Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

42 [ Nr. 219 - 12. november 2007 ] Jacob Bymar til B68 Heimasíðan hjá B68 skrivar, at leygardagin skrivaði Jacob Bymar undir avtalu við B68 fyri næsta kappingarár. Bymar er uppvaksin á Fanø og hevur sína uppæling í fótbólti í Esbjerg FB, har hann eitt skifti var partur av 1. liðshópinum. Jacob er ein sera evnaríkur leikari og hevur sum heilt ungur leikt við donsku U15, U17 og U19 landsliðunum. Í Føroyum er hann helst best kendur fyri at hava spælt við KÍ í 2004 og 2005. Sorin seldur fyri 50.000 krónur Troyggjan, sum álopsspælarin hjá Sorin Anghel spældi í farna kappingarár, er seld fyri 50.000 krónur. Tað skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi. Í troyggjuni vann Sorin steypakappingina og silvur í landskappingini. - Tað vóru mong, sum lógu framvið og ynsktu at ogna troyggjuna, sum Sorin hevur vunnið steypakappingina og silvur í landskappingini í. Nú er hon so seld, og keyparin er ein av bestu fjepparunum og stuðlunum hjá felagnum, skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi. VÍF skuldi bara knýta kjaftbandið í stigaposanum. Men teir sleptu takinum seinastu løtuna, og so fekk Neistin strítt seg til eitt stig Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Spenningurin kom í hásætið seinastu løtuna av mansdystinum í Vestmanna leygardagin. Men tað vóru nú ikki tað, sum útlitini vóru til størsta partin av dystinum. VÍF hevur havt eina hampuliga útskifting í spælarahópinum í mun til seinasta kappingarár, og tað hevur eisini havt við sær, at avrikini hava verið heldur óstøðug. Tí hava fleiri mett, at talan helst verður um eitt millum-ár, har VÍF skal hugsa um framtíðina, heldur enn at gera nakað serligt um seg í ársins útgávu av manskappingini. Sleptu ferðini Men tað er nú ikki víst, at spælararnir hava lurtað so nógv eftir hesum ráðunum. Móti Neistanum, sum undan vikuskiftinum hevði vunnið allar sínar dystir, spældu teir gulu í øllum førum sum eitt oddalið fyri tað mesta. Frá byrjan var greitt, at hetta var ein dystur, har heimaliðið so avgjørt vildi spæla við. Tað tóktist vera púrasta líkamikið, hvussu Neistin royndi at verja, tí skothóttanirnar frá teimum gulu komu úr øllum ættum. Og tað gjørdi eisini, at tað var so sum so, hvør nytta var í mansverjuni, sum Neistin plantaði á Áka Olsen frá byrjan av seinna hálvleiki. Í løtum togaði Neistin nakað aftur, men í tveimum førum øktu teir á heimaliðnum munin aftur í fimm mál, og tí tóktist uppgávan hjá Neistanum at kalla vónleys. Og tá VÍF bara fimm minuttir undan leikoki økti til 34-30, skuldi dysturin verið avgjørdur. Stóra mistakið hjá VÍF var tó helst, at teir sjálvir hildu seg hava vunnið. Ferðin datt púrasta úr spælinum hjá teimum, og so tók Neistin av. Tríggjar ferðir vunnu teir seg upp á javnleikin – hvørja ferð við málum frá stórspælandi Trónda Kragesteen. Og tó at VÍF svaraði aftur tær báðar fyrstu ferðirnar, so var tíðin ov lítil, til at teir eisini kundu skjóta sigursmálið. Spennandi VÍF-lið Og so var einki løgið í, at teir bláu fegnaðust, tá seinasta floytið hevði ljóðað. Stríðsviljin og sjálvsálitið høvdu enn eina ferð borið stig við sær, og tó at teir við hesum »bert« fingu eitt stig, so helt liðið fast um status sum ósigrað oddalið. Og eftir dystargongdini var hetta væl eisini tað optimala, sum Neistin kundi fáa burturúr. Samsvarandi var