Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-11-12, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 12. november 2007síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

43 [ Nr. 219 - 12. november 2007 ] U21 landsliðið tikið út U21 landsliðið skal spæla tveir heimadystir í november mánaði. Fyrri dysturin verður ímóti Albania á Svangaskarði tann 17. november, og tann seinni dysturin verður á Tórsvølli ímóti Italia tann 21. november. Bill M. Jacobsen og Heðin Askham, landsliðsvenjarar, hava tikið hesar spælarar út til dystin: Pætur T. Jørgensen, Jónas Tór Næs, Rógvi Holm AB, Magnus Olsen, Símun Rógvi Hansen, Gudmund Nielsen B71, Poul Thomas Dam, Emil N. Leifsson, Ólavur í Ólavsstovu HB, Levi Hanssen, Poul N. Poulsen Skála, Jóhan V. Gunnarsson, Ásbjørn V. Gunnarson, Odmar Færø B36, Bogi A Løkin NSÍ, Arnbjørn T. Hansen EB/Streymur, Kristoffur Jakobsen KÍ, Svenn F. Jacobsen TB, Gunnar Nielsen Blackburn, Christian R. Mouritsen Manchester City. Tá Kyndil tók Re­be­kku Justinusse­n úr dystinum við mansve­rju, me­gnaði StÍF ikki at hótta nóg nógv, og so e­ndaði alt við tryggum sigri til Kyndils-kvinnur Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er einki dulsmál, at StÍF við Rebekku Justinus­ sen hevur ein av heilt stóru profilunum í føroyskum kvinnuhondbólti. Og týdn­ ingurin av skotstyrki henn­ ara varð so ruddiliga stað­ festir sunnudagin. StÍF hevði betra takið á Kyndli fyrstu løtuna av dyst­ inum. Einsamøll var Rebekka langt ífrá um hetta, men við skotstyrki síni bant hon støðugt meira enn ein verjuspælara, og so varð plássið hjá liðfeløgun­ um tað betri. Um hálvan hálvleikin stóð longu 6­9 á talvuni, og tað fekk Kyndils­venjarar­ nar at fremja broytingar á sínum liði. Tann størsta av hesum var, at teir valdu at mansverja Rebekku, og tað tóktist rættiliga at skerkja StÍF. Og tá tær so samstundis misnýttu trý brotskøst á rað, gav hetta veruligt flog til Kyndil. Í verjupartinum fekk Kyndil nú nógv betri tak á, og spakuliga plantaði økta sjálvsálitið seg eisini í álopspartin. Við royndum kreftum sum Guðrun Lágabø, Linu Andriulyte, Jórun Ludvig og Jacklyn Durhuus hevur Kyndil spælarar, sum á einum góðum degi teljast millum tær bestu í Føroyum, og í løtum vístu hesar eisini dygdir sínar. Og tá so er, so gav hetta eisini øðrum spælarum møguleikan at blóma. Fleiri av yngru spælarunum hjá Kyndli hava fyri tað mesta stríðst í mótráki, men við­ rákið tóktist eisini lyfta hes­ ar. Somikið nógv, at liðið í løtum avdúkaði potentiali til at gera seg galdandi nógv ovarligari á talvuni, enn støðan hevur verið seinnu árini. Skal lyftið veruliga gerast, er tó helst neyðugt, at liðið fær tilgongd av ein­ støkum profilum, men grundarsteinarnir verða spakuliga lagdir, og so kann væl verða, at tær grønu aft­ ur fara at gera um seg, sum tær gjørdu tað fyri sløkum 10 árum síðani. Hóast strandingar koyrdu í fríge­ar se­in- astu 20-25 minutt- irnar, so høvdu te­ir ongar trupulle­ikar at vinna dystin á Kyndli Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sjáldan munnu tølini hava logið meira enn tað sama. Soleiðis sum máltalvan at enda sá út, kundi áskoðarin kanska hildið seg hava verið vitni til ein hampuliga