mánadagur 12. november 2007síða 44
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
44
[ Nr. 219 - 12. november 2007 ]
Óttast
nýggjan
krossbands
skaða
Nikolina
Eyðbjørns
dóttir, sum er ein av fáu
spælarunum við roynd
um hjá VÍF, gjørdist
ikki drúgv í dystinum
móti Neistanum.
Heilt tíðliga í dysti
num kom knæið skeivt
niður á gólvið, og tað
var ikki hugsingur um
at halda fram at spæla.
Nikolina var burtur
frá
hondbóltinum
í
meira enn eitt ár við
krossbandsskaða
í
høgra knæ. Og tað er
ikki sørt, at hon óttast,
at talan nú aftur er um
skaða av sama slag.
Bara í vinstra knæ hesa
ferð.
Eg var á Lands
sjúkrahúsinum til kann
ingar
longu
leygar
kvøldið, men tað ein
asta, sum tey fingu stað
fest, var, at einki brot
var. Tað hevði eg nú
heldur ikki roknað við.
Fyrst og fremst óttist
eg, at talan er um nýggj
an
krossbandsskaða.
Kenslan í knænum er
so akkurát tann sama,
sum hon var, tá eg sleit
krossbandið fyrru ferð
ina, so lagið er einki
serligt beint nú, sigur
Nikolina.
Eg skal so til kann
ingar
hjá
serlækna
mánadagin. Ikki fyrr
enn tá ber til at siga,
hvat slag av skaða talan
er um, men tað er bara
at vóna tað besta, held
ur hon.
-mørk
Vónbrot hjá Atla og teimum
Tað kom púra óvart á teir í Frem, at teir skuldu tapa dystin ímóti botnliðnum
Skive í seinasta dystinum fyri vetrarsteðgin. Frem var favorittur og hevði brúk
fyri trimum stigum, men Skive skoraði tvey mál seint í dystinm og vann
harvið dystin. Føroyski landsliðsspælarin Atli Danielsen spældi allan dystin á
miðvøllinum hjá Frem. Nú 15 umfør eru spæld í donsku 1. deild, liggur Frem
sum nummar 14 í deildini – fimm stig frá niðurflytigarstrikuni.
Claus spældi heilan dyst
Enska 1. Deildarfelagið Blackpool spældi leygardagin ímóti
Scunthorpe, og hesaferð var fyrrverandi føroyski
landsliðsspælarin Claus Bech Jørgensen á vøllinum frá byrjan.
Claus hevur sitið nógv uttanfyri, men nú vóru aftur boð eftir
honum, og hann spældi allan dystin. Claus hevði eina góða roynd
í seinna hálvleiki, sum var um at geva mál. Eitt mál kom í
dystinum, og tað fekk Blackpool eftir hornaspark, tá ið tað restaði
stívliga eitt korter.
Hóast VÍF enn er á
aftasta plássinum í
Sunset-deildini, so
prógvaðu fleiri av
yngru spælarunum,
at tær væl kunnu
verða botnurin undir
einum nýggjum gull-
liði
Honddbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað kann væl verða, at VÍF
enn ikki hevur eitt lið, sum
er ført fyri at endurtaka
gyltu árini fyrst í hesi
øldini, tá liðið var at kalla
einaráðandi í kvinnudeild
ini. Til tað er mannfallið eis
ini ov stórt, og boðini undan
hesum árinum vóru eisini,
at liðið fyrst og fremst skal
bíta seg fast í fremstu
deildina aftur.
Móti Neistanum, sum
roynir at halda fast í Stjørn
uni í oddastríðnum, tóktist
bitin tó vera heldur stórur
undan dystinum sunnudag
in. Ikki minst, um hugsað
verður um, at munurin
millum liðini var heili 18
mál, tá tey dystaðust fyrr í
heyst.
Ikki bert Ioana
Tað gjørdist talan ongan tíð
um hesaferð. Hóast VÍF
tíðliga í dystinum fekk ein
dyggan smeit, tá Nikolina
Eyðbjørnsdóttir
noyddist
av vøllinum við skaða, so
slapp Neistin ikki uttan víð
ari avstað. Tær bláu vunnu
sær tó eina leiðslu, sum tær
megnaðu at halda fast um
gjøgnum dystin, men eftir
steðgin var fleiri ferðir heilt
nær við, at VÍF vann seg
upp á javnt.
