mikudagur 2. mai 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 83 - 2. mai 2001
23
gult23 cyan23 magenta23 svart23
22
Nr. 83 - 2. mai 2001
gult22 cyan22 magenta22 svart22
Tað stóð nógv á hjá KÍ, men tær megnaðu
kortini at basa VB, og liggja einsamallar á
odda í bestu kvinnudeildini
FÓTBÓLTUR
Jákup Mørk
Annað umfar í fótbóltskappingini hjá kvinnum varð leikt
um vikuskiftið, og hesa ferð var talan um tveir avbera
spennandi dystir. VB var fýra minuttir frá at fáa stig í
Klaksvík, meðan B36 við 10 leikarum bardi seg upp á
javnt móti HB, fyri síðani at síggja møguleikan fyri stig-
um hvørva.
Glapp hjá VB
Í Klaksvík var KÍ helst greiður favorittur undan heim-
adystinum móti VB, og at byrja við sá eisini út til, at
heimaliðið skuldi vinna stigini. Eftir fáum minuttum hevði
Malenda Josephsen nevnliga lagt heimaliðið framum, og
eina løtu eftir hetta helt KÍ eisini á at trýsta oman móti VB
málinum.
Tað eydnaðist tó vágbingunum at verja fyri trýstinum,
og talan var framvegis bert um hitt eina málið, tá farið
varð til hálvleiks.
KÍ royndi eisini at trýsta seg til fleiri mál í seinna hálv-
leiki, men brádliga svaraði VB aftur. Marita Joensen átti
seinasta fótin á eftir VB álop, og við bert fýra minuttum
eftir at spæla, var nú líkt til, at heimaliðið kortini mátti lata
stig frá sær.
Um tað var, tí VB nú kannaði sær bitan ov skjótt, skal
ikki verða staðfest, men í øllum førum nýtti KÍ ikki langa
tíð um at gera bart, at tær vildu hava stigini. Bólturin varð
givin upp, og eftir at Vivian Bjartalíð hevði rikið seg oman
á VB hálvuna, spældi hon víðari til eina leysa Malenu Jos-
pehsen, og toppskjúttin í landskappingini tók av alt fyri
eitt.
Eyðfríð bjargaði HB
Í Gundadali var lokaluppgerð millum tey bæði stóru havn-
arfeløgini, og ikki kann sigast annað enn, at talan her
gjørdist um ein dyst av teimum heilt lívligu.
Fyri HB kundi dysturin valla fingið eina verri byrjan, tí
eftir bert tveimum minuttum var B36 á odda, eftir at HB
verjuspælari sjálv átti seinasta fótin á.
Støðan helt sær nakað væl inn í fyrra hálvleik, men
seinna helmingin av hesum ekploderaði HB. Kristina
Eyðbjørnsdóttir javnaði fyri roknskapin, og síðani skutu
Lydia Vesturtún og Eyðfríð Kristiansen hvør sítt mál.
Í seinna hálvleiki sá eisini út til, at nú var leyst og liðugt
hjá HB. Ikki bert førdu tær við tveimum málum, men B36
varð eisini skert, tá Elsebeth Jónsson fekk reyða kortið
fyri at nýta neyðbremsuna móti Eyðfríð Kristiansen.
Hetta fekk tó bara B36 liðið til at bíta tenninar saman,
og tað eydnaðist teimum eisini at skapa spenning í aftur
dystin. Fyrst minkaði Súnfríð Simonsen um munin, og tá
Sólvá Joensen so eisini javnaði fyri tær hvítu, tóktist
skelkurin hjá HB at vera fullkomin.
Eyðfríð Kristiansen hevði tó ikki á nakran hátt mist
móti, og tað var eisini fyrst og fremst hon, sum syrgdi fyri
einum sigri til HB. Við tveimum málum seinastu løtuna
tók hon seinastu luftina úr B36 trýstinum, soleiðis at tað í
tølum kortini gjørdist til ein hampuliga tryggan HB-sigur.
KÍ-VB 2-1 (1-0)
1-0: Malenda Josephsen 3.
1-1: Marita Joensen 86.
2-1: Malena Josephsen 87.
