mánadagur 12. november 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 219 - 12. november 2007
29
Føroya Tele er samtak vi› mó›urfelag, FT Net, FT Samskifti og Televarpinum. Í samtakinum eru
260 starvsfólk vi› sera fjølbroyttum útbúgvingum og royndum.
"at læra uttan at hugsa er
burturspilt arbeiði - at
hugsa uttan at læra er
vandamikið"
- Konfusius -
Starvsfólk til starvsfólkadeildina á FT
Til starvsfólkadeild okkara søkja vit eftir
einum fólki, sum saman við verandi
manning skal menna fyritøkuna at taka
ímóti teimum avbjóðingum á starvs-
fólkaøkinum, sum nútíðar og framtíðar
marknaður og menning krevja.
Á starvsfólkadeildini arbeiða í dag 3 fólk,
sum taka sær av starvsfólkaviðurskiftun-
um í fyritøkuni - bæði fyristingarligum
og menningarligum. Starvsfólkadeildin
er virkin í tilgongdum og verkætlanum í
fyritøkuni og arbeiðir harumframt við at
menna framferðarhættir á ymiskum
økjum.
Vit kunnu bjóða einum komandi starvs-
felaga eitt spennandi arbeiðsumhvørvi,
har avbjóðandi uppgávur og menningar-
hugur eru í hásæti. Tann, ið settur
verður, fær møguleika at seta sítt sjálv-
støðuga merki á arbeiðið umframt at fáa
samstarv við dugnalig starvsfólk.
Arbeiðið umfatar:
• Ráðgeving og coaching av starvsfólki
og leiðarum
• At skipa fyri menningartiltøkum á
leiðslu- og starvsfólkaøkinum
• Gerð og umsiting av innanhýsis
framferðarhættum
• Handfaring av setanum og lønar-
viðurskiftum
Vit ímynda okkum, at tann, ið sett/ur
verður,
• Hevur viðkomandi miðal ella hægri
útbúgving.
• Kann arbeiða sjálvstøðugt við ráðgev-
andi og undirvísingaruppgávum
• Hevur royndir við og kennir seg væl í
samspæli við menniskju
• Hevur góð samskiftis- og samstarvs-
evnir
• Hevur hugflog og áræði til at skipa fyri
tiltøkum
Eisini má viðkomandi vera til reiðar til at
útbúgva seg í mun til krøv og ynskir hjá
Føroya Tele.
Setanarviðurskifti og løn vera ásett eftir
avtalu.
Neyvari upplýsingar fáast við at venda
sær til Ásvør Skaalum, starvsfólka-
leiðara, tel. 303030.
Umsóknir skulu vera Føroya Tele í hendi
í seinasta lagi 14. november 2007 og
skulu sendast til:
Føroya Tele
Starvsfólkadeildin
Postrúm 27
110 Tórshavn
ella
starvsfolkadeildin@ft.fo
lýsingar
B
Flatnavegur 8 · 460 Norðskáli · Tel +298 422316 · betong@betong.fo
Handverkarar og arbeiðsmenn
Løvu Betong er í fer við at byggja nýtt
elementvirki á Norðskála, ið skal
framleiða 1. floks betongelementir til
tann nógv vaksandi byggimarknaðin í
Føroyum.
Tørvur er á bæði handverkarum og
arbeiðsmonnum. Um gjørligt, verður
tann fyrsta tíðin í Reykjavík, har neyv
upplæring verður.
Starvsøkið
Alt innan betongelementir:
• Stoypa
• Isolera
• Binda jarn
• Ísetan av vindeygum
P/F Løvu Betong
Førleikar
Dugir tú títt handverk og
ert ágrýtin, ert tú tann
rætti til arbeiðið.
Arbeiðstíðin er full tíð og
lønin verður sambært
avtalu.
Meira fæst at vita um
starvið, við at venda sær til
stjóran, Regin Johannessen
á tlf. 58 68 01