Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 41
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 41

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

41 [ Nr. 219 - 12. november 2007 ] SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur – Eg haldi, at vit vunnu eitt stig, meðan VÍF tapti eit Ingi Olsen, Neistin Nils Liedholm doyði sunnudagin 5. november, 85 ára gamal. Hann var ein partur av tí kendu Gre-No-Li trio´ini, sum var mest frammi í 1950-unum. Liedholm var eisini kendur, sum ein góður venjari Fótbóltur Heri Simonsen heri@sosialurin.fo Nils Liedholm varð føddur 8. oktober í Valdemarsvik, sum liggur í Eystra Göta­ landi í Svøríki. Liedholm kom á besta liðið hjá IK Sleipner í Norrköping sum 20 ára gamal í 1942. Dánjal Jarnskor og Abraham Løkin spældu við hesum sama felag í 1980, tá Ronny Gunnarson vandi felagið. Liedholm spældi við IK Sleipner fram til 1946, árini 1946 til 1949 leikti hann við IFK Norrköping. Í 1949 bleiv hann seldur til AC Milan, og har leikti Lied­ holm í 13 ár fram til 1962, tá hann sum 40 ára gamal legði skógvarnar á hilluna. OL-gull og HM-silvur Tað, sum svenski fótbólts­ almenningurin minnist Nils Liedholm best fyri, er, at hann var á svenska OL­ landsliðnum, sum vann gull við olympisku leikirnar í London, í 1948. Liedholm var eisini á liðnum, sum vann silvur fyri Svøríki í HM í 1958. Hetta HM­enda­ umfarið var leikt í júst Svøríki. Svøríki hevði leikt væl, men í HM­finaluni kundi teir einki gera ímóti Garrincha og Pelé, og máttu noyðast við silvur. Brasilia vann finaluna so greitt sum 5­2, og er hetta einastu ferð, at evropearar ikki hava vunnið HM á evropiskari jørð! OL­gullið í 1948 opn­ aði vegin til Italia hjá Lied­ holm, og øðrum svenskum landsliðsleikarum. 4 Scudetto Nils Liedholm leikti 359 dystir fyri AC Milan, og skoraði hann 81 mál í hes­ um dystunum. Saman við svensku liðfeløgunum Gunnari Nordahl og Gunn­ ari Gren, var Liedholm partur av einari sterkari offensivari trio. Liedholm var bæði spælfordeilari og avsluttari. Hansara stílur var so perfektionistiskur, at tá hann eftir fleiri ár – langt um leingi – kiksaði eina sending, so reisti áskoðara­ fjøldin seg á San Siro, og tey klappaðu í 3 minuttir. Í árunum frá 1949 til 1962 eydnaðist tað Liedholm at vinna 4 Scudetto, italsk meistaraheitið. Scudetto sum venjari Tað eydnaðist eisini Nils Liedholm at vinna Scudetto, sum venjari. Árini 1961­66 var hann bæði fyrstaliðs­ venjari og ungdómsvenjari hjá AC Milan. Árini 1966 til 1979 var hann venjari hjá bæði Verona, Monza, Varese, Fiorentina og Roma, áðrenn hann kom aft­ ur til Milan í 1977. Í 1979 førdi hann Milan til Scu­ detto. Sama bragdið gjørdi hann fyri Roma í 1983. Liedholm vandi Roma í trimum tíðarskeiðum, og Milan eitt tíðarskeiðið aftrat. Eisini var Liedholm í Verona eitt styttri skifti. Liedholm vann eisini tríggj­ ar steypakappingar – Coppa Italia – við Roma. Eitt sum Liedholm er best kendur fyri, er at hann gav Paulo Maldini tað neyðugu veg­ leiðingina, tá hesin var bert 16 ára gamal. Og góð hevur hon verið! Tí Maldini hevur skjótt spælt í Seriu A, í fjórðingsøld. Liedholm leikti bara 23 landsdystir fyri Svøríki, men hann fekk 11 mál í hesum 23 lands­ dystunum. Tá í tíðini bar ikki altíð til at sleppa leysur frá feløgunum, til at leika landsdyst. Nils Liedholm, sum var væl lýddur av øll­ um í bæði Italia og Svøríki, búði í Italia, øll árini frá 1949, og til deyðadag sín. Tey klappaðu, tá hann kiksaði Sum spælari og venjari í Milan í drúgt áramál vann Liedholm sær hetjustøðu millum Milan-viðhaldsfólk. Her leggur ein teirra eitt turriklæð á kistuna seinastu ferðini hjá svianum Mynd: Polfoto/AP