B36-HB 3-5 (1-3)
1-0:sjálvmál 2.
1-1: Kristina Eyðbjørnsdóttir 24.
1-2: L;ydia Vesturtún 33.
1-3: Eyðfríð Kristiansen 42.
2-3: Súnfríð Simonsen 67.
3-3: Sólvá Joensen 74.
3-4: Eyðfríð Kristiansen 78.
3-5: Eyðfríð Kristiansen 81.
Støðan, 1. deild kvinnur:
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál
munur stig
1 KÍ
2
2 - 0 - 0
8
2
6
6
2 HB
2
1 - 1 - 0
6
4
2
4
3 VB
2
0 - 1 - 1
2
3
-1
1
4 B36 2
0 - 0 - 2
4
11
-7
0
Støðan, 2. deild kvinnur:
Bólkur A:
vunnin
tapt
mál-
dystir
v - j - t
mál
mál munur
stig
1 B68 2
2 - 0 - 0
6
0
6
6
2 B71 0
0 - 0 - 0
0
0
0
0
3 ÍF
1
0 - 0 - 1
0
3
-3
0
4 GÍ
1
0 - 0 - 1
0
3
-3
0
Bólkur B:
vunnin
tapt mál-
dystir
v - j - t
mál
málmunur stig
1 AB
1
1 - 0 - 0
15
1
14
3
2 Skála
0
0 - 0 - 0
0
0
0
0
3 Sumba 1
0 - 0 - 1
1
15
-14
0
Størsti parturin av
besta liðnum hjá B71
eru leikarar, sum eru
uppaldir aðra staðni
enn á Sandi
HAGTØL
Ivan Eginsson
Tað stendur ikki so væl til í
B71 við tilgongd av ungum
leikarum. Tí eru sandoying-
ar noyddir til at brúka aðrar
møguleikar fyri at styrkja
um hópin hjá sær.
Tað ljóðar næstan ótrúl-
igt, men á B71-liðnum, ið
vann 1-0 á EB/Streymi
sunnudagin, spældu heili
tíggju leikarar, sum eru
uppvaksnir í øðrum feløg-
um, og bert fýra uppruna-
ligir
sandoyingar:
Eli
Hentze, Bergleif Sólsker,
Jógvan Jón Petersen og
Hans Meinhard Midjord.
Av hesum fýra eru einans
Eli Hentze og Bergleif Sól-
sker fastbúgvandi á oynni.
Tað eru útlendingarnir,
Valdemar Nowicki og Jul-
ian Florescu, eisini. Allir
hinir búleikast í Suður-
steymoy.
Við leikandi venjaranum
Kára Reynheim á odda
kundu havnarmnenn næst-
an mannað sítt egna lið
heima á Sandi, serliga tá ið
hugsað verður um til dømis
Høgna Hansen og Flóvin av
Fløtum Jespersen, sum av
ymsum orsøkum vóru utta-
nfyri sunnudagin. Sørving-
arnir hjá B71 Petur Ritter
og Bjørn Thorsteinsson
búgva eisini í høvuðstaðn-
um.
Toftamenn kunnu kanska
ikki klaga so nógv um frá-
flyting av ungum fólki, sum
tey í Sandoy, men støðan
viðvíkjandi egnum ungum
fótbóltsleikarum er ikki
nógv øðrvísi í B68, enn hon
er í B71.
Einans fýra upprunaligir
toftamenn (Øssur Hansen,
Fróði Benjaminsen, Jan
Petersen og Oleif Joensen)
byrjaðu í dystinum í Gund-
adali ímóti HB, og ein aft-
urat, Øssur Jacobsen, kom
inn í 2.hálvleiki. Jan C.
Dam og John Heri Dam eru
uppvaksnir í HB, Magnus
E. Poulsen í B36, Arnold
Joensen í KÍ, Hans Fróði
Hansen í LÍF, og Mortan
Hansen í grannafelagnum
NSÍ. Marlon Jorge var ein-
asti útlendingurin á liðnum
hjá B68 sunnudagin. Men
við í hópinum hava tofta-
menn tveir aðrar brasilju-
menn, Marcelo og Messias,
og sjálvandi Súna Fríða
Johannesen, ið hevur spælt
inni á Toftum í fleiri ár
samanlagt, men hann er
heldur ikki toftamaður.