javnan og spennandi hond­ bóltsdyst. Men tað var nú langt ífra sannleikanum. Veruleikin var, at StÍF vann ein sera sannførandi sigur á Kyndli sunnudagin. Var tað ikki fyri framúr málmansavrikinum hjá Lars Black og mest sum líkasælu frá gestunum longu seinastu løtuna, kundi talan væl verið um veruligt sorl. Eitt sorl, sum eisini lá í luft­ ini, tá støðan tíðliga í seinna hálvleiki vísti 8­18. Eingin ferð Stóri trupulleikin hjá Kyndli var, at teir als onga ferð fingu á álopsspælið. Tað bar við sær, at teir høvdu ilt við at spæla tunt, og so kundi gest­ irnir hava ein sterkan mið­ blokk, sum støðugt órógvaði skjúttarnar hjá Kyndli. Strandingar spruttaðu hin­ vegin ikki á sama hátt, sum teir hava gjørt í nøkrum av dystunum í ár. Ferðin varð sjáldan skrúvað upp í topp, men við róligum og væl skipaðum álopsspæli megn­ aðu teir alla tíðina seg alt longur frá vertunum. Ikki minst tí liðið eisini telur nakrar sterkar individualist­ ar, sum duga bæði gjøgnum­ brot og tempskift. Hetta varð eisini sjónligt seinastu løtuna av dystinum. Mongu og framúrskarandi bjargingarnar frá Lars Black høvdu kanska givið Kyndli ein lítlan møguleika. Við fimm minuttum eftir var munurin minkaður nið­ ur í fimm mál, og fyri at skerja gestirnar, satsaði Kyndils­venjarin alt við at mansverja Danni Syhler, Svein Justinussen og David Edvardsen. Men framvegis taldi StÍF­liðið menn við gjøgnumbrotsstyrki, og so gjørdist spenningurin ikki størri enn tað sama. StÍF staðfesti við sigrin­ um sína støðu sum nummar tvey á talvuni. Men enn meira staðfesti dysturin, at Kyndil í verandi líki ikki líkist nøkrum oddaliði. Teir grønu hava tó áður víst, at teir væl kunnu spæla seg upp, sum árið líður. Men við broyttu kappingarskip­ anini, har stigini ikki verða býtt í helvt, skulu teir skjótt taka sær heilt aðrar lutir fyri, um dreymurin um eina triðju finalu á rað skal ger­ ast veruleiki. Kyndil-StÍF 29-21 (16-14): Rebekka var ikki nokk Kyndil-StÍF 29-21 (16-14) Málskjúttar Kyndil: Jacklin Durhuus 7(2), Lina Andriulyte 6(1), Jórun Ludvig 5(1), Ronja Mikkelsen 4, Tórdis Trónd­ arson 3, Hildur Mikkelsen 2, Kariann Petersen 2 StÍF: Rebekka Justinussen 10(4), Ninna K. Johansen 5, Sólfríð Christiansen 2, Ata Gregersen 2, Fríðrunn Danielsen 1, Rósa Johansen 1 Brotskøst: Kyndil 5, StÍF 8 Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 6 Dómarar: Karstin Joensen & Kristian Joensen FAKTA Í løtum av dystinum móti StÍF spældi Kyndil seg væl upp, og tað kann væl verða, at tær kunnu arga nøkur av ovaru støddu liðunum í vetur Mynd: Álvur Haraldsen Kyndil-StÍF 24-28 (8-15): Tøl ið lúgva Kyndil-StÍF 24-28 (8-15) Málskjúttar Kyndil: Hans Áki Dal­Christiansen 6, Ken Zachariassen 5(2), Finnur Hansson 5(2), Hanus Johansen 3, Hjalti M. Jacobsen 3, Bárður Johannesen 2 StÍF: Sveinur Justinussen 7(1), Davic Edvardsen 6, Danni Syhler 3, Borgar Danielsen 3, Leivur Justinussen 3, Rúni Niclasen 3, Bárður Danielsen 1, Jón L. Rasmus­ sen 1, Bent Djurhuus 1 Brotskøst: Kyndil 5, StÍF 2 Útvísingar: Kyndil 5, StÍF 3 Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA Borgar Danielsen og StÍF hildu fyri tað mesta Hjalta M. Jacobsen og Kyndli í einum jarntaki Mynd: Álvur Haraldsen