Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

40 Nr. 219 - 12. november 2007 tíðindi Stutt Sagt Hillary fær egnar spurningar Amerikanskir fjømiðlar vilja vera við, at tá Hillary Clinton heldur røðu á velja­ rafundum, eru tað hennara egnu hjálparfólk, sum siga áhoyrarunum, hvat tey skulu spyrja hana um. Ein maður, sum var á einum veljarafundi hjá Hillary Clinton, sigur, at hann varð biðin um at seta henni ein spurning um um hennara áskoðan á Irak­kríggið, og maðurin ivast ikki í, at Hillary Clinton hevði biðið um at fáa tann spurningin. Eitt av hjálparfólkum henn­ ara viðgekk seinasta frígg­ jadag, at hann hevði biðið áhoyrarar á einum veljara­ fundi í Iowa seta spurningar, sum Hillary Clinton hevði biðið um at fáa. Howard kann tapa Eru veljarakanningarnar eftirfarandi, noyðist avstral­ ski forsætisráðharrin, John Howard, at leggja frá sær aftan á valið, sum verður tann 24. novembur. Tann seinasta kanningin, sum blaðið The Australian almannakunngjørdi í morg­ un, vísir, at tann konservat­ ivi flokkurin hjá Howard fer at fáa 45 prosent av atkvøðunum, og at arbeiðaraflokkurin fer at fáa 55 prosent. Kanningin vísir, at stjórnarflokkurin hevur mist nógvar veljarar í seinastuni, og orsøkin sigst vera, at tjóðbankin júst hevur hækkað rentuna fyri sættu ferð, síðani John Howard kom til valdið í 1996. Eirr av hansara val­ lyftum tá var at halda rentu­ ni niðri. Verkfall í Hollywood Leygardagin slóknaðu ljó­ sini í fleiri leikhúsum á tí kenda Broadway í New York, tí tey, sum arbeiða við pallunum, fóru í verk­ fall við kravi um meiri løn. Verkfallið rakar eisini upptøkuhølini í Holly­ wood. Partarnir hava ting­ ast síðani í juni, men uttan úrslit. Í Hollywood eru leikritahøvundarnir eisini farnir í verkfall. Teir vilja hava samsýning fyri, at teirra leikrit verða brúkt á internetinum, og eygleiðarar siga, ay hetta verkfallið kann lættliga vara fleiri mánaðir. SAMBAND árNi joeNSeN fArtekSt@MAil.Dk -Naser Khader er væl umtóktur millum fólk, men tað er ikki nóg mikið hjám einum floksformanni (Troels Mylenberg, viðmerkjari) útlond Tveir kendir portu­gi­ s­is­kir tíðindamenn hava s­krivað erina bók u­m Madeleine­ málið Í bókini, sum hevur fingið heitið "Madeleine 129", seta Hernani Cavalho og Luis Maria 129 ymsar spurningar, sum allir hava samband við málið um ta horvnu ensku gentuna, og sum hava verið frammi í fjølmiðlunum teir seinastu mánaðarnar. Millum annað seta teir báðir spurningin, hvussu nógv Gerry og Kate Mc­Cann og vinfólk teirra drukku tað kvøldið, Made­ leine hvarv. Undir teimum fyrstu avhoyringunum søg­ du hjúnini, at tey drukku bara hvítvín í íbúðini, eftir at børnini vóru farin til songar. Aðrar keldur hava greitt frá, at hjúnini og vin­ fólk teirra drukku minst fýra fløskur av víni á mat­ stovuni, og okkurt vitni vil vera við, at tey drukku 14 fløskur har. Tað er ikki á hvørju­m degi, at ein kongu­r biðu­r ein fors­eta halda kjaft, meðan onnu­r hoyra, men u­m viku­s­kiftið mis­ti s­pans­ki kongu­rin tol­ ið við fors­etanu­m í Venes­u­ela Juan Carlos kongur og Hugo Chavez, forseti, vóru millum luttakararnar á ein­ ari ráðstevnu fyri ríkis­ og stjórnarleiðararnar í teimum latínamerikonsku londun­ um, Spania og Portugal. Allir høvdu orðið, og venesuelski forsetin, sum ikki júst er kendur fyri at vanda sær um orðini, brúkti ein part av sínari røðu til at finnast hvassliga at fyrrver­ andi spanska forsætisráð­ harranum José María Azn­ ar, sum hann umrøddi sum fasist. Núverandi spanski stjórn­ arleiðarin, Jose Luis Rodrig­ uez Zapatero, royndi at ver­ ja sín undanmann, men Cha­ vez hevði í heilum hondina á lofti og royndi at bróta hann av. Tað fekk at enda øði í Juan Carlos kong. ­Hví heldur tú ikki kjaft? spurdi kongur og vendi sær ímóti venesuelska forsetan­ um. So reistist hann og rým­ di úr fundarhølinum. Juan Carlos bað Chavez halda kjaft Hugo Chavez breyt spanska forsætisráðharran av alla tíðina, til øði kom í kongin Skrivað bók um Madeleine Alts­amt færri fólk doyggja ella fáa s­kaða av fjaldu­m landmin­ u­m Higartil í ár eru 5.751 fólk vorðin offur fyri landminum, og tað er 16 prosent færri enn í fjør. Hóast talið minkar, eru landminurnar framvegis ein sera stórur vandi fyri fólk í fleiri londum, og í Pakistan, Myanmar, Somalia og Lib­ anon velsur talið á teimum, sum doyggja ella fáa skaða av landminum. Í teimum flestu førunum er talan um sivilfólk, og minst ein trið­ ingur av teimum raktu eru børn. ST metir, at 473.000 fólk kring heimin hava fingið varandi skaða av landmin­ um. Færri doyggja av landminum Juan Carlos kongur á veg úr fundarhølinum