vónbrotið hjá VÍF stórt. Men hóast hetta, so er lítið at ivast í, at teir væl kunnu bera høvdið høgt. Ikki bara prógvaðu teir gulu, at teir væl kunnu takast við oddin, hóast stórt ættarliðsskifti. Men teir prógvaðu eisini, at millum nýggju spælararnar eru fleiri, sum væl kunnu gerast álitið á liðnum komandi árini. Jákup Suni, Rúni og Niels spældu fyri tað nógva sum garvaðir veteranar, og saman við meira royndu Sámal, Áka og Agnar verða teir helst bulurin á liðnum hetta árið. Hartil kemur Regin Joensen skjótt aftur á liðið eftir skaðasteðg, og tá er VÍF væl og virðiliga eitt lið, sum øll hini skulu ansa sær fyri. VÍF-Neistin 36-36 (20-16): Kleyvarskapur gav Neistanum stig Vunnu ein javnleik Dysturin leygardagin var fyrsta ferðin, at Ingi Olsen fór í høllina í Vestmanna sum spælari við øðrum liði enn VÍF. Tí var talan sjálvandi um serstaka uppliving hjá Neista-venjaranum, men tíðin var tó neyvan til tey heilt stóru sentimentalu armsveiggini. Frá fyrsta bríksli var Neistin trýst aftureftir, og eftir dystin var venjarin tann fyrsti at viðganga, at hann var meira enn bara fegin um javnleikin. - Ja, tað er púra sikkurt. Vit berja okkum til ein sigur – ella ein hálvan sigur. Tað var neyvan serliga vakurt at síggja, men vit klára at fáa eitt stig. Og tað haldi eg, at vit eru fegnari um enn vestmenningarnir. Við fimm sigrum á rað hava tínir spælarar uttan iva vunnið sær nakað væl av sjálvsáliti. Hevur hetta ikki nógv at siga í einum dysti, har tú støðugt ert aftanfyri? - Heilt sikkurt. Menninir hava eina trúgv upp á seg sjálvar, og tí vilja teir ikki geva upp. Og tað er kanska fyrst og fremst, sum telur eitt heilt stig fyri okkara part í dag. Og sum kanska eisini kostar VÍF eitt stig. -mørk --- Ikki nóg kaldi Meðan eldri beiggin fegnaðist um einsamalla stigið, kendi Áki Olsen tað heldur, sum høvdu hann og VÍF tapt eitt stig leygardagin. - Hatta er jú ein dystur, sum vit burdu vunnið. Vit eru á odda at kalla alla tíðina, men teir hava kanska yvirtakið seinna partin av seinna hálvleiki, og tað er ofta ein øgiliga týðandi perioda í dystinum. Men tá tú ert á odda við fýra málum bara fimm minuttir fyri leiklok. Eigur tú tá ikki at vinna ein hondbóltsdyst? - Jú. Sjálvandi. Men tað vísir aftur, hvussu skjótt tað kann ganga í hondbólti. Og ert tú ikki klárur alla tíðina, so eru fýra-fimm mál ikki tað heilt stóra. Sum mansvardur var Áki Olsen at kalla áskoðari allan seinna hálvleik. Men tað gav honum kanska eisini betri fortreytir at meta um, hví tað enda kiksaði hjá VÍF. - Eg haldi, at vit í byrjanini av seinna hálvleiki vísa, hvussu vit skulu spæla. Tá vit spæla skjótt og flyta okkum, so verða vit eisini fríir. Men seinastu løtuna er tað, sum gerast spælararnir ótryggir í spælinum. So kanska er tað nakað av rutinu, sum restar í. -mørk VÍF-Neistin 36-36 (20-16) Málskjúttar VÍF: Agnar Joensen 12(2), Niels Andreasen 8, Rúni Joensen 6, Sámal Joensen 4(1), Jákup Suni Andreasen 4, Áki Olsen 2 Neistin: Tróndur Kragesteen 13(4), Roar Dalsgarð 6, Juguslav Djumic 6, Blagoje Buha 5, Dann Thorleifsson 3, Ingi Olsen 2, Carl Herup Olsen 1 Brotskøst: VÍF 3, Neistin 5 Útvísingar: VÍF 3, Neistin 2 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen FAKTA »Nýggju« vestmenningarnir gjørdu veruliga um seg móti Neistanum. Her er tað Jákup Suni, sum er í dysti við Dann Thorleifsson og Jugoslav Djumic Mynd: Álvur Haraldsen