Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 219 - 12. november 2007 Miðflokkurin ynskir, at umhvørvisdálkingin verður tikin í størri álvara og at størri dentur verður lagdur á at fyribyrgja dálking. Vit kunnu freistast at siga, at nú vendist ikki aftur, hjólini koyra so skjótt, og tað er onki vit kunnu gera, fyri at tálmað gongdini innan umhvørvis­ dálking. Síðstu tíðina hevur nógv verið tosað um umhvørvis­ broytingar, ið síggjast kring allan heim. Ein rapport frá ST staðfestir, at broytingarnar í veðurlag­ num nú stava frá dálking, skapt av menniskjum, og hetta er nakað sum vit í Miðflokkinum ikki kunnu liva við. Politiskt hevur hetta mál verið á skránni tey síðstu 20 árini, men persónliga má eg siga, at eg dugi illa at síggja álvaran aftan fyri hesi orð/lyfti. Nú er tíðin komin at vit mugu gera nakað ítøkiligt – orðini føra okkum ikki á mál. Loysnin er, at vit gera tiltøk sum minka um útlátið/dálkingina her og nú, samstundis sum vit seta fokus á menningarætlanir sum tryggja varandi loysnir, eisini um hesar í fyrstu atløgu koma at kostað – sum er hava vit ikki ráð at lata vera. Skulu vit røkka hesum málum, er neyðugt við einari politiskari hugburðs­ broyting. Hesa avbjóðing tekur Miðflokkurin í størsta álvara. Vit hava fingið til uppgávu at umsita skaparverkið við skynsemi, soleiðis at komandi ættarlið eisini kann fáa gleði av tí tilfeingið, ið Skaparin hevur givið og gevur okkum hvønn dag. Eitt mál sum Miðflokk­ urin hevur sett sær, er at vit tey næstu 10 árini er, vilja minka útlátið við 30%, í mun til støðuna í dag. Set X við Miðflokkin Miðflokkurin Jaspur Langgaard Val Neyðugt við hugburðsbroyting á umhvørvisøkinum Á fólkatingi vil eg vera ein rødd sum berjist fyri føroy­ skum áhugamálum og sav­ ni saman føroysku tjóðina um øll landamørk, eisini vil eg knýta føroyskar útisetar tættari til Føroyar vit teirra førleikum. Fólkatingssessurin gevur mær møguleika at arbeiða við nøkrum áhugamálum eg veruliga brenni fyri. Eitt av hesum áhuga­ málum er at upplýsa og skapa sambond millum mentunarstovnar og lista­ fólk í Føroyum og niðri, men eisini um allan heim. Eg hugsi um týdningin av at hava ein sterkan samleika, eitt sterkt mál og eina sterka mentan, tá vit traðka út í heim, og við stoltleika veruliga at kunna vísa hesa serstøku mentanina fram. Eisini vil eg arbeiða við at menna umstøðurnar hjá føroyskari list og føroysk­ um listafólki at koma á altjóða pallin, og hinvegin sjálvandi eisini at fáa altjóða listina heim á føroyska pallin. Men minst til, tú mást velja fyrst. Á fólkating at slóða fyri Tjóðveldi Heidi peterssen Val At umdoypa barnið, tað er tað, ið umræður, nú ávísir royna at fáa heimastýris­ støðu okkara kroysta inn undir hesa annars greitt frælsu skipan. Tað liggur í heitinum, at frælsi er grund­ arsteinurin, og londini í frælsum felagsskapi hava fullveldi í sínum egna landi. Felagsskapurin liggur í, at tey hava gjørt sáttmála um tætt samstarv á ymiskum økjum. Hetta samstarvið kann vera á fleiri ella færri økjum, og samstarvið kann t.d. innibera borgaraskap, so íbúgvarnir í londunum hava borgaraskap hjá hvørjum øðrum. Eisini