Og tað varð ikki bert
gjørt við skotstyrkini hjá
Ioanu Rapa. Sjálvandi er
hon mest týðandi spælarin
á liðnum, men fleiri av
yngru spælarunum megn
aðu eisini væl at gera sær
dælt av plássinum, sum
varð skapt. Og í teimum løt
um, tá Ioana var á beink
inum og hvíldi seg, tóktist
spælið eisini ganga fult so
væl. Hartil hevur Neisti ein
mangul í skotstyrki, og tá
tær sjáldan fingu kontra
spælið at rigga heilt, kundu
VÍFverjan og ein stórspæl
andi Tomma Petersen halda
stutt tjóður í.
Vantandi royndirnar hjá
VÍF kostaðu tó, tá mest
stóð á. Einar tríggjar ferðir
kundu tær skotið seg heilt
nær, men hvørja ferð varð
møguleikin misnýttur, og
tað revsaðu tær bláu.
Ferðin má upp
Hóast tapið heldur VÍF á
aftasta plássinum í deildini,
so er einki at ivast í, at júst
ein slíkur dystur kann økja
um sjálvsálitið á liðnum, so
leiðis at málið um at stabili
sera seg kann røkkast.
Hjá Neistanum vóru stig
ini
tey
týdningarmestu,
men tað er einki dulsmál, at
spælið skal betrast, um tær
vilja halda fast í oddaliðnum.
Styrkin hjá liðnum er fram
vegis verjan og kontraspæl
ið, men tað vilja vera dystir,
har hetta ikki er nóg mikið í
sjálvum sær. Og tá skot
styrkin ikki av sær sjálvum
fær mótstøðuverjurnar út,
eigur ferðin í gjøgnumbrots
spælinum at setast upp. Tað
megnaðu tær bert í lítlum
løtum hesaferð, men hesar
løtur mugu leingjast, um
plássið í oddinum skal
haldast.
Landsliðsvenjari Roberto
Donadoni hevur úttikið
italska hópin, sum skal
dystast ímóti Føroyum og
Skotlandi
Fótbóltur
Pætur Albinus
patur@sosialurin.fo
Hvørki Alessandro Del Piero ella
Filippo Inzaghi eru við í hópi
num, sum 21. novembur skal
dystast ímóti Føroyum. Dysturin
verður leiktur kl. 20.30 á Alberto
Braglia Stadion í Modena, og leik
ararnir, ið skulu manna italska
liðið, eru hesir:
Málverjar:
Gianluigi Buffon (Juventus),
Gianluca Curci (Roma), Marco
Amelia (Livorno)
Verjuleikarar:
Fabio Cannavaro (Real Madrid),
Daniele Bonera (Milan), Andrea
Barzagli (Palermo), Fabio Grosso
(Olympique Lyon), Giorgio
Chiellini (Juventus), Massimo
Oddo (Milan) Cristian Panucci
(Roma), Gianluca Zambrotta
(Barcelona);
Miðvallarar:
Mauro Camoranesi (Juventus),
Daniele De Rossi, (Roma),
Massimo Ambrosini (Milan),
Gennaro Gattuso (Milan), Simone
Perrotta (Roma), Andrea Pirlo
(Milan);
Áleyparar:
Alberto Gilardino (Milan),
Antonio Di Natale (Udinese),
Vincenzo Iaquinta (Juventus),
Fabio Quagliarella (Udinese),
Cristiano Lucarelli (Shakhtar),
Raffaele Palladino (Juventus), og
Luca Toni (Bayern München)
VÍF-Neistin 20-23 (9-13):
Tær ungu bitu frá sær
Italski hópurin úttikin
VÍF-Neistin 20-23 (9-13)
Málskjúttar
VÍF: Ioana Rapa 10(3), Elisa Leo 2, Torgunn H. Hohansen 2,
Heidi Joensen 2, Fríða Marjunardóttir 1, Linda Johannesen
1, Liljan Djurhuus 1, Rannvá á Rógvi
Neistin: Nicoleta Radu Hansen 9(4), Unn J. Kragesteen
4(2), Rakul Magnussen 2, Ása á Neystabø 2, Anja
Heinadóttir 2, Rakul Augustinussen 2, Elin Stakksund 1,
Anna Clementsen 1
Brotskøst: VÍF 4, Neistin 8
Útvísingar: VÍF 1, Neistin 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen
FAKTA
Tað gekk strilitið hjá Neista
num móti ungu vestmanna
kvinnunum. Men tá mest stóð
á, vóru tær bláu tó neyvari
Mynd: Álvur Haraldsen