Hinvegin fekk tann unga
vónin hjá B68, 17-ára
gamli Jann Ingi Petersen,
ikki møguleika fyri at vísa
sínar dygdir ímóti HB, men
unglingurin av Saltnesi
verður ivaleyst at síggja á
besta liðnum hjá tofta-
monnum hetta kappingar-
árið.
KÍ heldur kósina
Av teimum trettan
NSÍ’arunum á vøllin-
um móti B36, var bert
ein, sum ikki er ætt-
aður úr Runavíkini
HAGTØL
Ivan Eginsson
Fyri nøkrum árum síðani
var tað ikki so vanligt í Før-
oyum, at leikarar skiftu
millum feløg, og útlending-
ar í føroyskum fótbólti
kundu næstan teljast á aðr-
ari hond. Tá ið NSÍ stillar
upp í ár við einum 1.deild-
arliði, ið næstan er mannað
av leikarum, sum hava slit-
ið sínar fyrstu barnaskógv-
ar í felagnum, man slíkt
vera eindømi.
Nú hevur NSÍ aftur fing-
ið helst kendasta runavík-
ingin í heiminum, Jens
Martin Knudsen, inn í hóp-
in, samstundis sum gøtu-
maðurin Rúni Joensen er
farin avstað aftur, og so er
veteranurin Abraham Løk-
in, ið býr í Saltangara, men
er uppvaksin í Fuglafirði,
givin við fótbólti á høgum
støði.
Eins og HB, brúkar NSÍ
ikki útlendska arbeiðsmegi.
Men í mun til havnarmenn-
inar, fáa runavíkingar størri
nyttu av sínum egnu spæl-
arum. Trettan NSÍ-arar, ið
fingu málleysan javnleik
ímóti B36 í 1.umfari í
landskappingini, eru ættað-
ir úr Saltangara, Runavík
ella Rituvík, sum eru partar
av Runavíkar kommunu.
Einasta undantakið í so
máta er leirvíkingurin Gert
Langgaard. Nakrir av núv-
erandi NSÍ-arunum hava tó
roynt seg aðrastaðni. Jens
Martin Knudsen hevði ver-
ið burtur í næstan tíggju ár,
Djóni N. Joensen hevur
spælt við B36, Elian Hans-
en við VB, og Ian Højgaard
hevði í nøkur ár verið í
Danmark.
Yvirvág av havnarmonnum á Sandi
Runavíkingar royna egið fólk
Ian Højgaard telist millum
mongu NSÍ leikararnar, sum
eru uppaldir í felagnum.
Klæmint Matras hjá B63
spælir eisini framhaldandi
við barndómsfelagnum, men
har er egna framleiðslan ikki
eins stór og hjá runavíking-
unum
Fyrra av tveimum úttøkuumførum til
Oyggjaleikirnar í bogaskjóting varð
hildið um vikuskiftið
BOGASKJÓTING
Tíðindaskriv
Sunnudagin varð 1. partur av úttøkukapping til
Oyggjaleikalands-liðið í bogaskjóting.
Kappingin fór fram á Svangaskarði og kappast
varð bæði í compound og recurve.
Úrslitini vóru sum heild góð. Per Holm Andersen
setti nýtt met á 70 m teininum við at fáa 339 stig, og
bæði Annlott og Bjarni Rasmussen settu persónlig
met. Men í hinum endanum vóru eisini óhapp.
Jóannes Poulsen sleyt tveir kordelar í streinginum,
so hann mátti útskifta streingin. Ein nýggjur
strongur er ongantíð heilt eins og gamli, so Jóannes
mátti nýta nøkur skot at venja seg við nýggja siktið.
Hetta kostaði honum nógv stig, so hann endaði
nakað aftanfyri tað, hann annars átti.
