t mál
mál munur
stig
1
FCM
26
13- 8 - 5
45
34
11
47
2
Silkeborg 26
12- 11- 3
39
28
11
47
3
Brøndby
26
13- 6 - 7
59
34
25
45
4
FCK
26
11- 11- 4
39
22
17
44
5
Viborg
26
12- 6 - 8
44
29
15
42
6
Lyngby
26
11- 5 -10
35
44
-9
38
7
OB
26
10- 5 -11
39
35
4
35
8
AaB
26
8 - 10- 8
39
38
1
34
9
AGF
26
9 - 4 -13
40
51
-11
31
10 AB
26
5 - 12- 9
32
33
-1
27
11 Herfølge
26
5 - 8 -13
30
49
-19
23
12 HFK
Sønderj.
26
1 - 6 -19
25
69
-44
9
Todi varð kosin
dagsins maður
FCK var óheppið, tá
sigursmálið hjá
teimum í Silkeborg av
órøttum varð
kolldømt
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
FCK, sum ikki hevur tapt
síðani tað varð farið at
spæla aftur eftir vetrar-
steðgin, er framvegis við í
stríðnum um DM. Mána-
kvøldið vóru teir í Silke-
borg. Úrslitið var 1–1, og
tað hevur við sær, at FCM
og Silkeborg hava 47 stig,
Brøndby hevur 45 stig og
FCK 44.
At tað endaði við javn-
leiki var at rokna við. Í
níggju av seinastu tíggju
dystunum ímillum hesi
bæði feløgini hava tey
fingið eitt stig í part. Men
FCKarnir iðraðu seg, tá teir
vendu nøsini heim eftir.
Síðstu fimm minuttirnar
vóru tvey mál hjá teimum
kolldømd.
Sjónvarpsupptøkurnar
vístu, at fyrra málið, sum
varð kolldømt fyri rang-
støðu, áttu teir at havt
fingið. Thomas Thorninger
stútaði upp á tvørs til
Pascal
Simpson,
sum
knappar tíggju minuttir
undan dystarenda kom á
vøllin fyri Toda Jónsson.
Linjuverjin metta stóra
mannin, sum skoraði úr
fýra metra fjarstøðu, at vera
rangstaddan, men upptøk-
urnar vístu, at hann var í
hvussu so er ein hálvan
metur røttu megin, tá av-
leveringin fall.
Hitt málið varð kolldømt,
tí Pascal Simpson í yvir-
tíðini skuldi havt gjørt
fríspark í sambandi við
hornasparsksstøðu.
Heimaliðið omaná
Silkeborg var omaná í 1.
hálvleiki. Tá hevði FCK
lítið at bjóða upp á frammi
á vøllinum. Sibusiso Zuma
og Thomas Thorninger
komu ongantíð ígjøgnum í
borðunum.
Harvið
var
Heine Fernandez, sum var
tætt við at skora, tá hann
við høvdinum sendi horna-
sparksinnlegg í tvørtræið,
so at siga arbeiðsleysur.
Todi Jónsson, sum á
heimasíðuni
hjá
sær
fríggjadagin helt, at honum
enn restar eitt sindur í at
koma heilt fyri seg eftir
landsliðsskaðan í Luksem-
burg, vísti onkra ferðina
síni evni, tá hann tamdi sera
torførar bóltar, men sum
oftast vendi hann skeiva
vegin.
Silkeborg kom á odda
eftir 22 minuttir. Thomas
Thorninger kiksaði sending
dygst uttanfyri brotsteigin,
og Per Ottosen sendi úr
høgru flatt framvið Thomas
Myhre og í handara síðu-
netið.
Todi eyðsýndur
Eftir steðgin tóktist heima-
liðið eitt evarska lítið sind-
ur verjukent. FCK fekk
fatur á miðvøllinum, og
Todi Jónsson, sum var við í
nógvum, tóktist á ongan
hátt at vera darvaður av
vøddaskaðanum. Av hyggj-
arunum hjá TV3+ varð
hann kosin besti maður á
vøllinum, og í onkrum av
bløðunum
fekk
hann
hægsta karakterin, sam-
stundis sum hann varð
sagdur í 2. hálvleiki at hava
gingið
undan,
verið
aggressivur og pågående.
Todi javnaði sjey minutt-
ir eftir steðgin. Donsku
miðlarnir lýsa ta støðuna
sum dagsins detalju. Eftir
temjing fór Todi frá eftir-
ansaranum, Boro Zivkovic,
skar eitt sindur úr høgru og
inn fyri málið, og tá nýggi
landsliðsmálverjin, 35 ára
gamli Peter Kjær, kom út
ímóti var Todi nóg kaldur at
senda framvið honum og
dygst
innanfyri
nærra
stólpan. Eitt fínt mál.
Todi var aftur í eyðkenda stílinum, tá FCK mánakvøldið leikti javnt á útivølli móti Silkeborg
Klaksvíkingar spæla í átta feløgum
Arnold Joensen, sum her sæst í dysti fyri B68, er ein av átta
klaksvíkingunum, sum í ár royna seg uttan fyri
barndómsfelagið