kunnu londini hava felags kong. Fullveldi hjá løgtingi­ num, samstundis sum Føroyar eru undir donsku grundlógini, er reint gykl og hevur eittans endamál: at fyribygja at føroyingar fáa fullveldi í Føroyum. Vit vita, at danskir embætis­ menn og teirra viðhalds­ fólk her á landi standa aftanfyri hesa miðvísu gruggan av sjálvsøgdum hugtøkum. Við heimastýrislógini fingu vit eina heimastýris­ mentan og ikki eina tiltrongda altjóða mentan. Og tað er óhugnaligt at hugsa um alt, vit hervið mistu – tað kann neyvan gerast upp í krónum ­ vegna tær forðingar, sum okkara ríkisrættarliga støða er fyri okkum. Skerd. Vongbrotin. Soleiðis er støða okkara í dag. Men frælsur felagsskap­ ur er ikki í ætt við heima­ stýri ­ tað er greitt fullveldi. Frælsur felags­ skapur er, at Løgtingið ræður í Føroyum og at Fólkatingið ongan rætt hevur at seta krøv í Føroy­ um. Frælsur felagsskapur er, at føroyingar ráða í Føroyum og danir í Dan­ mark. Frælsur felagsskapur við fullveldi er einasta dugandi loysn, um vit skulu vera í felagsskapi við Danmark – og soleiðis má barnið eita. Frælsur felagsskapur er fullveldi Valevni fyri Fólkaflokkin http://hanna.folkaflokkurin.fo Hanna Jensen Val Í grein, sum fólkatings­ valevni hjá Tjóðveldinum, Róaldur Jákupsson skrivar í Sosialinum tann 6. novem­ ber, verður spurnartekin sett við legurnar í Zarepta, sum hann grundar á kjak­ síðuna ”kjak.fo.”, og meti eg tað vera rætt av mær sum leiðari í arbeiðinum at koma við viðmerkingum til hesa grein. Spurningur verður settur, um Zarepta nú er eitt para­ dís ella ágangur ímóti børn­ um. Síðan verða dømir tikin fram um einstakling­ ar, ið eru tvingað og rædd at umvenda seg. Hann tekur serliga synd í teimum, ið eru fødd og uppvaksin í hesum umhvør­ vi, og eru indoktrineraði við bíbliuni. Og, hann tekur synd í óskyldugum børnum, ið verða indok­ trineraði av eini tilvild­ arligari trúgv (kristin­ dóminum), sum bert er ein ímillum fleiri túsund. At enda sigur hann, at lesarabræv hansara skal ikki tulkast sum eitt álop á Zarepta! Í heyst hava vit havt hátíðarhald í samband við, at 40 ár eru liðin, síðan summarlegurnar byrjaðu í Vatnsoyrum. Tað vóru Brynleif Hansen, ið saman við øðrum tók stig til hesar legur, fyrst við Áir, í 1965 og 1966. Men, so var farið at byggja í Vatnsoyrum, og í 1967 stóð hús liðugt bygt har, og hava barna/ung­ dómslegur og aðrar legur verið har uttan slit síðan tá. Mong eru tey, ið hava verið glað fyri hesar legur og sum takka Gudi fyri, at tað vóru tey, ið tóku stig til hetta verk. Mong eru kom­ in til trúgv á Jesus Kristus á legunum og eru síðan lærd út frá orði Guds at liva sum góð kristin fólk. Sjálvur var eg til fyrstu legurnar við Áir í 1965 og kom eg til persónliga trúgv tá. Síðan var eg á legum í Vatnsoyrum og er tað við takksemi, at eg minist hesar legur. Seinni – í 80­ unum var eg har í fleiri ár sum hjálparfólk til eg í 1988 kom at arbeiða í leiðsluni burtur av. Henda onkuntíð mistøk í Zarepta? Sjálvandi! Allastaðni, har menniskju eru, verða mistøk gjørd. – Men, har frá og til at leggja okkum undir ábyrgdarloysi og til miðvíst at fremja ágang ímóti børnum og ungum ­ tað er langt úti! Flestu munnu vita, hvat Zarepta stendur fyri – at leguarbeiðið er bygt á Bíbliuna, og at høvuðsendamálið er at greiða børnum og ungum frá lívi og deyða Jesu Krists soleiðis, at tey kunnu koma til trúgv á Hann og vaksa í trúnni. Síðan verður dentur legdur á: At fremja gott samanhald millum allar luttakarar á leguni. Spæl og likamsvenjing. At leggja støði undir ymiskar dagligar lívsmeginreglur: ­ vera ásettum reglum lýðin. ­ fremja siðiliga atferð ­ virða náttúru­, mentunn­ ar­ og tjóðskaparvirði Í hesum arbeiði leggja vit okkum eftir at bera okk­ um rætt at ímóti øllum leguluttakarunum, og hava vit væl gjøgnumar­ beiddar vegleiðingar, sum vit hvønn fyrsta legudag lesa saman við leiðarum og starvsfólki í Zarepta. Niðanfyri eru nøkur brot úr hesum vegleiðingum sum vísa, hvussu nær vit leggja okkum ikki at fremja ágang ímóti børnum og ungum. Fyridømi: Sum leiðarar eiga vit at leggja okkum eftir at vera góð fyridømi. Øll, sum arbeiða á Zar­ epta eiga at virða tey mørk, sum er ein mannarættur hjá øllum menniskjum við ikki at gera seg inn á nakran, hvørki likamliga ella sálarliga. Alt, sum væl verður talað um Tað er umráðandi, at alt sum vit tosa við børnini er gott og gagnligt. Hitt góða elvir til góðar hugsanir og ein sunnan hugsunnarhátt, sum síðan ávirkar orð og gerðir tess. – Legg teg tí eftir at læra leguluttakaran ”alt sum sámiligt er, … alt sum reint er, … alt sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður” (Fil. 4:8). Festa vit okkum haraftur­ ímóti við hitt illa, kann tað ávirka barnið til tað, ið ilt er. – Tí eiga vit ikki út­ greina hitt ringa í lívi okk­ ara ella annara, við at tala um tað, ”ið gjørt verður í loyndum og er skomm at taka upp á tunguna” (Ef. 5:12). Latið okkum taka við hesari áminning úr orði Guds: „Verið vísir í tí, sum gott er, og einfaldir í tí, sum ilt er“ (Róm. 16:19). Liðleiðarin verður mintur á: At knýta vinarbond. At skapa myndugleika við at vera ein góð fyrimynd. Undir øllum umstøðum at vísa sama atburð móti børnunum og ger ikki mannamun, hvørki í orðum ella gerð. At virða børnini og hvørki at verða harðligur ella nærgongin. At fara varðisliga við viðkvomu barnasálunum, sum eru litnar honum í hendur, tí kensluliga eru børn løtt at ávirka og at ræða. At vera sera umhugsin, hvussu tosað verður um frelsu ella umvending. Hann verður biðin um at leggja áherðslu á kærleika Kristusar og tað himmalska soleiðis, at børn og ung sjálv fáa hug at kenna Kristus sum frelsara sín. Ikki at trýsta barnið, hvørki við ógvisligum orðum um fortapilsið ella við ræðandi frásøgnum. Ikki at tvinga barnið til at siga nakað, biðja ella gera nakað, hvørki einsæri ella alment. Vit, ið arbeiða í leiðsluni í Zarepta fara framhaldandi at gera okkara besta í hes­ um arbeiði og at kunngera børnum og ungum hin góða boðskapin um Jesus Kristus, sum kom til jarðar og gav lív sítt fyri okkum. Hesin boðskapur er ikki ein tilvildarligur boðskapur ímillum fleiri túsund! Hesin boðskapur bjargar menniskjum frá glatan og broytir mannalív, har hann fær loyvi til tess. Viðmerking til Róald Jákupson um Zarepta Porkeri JoHn í skemmuni