Úrslitini av kappingini sunnudagin vóru:
Compound:
Per Holm Andersen
1315 stig
Schandorff Vang
1284 stig
Albert Dam
1279 stig
Jóannes Poulsen
1245 stig
Recurve:
Poul Martin Joensen
1098 stig
Annlott Rasmussen
1030 stig
Bjarni Rasmussen
988 stig
Seinna og endaliga umfarið av úttøkukappingini
verður komandi vikuskifti.
Um vikuskiftið var FM í reiðskaps-
fimleiki hildið í Ítróttahøllini í Runa-
vík. Niðanfyri prentað vit úrslitini av
kappingini
Í dag fara tvær før-
oyskar bátsmann-
ingar undir ferðina til
Scilly-oyggjarnar at
luttaka í HM
kappingini í gig-róðri
KAPPRÓÐUR
Jákup Mørk
Hetta er fjórða árið á rað, at
tað
stendur
føroyskum
bátum í boði at taka lut í
HM kappingini á Scilly-
oyggjunum, og hóast av-
rikini higartil hava verið
heldur óstøðug, hava kapp-
inginar sýnt, at føroyingar
als ikki standa nakað aftan
fyri hini londini, tá rógvast
skal um kapp.
Nýggir bátar
Fyrstu tvey árini vóru tað
bert vinnararnir av 10-
mannafarskappingini, sum
tóku lut á Scilly oyggjun-
um, og vóru føroysku
umboðini her ávíkavíst
Vestmenningur og Eysur-
oyingur. Ferðin hjá hesum
varð goldin av Amarada
Hess, sum eisini stóð fyri
fyrireikingunum til ferðina.
Í fjør hendi so eisini tað, at
kvinnurnar á Jarnbardi
sjálvar tóku stig til ferðina,
og úrslitið hjá teimum var
so avgjørt hitt besta, sum
føroyskir bátar enn hava
fingið. Hjá monnunum var
tað eins og árið fyri Eyst-
uroyingur, sum umboðaði
Føroyar.
Í ár verða tað so tvær
spildurnýggjar manningar,
sum skulu taka lut í
kappingini. Kappingin um
at koma við til Scilly varð
nevnliga umskipað í fjør,
soleiðis at tað hjá monnum
vóru seks-, átta- og tíggju-
mannafør, sum kappaðust,
meðan fimm- og seks-
mannafør hjá kvinnunum
kappaðust
sínamillum.
Úrslitið av hesum gjørdist,
at Argjabáturin og Frúgvin
vunnu rættin til luttøkuna,
og tí verða tað hesir bátar,
sum nú skulu umboða
Føroyar.
Fyri Frúnna er tó gald-
andi, at tað ikki er gjørligt
hjá teimum at hava alla
manningina við á ferðini,
og tí hava tær fingið hjálp
frá ávíkavíst Jarnbardi og
Hvessingi. Sostatt verða
tað ikki tvær púra óroyndar
– í hesum høpi – mann-
ingar, sum fara avstað.
Hetta er annars fyrstu
ferð, at Róðrarsambandið
einsamalt
stendur
fyri
fyriskipanini av ferðini.
Eftir at Amarada Hess trý
ár á rað hevur sent eina
bátsmanning avstað, er
skipanin í ár broytt soleiðis,
at Amarada Hess rindar
RSF eitt ávíst gjald, sum
sambandið
so
sjálvt
umsitur. Róðrarsambandið
hevur so tikið avgerð um
eisini at nýta nakað av
veddingarpengunum
til
endamálið, soleiðis at ráð
eru til at senda tvær mann-
ingar avstað.
Sjálv kappingin byrjar
annars 5. mei, so ivaleyst
verður meira at hoyra til
avrikini hjá føroysku báts-
manningunum
komandi
dagarnar.
Skjúttarnir
skulu finnast
Annlott Rasmussen, sum her sæst í leiklutinum sum
uppteljari, setti persónligt met á Svangaskarði
Mynd: sj
FM í reiðskapsfimleiki
Aftur til Scilly
Manningarnar, sum fara at umboðað føroysku litirnar á Scilly-oyggjunum, eru her
avmyndaðar uttan fyri ÍSF húsið, har RSF hevði tíðindafund sunnudagin
Mynd: Jonhard Hammer